Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

46. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 16. desember, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Jenis av Rana og Anfinn Kallsberg, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 26-0-1. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
Málið avgreitt.

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
Málið avgreitt.

 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
Broytingaruppskot fra samdari rættarnevnd til §§ 1 og 3 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1 og 5 samtykt
30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

 

Fundur niðurlagdur kl. 11.37
Fundur uppafturtikin kl. 11.57
 

      Uppskot til burturvísn av broytingaruppskotinum frá vinnunevndini, sambært § 57 í tingskipanini fall 13-0-17. Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 13-1-16. Broytingaruppskot frá vinnunevndin til § 1 samtykt 17-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-29/2005 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gerð av tunli millum Vestmanna og Leynar
Málið avgreitt.
 

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-8/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2005, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-1/2005: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2006, nr. 1-5/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005 og nr. 20/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 19. desember 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2005: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2006

11.  1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2005

12.  Framløga 

 

Fundur lokin kl.  14.35  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari