34  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um  vektgjald av motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 8. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 9. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) Í § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Árligt gjald verður rindað eftir hesi gjaldsskrá:


 

A. Persónvognar, tó ikki bussar og hýruvognar

 

 

Persónvognar

 

Vektgjald

Útjavning

 

 

upp í 600 kg

Eginvekt

1560 kr.

 

 

 

601 - 800 kg

Eginvekt

1830 kr.

930 kr.

 

 

801 - 1100 kg

Eginvekt

2090 kr.

1030 kr.

 

 

1101 - 1300 kg

Eginvekt

2470 kr.

1220 kr.

 

 

1301 - 1500 kg

Eginvekt

3000 kr.

1470 kr.

 

 

1501 - 2000 kg

Eginvekt

3860 kr.

1750 kr.

 

 

úr 2000 kg

Eginvekt

4180 kr.

2240 kr.

 

 

 

 

 

 

 

 

B.

 

 

 

 

 

Hýruvognar

 

Vektgjald

Útjavning

 

 

upp í 800 kg

Eginvekt

1400 kr.

3080 kr.

 

 

801 - 1100 kg

Eginvekt

1610 kr.

3720 kr.

 

 

1101 - 1300 kg

Eginvekt

1870 kr.

4360 kr.

 

 

1301 - 1500 kg

Eginvekt

2210 kr.

4690 kr.

 

 

úr 1500 kg

Eginvekt

2730 kr.

5010 kr.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

C. 

 

 

 

 

 

Motorsúkklur

 

1290 kr.

150 kr.

 

 

 

D. 

 

 

 

 

 

 

Bussar

 

Vektgjald

Útjavning

 

 

upp í 2000 kg

Eginvekt

1650 kr.

2110 kr.

 

 

2001 - 4000 kg

Eginvekt

1820 kr.

3400 kr.

 

 

úr 4000 kg

eginvekt

2466 kr.

4680 kr.

 

 

 

 

 

 

 

 

 E.

 

 

 

 

 

Vøru- og last- vognar, traktorar o.l.

 

Vektgjald

Útjavning

Legu/viðfestivognar

upp í 1500 kg

Totalvekt

1400 kr.

3070 kr.

420 kr.

1501 - 2000 kg

Totalvekt

1480 kr.

3070 kr.

490 kr.

2001 - 2500 kg

Totalvekt

1570 kr.

3240 kr.

520 kr.

2501 - 3000 kg

Totalvekt

1650 kr.

3400 kr.

610 kr.

3001 - 3500 kg

Totalvekt

1740 kr.

3720 kr.

740 kr.

3501 - 6000 kg

Totalvekt

1830 kr.

4360 kr.

1020 kr.

6001 - 8000 kg

Totalvekt

2250 kr.

5010 kr.

1270 kr.

8001 - 9000 kg

Totalvekt

2470 kr.

5650 kr.

1530 kr.

9001 - 10000 kg

Totalvekt

2680 kr.

6300 kr.

1660 kr.

10001 – 11000 kg

Totalvekt

2900 kr.

6940 kr.

2220 kr.

11001 - 12000 kg

Totalvekt

3110 kr.

7580 kr.

2390 kr.

úr 12000 kg

Totalvekt

3320 kr.

8220 kr.

2560 kr.

                                                                                                                                   “

2) Í § 3, stk. 2 verður “Bileftirlit Føroya” broytt til “Akstovan”.

 

3) Í § 4, stk. 4 verður “Bileftirliti Føroya” broytt til “Akstovuni” og í stk. 5 verður “Bileftirliti Føroya í Tórshavn” broytt til “Akstovuni”.

 

4) Í § 5, stk. 2 verður “Bileftirliti Føroya” broytt til “Akstovuni” og í stk. 3 verður “Bileftirlit Føroya” broytt til “Akstovan”.

 

5) Í § 6, stk. 4 verður “Bileftirliti Føroya í Tórshavn” broytt til “Akstovuni”.

 

6) Í § 8, stk. 2 verður “Bileftirlit Føroya” broytt til “Akstovan”.

 

7) Í § 13, stk. 2, nr. 2 verður “Bileftirliti Føroya” broytt til “Akstovuni”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur við hesum lógaruppskoti fram uppskot um broytingar til árliga vektgjaldið á bilum, bussum, vøru- og lastvognum o.t.

 

Landsstýrismaðurin mælir til, at gjøldini eftir hesum uppskoti hækka við 750 kr. fyri akfør, ið nýta bensin sum drívmegi, og at útjavningargjaldið hækkar 500 kr. Harumframt verður mælt til, at viðfestivognar undir 3.500 kg heildarvekt hækka 350 kr., og viðfestivognar yvir 3.500 kg heildarvekt hækka 500 kr.

