40  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar bara lutvíst)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 11. november, legði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 7, stk. 1 verður “sorinskrivaranum (dómaranum)” broytt til: “Tinglýsingarstovuni.”

 

2)      Í § 7, stk. 2, § 15, stk. 3, § 20, stk. 1 og § 22, stk. 2 verður “Sorinskrivarin” broytt til: “Tinglýsingarstovan”.

 

3)      Í § 9, stk. 4, § 13, stk. 1, § 15, stk. 1, 3 og 4, § 20, stk. 2, 1. pkt., § 20, stk. 3, § 21, stk. 2, 2. pkt., § 22, stk. 1, 2. pkt. og stk. 3, 1. pkt. og § 33, 2. pkt. verður “sorinskrivarin” broytt til: “Tinglýsingarstovan”.   

 

4)      Í § 9, stk. 1 verður “sorinskrivaran” broytt til: “Tinglýsingarstovuna”.

 

5)      Í § 9, stk. 2, § 21, stk. 1, § 22, stk. 1, § 23, stk. 2, 2 ferðir í § 33, 1. pkt., § 50c, stk. 7, 1. pkt. og § 54, stk. 2 verður “sorinskrivaranum” broytt til: “Tinglýsingarstovuni”. 

 

6)      2 ferðir í § 10, stk. 4, í § 11, stk. 2, 2 ferðir í § 18, § 21 stk. 2, § 23, stk. 1, 2. pkt., § 34, stk. 2, § 36, 1. pkt. og § 52, stk. 2, verður “sorinskrivarans” broytt til: “Tinglýsingarstovunnar”.

 

7)      Í § 9, stk. 5 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.

 

8)      Í § 23, stk. 2, 2. pkt. verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”.

 

9)      § 30 verður orðað soleiðis: “Í teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum verður endurgjaldið latið. Endurgjaldið verður ásett  av dómstólunum.”.

 

10)  § 50c, stk. 7, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Avgerð Tinglýsingarstovunnar kann kærast til landsstýrismannin.”

 

11)  Í § 50c verður sum stk. 8 sett: “Stk. 8. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”

12)  Í § 50d, stk. 1 verður “Skrásetingareftirlitið” broytt til: “Dátueftirlitið”.

 

13)  Í § 50d, stk. 2 verður “Forsetin í Eystara Landsrætti” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og “forsetanum” broytt til: “landsstýrismanninum”.

 

14)  Í § 50d, stk. 3 verður “eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið” strikað.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006.

 

§ 3

 

Skjøl, ið eru tinglisin áðrenn 1. februar 2006, eru ikki fevnd av reglunum í § 1. Hesi skjøl eru fevnd av higartil galdandi reglunum.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið:

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin við innlendismálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til at gera broytingar í tinglýsingarlógini soleiðis, at lógin er í samsvari við politiska ynskið at fáa tikið fyrisitingina av tinglýsingini heim til Føroya við virknaði frá 1. februar 2006. Í hesum sambandi er neyðugt at fremja nakrar lógarbroytingar, soleiðis at har verður staðfest, at tað er Føroya Landsstýri – og ikki danski staturin – sum fyrisitur tinglýsingina.

 

Eisini er neyðugt við lóg at skipa nýggjan kærumøguleika og at áseta reglur um endurgjaldsábyrgd.

 

Av tí at tað eru danskir myndugleikar – Føroya Rættur – sum hava umsitið tinglýsingina øll árini síðani 1948, hevur tað eisini verið ein danskur myndugleiki, sum hevur virkað sum kærumyndugleiki fyri avgerðir hjá tinglýsingardómaranum, nevniliga Eystari Landsrættur. Tinglýsingin hevur sostatt ligið hjá dómsvaldinum. Í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini verður tinglýsingin fyrisitingarliga skipað undir Innlendismálaráðnum saman við Matrikulstovuni. Tinglýsingin hevur stóran samfelagsligan týdning, og umráðandi er at tryggja, at tinglýsingin eftir eina heimtøku og samanlegging við Matrikulstovuna framhaldandi livir upp til tað álit, sum verður sett til skipanina í dag. Hetta er m.a. gjørt við at tryggja starvsfólkunum á tinglýsingini í dag eins góðar starvsfólkaligar sømdir, sum tey hava í dag, umframt at starvsfólk á tinglýsingini og Matrikulstovuni hava verið við til at fyrireika seg til uppgávuna. 

