100-9 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi  kreppuhjálp til tsunami-raktu økini í Indiske havinum

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2005, týsdagin 16. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hví er ein eykajáttan áljóðandi 3 mió. kr meira enn 7 mánaðir eftir umbønina ikki nýtt til endamálið, tá hendan varð fingin til vega við einum fíggjarnevndarskjali við teirri grundgeving, at málið hevði skund ?
     
  2. Haldi meg minnast, at hetta ikki er fyrstu ferð, at slíkt hendir – fyrru ferð tó undir øðrum løgmanni. Hvøji tiltøk ætlar løgmaður at seta í verk til tess at tryggja, at slík framferð ikki endurtekur seg ?

 

Viðmerkingar

Tann 5. januar 2005, sendi Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fíggjanevndini fíggjarnevndarskjal við umbøn um eykajáttan áljóðandi 3 mió. kr. Hendan upphædd skuldi nýtast sum neyðhjálp til kreppuraktu økini í suður- og landsynningspartinum av Asia, eftir at hervilig flóðalda rakti strandalondini í Indiska havinum.

 

Í umbønini greiddi løgmaður frá, at: “Málið hevur skund, og tað er ikki ráðiligt at bíða, til Løgtingið kemur saman aftur”.

 

Fíggjarnevndin játtaði sama dag umsóknina.

 

Einki er útgoldið av hesi eykajáttan – Løgtingið hevur verið saman  meira enn 50 ferðir síðan 5. januar, so grundgeving løgmans til fíggjanevndina var sostatt ikki røtt, og játtanin givin undir skeivum fortreytum.

 

Tað hava gingið søgur um, at nógv av tí lovaðu neyðhjálpini til tey kreppuraktu økini ongantíð kom fram. At Føroyar skuldu vera eitt av teimum londunum, sum lovaðu at senda neyðhjálp, men ikki gjørdu tað, tykist svárt at skilja.

 

Her má finnast ein sera góð frágreiðing og tí er tað, at eg sum fíggjarnevndarlimur seti hendan spurningin.

 

Á tingfundi hósdagin 18. august 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi mikudagin 19. oktober 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Eg fegnist um, at Kári P. Højgaard tekur undir við avgerð míni at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn. Høvi verður nærri at umrøða hetta og fleiri av teimum viðurskiftum, ið spyrjarin í viðmerkingunum sipar til, tá ið uppskotið um broytingar í verandi kringvarpslóg verður viðgjørt í næstum. Loyvi mær við hesum at svara báðum spurningunum undir einum.

 

Í sambandi við avgerðina um at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman vóru verandi hølisviðurskifti hjá stovnunum eisini havd í huga. Serliga hølisumstøðurnar hjá Sjónvarpi Føroya eru truplar og ónøktandi. Skal sum mest fáast burturúr samanleggingini er neyðugt, at karmarnir um virksemið eru nøktandi. Í hesum sambandi varð víst á møguleikarnar at byggja Sjónvarpi Føroya nýggj høli við útvarpshúsið í Havn.

 

Eg haldi ikki, tað er rætt júst nú at fara at kanna, hvørt samanlagdi loftmiðlastovnurin skal leggjast uttan fyri Havnina. Grundgevingarnar, ið spyrjarin leggur fram til tess at leggja stovnin í eitt nú Eysturoynni, taka eftir mínum tykki ikki støði í, hvat er best fyri stovnin og tær umráðandi mentanarligu og samfelagsligu uppgávur, honum eru álagdar at røkja.

 

Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava ikki av tilvild havt bústað frá byrjan í høvuðsstaðnum, og tað haldi eg, at stovnarnir, tá ið teir eru samanlagdir, framvegis eiga at hava. Hartil skal havast í huga, at stórar íløgur eru gjørdar í hús og tøkniliga útgerð, so her er ikki bert talan um at flyta fólk og leysa skrivstovuútgerð.

 

Havnin er ein snúningsdepil fyri stórum parti av virkseminum hjá almennu loftmiðlunum, og tí er tað rættiliga natúrligt, at høvuðsætið hjá tí samanlagda stovninum framvegis verður í Havn.

 

At kommunur í Eysturoynni – og møguliga kommunur úr øðrum pørtum av landinum við – eru áhugaðar í at lata samanlagda stovninum grundstykki til nýggjan høvuðsbygning, er bara positivt. Men sum er, eru ongar ætlanir um at leggja tann samanlagda kringvarpsstovnin uttan fyri Havnina, og kanning er sett í verk fyri at staðfesta, hvørjir møguleikar eru at byggja nýtt sjónvarpshús við útvarpshúsið í Havn. Einki endaligt fyriliggur tó hesum viðvíkjandi, um og nær møguliga bygt verður.

 

Málið avgreitt.