Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

66. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 7. mars, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi:

 

Skriv frá Sverra Midjord, løgtingsmanni, dagfest tann 7. mars 2006, við umsókn um farloyvi frá í dag og 14. dagar fram, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Mikkjal Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Sverra Midjord.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Maskinmeistara- og Sjómansskúlanum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
 

Fundur niðurlagdur kl. 13.42
Fundur uppafturtikin kl. 13.58
 

      §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Uppskot til samtyktar samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.

 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Uppskot til samtyktar samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-4/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2004
Uppskot til samtyktar samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-5/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2004
Uppskot til samtyktar samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
 

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2005: Uppskot til samtyktar um samferðsluætlan fyri suðurøkið
Málið beint í vinnunevndina.
 

10.  1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

11.  1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)
Málið beint í vinnunevndina.
 

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr.
51/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2, og svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 8. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-6/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      Framløga 

  

Fundur lokin kl. 18.49 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari