46  Uppskot til  løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar lutvíst)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 18. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

 

 

§ 1. Studningslán úr landskassanum, sum er rentu og avdráttarfrítt, kann verða latið kommunum til keyp, nýbygging ella umbygging av ognum, sum skulu nýtast til ellis- og røktarheim ella til eldrasambýli.

 

§ 2. Umsóknir um studningslán verða viðgjørdar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum, innan ta landafrøðiligu eindina, sum kommunan liggur í.

 

§ 3. Treytin fyri, at studningslán verður veitt, er, at:

1)          keypi- ella byggiætlanin er góðkend av landsstýrismanninum, áðrenn farið verður undir hana,

2)          studningslánið er tryggjað við veðrætti innan fyri 90% av metingarvirðinum og

3)          viðtøkur eru fyri heimið, sum eru góðkendar av landsstýrismann-inum, og sum einans kunnu broytast við samtykki hansara.

 

§ 4. Til ellis- og røktarheim verður veitt í mesta lagi 500.000 kr., faldað við talinum av búfólki, sum heimið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av keypi- ella byggikostnaðinum.

Stk. 2. Til eldrasambýli verður veitt í mesta lagi 50.000 kr., faldað við talinum av búfólki, sum sambýlið er ætlað til, tó ongantíð meira enn helvtina av keypi- ella byggikostnaðinum.

 

§ 5. Landsstýrismanninum verður heimilað í 2006 at geva tilsagnir um, at stuðul á í mesta lagi 51 milliónir kr., verður veittur av árligu játtanini í 2006, 2007 og 2008.

 

§ 6. Studningslánið fellur til gjaldingar, um ognin verður seld, ella ikki longur verður nýtt til ellis- og røktarheim ella sambýli.

Stk. 2. Hesar treytir skulu tinglesast á ognini við servitutti.

 

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006, og fer úr gildi 31. desember 2008.

Stk. 2. Samstundis, sum henda løgtingslóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 70 frá 2. mai 2001 um studningslán til ellis- og røktarheim.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Lógaruppskotið hevur til endamáls at framleingja skipanina við studningslánum til ellis- og røktarheim og eldrasambýli í 3 ár, so skipanin eisini verður galdandi í tíðarskeiðinum 2006-2008. Landsstýrismaðurin hevur valt at leggja uppskot til eina nýggja lóg fyri Løgtingið, í staðin fyri at framleingja ta gomlu. Orsøkirnar til hetta eru, at tann verandi lógin er heldur ógreitt uppsett, viðmerkingarnar eru eisini eitt sindur ógreiðar, og heitið á verandi lóg er ikki heilt í samsvari við innihaldið í henni. Umframt at gera orðingarnar av lógarásetingunum greiðari, víðkar hetta lógaruppskotið eisini heimildirnar viðvíkjandi studningslánum til eldrasambýli, til eisini at fevna um keyp av bygningum.

 

Tá galdandi løgtingslóg varð broytt í 2003, so at heimild eisini bleiv fyri at veita studningslán til eldrasambýli, var samlaði tørvurin á eldrabúplássum kring alt landið 316 búpláss. Beinleiðis avleiðingin av lógarbroytingini var, at landið gav tilsøgn um studningslán til bygging av samanlagt 123 eldrabúplássum. Tó eru hesi bert bygd í Streymoynni og Eysturoynni, har størstu íløgurnar vóru nýggja røktarheimið í Streymnesi og útbyggingin av røktarheiminum í Runavík.

 

Við grundarlagi í hagtalsupplýsingum frá Heimarøktini, hevur Almanna- og heilsumálaráðið í juli 2005 gjørt eina kanning av tørvinum á eldrabúplássum í Føroyum, har tey nýggju eldrabúplássini eru íroknað. Til tess at lýsa tørvin á eldrabúplássum soleiðis, at haldgóðar samanberingar kunnu gerast millum tey ymisku økini kring landið, verður hugtakið tørvsfulnaður nýtt. Tørvsfulnaður merkir lutfallið ímillum talið av búplássum í einum landafrøðiligum øki, og talið av teim eldru í økinum, ið hava tørv á eldrabúplássum. Sambært nýggju tørvskanningini er størsti tørvurin í økinum Vágar, Vestmanna og Kvívík (íroknað Leynar, Stykkið og Skæling) har tørvsfulnaðurin er 58% (30 búpláss). Í Suðuroynni er tørvsfulnaðurin 63% (33 búpláss) og í Suðurstreymi er tørvsfulnaðurin 65% (68 búpláss). Í Norðoyggjum er tørvsfulnaðurin 73% (27 búpláss).

