63  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš
G. Oršaskifti viš 2. višgerš
H. Broytingaruppskot
I. 3. višgerš
J. Oršaskifti viš 3. višgerš

Įr 2006, 21. februar, legši Bįršur Nielsen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

 

§ 1

 

Ķ lųgtingslóg nr. 164 frį 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 141 frį 15. december 2005 verša hesar broytingar gjųrdar:

 

1)        Ķ § 1, stk. 1 veršur sum nr. 7 sett:

“7) Rentuśtreišslur, jb. § 10, stk. 3”.

 

2)    Ķ § 6, stk. 4 veršur “10.000 kr.” broytt til “1.000 kr.”.

 

3)   § 6, stk. 6 veršur oršaš soleišis:

“Stk. 6. Valutakursvinningur ella -tap av fķggjarkrųvum og skuld, iš hava samband viš skattgjaldarans vinnuvirki, verša tikin viš ķ skattskyldugu inntųkuna eftir skattalógini. Vinningurin ella tapiš verša tikin viš ķ skattskyldugu inntųkuna taš įriš, vinningurin er stašfestur, og tapiš er goldiš.”

 

4)   § 9, stk. 1, 2. pkt. veršur oršaš soleišis:

“Felųg og grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug ķ Fųroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening ķ tķ śtlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbżtinum.”

 

5)    § 9, stk. 2 veršur strikaš.

 

6)    § 10 veršur oršaš soleišis:

“§ 10. Fyri likamligar persónar og deyšsbśgv verša rentuinntųkur roknašar upp ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir § 14. Fyri felųg og grunnar v.m. veršur rentuinntųkan roknaš upp ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini.

Stk. 2. Samsżning fyri višhangandi ella góšskrivaša rentu ķ sambandi viš avhending ella śtvegan av rentuberandi krųvum veršur tikin viš ķ uppgeršina av rentuinntųku taš įriš, tį avhendingin ella śtveganin av kravinum fer fram. Samsżning, sum veršur goldin peningastovni ķ sambandi viš, at peningur veršur tikin śt (dekort), veršur tikin viš ķ uppgeršina av rentuinntųku taš įriš, samsżningin veršur skuldskrivaš.

Stk. 3. Rentur, sum stava frį lįntųku hjį likamligum persónum ķ peningastovnum o.ų., kunnu mótroknast ķ kapitalvinningi. Tó ikki rentur, sum eru umfatašar av lóg um stušul til rentuśtreišslur.

Stk. 4. Nišanfyristandandi rentu-inntųkur verša ikki skattašar:

1)       Rentur, sum verša góšskrivašar kontuni fyri eina eftirlųnarskipan viš innskoti ķ peningastovni v.m., so leingi tęr ikki verša śtgoldnar.

2)       Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjųldum.

3)       Rentutilskriving av innilęstum dżrtķšarvišbótum, sambęrt Lov nr. 7 af 9. januar 1980 om Lųnmodtagernes Dyrtidsfond med senere ęndringer.

 

7)      Ķ § 14, stk. 1 veršur “, 10 og 28” broytt til “og 10”.

 

8)      Ķ § 14, stk. 2 veršur sum 3. og 4. pkt. sett:

“Vķsir inntųkuuppgeršin eftir skattalógini hall, kunnu felųg og grunnar o.o. taka vinning eftir hesi grein viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini. Hetta er tó bert galdandi fyri so stóran part av vinninginum, sum dekkar hall, harundir hall frį eldri inntųkuįrum, sum felagiš kann fųra fram til frįdrįtt ķ seinni inntųkuįrum.”

 

9)      Ķ § 14 veršur aftanį stk. 3 sum nżtt stk. sett:

"Stk. 4. Er ongin kapitalvinningur at mótrokna rentuśtreišslur viš, kunnu rentuśtreišslur verša fluttar fram til mótrokning ķ kapitalvinningi nęstu 5 įrini. Ķ hesum tķšarskeiši kann tapiš einans flytast til frįdrįtt fyri eitt seinni inntųkuįr treytaš av, at taš ikki rśmast innan fyri ein mųguligan nettovinning ķ einnum inntųkuįri frammanundan.” 

 

10)  § 15 veršur oršaš soleišis:

“§ 15. Felųg og grunnar o.o., sum śtluta vinningsbżti til likamligar persónar, skulu halda 35% aftur ķ skatti. Tį iš śtlutaš veršur til felųg og grunnar v.m., sum ikki eru fevnd av § 9, stk. 1, 2. pkt., skal haldast aftur ein skattur į 18 %. Skattur skal eisini haldast aftur ķ sambandi viš, at felag keypir egin partabrųv o.a., fevnd av § 5 ķ hesi lóg. Skattur skal ikki haldast aftur av vinningsbżti til partabrųv o.a., sum taš śtlutandi felagiš sjįlvt eigur.

Stk. 2. Landsstżrismašurin kann viš kunngerš įseta reglur um, at skattur ikki skal haldast aftur, ella at skattur skal haldast aftur viš einum lęgri satsi, enn įsett ķ stk. 1.

