100-29 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi gerð at tunli millum Vestmanna og Leynar

Orðaskifti

Ár 2005, týsdagin 22. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu gongur við arbeiðnum at gera eina yvirskipaða ætlan fyri undirstøðukervið í Føroyum?
  2. Nær verður henda ætlan liðug og løgd fyri tingið til politiska viðgerð?
  3. Hvar í røðini er tunnilin millum Vestmanna og Leynar í eini strategiskari langtíðarætlan fyri landsvegakervið, sum skal røkka í 10 – 20 ár fram?
  4. Eru nakrar kanningar/fyrireikingar gjørdar í sambandi við tunnilsgerð millum Vestmanna og Leynar, um ja, hvørjar?
  5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakra uppfylging av uppskotinumum um tunnil, sum var sent Vinnumálaráðnum frá Vestmanna kommunu 23. desember 2003, og hvør er henda uppfylging?
  6. Um nei, hvørji tiltøk ætlar landsstýrismaðurin so at fremja fyri at skunda undir tilgongdina, bæði við at fáa yvirskipaðu ætlanina fyri undirstøðukervið í Føroyum lidna, og fyri at fremja uppskotið um tunnil millum Vestmanna og Leynar?

 

Viðmerkingar:

Nú eru skjótt tvey ár liðin, síðani uppskot frá Vestmanna kommunu varð sent Vinnumálaráðnum um tunnil millum Vestmanna og Leynar.

 

Enn er onki frætt hvørki um tunnilin ella um ta yvirskipaðu langtíðarætlan fyri undirstøðukervið í Føroyum, sum Landsverk saman við Vinnumálaráðnum var farið í holt við, og boðaði Vestmanna kommunu frá í skrivi, dagfest  6. februar 2004.

 

Tað er sera nógv ferðsla á vegastrekkinum millum Vestmanna og Leynar, og øll, sum búgva í økinum, vita um og hava royndir av, hvussu tørført hetta vegastrekki kann vera um veturin, tá farleiðin verður nógv órógvað av vindi og kavarokið.

 

Tá vit hugsa um tey nógvu fólkini, sum hvønn dag noyðast um Høgareyn fyri at koma til arbeiðis, gerst tað meira átrokandi at fáa hetta tunnilsarbeiði á dagskrá. Teljingar hjá Landsverki í 2004 vísa, at ferðslan til og úr Vestmanna var 1016 akfør um samdøgrið. Til samanberingar kann vísast á, at ferðslan til og úr Vágum í 2004 var 1015 akfør um samdøgrið.

 

Í uppskotinum um tunnilslinju frá Vestmanna kommunu verður víst á, at tunnilin verður um 6 km langur, í mun til vegastrekkið, sum í dag er 12 km. Henda linjuføring er soleiðis, at bert fáir metrar eru til íbinding í landsveg bæði oman fyri Válin og í Leynum, Frammi í Líð, har undirsjóartunnilin til Vágarnar kemur upp.

 

Ìløga í ein tunnil millum Vestmanna og Leynar fer at hava við sær, at bæði arbeiðsfólk, sum skulu av bygdini, og vinnulívið fáa munandi betri umstøður at virka undir. Hugsað verður um stytta teinin til Havnar og restina av landinum, har fólk og ikki minst stórar nøgdir av fiski hvønn dag skulu flytast um fjøll, bæði til og úr bygdini. Høgareyn er ikki altíð so tespiligt í hálku og kavarokið hjá vanliga arbeiðsfólkinum, men heldur ikki hjá stóru trailarunum, sum flyta ferskan fisk til virkingar aðrastaðni í landinum, og ikki minst flyta allan tann liðugt virkaða fiskin úr Vestmann til Havnar til avskipingar, bara hesin seinni parturin er um 6000 tons, og feski fiskurin til og úr Vestmanna kanska eini 3000 - 4000 tons afturat.

 

Eisini fer henda íløga at hava við sær minni viðlíkahald, bæði tá hugsa verður um asfaltering, kavarudding og vanligt viðlíkahald annars.

 

Á tingfundi 23. november varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 16. desember 2005 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaðu, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Til 1:

Landsverk hevur nú eftir áheitan úr Vinnumálaráðnum í eina tíð arbeitt við at gera eina langtíðarætlan fyri samferðslukervið. Hendan ætlan er framhald av tí ætlan, ið var gjørd í 1999, men er meira umfatandi.

