123 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 3. mai, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna 


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 2005 um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna  verða gjørdar hesar broytingar:

1)         Í § 1 verður “22 mió. kr.” broytt til “29 mió. kr.”.

2)         Í § 2 verður “1. januar 2008” broytt til “1. januar 2010”. 

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar 

Í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna er ásett, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 22 mió. kr., og verður við lógaruppskotinum skotið upp at hækka hesa upphædd til 29 mió. kr.

 

Í løgtingslógini um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna er ásett, at samlaðu útreiðslurnar ikki skulu vera hægri enn 22 mió. kr. Tað hava verið tvær lisitasjónir í sambandi við bygging av nýggjum fiskivinnuskúla í Vestmanna, og hesar vísa, at tað ikki letur seg gera at byggja skúlan innan ásetta fíggjarkarmin. Í fyrru lisitasjónini var lægsta boðið fyri arbeiðstøkurnar tilsamans 23,65 mió. kr., og í seinnu lisitasjónini er lægsta boðið 22,42 mió. kr., samsvarandi við 1,23 mió. kr. lægri. Harumframt koma útreiðslur til prosjektering, eftirlit o.a.

 

Orsøkin til, at biðið verður um at hækka verandi fíggjarkarm við 7 mió. kr., er, at Landsverk eftir seinnu lisitasjónina mælir til at taka av lægsta tilboðnum frá MT Højgaard, sum er 22,4 mió. kr. fyri samlaðu arbeiðstøkurnar, soleiðis at samlaðu útreiðslurnar íroknað prosjektering, eftirlit o.a. verða í mesta lagi 29 mió. kr.

 

Tillagingar eru gjørdar í verkætlanini, og metir Landsverk, at kostnaðurin samsvarar við verandi kostnaðarstøði, og at møguleikar ikki eru fyri at fáa kostnaðin longur niður, uttan at tað fær óhepnar fylgjur fyri góðskustøðið á bygninginum.

 

Landsverk hevur tí mælt til, at lógin fyri verkætlanina verður broytt soleiðis, at samlaðu útreiðslurnar í sambandi við bygging av nýggjum fiskivinnuskúla í Vestmanna kunnu vera í mesta lagi 29 mió. kr.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

a. Fíggjarligar avleiðingar

Byggiútreiðslurnar til at byggja nýggjan fiskivinnuskúla í Vestmanna verða hækkaðar við 7 mió. kr. í mun til verandi fíggjarkarm, soleiðis at byggingin í mesta lagi fer at kosta 29 mió. kr.

 

b. Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

c) Avleiðingar fyri umhvørvið

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

d) Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

 

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri sertøk øki í landinum.

 

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar felagsskapir.

 

g) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna.

 

h) Avleiðingarnar í talvu:

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1

Ásett verður, at byggiútreiðslurnar til bygging av nýggjum fiskivinnuskúla í Vestmanna  kunnu í mesta lagi vera 29 mió. kr.

 

Til § 1, nr. 2

Ásett verður, at lógin skal fara úr gildi 1. januar 2010. Nýggi bygningurin verður væntandi tikin í nýtslu í januar 2009, og tí verður mett, at seinastu útreiðslurnar hjá landinum í hesum sambandi verða í 2009.

 

Til § 2:

Ásett verður, nær lógin fær gildi.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Lisbeth L. Petersen Poul Michelsen Kaj Leo Johannesen
Henrik Old Marjus Dam Vilhelm Johannesen
Alfred Olsen Sverre Midjord Olav Enomoto
Gerhard Lognberg Heðin Zachariasen John Johannessen
Óli Breckmann Andrias Petersen Kristian Magnussen
Kjartan Joensen Jógvan við Keldu  

1. viðgerð 7. mai 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur lagt málið fram tann 3. mai 2007, og eftir 1. viðgerð tann 8. mai 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 10. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin saman við umboðum fyri Landsverk og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna.

 

Umboð fyri Landsverk upplýsti á fundinum, at tað mest sum er klárt at fara í gongd við arbeiðið, men at trygd kann ikki veitast fyri, at skúlin er liðugur við skúlaársbyrjan í 2008. Helst verður komið út í 2009, áðrenn skúlin stendur klárur at taka í nýtslu.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Andrias Petersen, Óli Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) viðmerkir, at í løgtingslógini um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna er ásett, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 22 mió. kr., við fyriliggjandi uppskoti frá landsstýrismanninum verður mælt til at hækka játtanina upp í 29 mió. kr.

 

Sum øllum kunnugt er verkætlanin sera nógv skerd frá upprunaliga uppskotinum. Skúlin er lækkaður, byggivíddin er skerd við á leið 100 fermetrum, innandurað svalin í auditoriunum er skorin burtur, drátturin framman fyri bygningin er tikin burtur og akvariumveggurin, sum er sjálvt hjarta í bygninginum, tað sum arkitektarnir hava nýtt sum hugskot fyri alla byggingina, har akvariuveggurin skuldi ímynda havsins botn, sum var drigin eftir dráttinum inn í skúlan, eisini er skorin burtur.

 

Hetta, sum veruliga kundi verið við at gjørt skúlan til nakað serligt, eina attraksjón fyri Vestmanna bygd og øll tey túsundtals ferðafólkini, sum koma at leggja leiðina fram við fiskivinnuskúlanum í framtíðini, er tikið burtur úr verkætlanini.

 

Tað metir minnilutin vera sera stórt spell og harmast um at sitandi samgonga ikki dugir at síggja almenna bygging við eitt lítið sindur av visjónum fyri framtíðina, at tað ikki verður hugsað um at fiskivinnuskúlin helst skuldi verið flaggskipið innan føroyska skúlabygging, og við at gera nakað serligt burtur úr júst hesum skúla, eru vit við at leggja lunnar undir eina framkomna fiskivinnu í Føroyum, sum byggir á eitt høgt vitanarstøði í øllum liðum í fiskivinnuni.

 

Í viðgerðini í mentanarnevndini er komið fram, at akvariuveggurin kosta knappar 2 mió. kr. at gera, tí mælir minnilutin til at hækka játtanina úr 22 mió. kr. til 31 mió.kr.

 

Minnilutin setir tískil fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) § 1, nr. 1. verður “29 mió. kr.” broytt til: “31 mió. kr.”

 

Soleiðis broytt tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 9-1-18. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 1. juni 2007. Broytingaruppskot frá Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 1 fall 10-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 65 frá 07.06.2007