100-44 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi Maskinmeistara- og Sjómansskúlanum  

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 3. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvat var endamálið við samanleggingini av Maskinmeistaraskúlanum og Sjómansskúlanum?

 

  1. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at samanleggingin av skúlunum er eydnast?
    1. Hvørjar fyrimunir heldur landsstýrismaðurin, at samanleggingin hevur?
    2. Hvørjar vansar heldur landsstýrismaðurin, at samanleggingin hevur?

 

  1. heldur landdstýrismaðurin, at útbúgvingarverkið hevur fingið ein betri sjómansskúla eftir samanleggingina?

 

  1. heldur landdstýrismaðurin, at útbúgvingarverkið hevur fingið ein betri maskinmeistaraskúla eftir samanleggingina?

 

  1. Eru útbúgvingarnar vorðnar betri fakliga eftir samanleggingin?

 

  1. Eru útbúgvingarnar vorðnar betri námsfrøðiliga eftir samanleggingin?

 

  1. Eru tøkniligi útbúnaðurin og hølisviðurskiftini hjá næmingunum/lærarunum eins góð/nøktandi eftir samanleggingina?

 

  1. Hvussu nógv bíligari ella dýrari eru skúlarnir báðir í rakstri eftir samanleggingina?

 

  1. Mentamálaráðið hevur givið lærarunum á skúlunum m.a. lyfti um, at starvsfólkapolitikkurin hjá løgmansskrivstovuni  skuldi verða hildin, tá ið samanleggingin fór fram. Hvat snúði hesin starvsfólkapolitikkur seg um, og varð hetta lyfti hildið?

 

Viðmerkingar

Maskinmeistaraskúlin og sjómansskúlin eru tvær maritimar útbúgvingar í Føroyum. Útbúgvingarnar báðar hava leingi havt viðurkenning og gott umdømi bæði her á landi og uttanlands. Hóast gott umdømi og væl riknar skúlar valdi landsstýrismaðurin at leggja skúlarnar saman og seta nýggjan stjóra.

 

Ein má ganga út frá, at landsstýrismaðurin hevði umhugsað støðuna væl og virðiliga, áðrenn hann gjørdi, sum hann gjørdi. Men grundgevingarnar fyri samanleggingini vórðu rættiliga tunnar. Og mikið rok stóð um setanina av stjóranum, sum ikki var innstillaður sum nr. 1. 

 

Nú hevur so felagið hjá maskinmeistaralærarum funnist í opnum brævið til Jógvan á Lakjuni at samanleggingini.

 

Fyri at tryggja, at skúlarnir varðveita sítt støði og umdømi, og fyri at tryggja, at næmingar og lærarar trívast á skúlunum, verða soljóðandi fyrispurningar settir.

 

Á tingfundi 7. mars 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 20. apríl 2006 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

Ad. 1: Endamálið við samanleggingini av Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistarakúlanum var at bøta um støðuna á m.a. rakstrar- og kostnaðarsíðuni, at styrkja tilvitanina hjá teimum ungu um skúlarnar, og at styrkja útbúgvingarnar í framtíðini við støði í altjóða krøvum.

Ætlanir um at leggja skúlarnar saman hava áður verið frammi. Seinast í 80-unum og fyrst í 90’unum varð tosað um at leggja skúlarnar saman, og vóru tað tá starvsfólk á skúlunum, sum  høvdu tikið stig til at kanna hesar møguleikar.

Lága næmingatalið í hvørjum flokki og óstøðuga talið á næmingatilgongdini v.m. á Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum høvdu verið til umrøðu í eina tíð, og mett var ikki, at skúlarnir kundu halda fram uttan broytingar.

Stjórin á Føroya Sjómansskúla hevði boðað Mentamálaráðnum frá, at hann fór úr starvinum 1. oktober 2004, og stjórin á Maskinmeistaraskúlanum fór frá 1. september 2004. Harumframt hevði umsitingarleiðarin á Føroya Sjómansskúla sagt seg úr starvi.

Sáttmálasettu lærararnir á Maskinmeistaraskúlanum og Føroya Sjómansskúla hava felags sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Hesar umstøður vóru m.a. orsøkin til, at Mentamálaráðið metti rætta høvið vera komið at leggja skúlarnar saman í ein stovn.

 

Ad. 2. Landsstýrismaðurin metir, at samanleggingin higartil hevur eydnast væl, annars verður víst til svarini í spurningi 5, 6, 7 og 8.

a: Samanleggingin hevur givið fleiri fyrimunir. Nevnast kann m.a., at skúlin hevur megnað at taka ein flokk inn afturat í 2005, uttan at játtanin hækkaði tilsvarandi. Hetta m.a. orsakað av samlestri í ávísum flokkum og neyvari fíggjarstýring, sum m.a. hevur ført við sær, at yvirtíðin er minkað munandi.

Aðrir fyrimunir eru t.d.:

·        nýggir námsfrøðiligir møguleikar, t.d. tvørfakligar verkætlanir innan felagsøki

·        samkoyring av simulatorútgerð

·        størri útboð av serlærugreinum

·        betri lestrarumhvørvi

·        breiðari fakligt umhvørvi: samstarvsfyrimunir (synergi)

·        betri møguleikar fyri menning av útbúgvingum og eftirútbúgving av lærarum

·        betri møguleikar fyri inntøkufíggjaðum virksemi

·        einfaldari ráðlegging

 

Ad. 2.b: Tað er ein vansi, at alt virksemi nú ikki er á einum stað. Leiðslan á skúlanum hevur tískil skipað soleiðis fyri, at øll ástøðilig undirvísing fer fram í Nóatúni, og nærum øll  verklig undirvísing fer fram undir Krákugjógv. Leiðslan hevur tikið atlit at hesum í sambandi við skemaleggingina, soleiðis at flutningur millum Nóatún og undir Krákugjógv verður sum minst, m.a. við at verklig undirvísing antin liggur fyrst ella síðst á degnum. Harumframt verður skipað fyri flutningi í tann mun hetta er neyðugt.

 

Ad. 3: Avgjørt, víst verður til svar í spurningi 2 a)

 

 

Ad. 4: Avgjørt, víst verður til svar í spurningi 2 a)

 

Ad. 5: Í sambandi við løgtingslóg nr 55 frá 24 apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. hevur Mentamálaráðið saman við skúlanum gjørt kunngerðir, og eru útbúgvingarnar dagførdar í mun til hesar. Útbúgvingarnar eru nú meira tíðarhóskandi, eins og tær eru tillagaðar til føroysk viðurskifti og altjóða krøv. Arbeitt verður eisini við at lyfta útbúgvingarnar upp á eitt hægri støði við at gera útbúgvingarnar til bachelorútbúgvingar sambært altjóða standardum. Hetta krevur m.a., at lærarar á  skúlanum skulu taka eftirútbúgving, soleiðis at undirvísingarførleikin verður í lagi sambært altjóða standardum. Hetta fer at betra um fakligu viðurskiftini á skúlanum,  eins og støði á útbúgvingunum verður hækkað munandi.

 

Ad. 6: Eftir samanleggingina er leiðslan á skúlanum sett saman við umboðum umboðandi tær útbúgvingar sum virksemi á skúlanum fevnir um. Hetta ger m.a., at tvørfakligt samstarv í ymiskum arbeiðsbólkum, sum m.a. viðgera námsfrøðilig viðurskifti, gerst alt meiri vanligt á skúlanum. Hetta kemur at gagna námsfrøðiligu viðurskiftunum á skúlanum í framtíðini, og annars kann nevnast, at námsfrøðilig útbúgving er eitt krav til lærarar, sum verða settir í fast starv á skúlanum.

 

Ad. 7: Teldustovan undir Krákugjógv er í sama standi, sum hon var í áðrenn flytingina. Allir næmingarnir hava lykil til skúlan, soleiðis at teir altíð kunnu arbeiða á skúlanum eftir skúlatíð. Skúlin hevur síðani flytingina harumframt útvegað 2 sett av farteldum, sum eru settar í skáp, og sum tískil kunnu flytast millum skúlastovurnar. Felags net er skipað, soleðis at øll hava atgongd til tráðleyst net, og tað ber til at logga á netið bæði í Nóatúni og undir Krákugjógv. Annar tøkniligur útbúnaður á skúlanum er tann sami sum áðrenn samanleggingina.

 

Í sambandi við flytingina vóru umbyggingar gjørdar í Nóatúni soleiðis, at umstøðurnar viðvíkjandi hølisviðurskiftum hjá næmingunum og lærarunum skuldu gerast so góðar sum gjørligt.

 

Hølisviðurskiftini hjá næmingunum eru góð og hava m.a. allir lærarar egið arbeiðspláss á skúlanum við tilhoyrandi tøkniligari útgerð.

 

Ad. 8: Sum nevnt í svarinum til spurning 2 a) hevur skúlin tikið ein flokk inn afturat í 2005, uttan at játtanin hækkaði tilsvarandi. Aðrar útreiðslur í sambandi við flytingina, t.v.s. umbygging og innkeyp av nýggjari útgerð eru fíggjaðar innan rakstrarjáttanina fyri 2005. Annars verður víst til niðanfyristandandi roknskapartøl seinastu 4 árini, men leggjast skal afturat, at lønarkarmurin er hækkaður við umleið 9 % í sama tíðarskeiði.

 

 

2002 R

2003 R

2004 R

2005 R

Maskinm.

7.174

7.363

7.493

 

Sjómanssk.

9.133

9.269

9.145

16.485

Brandsk.

950

960

825

1.018

Dieselsim.

808

775

783

803

Í alt

18.065

18.367

18.246

18.306

Lønarkarmur

15.317

15479

16310

15901

 

 

 

 

Ad. 9: Miðast skal altíð móti, at starvsfólkapolitikkurin verður hildin, og Mentamálaráðið nýtti hesa mannagongd um bygnaðarbroytingar úr starvsfólkapolitikkinum hjá landsstýrinum í sambandi við samanleggingina:

 

Kunning
Tá ið avgerð er tikin um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini
ella í arbeiðsgongdunum, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta og
endamálið við tí. Tó skal tíð vera til at umrøða málið, so sjónarmið og
uppskot hjá starvsfólkunum kunnu verða tikin við í
avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest.

Kunnað verður á hóskandi hátt, t.d. á starvsfólkafundi, við
kunningarskrivi ella í samrøðu við einstaka starvsfólkið.
Samstundis eigur at verða greitt frá, nær farið verður undir sjálva
broytingina, um nakað kann sigast um tað.

Í fyrsta lagi verða umboð fyri starvsfólkini kunnað, og tá ið ætlaninar
eru nóg búnar, verða øll starvsfólkini kunnað.

Seta í verk
Umboð fyri starvsfólkini eiga at fáa høvi at luttaka í broytingararbeiðinum, í tann mun broytingin loyvir tí. T. e. vera við til at fremja broytingarnar, og verða tikin við upp á ráð, t.d. hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli - eisini ávegis - undir skipaðum kørmum,sum eru avtalaðir frammanundan.

Allir partar eiga at vísa positivan samstarvsvilja. Men eru ósemjur, sum
ikki ber til at koma ásamt um, hevur leiðslan rætt til einvegis at gera av,
um broytingar skulu fremjast, eins og tað er leiðslan, ið hevur ábyrgd av
avgerðinum.”

 

Í sambandi við samanleggingina av skúlunum var stórur dentur lagdur á, at hesar mannagongdir vóru fylgdar. Umboð fyri báðar skúlarnar vóru við til fyrireikingarnar,  og eftir at øll starvsfólk vóru kunnað um avgerðina, stóð øllum í boði at koma við viðmerkingum, hugskotum v.m. til samanleggingina í tráð við starvsfólkapolitikkin.

Fyri at ongar misskiljingar skuldu verða um málið, vóru lærarar á báðum skúlunum kunnaðir samstundis um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar. Lærararnir hava havt møguleikar fyri at gera síni sjónarmið galdandi, eins og teir framhaldandi altíð kunnu bera síni sjónarmið fram hesum viðvíkjandi.

 

Málið avgreitt.