 

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

  1. Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Tað er lógarásett, at umsitingarmyndugleikin ber útreiðslurnar av skipanini, og tað merkir eisini, at tá tinglýsingin er tikin heim, fella inntøkurnar frá tinglýsingargjaldinum í landskassan. Av tí at útreiðslurnar til tinglýsingarskipanina eru partar av samlaðu útreiðslunum hjá dómsvaldinum, er sera trupult at áseta neyvt, hvørjar útreiðslur eru. Leysliga verður tó mett, at útreiðslurnar til skipanina kunnu metast til 2 mió kr., sum fevna um lønir og skrivstovuhald.

 

Í 2003 vóru 21.072 skjøl móttikin. Í 1998 vóru 27.254 skjøl móttikin, og inntøkan var 3.455.822 kr. Í 2002 vóru 23.341 skjøl móttikin, og inntøkan var 4.507.209 kr.

 

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

  1. Uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær. Heimtøka av tinglýsingini merkir, at neyðugt er at raðfesta tinglýsingina í Innlendismálaráðnum, sum skal umsita tinglýsingina, soleiðis at neyðugi førleikin í tinglýsingarrætti er til staðar. Innlendismálaráðið skal eisini virka sum nýggjur kærumyndugleiki í Føroyum, og hetta krevur, at  myndugleikin fyrireikar seg til hesa uppgávu. Hetta krevur neyðuga starvsfólkaorku og –førleika.

 

Harumframt er ætlanin, at tinglýsingin og Matrikulstovan skulu leggjast saman til eina eind og síðani saman við ætlaðu lendisfyrisitingini, so skjótt hendan er fingin endaliga upp á pláss. Metti kostnaðurin av hesi samlaðu ætlan er enn nakað ógreiður, tí endalig støða ikki er tikin um øll økini undir samlaðu lendisfyrisitingini. Hesin kostnaður hevur tó ikki ávirkan á avgerðina um at taka tinglýsingina heim til Føroya at umsita.

 

Møguleiki er fyri umsitingarligum rationaliseringum, sum kunnu betra um tænastustøðið, tí bert ein stovnur fær ábyrgdina av at skráseta allar viðkomandi upplýsingar um fasta ogn og broytingar í hesum. Útlit eru fyri einum - í øllum føri partvíst - sjálvfíggjandi stovni.

 

Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

 

  1. Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar við sær fyri vinnuna.

 

  1. Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

 

  1. Uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

  1. Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

  1. Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Nr. 1

Greinin ásetir, at myndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Sorinskrivaranum (dómaranum) í Føroyum, framyvir verður hjá Tinglýsingarstovuni. Broytingin er ein rætting í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 2

Greinin ásetir, at myndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Sorinskrivaranum (dómaranum) í Føroyum, framyvir verður hjá Tinglýsingarstovuni. Broytingin er ein myndugleikarætting í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 3

Greinin ásetir, at myndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Sorinskrivaranum (dómaranum) í Føroyum, framyvir verður hjá Tinglýsingarstovuni. Broytingin er ein rætting í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 4

Greinin ásetir, at myndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Sorinskrivaranum (dómaranum) í Føroyum, framyvir verður hjá Tinglýsingarstovuni. Broytingin er ein rætting í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi. 

 

Nr. 5

Greinin ásetir, at myndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Sorinskrivaranum (dómaranum) í Føroyum, framyvir verður hjá Tinglýsingarstovuni. Broytingin er ein rætting í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 6

Greinin ásetir, at myndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Sorinskrivaranum (dómaranum) í Føroyum, framyvir verður hjá Tinglýsingarstovuni. Broytingin er ein rætting í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 7 og 8

Broytingin er ein rætting frá landsstýri til landsstýrismann í samsvari við stýrisskipanarlógina. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 9

Greinin ásetir greitt, at tað er Føroya Landsstýri, sum er undir endurgjaldsábyrgd. Í dag verður endurgjald latið úr ríkiskassanum. Tá tinglýsingin er heimtikin, er tað greitt, at endurgjaldsábyrgdin verður hjá Føroya Landsstýri.

