100-36 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi møguligum holum í kapitalvinningsskattalógini  

Orðaskifti

Ár 2007, fríggjadagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg eru farin í sjálvbodna, solventa likvidasjón frá 1. januar 2004 til 1. januar 2007, og síðani 1. januar 2007?

 

  1. Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg hava niðurskrivað partapeningin í somu tíðarskeiðum?

 

  1. Hvussu stórar upphæddir eru farnar úr feløgunum, og hvussu nógv hevur landskassin fingið í skatti av hesum?

 

  1. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakað til tess at kanna hesi mál og at tippa møgulig hol í lógini?

 

Viðmerkingar

Í bløðunum hava í seinastuni verið fleiri dømi um sjálvbodnar, solventar likvidasjónir av smápartafeløgum og partafeløgum.

 

Samstundis eru dømi um, at nýtt felag verður stovnað við sama navni við fráboðan í sama blaði.

 

At feløg, ið ikki eru insolvent – altso feløg við virðum –  velja at fara í sjálvbodna likvidasjón, kann hava skattatekniskar orsøkir. Tað kann vera ein háttur at sleppa undan at gjalda skatt av kapital­vinningi, sambært kapitalvinningsskattalógini.

 

Sama er at siga, um feløg niðurskriva partapeningin.

 

Og hetta eru júst nøkur av dømunum, ið landsstýrismaðurin varð spurdur um í skrivligum fyrispurningi fyri jól 2006, men har hann vísti øllum ivamálum frá sær.

 

Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin er vorðin klókari síðani, og hevur gjørt nakrar kanningar og metingar um møgulig hol í kapitalvinningsskattalógini, sum mugu tippast beinanveg, um ikki landskassin skal missa stórar upphæddir.

Á tingfundi sama dag varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 7. mai 2007 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Ad. 1:

Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst frá Skráseting Føroya hvørji feløg  hava fráboðað og eru farin í sjálvbodna likvidatión í tíðarskeiðinum 1. januar 2004 til 1. apríl 2007. Í 2004 vóru 23 likvidatiónir, í 2005 vóru 19, harav 2 eru fráboðaðar men ikki eru endaliga avgreiddar, í 2006 vóru 60, harav 34 eru fráboðaðar, men ikki eru endaliga avgreiddar, meðan higartil í ár eru fráboðaðar 15 sjálvbodnar likvidatiónir. Av teimum er tó enn eingin endaliga avgreidd.

 

Ad. 2:

Landsstýrismaðurin hevur eisini fingið upplýst frá Skráseting Føroya hvørji feløg hava boðað frá, at tey ætla at lækka partapeningin síðani 2004 og higartil í 2007.

 

Tá kapitallækkingar til útgjaldingar til partaeigararnar til at seta í grunn ella til niðurskriving av egnum partabrøvum verða gjørdar, skal felagið lýsa proklama í bløðunum áðrenn lækkingin endaliga  kann gjøgnumførast. Hetta orsakað av, at tá fer peningur úr felagnum. Ein váttan frá grannskoðara skal fyriliggja um, at partapeningurin eftir lækkingina er til staðar.

Frá tí at lækkingin er fráboðað Skrásetingini fyrstu ferð til hon verður fráboðað aðru ferð, má í mesta lagi ganga 1 ár, annars fellur avgerðin um lækkingina burtur. Allar lækkingar til útgjaldingar, verða lýstar 2 ferðir.

Lækkingar til rindan av halli lýsir Skrásetingin bert í bløðunum eina ferð, tí at henda lækking verður endaliga skrásett beinanvegin. Orsøkin er, at hendan lækking ikki viðførir, at peningur verður tikin úr felagnum - tí partapeningurin verður bert niðurskrivaður við staðfestum halli. Í hesum føri skal fyriliggja ein váttan frá grannskoðara um, at hallið er minst líka so stórt sum lækkingin.

 

Ì 2004 vóru 39 fráboðanir um lækkan av partapeningi, harav 14 til rindan av halli, í 2005 vóru 44 fráboðanar um lækkan av partapeningi, harav 21 til rindan av halli og í 2006 vóru 25 fráboðanar um lækkan av partapeningi, harav 11 til rindan av halli og higartil í ár eru 4 fráboðanir um lækkan av partapeningi, harav 3 til rindan av halli.

 

Ad. 3:

Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at Toll- og Skattstova Føroya ikki hevur møguleika til beinleiðis at gera upp, hvussu nógv er goldið í skatti av hesi upphædd. Tá er neyðugt at fara nærri inn á skattaviðurskiftini hjá tí einstaka partaeigara, fyri at finna upphæddina, sum viðkomandi hevur goldið í skatti av útgjaldingini. Av tí at upplýsingarnar ikki eru beinleiðis til taks í skipanunum, er neyðugt at seta stóra arbeiðsorku av til at fáa hesar upplýsingar fram. Toll- og Skattstova Føroya skal í hvørjum einstøkum føri seta seg í samband við felagið, sum lækkar partapeningin fyri at fáa upplýst, hvørjir partaeigarar hava fingið pening úr felagnum, ella selt partabrøv til felagið.

