Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

91. fundur

 

Ár 2007, hósdagin 3. mai, kl. 9.35, varð tingfundur settur.

 

 Sverre Midjord, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.      Atkvøðugreiðsla um tingmáli nr. 46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum
Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, samtykt 22-0-4.

 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Uppskot frá Kaj Leo Johannesen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-2-10. Málið beint aftur í vinnunevndina.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-1.
Málið avgreitt.

  

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1.
Málið avgreitt.

 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
 

Fundur niðurlagdur kl. 11.50
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

Málið beint í mentanarnevndina
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina
 

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá
- at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Henrik Old, John Johannessen, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Sverre Midjord, Gerhard Lognberg, Vilhelm Johannesen, Olav Enomoto, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Marjus Dam, Lisbeth L. Petersen, Heðin Zachariasen Óli Breckmann, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu og Poul Michelsen.
- og at  vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð

 

Tikið av dagsskrá: 

Val av § 25 nevnd at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006 av fyrru stjórnarskipanarnevndini, svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarpakkanum

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 7. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      Val av § 25 nevnd at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006 av fyrru stjórnarskipanarnevndini

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Málið verður beint í mentanarnevndina

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar
Málið verður beint í mentanarnevndina

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
Málið verður beint í fíggjarnevndina

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Dalstunlinum

9.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini

10.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi forsyrgjarum undir endurbúgving

11.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 20.17 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein 
skrivari