 

Nr. 10

Greinin ásetir nýggjan kærumøguleika innan fyrisitingina. Í dag er støðan tann, at avgerðirnar hjá sorinskrivaranum kunnu kærast til Eystara Landsrætt og liggur sostatt hjá dómsvaldinum. Í sambandi við heimtøkuna av tinglýsingini er avgjørt at skipa tinglýsingina fyrisitingarliga, og í tí sambandi er neyðugt við kæruvegi til landsstýrismannin.

 

Nr. 11

Áseting um, at landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, og at avgerðirnar, sum hesin kærumyndugleiki tekur, skulu vera endaligar innan fyrisitingina. Tað merkir, at tær ikki skulu kunna kærast víðari til landsstýrismannin.

 

Nr. 12

Dátueftirlitið hevur í dag tær uppgávur, sum Skrásetingareftirlitið hevur havt. Annars er ongin innihaldslig broyting tilætlað í hesum sambandi.

 

Nr. 13

Greinin ásetir, at eftirlitsmyndugleikin, sum áður hevur ligið hjá Eystara Landsrætti, frameftir verður hjá landsstýrismanninum. Víst verður annars til viðmerkingarnar til nr. 10.

 

Nr. 14

Ongin orsøk er longur til at hava ásetingina um, at nærri reglurnar um eftirlit skulu ásetast eftir nærri samráðing við Skrásetingareftirlitið, tí at tað nú verður landsstýrismaðurin, sum hevur eftirlit við tinglýsingarskráunum.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu. Politiska ynskið er at fáa málsræði 1. februar 2006.

 

Til § 3

Áseting um skiftisreglu. Skjøl, ið eru tinglisin áðrenn 1. februar 2006, eru framvegis fevnd av gomlu reglunum, herundir endurgjaldsábyrgd og kæruvegi, soleiðis at føroyskir myndugleikar einans viðgera kærumál og koma undir endurgjaldsábyrgd fyri mál í sambandi við tinglesing, sum eru frá tíðini, eftir at tinglýsingin er heimtikin.

1. viðgerð 22. november 2005. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 13. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 22. november 2005 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. november og 12. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Sorinskrivaran og landsstýrismannin í innlendismálum.  

 

Frá landsstýrismanninum í innlendismálum fekk nevndin skriv, dagfest 13. desember 2005, við áheitan um at gera nakrar broytingar í lógartekstinum og svar upp á fyrispurning frá nevndini um kærumyndugleikan.

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur greitt rættarnevndini frá, at hann er vorðin varur við ein trupulleika við uppskotinum viðvíkjandi skiftisreglunum og endurgjaldsspurninginum. Landsstýrismaðurin hevur heitt á nevndina um at gera nakrar broytingar í lógartekstinum, so skiftisreglurnar verða greiðari, og beinleiðis støða er tikin til endurgjaldsspurningin. Rættarnevndin tekur undir við hesum broytingunum, og setir tí samsvarandi broytingaruppskot fram.

 

Nevndin er av teirri áskoðan, at spurningurin, um Tinglýsingarstovan og Matrikulstovan skulu leggjast saman til eina eind, er ein spurningur, sum krevur eina viðgerð fyri seg.  

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1 verður nr. 9 orðað soleiðis: “§ 30 verður orðað soleiðis: “Í teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum verður endurgjald latið, sum landskassin rindar. Endurgjaldið verður ásett av dómstólunum. Sakarmál verður reist við Føroya Rætt móti Tinglýsingarstovuni vegna tað almenna.”.”

 

2) § 3 verður orðað soleiðis: ”Skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru fevnd av higartil galdandi reglum.    

Stk. 2. Tinglýsing av átekningum v.m. á skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tó fevnd av reglunum í § 1.

Stk. 3. Skal endurgjald latast eftir teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum, ber Tinglýsingarstovan ábyrgd av skjølum, sum eru tinglisin eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi, sbr. tó stk. 2.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 16. desember 2005. Broytingaruppskot fra samdari rættarnevnd til §§ 1 og 3 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt, 29-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 164 frá 22.12.2005