11  Uppskot til  løgtingslóg um túratal hjá Smyrli

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 15. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um túratal hjá Smyrli

 

§ 1. Smyril siglir av Krambatanga til Havnar í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin, og tænastustigið verður samsvarandi fortreytunum fyri stødd, ferð og siglingstíð.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi sama dag, sum nýggi Smyril kemur í sigling.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið:

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar 

Samgongan frá 1998 legði alstóran dent á at geva føroyska samfelagnum eitt so gott samband um Suðuroyarfjørð sum gjørligt, og nú vit fáa ein nýggjan Smyril, er upplagt at økja túratalið við einum túri um dagin.

Smyril er størsta ferðamannaskipið hjá Strandfaraskipum Landsins og lívæðrin hjá suðringum á samferðsluøkinum. Sjálvandi skal hann brúkast eftir ætlan, og sjálvandi eigur hann at umsitast í Suðuroynni.

Í 1996 varð annað suðuroyarskipið selt uttan orð ella tal, og lá suðuroyarleiðin í svartasta vónloysi, tá farið varð undir at dagføra hana, so skjótt sum samgongan tók við í 1998.

Fleiri ábøtur vóru framdar hesi árini. Eitt nú hækkaði túratalið upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni, meðan vit nú við nýggja Smyrli kunnu røkka munandi longur fram á í setningi okkara frá 1998 um at dagføra siglingina um Suðuroyarfjørð.

 

Upplýst er nú, at sitandi landsstýrið ikki ætlar sær at dagføra sambandið við fleiri túrum. Neyðugt er tí, at Løgtingið lóggevur um, at siglast skal í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin hvønn dag í viku við teirri ferð, sum ætlað var at brúka,  tá ið avgerð varð tikin um at byggja skipið.

 

nýggja suðuroyarferjan varð projekterað, varð dentur serliga lagdur á, at:

Úrslitið er ein Smyril, sum kemur til landið um fáar dagar. Fortreytirnar fyri bygging, stødd, ferð og siglingstíð vóru ma., at hann skuldi hava eina arbeiðsferð upp á 21 míl um tíman við 85 % nýtslu av motorinum, og skuldi sigla túrin upp á 1 tíma og 37 min.

 

§ 1 í uppskotinum ásetir, at Smyril skal halda hetta tænastustig.

 

Ein samanbering av verandi og komandi Smyrli sær annars soleiðis út:

Strandfaraskip Landsins

Nýggi  Smyril

Gamli Smyril

Arbeiðsferð

21 míl/t

16,5 míl/t

Siglingstíð

1 t 37 min

2 t 4 min

Longd pp. (m)

123,0

87,5

Longd oa. (m)

135,0

92,7

Breidd (m)

22,7

16,5

Dýpd (m)

5,60

4,65

Tal á trailarum

30

15

Tal á persónbilum

200

110

Av- og áskipan, akfør

Dupult hekkuportur

Einkult hekkuportur

Tal á ferðafólki

800/976

800

Effekt installerað (hk)

20.900

10.080

 

Undir viðgerðini fingu vit eina lýsing av fýra valkostum fyri sigling við ferjum við 18, 19, 20 og 21 míl um tíman. Fyri hvønn valkostin varð ein kostnaðarmeting og rakstrarætlan gjørd, so tað bar til at sammeta íløgukostnað og rakstrarkostnað.

Í 1998 varð avtalað at dagføra sambandið um Suðuroyarfjørð, og avgjørt vað tí at byggja ferjuna, ið var optimerað til at sigla við 21 míla ferð.

Sitandi landsstýri hevur nú slept hesum  ætlanum okkara, ið undan fóru. Hugsað verður nú minni um, hvat kann gagna Suðuroynni mest møguligt, men meira um, hvør skal klippa snórar, og hvør skal halda røður yvir teimum verkætlanum, sum undanfarna landsstýrið setti í verk.

Hetta skal sjálvandi eisini gerast, men skilaleyst er samstundis at taka afturstig, tá møguleikarnir føðast, og ikki økja um túratal og ferð um Suðuroyarfjørð, samstundis sum undirsjóvartunlar koma aðrastaðni.