 

Verkætlanin er í tveimum. Í strategiska partinum verður grundarlagið undir raðfestingunum viðgjørt, og í verkætlanarpartinum verður so uppskot gjørt til raðfesting av ítøkiligu verkætlanunum.

 

Hóast avmarkaða arbeiðsorku, hevur Landsverk í fyrstu syftu arbeitt við at gera eina støðumeting av verandi vegakervi, sum skal nýtast sum grundarlag at eyðmerkja neyðugar verkætlanir og sum ein part av grundarlagnum fyri víðari arbeiðinum við raðfestingunum. Eisini hevur Landsverk gjørt aðrar kanningar og fyrireikandi arbeiði í sambandi við samferðsluætlanina. Ávegis úrslit í hesum arbeiði verða longu nýtt í sambandi við fleiri verkætlanir, t.d. ætlanina um undirsjóartunnil inn á Skálafjørðin.

 

Gjørt er ein ferðslumyndil fyri vegakervið, ið skal vísa framskrivingar av ferðsluni, umframt broytta ferðslumynstrið í sambandi við møguligar samferðsluverkætlanir. Myndilin er grundaður á verandi vitan um søgulig ferðslutøl, verandi vegakervið, búseting og pendlingskanningar (ferðir millum heim og arbeiðspláss), ið Landsverk hevur gjørt. Ferðslumodellið verður í dag nýtt m.a. í sambandi við framskriving av ferðslutølum fyri Sandoyartunnil, Eysturoyartunnil, Norðoyatunnilin og vegakervið í sambandi við nýggjan innkomuveg til Havnar. Framyvir fer hetta ferðslumodellið at hava ein týðandi lut í sambandi við út- og nýbygging av samferðslukervinum.

 

Í tilknýti til størri ítøkiligar verkætlanir, sum eru frammi í dag, eitt nú Sandoyartunnilin, Norðoyatunnilin og Eysturoyartunnilin, verða loypandi gjørdar kanningar og metingar av verkætlanum og teimum atleiddu verkætlanunum.

 

Ásannandi, at talan er um eitt sera umfatandi arbeiði, sum skal gerast til lítar og hartil skjótast gjørligt, hevur Landsverk, ið hevur staðið fyri innleiðandi arbeiðinum, avgjørt at seta meira orku av til samferðsluætlanina. Framyvir fer starvsfólk á Landsverki at arbeiða burturav við samferðsluætlanini. Hóast Landsverk hevur nógvar aðrar uppgávur eisini, taki eg undir við hesari raðfesting hjá stjóranum á Landsverki.

 

Til 2:

Við tí arbeiðsorku, ið framyvir verður sett av til arbeiðið, verður mett, at ætlanin kann vera løgd fyri Tingið síðst í 2006.

 

Til 3:

Enn er ov tíðliga at viðgera ta ítøkiligu raðfestingina av einstøkum verkætlanum. Møguleikin fyri einum tunli til Vestmanna verður tó viðgjørdur í sambandi við samferðsluætlanina. Gjørt verður samstundis vart við, at ynskini um nýggjar tunlar eru nógv kring landið. Umframt Vestmannatunnilin kunnu nevnast tunnil til Fámjins, Dals, Saksunar, Tjørnuvíkar, Gjáar, Viðareiðis, millum Skálabotn og Gøtudal/Kambsdal og undirsjóartunnil til Sandoy. Harumframt er eisini ynski um nýggjan tunnil til Hvalbiar, Sandvíkar og norður um Fjall á Borðoynni, umframt at aðrir tunlar hava dagføring fyri neyðini.

 

Til 4:

Enn eru ongar gjølligar kanningar gjørdar í sambandi við hesa ætlanina. Jarðfrøðiligar kanningar, herundir kjarnuboringar, eru kostnaðarmiklar, og krevja, at játtan er til endamálið.
Landsverk fekk í 2004 uppskot til møguligan tunnil frá Vestmanna kommunu. Talan er um ein tunnil, sum verður umleið 6000 metrar. Landsverk hevur ikki viðgjørt ella eftirkannað tað uppskotið. Ein varislig meting er tó, at samlaði kostnaðurin neyvan verður niðan fyri 300 mió.

 

Til 5:

Víst verður til tað, ið er svarað í pkt. 1 til 4.

 

Til 6:

Víst verður til tað, ið er svarað í pkt. 1 til 4.

Málið avgreitt