1-3  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 15. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-2  

§ 15. Innlendismál  

B. Játtanir 

Tús. kr.

 

Útreiðslur

Inntøkur

15.38.2. Samferðsla

 

 

 

   38.2.01. Strandfaraskip landsins (Landsf.)

J

64.193

-

 

EYJ

2.000

-

Viðmerkingar:

Eykajáttanin er neyðug, fyri at nýggi Smyril fær møguleika at gera 3 túrar dagliga millum Krambatanga og Havnina frá tí degi, nýggi Smyril kemur í sigling. Víst verður annars til viðmerkingarnar í uppskoti til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli.

1. viðgerð 30. september 2005. Tingmálini nr. 11 og 1-3/2005 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 15. september 2005, og eftir 1. viðgerð tann 30. september 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 16. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at hetta uppskot er ein fylgja av løgtingmáli nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli, og tí verður víst til tilmælið hjá meirilutanum í álitinum í nevnda máli, har meirilutin “mælir frá at áseta við løgtingslóg, hvussu nógvar túrar Smyril skal sigla”.

 

Eisini vísir meirilutin á upplýsingar, ið nevndin hevur fingið frá Strandferðsluni um, at tørvur verður á Mkr. 20 meira um árið, og metir meirilutin ikki, at tað ber til við einari eykajáttan at fremja so stórar broytingar í virkseminum hjá Strandferðsluni.

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen) vísir á, at um Smyril ikki verður nýttur til fulnar, má staðfestast, at landið hevur gjørt eina íløgu upp á 335 mió. kr. (skip og samferðsluhavn á Krambatanga) umframt eitt mett árligt rakstrarhall á 36 mió.kr., uttan at suðringar fáa eina nøktandi tænastu.

 

Um ein høgt mettur meirkostnaður fyri uml. 20 mió.kr. kann hava við sær, at tænastan verður nøktandi og skjótari skipar grundarlag fyri fjølbroyttari menning í Suðuroynni, er hesin peningur væl farin og ger íløguna munandi meiri verda. Tí tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Kári P. Højgaard) tekur undir við, at Smyril siglir tríggjar túrar nakrar dagar í vikuni, serstakliga í summarhálvuni,  men minnilutin tekur ikki undir við, at túratalið hjá Smyrli skal ásetast við lóg, og mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

 

2. viðgerð 29. november 2005. Uppskotið fall 8-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.