Suðuroynni bíður ikki bøtur við hesum hugburði, og verður hetta lógaruppskotið tí lagt til lagt tingsins viðgerð.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Strandfaraskip Landsins hevur eftir fyrispurningi gjørt eina kostnaðarmeting av, hvussu nógv økta túratalið millum Krambatanga og Havnina kemur at kosta. Strandfaraskip Landsins sigur, at eitt økt túratal frá 2 til 3 túrar um dagin fer at hava við sær eina øking í oljuútreiðslunum upp á uml. 8-11 mió. kr árliga. Oljuprísurin er sera avgerandi fyri henda kostnað.

Um tímatalið fer upp um 14 tímar um dagin, ferl hetta at hava við sær, at ein manning skal setast afturat teimum báðum, sum eru í dag.

Økt sigling fer at hava við sær størri slit á skipið, og tískil størri viðlíkahald av skipinum. Henda upphædd er ókend í dag. 

Strandfaraskip Landsins hevði ilt við at meta um, hvussu stór økingin fór at verða í inntøkunum. Inntøkurnar koma bara at fulna ein lítlan part av meirútreiðslunum, orsakað av øktu siglingini.

Nýggi Smyril kemur væntandi í sigling í seinasta lagið 1. november 2005. Kostnaðurin fyri økta túratalið fyri í ár verður sostatt 2 mió. kr. Roknað verður ikki við, at tað gerst neyðugt, at seta eina manning afturat teimum báðum manningunum, sum eru í dag.

Tá tað bara er Suðuroyarleiðin, ið hevur merkt sviðan av, at nýggi Smyril er seinkaður, verður eykajáttan til meiri sigling í hesum árinum tikin av dagbótunum fyri, at Smyril er seinkaður frá skipasmiðjuni.

Dagbøturnar skuldu roknast til 100.000 kr. um dagin frá 1. august 2004, og er upphæddin mánaðarskiftið sept/okt 2006 komin upp á 42,5 mió.kr. treytað av, at aðrar avtalur ikki eru gjørdar hesum viðvíkjandi.

Økta túratalið í 2006 og fíggjarligu avleiðingarnar av, at undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði verður tikin í nýtslu, hevur við sær, at nýggjar metingar av játtanini til Strandfaraskip Landsins skulu gerast. Hetta verður tikið upp í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2006.

 

Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður ásett, at nýggi Smyril í minsta lagi skal sigla 3 túrar av Krambatanga um dagin.

Tá nýggi Smyril var prosjekteraður, vóru fortreytirnar fyri bygging, stødd, ferð og siglingstíð m.a., at Smyril skuldi hava eina arbeiðsferð upp á 21 míl um tíman við 85 % nýtslu av motorinum, og skuldi sigla túrin millum Krambatanga og Tórshavn upp á 1 tíma og 37 min. § 1 í uppskotinum ásetir, at Smyril skal halda hetta tænastustig.

 

Til § 2:

Hækkanin av túratalinum millum Krambatanga og Havnina kemur í gildi, tá nýggi Smyril kemur í sigling á hesari leiðini.

1. viðgerð 30. september 2005. Tingmálini nr. 11 og 1-3/2005 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í rættarnevndina, sum tann 9. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 15. september 2005, og eftir 1. viðgerð tann 30. september 2005 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. og 24. oktober og 8. og 9. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Jacob Vestergaard, formann fyri Samferðslubólkin í Suðuroynni, og Jógvan við Keldu, landsstýrismann í innlendismálum, saman við umboðum fyri Strandfaraskip Landsins. Frá Jacob Vestergaard fekk nevndin avrit av einum fyrilestri, sum Bjarni Mortensen helt á einum evnisdegi um Samferðsluna við Suðuroynna. Frá Strandfaraskipum Landsins fekk nevndin avrit av skrivi sent til fíggjarnevndina 2. november 2005 m.a. viðvíkjandi kostnaðarmeting av einum eyka túri hjá Smyrli millum Havnina og Krambatanga.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Jákup Mikkelsen, Sverre Midjord og Marjus Dam) mælir frá at áseta við løgtingslóg, hvussu nógvar túrar Smyril skal sigla. Meirilutin staðfestir, at landsstýrismaðurin og leiðslan á Strandfaraskipum Landsins saman við avvarðandi pørtum arbeiða við at finna eina nøktandi loysn fyri ferðafólk og vinnuna í Suðuroy. Meirilutin mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við málinum. 

 

Minnilutin í nevndini (Finnur Helmsdal og Bill Justinussen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 29. november 2005. §§ 1 og 2 fullu 8-0-18. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.