 

Hóast tørvurin á eldrabúplássum sostatt er minkaður síðan 2002, er støðan framvegis akutt í teim økjum, har tørvsfulnaðurin er lágur. Hinvegin verður tørvurin á eldrabúplássum í Eysturoynni nøktaður, tá Ellis- og røktarheimið í Runavík er liðugt útbygt næsta ár. Tað sama kann væntast at henda í Sundalagsøkinum, tá røktarheimið í Streymnesi letur upp í 2006. Í Sandoynni er tørvurin á eldrabúplássum eisini so at siga nøktaður.

 

Neyðugt er at skipa ta framhaldandi byggingina av eldrabúplássum soleiðis, at íløgurnar vera framdar, har størsti tørvurin er. Tí eigur lógin eisini at geva landsstýrismanninum heimild at gera raðfestingar millum landafrøðiligar eindir, við grundarlagi í haldgóðum lýsingum av tørvinum á eldrabúplássum.

 

Verandi játtanarskipan heimilar ikki, at tilsøgn til studningslán kann veitast yvir um fleiri fíggjarár, uttan at ein serstøk lógarheimild er fyri hesum. Tá lógávan um studningslán til eldrabúpláss bleiv samtykt í 2003, varð tí givin ein serstøk heimild fyri, at landsstýrismaðurin kundi geva bindandi tilsagnir til verkætlanir, sum skuldu fremjast í tíðarskeiðnum 2003-2005. Henda serstaka heimildin var sjálv fortreytin fyri, at gongd kundi koma á byggingina av eldrabúplássunum, sum politisk semja var um at stuðla. Ein samd trivnaðarnevnd hevði hesa viðmerking til serstøku játtanarheimildina:

 

“Nevndin hevur frá Fíggjarmálaráðnum fingið upplýst, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at gera broytingar í játtanarskipanini. Ein av broytingunum er, at tilsagnir um studning verða útreiðsluførdar, tá tær verða givnar, eins og gjørt verður eftir nýggju donsku játtanarskipanini frá 2001. Henda broyting kemur tó í fyrsta lagi í gildi við ársbyrjan 2004. Neyðugt hevði ikki verið við lógaruppskotinum, um henda reglan um útreiðsluføring longu var í gildi í játtanarskipanini. Hetta hevði tó verið treytað av, at rúm er fyri samlaðu tilsøgnini í inniverandi fíggjarári.

Tískil er lógaruppskotið eitt eindømi, hvat fíggingarhátti viðvíkir.”

 

Arbeiðið við at gera eina nýggja játtanarskipan dró út, og var ikki liðugt, tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2005 varð lagt fyri Løgtingið. Tí avgjørdi eitt samt Løgting tann 1. mars 2005 at taka undir við einum uppskoti til samtyktar, ið hevði til endamáls, at formansskapur Løgtingsins skuldi seta ein serkønan arbeiðsbólk at fyrireika uppskot til eina játtanarlóg, ið skal áseta treytir og mannagongdir fyri játtanum. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn, og tí er neyðugt at varðveita heimildina til serstaka fíggingarháttin av studningslánunum, til tess at tilsøgn eisini kann veitast av játtanini fyri fíggjarárini 2007-08.

 

Ummæli

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Heimarøktini og Serforsorgini.

 

Kommunusamskipan Føroya hevur ikki nakra viðmerking til tann partin av lógaruppskotinum, sum snýr seg um at leingja skipanina við studningslánunum til eldrabúpláss til tíðarskeiðið 2006-08. Felagsskapurin heitir tó á landsstýrismannin um at broyta § 2 í lógaruppskotinum soleiðis, at tørvsmetingin, sum liggur til grund fyri viðgerðini av umsóknunum, verður gjørd saman við viðkomandi umsøkjara.

 

Landsstýrismaðurin hevur ikki tikið viðmerkingina til eftirtektar. Tørvsmetingin verður gjørd við grundarlagi í hagtalstilfari frá Heimarøktini, sum er tað besta, ið er til taks í landinum. Av somu orsøk er tað ikki møguligt at gera eina eins væl grundaða fakliga tørvsmeting saman við umsøkjarunum, tí kommunurnar hava ikki atgongd til hetta hagtalstilfarið. Harumframt hevur landsstýrismaðurin ta fatan, at tørvsmetingin er ein natúrligur partur av málsviðgerðini av umsóknunum. Tað er ikki í samsvari við vanligar fyrisitingarreglur, at ein umsøkjari er við til at málsviðgera sína egnu umsókn, og hetta er enn ein orsøk til, at landsstýrismaðurin ikki tók henda partin av hoyringssvarinum til eftirtektar.

 

Føroya Kommunufelag fýlist á stuttu hoyringsfreistina viðv. uppskotinum. Felagið staðfestir, at lógaruppskotið er ein leingjan av verandi skipan við studningslánum, og hevur tí onga viðmerking. Heitt verður tó á landsstýrismannin um at taka samráðingar upp við kommunufeløgini um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti á eldraøkinum.

 

Heimarøktin og Serforsorgin tekur undir við lógaruppskotinum um leingjan av skipanini við studningslánum til eldrabúpláss. Stovnurin heitir á landsstýrismannin um at vera hoyrdur í sambandi við raðfestingarnar av íløgunum, tá umsóknirnar um studningslánini verða viðgjørdar. Somuleiðis verður heitt á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at tað ikki vera sjálvsognarstovnar, ið koma at umsita teir nýggju eldrabústovnarnar.

 

Landsstýrismaðurin er av tí fatan, at Heimarøktin og Serforsorgin verður hoyrd í neyðugan mun í sambandi við gerð av tørvskanningunum, tí hesar byggja á hagtalstilfar og upplýsingar annars frá Heimarøktini og Serforsorgini. Viðmerkingina um, at sjálvsognarstovnar ikki koma at umsita teir nýggju eldrabústovnarnar, hevur landsstýrismaðurin tikið til eftirtektar.

 

Fíggjarmálaráðið mælir í hoyringssvari sínum til, at § 5 í lógini verður tilevnað soleiðis, at henda verður gjørd eftir sama leisti sum verklagslógir. Harumframt verður mælt til, at samlaða upphæddin, sum landsstýrismaðurin kann geva tilsagnir um í 2006, verður ásett í lógini. Báðar viðmerkingarnar eru tiknar til eftirtektar.

 

Innlendismálaráðið mælir í hoyringssvari sínum til, at reglurnar fyri at lata stuðul eiga at verða settar í eina lóg, meðan heimildin til landsstýrismannin um framtíðar tilsagnir eigur at verða sett í aðra lóg. Somuleiðis verður víst á, at táverandi Løgmálaráð í viðmerkingunum til lógarbroytingina í 2003 vísti á, at stuðul yvir fleiri ár var í stríð við játtanarskipanina. Innlendismálaráðið mælir tí Almanna- og heilsumálaráðnum til at spyrja Fíggjarmálaráðið um, hvørt slík játtan er í samsvari við játtanarskipanina, og um slík játtan kann verða heimilað í eini verklagslóg.

 

Landsstýrismaðurin skal í hesum sambandi vísa til, at tilmælini í hoyringssvarinum frá Fíggjarmálaráðnum (sum umrødd eru omanfyri og annars síggjast í fylgiskjali 1) eru tikin til eftirtektar. Tí velur landsstýrismaðurin at leggja svarið frá Fíggjarmálaráðnum til grund fyri avgerð síni um, at neyðugt ikki er við tveimum lógum í sambandi við framleingjan av skipanini við studningslánum til ellis- og røktarheim og eldrasambýli.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Samgongan hevur sett sær fyri at halda fram við at stuðla kommunalu ætlanunum um at útvega fleiri búpláss til ellis- og røktarheim og eldrasambýli. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 eru tí avsettar 15 milliónir kr. til endamálið, og ætlaðu útreiðslurnar fyri fíggjarárini 2007 og 2008 eru 18 milliónir kr. hvørt fíggjarárið. Fíggjarligar avleiðingar eru sjálvandi eisini fyri tær kommunur, ið velja at gera íløgur í ellis- og røktarheim ella eldrasambýli.

 

Uppskotið hevur positiva fíggjarliga ávirkan á vinnulívið, tí værkætlanir um eldrabúpláss kasta nógv arbeiði av sær til byggivinnuna. Harumframt eru positiv árin fyri tey øki í landinum, har eldrabúpláss verða bygd, tí hesi skapa varandi arbeiðspláss.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ávísar umsitingarligar avleiðingar. Almanna- og heilsumálaráðið fær eitt ávíst meirarbeiði av at málsviðgera umsóknirnar um studningslánini. Størstu umsitingarligu avleiðingarnar vera tó hjá teim kommunum, ella kommunalu eindum, ið fáa játtað studningslánini, tí hesar hava fulla ábyrgd av at fremja verkætlanirnar. Somuleiðis kann væntast, at raksturin av teim nýggju eldrabúplássunum økir um umsitingarliga arbeiðið hjá avvarðandi kommunum.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Sosialar avleiðingar

Við studningslánunum verður stimbrað undir byggingina av eldrabúplássum, so bíðilistarnir til hesi kunnu styttast. Tí viðførir uppskotið munandi batar fyri tey eldru, ið hava tørv á eldrabúplássum, og avvarðandi teirra.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Ja

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Studningslánini verða veitt umsøkjarum, ið skulu vera kommunur ella kommunalar eindir. Í lógarinnar týdningi merkir kommunalar eindir samstarv millum tvær ella fleiri kommunur, innan natúrliga avmarkað landafrøðilig øki. Studningslán verða bert veitt til útreiðslur til høli og naglafast innbúgv.

 

Til § 2:

Avgerðirnar um stuðul skulu takast við grundarlagi í hagfrøðisligum upplýsingum um tørvin á eldrabúplássum í landafrøðiliga økinum, sum avvarðandi kommuna (ella kommunur) liggja í.

 

Til § 3:

Í hesi grein er ásett, hvørjar treytir umsøkjarin til studningslánini skal lúka.

 

Til § 4:

Greinin staðfestir fíggingarmynstrið av íløgum í ellis- og røktarheim ella eldrasambýli. Útreiðslan hjá landskassanum verður í mesta lagi 50% av byggikostnaðinum, meðan luttakandi kommunurnar skulu fíggja hini 50%.

 

Sum ellis- og røktarheim verður roknað eldrabústovnur, við plássi fyri í minsta lagi 20 búfólkum. Støddin á bygninginum skal í minsta lagi vera 75 m² (brutto) fyri hvørt búfólk. Støddin á búrúminum hjá íbúgvunum skal í minsta lagi vera 22 m² (brutto), við tilhoyrandi bað/WC, á í minsta lagi 4,5 m² (brutto). Harumframt skulu ellis- og røktarheim hava køk við nøktandi stødd (ídnaðarkøk) og hava innrættað nøktandi høli til fysioterapi og ergoterapi.

 

Bústovnar til minnisveik, kunnu fáa studningslán eftir somu reglum sum ellis- og røktarheim.

 

Ein treyt fyri, at studningslán kann veitast, er, at eldrabústovnurin ikki verður skipaður sum sjálvsognarstovnur.

 

Til § 5:

Landsstýrismaðurin fær serstaka heimild til í 2006 at geva tilsøgn um studningslán, sum verður veitt av játtanini fyri fíggjarárini 2006, 2007 og 2008. Á fíggjarlógini fyri 2006 verða avsettar 15 milliónir kr. til endamálið. Í 2007 verða avsettar 18 milliónir kr. og í 2008 18 milliónir kr.; til samans 51 milliónir kr.

 

Til § 6:

Greinin ásetir afturgjaldstreytirnar fyri studningslánini. Tey fella bert til afturgjaldingar, um ognin, ið lánið er játtað til, verður seld, ella nýtt til annað endamál enn ellis- og røktarheim ella eldrasambýli. Afturgjaldstreytirnar skulu altíð tinglesast á ognini við servitutti.

 

Til § 7:

Gildiskomisregla. Lógin er tíðaravmarkað til fíggjarárini 2006-2008. 

 

 

Hjáløgd skjøl: 

Fylgiskjal 1   Hoyringssvar frá Fíggjarmálaráðnum.

Fylgiskjal 2   Hoyringssvar frá Innlendismálaráðnum.

Fylgiskjal 3   Hoyringssvar og samskifti við Heimarøktina og Serforsorgina.

Fylgiskjal 4   Tørvskanning á eldraøkinum.