Landsstýrismaðurin kann  tí enn bert vísa á, hvørja mannagongd Toll- og Skattstova Føroya brúkar, tá hesi viðurskifti verða kannað.

 

Í samband við likvidatiónir, verða allir likvidatiónsroknskapir sendir til Toll-og Skattstovu Føroya at gjøgnumganga, áðrenn likvidatiónin kann gjøgnumførast.

 

Í samband við niðurskriving av partapeningi, er landsstýrismaðurin og Toll- og Skattstova Føroya av tí fatan, at í øllum førum, har útlutan kann koma undir heitið vinningsbýti, soleiðis sum hetta er definerað í § 1, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini, líkamikið um útlutanin er í samband við eina sølu av partabrøvum til felagið ella ikki, verður útlutanin mett sum vinningsbýti, og verður skattað eftir ásetingunum um vinningsbýti. Hetta verður gjørt, sjálvt um talan formelt er um eina sølu av partabrøvum. – Serliga er hetta greitt í slíkum førum, har sølan saman við eftirfylgjandi annulleringum av partabrøvum ikki ávirkar ognarbýti millum verandi partabrævaeigarar, ella við øðrum orðum, somu partaeigarar eiga eftir søluna og lækkingina framvegis øll partabrøvini í felagnum og lutfalsliga ognarbýti millum partabrævaeigararnar, er ikki broytt.

 

Ad. 4:

Tá kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 16. november 2001, vórðu skiftisreglur gjørdar fyri at tryggja, at skatting ikki fór fram við afturvirkandi megi.

Reglurnar bóru í sær, at tey partabrøv o.a., sum vórðu útvegað, áðrenn lógin kom í gildi, framvegis skuldu viðgerast eftir sama leisti sum undan 16. november 2001. Hervið vóru reglurnar varðveittar ið áseta skattafrítøku við trý ára ognartíð, ella 10 ára ognartíð fyri høvuðspartaeigarar.

 

Við lógarbroytingunum sum landsstýrismaðurin framdi í mai 2006, varð skattafrítøkan í skiftisreglunum tikin av. Landsstýrismaðurin ynskti tó framvegis at tryggja, at tann vinningur ella virðisøking, sum varð staðfest av partabrøvum fram til 1. januar 2007, ikki varð skattað við afturvirkandi megi. Lógar broytingin hevði tí tað við sær, at fyri tey partabrøv o.a., sum í dag koma undir skiftisreglurnar, skuldi bert tann virðisøking, sum verður staðfest 1. januar 2007 ella seinni, verða skattskyldug.

 

Skattafrítøkan av teimum partabrøvum, sum eru útvegað, áðrenn kapitalvinningsskattalógin kom í gildi, varð varðveitt. Hetta merkir, at fyri partabrøv o.a., sum eru útvegað fyri 16. november 2001, og sum verða seld í tíðarskeiðinum frá tí at lógin kom í gildi, og fram til 31. desember 2006, skal vinningur ella tap ikki takast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Hetta er galdandi bæði fyri minnilutapartaeigarar og høvuðspartaeigarar, sjálvt um høvuðspartaeigarar ikki hava átt partabrøvini í 10 ár, tá tey verða seld.

 

Við hesum tryggjaði landsstýrismaðurin, at skatting ikki fór fram við afturvirkandi megi.

 

Tað er møguliga nakað sum bendir á, at partaeigararnir velja eina solventa likvidatión, fyri at realiserað vinningin beinanvegin . Í skattligum høpi hevur tað tó ongan týdning, um partaeigari velur at realiserað síni partabrøv, útvegað fyri 16. november 2001 við sølu ella við at likvidera felagið nú ella seinni.. Tað vil framvegis bert verða virðisøkingin av partabrøvunum frá 1. januar 2007 sum verður skattað. Eftir kapitalvinningsskattalógini kemur tað tí út uppá tað sama, um partabrævaeigarin fær útgoldið vinningin her og nú, ella velur at bíða til seinni. Møguligur vinningur pr. 31.12 2006 er í øllum føri skattafríur.

 

Landsstýrismaðurin er vitandi um, at  Toll- og Skattstova Føroya í 2006 setti eitt serligt átak í verk fyri at kanna feløg, ið høvdu niðurskrivað partapeningin.

 

Kanningin hevur higartil víst, at fyri fleiri av umrøddu partabrævaniðurskrivingum, sum eru nýttar til útgjaldingar til partaeigararnar til at seta í grunn, ella niðurskriving av egnum partabrøvum, ikki hava verið nakað at funnist at. Í nøkrum førum hevur Toll- og Skattstova Føroya kravt eina vinningsbýtisuppgerð, og nøkur mál eru ikki liðugt kannað enn, men enn hevur Toll- og Skattstova Føroya bert verið ígjøgnum ein part av umrøddu niðurskrivingum. Onki kann tí sigast um, hvussu nógv er goldið í skatti av hesum “handlum”.

 

Samstundis hevur Toll- og Skattstova Føroya upplýst, at feløg, ið hava niðurskrivað partapeningin, liggja frammaliga, tá tikið verður út til eftirlit.

 

Málið avgreitt