 

Endamálið við uppskotinum er at fáa til vega inntøkur til landskassan.

 

Lóg um vektgjald av motorakførum er frá 1982. Í 1992 hækkaði vektgjaldið, og mælt verður við hesum uppskoti til, at vektgjaldið aftur verður hækkað við virknaði fyri 2006.

 

Í 2004 var inntøkan av vektgjaldinum góðar 50 mió. kr. Í 2005 verður inntøkan góðar 52 mió. kr. Mett verður, at inntøkan í 2006 verður góðar 75 mió. kr.

 

Fyri ein vanligan familjubil, sum nýtir bensin sum drívmegi og vigar millum 1.101 kg. og 1.300 kg., kemur árliga vektgjaldið at fara úr 1.720 kr. upp í 2.470 kr., sum svarar til eina hækking upp á uml. 44%. Fyri sama bil við diesel sum drívmegi, fer vektgjaldið úr 2.440 kr. upp í 3.690 kr., sum svarar til eina hækking upp á uml. 51%.

 

Fyri ein stóran vøru- ella lastvogn yvir 12.000 kg. heildarvekt, sum nýtir diesel sum drívmegi, kemur vektgjaldið at fara úr 10.290 kr. upp í 11.540 kr. sum svarar til eina hækking upp á uml. 12%

 

Eisini verður skotið upp, at nýggja navnið hjá Bileftirliti Føroya, sum er Akstovan, verður sett í lógina. Hetta er ein fylgibroyting av, at stovnurin hevur fingið nýtt navn.

 

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landið, vinnuna og borgarar, ið eru eigarar av einum akfari. Mett verður, at fíggjarligar avleiðingar av hesum verða umleið 23 mió. kr.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær nakrar umsitingarligar ellar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Eiheldur verður mett, at uppskotið hevur avleiðingar við sær í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

Búskaparligar avleiðingar

Ja

Nej

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

 

Nr. 1

Broytingin hækkar øll gjøld eftir hesi lóg.

Nr. 2 til 7

Broytingin er ein fylgibroyting, av tí at Bileftirlit Føroya hevur fingið nýtt navn til Aksktovan.

Til § 2

Eingin viðmerking.

1. viðgerð 17. november 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. november 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 24. november og 14. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Anfinn Kallsberg ger vart við, at inntøkan skal takast við í einari heildarætlan fyri samferðsluøkið.

 

Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen og Kristian Magnussen gera vart við, at uppskotið bert er ein liður í at fáa størri inntøkur í landskassan, og hevur einki við nakra heildarætlan á samferðsluøkinum at gera.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen)

tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) metir, tað vera skeivt at hækka vektgjaldið í eini roynd at útvega landskassanum meira pening. Vektgjaldið tekur ikki hædd fyri, um brúkarin nýtir vegirnar nógv ella lítið, ella er stórur orkubrúkari ella ei. Minnilutin mælir ístaðin til at taka peningin inn við at hækka avgjaldið á autodieselolju og motorbensini samsvarandi. Minnilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

2. viðgerð 19. desember 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 18-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 20. desember 2005 løgdu tingmenninir Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

Í § 1, nr. 1 verður litra B orðað soleiðis:

 

"B.

 

 

 

 

 

Hýruvognar

 

Vektgjald

Útjavning

 

 

upp í 800 kg

Eginvekt

1400 kr.

1360 kr.

 

 

801 - 1100 kg

Eginvekt

1610 kr.

1510 kr.

 

 

1101 - 1300 kg

Eginvekt

1870 kr.

1820 kr.

 

 

1301 - 1500 kg

Eginvekt

2210 kr.

2250 kr.

 

 

úr 1500 kg

Eginvekt

2730 kr.

 2880 kr.

 

 

 

 

 

 

 

          

                                                                 

Viðmerkingar:

Við hesum broytingaruppskoti verður vektgjaldið á hýruvognum, ið koyra við diesel sum drívmegi, javnsett við vanligar persónbilar.

 

Dømi: 1400 + 1360 er avgjald í alt fyri dieselbilar 2760. Tað sama úrslitið fær man, um man tekur persónbil í sama vektklassa 1830 + 930 er í alt 2760.

3. viðgerð 20. desember 2005. Broytingaruppskot frá Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 25-2-5. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð endaliga samtykt 20-1-11. Málið avgreitt.

Ll.nr. 157 frá 22.12.2005