1. viðgerð 24. november 2005. Málið beint í trivnaðarnevdina, sum tann 13. desember 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 18. november 2005, og eftir 1. viðgerð 24. november 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. november, 1., 7., 8. og 13. desember 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin á almanna- og heilsumálum. Frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum fekk nevndin eitt skriv, dagfest 28. november 2005, við áheitan um at gera eina broyting í lógartekstinum og svar uppá fyrispurning um týdningin av servituttum, dagfest 2. desember 2005.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur greitt trivnaðarnevndini frá, at av misgáum varð ein áseting, ið skuldi geva sjálvognarstovnum, sum eiga ellis- og røktarheim ella sambýli, møguleika at søkja um studningslán til um- og útbygging av heimunum, ikki tikin við í lógaruppskotið. Landsstýrismaðurin heitti tí á nevndina um at gera eina broyting í lógartekstinum, sum skal rætta uppá hetta. Trivnaðarnevndin tekur undir við, at sjálvsognarstovnar fáa møguleika at søkja um studningslán, og setur tí samsvarandi broytingaruppskot fram.

 

Við uppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til í 2006 at geva tilsagnir um studningslán á í mesta lagi 51 mió. kr. Sambært viðmerkingunum ætlar landsstýrismaðurin at brúka 15 mió. kr. til endamálið í 2006, og á fíggjarlógini fyri ávíkavist 2007 og 2008 er ætlanin at seta 18 mió kr. av til hvørt árið.

 

Trivnaðarnevndin skjýtur upp eina broyting av orðingini í § 5. Trivnaðarnevndin vil hava ásett í sjálvan lógartekstin støddina av upphæddini, sum landsstýrismaðurin í mesta lagi kann brúka til endamálið hvørt árið. Tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum at finna pening til hetta innanfyri játtanina á økinum.

 

Við broytingini verður heildarætlanin fyri stuðulslán í tíðarskeiðnum 2006-2008 ásett til 51 mió. kr. íalt við tí avmarking, at í 2006 kann játtanin ikki fara upp um tað, sum stendur á fíggjarlógini, og í ávíkavist 2007 og 2008 kann játtanin ikki fara uppum 24 mió. kr. fyri hvørt árið.

 

Nevndin leggur enn stóran dent á tær viðmerkingarnar, sum ein samd trivnaðarnevnd førdi fram á vári 2001 viðvíkjandi játtanarskipanini, tá galdandi lóg varð samtykt, og sum eru endurtiknar í viðmerkingunum til fyriliggjandi uppskot.

 

Trivnaðarnevndin hevur eisini viðgjørt spurningin um treytirnar, sum verða tinglýstar við servitutti á ognini sambært § 6 í uppskotinum. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at servitutturin hevur eittans endamál, og tað er at áseta afturgjaldstreytinar fyri studningslánið. Nevndin heldur, at landið í servituttinum eigur at treyta sær, at tað altíð í minsta lagi er tað talið av búplássum í bygninginum, sum studningslán er veitt til. Hvat annað virksemi er í bygninginum er upp til kommununa at avgera. Um bygningurin verður seldur, ella talið av búplássum ikki er í minsta lagi tað talið, sum studningslán er veitt til, kann servitutturin fáa virknað.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk) hevur harumframt hesar viðmerkingar: Í fjølmiðlunum hevur landsstýrismaðurin verið frammi og sagt seg sinnaðan at geva avdráttarskoða til ávísa kommunu í samband við bygging av ellis- og røktarheimi. Minnilutin vil gera vart við, at hetta lógaruppskotið, um tað verður samtykt, ikki heimilar landsstýrismanninum at geva kommunum serligar treytir. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Studningslán kann eisini veitast sjálvsognarstovnum, ið eiga ellis- og røktarheim ella eldrasambýli.”

 

2) § 5 verður orðað soleiðis:

§ 5. Í tíðarskeiðnum 2006-2008 verða í mesta lagi latnar 51 milliónir kr. í studningsláni úr landskassanum íalt, og í mesta lagi 24 milliónir kr. í einum ári. Innanfyri hesar karmar verður landsstýrismanninum heimilað í 2006 og 2007 at geva tilsagnir um játtan í ávikavist 2007 og 2008. Í 2006 er útgjald av studningsláni bundið av játtanini á fíggjarlógini.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 16. desember 2005. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1 og 5 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 166 frá 22.12.2005