Stk. 3. Ķ seinasta lagi 14 dagar aftanį avgerš um at śtluta vinningsbżti skal felagiš, grunnurin o.o. rinda Toll- og Skattstovu Fųroya peningin og leggja viš eina vinningsbżtisuppgerš, sum vķsir, hvussu skatturin er roknašur, hvųrjir persónar og felųg fįa śtlutaš vinningsbżti, um tey eru kend, og hvųrji felųg og grunnar o.o. ikki skulu rinda skatt, jbr. § 9, stk. 1. Skatturin įliggur tó móttakaranum

Stk. 4. Hevur felagiš v.m. ikki goldiš afturhildnan skatt sambęrt stk. 1, veršur renta at rokna viš 0,7% um mįnašin frį 1. degi ķ tķ mįnaši, sum kemur, eftir at skatturin skuldi veriš goldin sambęrt stk. 1, og til goldiš er. Rentan kann ikki dragast frį, tį felagsins skattskylduga inntųka veršur gjųrd upp eftir skattalógini.”

 

11)  § 17 veršur strikaš.

 

12)  § 18, stk. 1 veršur oršaš soleišis:

“Taš įliggur skattskylduga at geva upp skattskyldugu upphęddina sambęrt § 14 į oyšublaši, sum Toll- og Skattstova Fųroya letur gera. Oyšublašiš skal latast Toll- og Skattstovu Fųroya samstundis, sum sjįlvuppgįvan eigur at verša latin inn sambęrt reglunum ķ skattalógini. Persónar, felųg og grunnar o.o., sum hava fingiš forprentaš oyšublaš, skulu tó ikki lata inn oyšublaš, um so er, at forprentašu upplżsingarnar eru ręttar og fullfķggjašar.”

 

13)  Ķ § 18 veršur aftanį stk. 1 sum nżtt stk. sett:

“Stk. 2. Er skatturin eftir § 14 hęgri enn fyribilsskattur, goldin sambęrt § 15 og/ella § 16, veršur hann nevndur ķrestandi skattur. Er ķrestandi skatturin 500 kr. ella minni, veršur hann ikki kravdur inn. Er skatturin eftir § 14 lęgri enn fyribilsskattur, goldin sambęrt § 15 og/ella § 16, veršur hann nevndur avlopsskattur. Er avlopsskatturin minni enn 50 kr., veršur hann ikki śtgoldin.”

Stk. 2, 3, 4 og 5 verša hereftir stk. 3, 4, 5 og 6.

 

14)  Ķ § 20, stk. 2, veršur eftir “kap. 1-4” sett:

“og 7 ”

 

15)  Ķ § 23, stk. 1 veršur eftir “villleišandi upplżsingar,” sett:

“ella letur vera viš at lata inn oyšublaš, sambęrt § 18, stk. 1, hóast forprentašu upplżsingarnar ikki eru ręttar og fullfķggjašar,”

 

16)  § 27 veršur oršaš soleišis:

“§ 27. Hóast įsetingarnar ķ § 4 ķ hesi lóg, skal vinningur ella tap sambęrt § 1, nr. 1 ikki roknast viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir § 14, tį viršisbrųvini eru śtvegaš fyri 16. november 2001, og vinningurin ella tapiš er įsannaš fyri 1. januar 2007.”

 

17)  § 28 veršur oršaš soleišis:

“§ 28. Viršisbrųv, nevnd ķ § 1, nr. 1, iš eru śtvegaš fyri 16. november 2001, og sum ikki eru avhendaš fyri 1. januar 2007, verša eftir hesi lóg roknaš sum śtvegaš fyri eitt mett handilsvirši, sum veršur įsett viš stųši ķ innara viršinum ķ felagnum viš endan į roknskaparskeišinum, sum endar ķ 2006. Skattliga śtveganarviršiš veršur įsett til eitt mett handilsvirši og sett ķ eina skattauppgerš fyri seg, sum grannskošari vįttar til sannan.

Stk. 2. Landsstżrismanninum viš fķggjarmįlum veršur viš kunngerš heimilaš at įseta nęrri reglur um at įseta, hvussu viršiš skal gerast upp, freistir fyri at senda inn uppgeršina, og um mųguleiki skal vera at vķkja frį hesum. Uppgeršin skal sendast Toll- og Skattstovu Fųroya. Toll- og Skattstova Fųroya kann eftirkanna og gera broytingar ķ viršisįsetingini av ogn og skuld.

Stk. 3. Hóast stk. 1, verša tey viršisbrųv, sum eru skrįsett į einum viršisbręvamarknaši, roknaš fyri śtvegaš fyri skrįsetta kursviršiš viš dagsenda 31. desember 2006.

Stk. 4. Partabręvaeigarar kunnu ķ stašin fyri viršiš eftir stk. 1 og 2 velja at nżta veruliga śtveganarviršiš sum skattligt śtveganarvirši eftir hesi lóg. Velur partabręvaeigari at nżta veruliga śtveganarviršiš, skal hetta verša frįbošaš Toll- og Skattstovu Fųroya innan 1. oktober 2007. Veršur hetta ikki gjųrt, veršur skattliga śtveganarviršiš įsett eftir stk. 1 og 2.

Stk. 5. Allar įsetingarnar ķ hesi lóg um eitt nś uppgerš, frįdrįtt fyri tap, avmarkingar fyri frįdrįtt av tapi v.m. eru galdandi fyri viršisbrųv fevnd av kapittul 7. Tó kann frįdrįttarbęra tapiš ongantķš gerast meira enn taš tapiš, sum uppruna śtveganarviršiš av viršisbrųvunum hevši giviš, um selt varš til sama prķs.

 

18)  §§ 29 og 30 verša strikašar.

 

19)  § 31 veršur strikaš.

 

§ 2

 

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Stk. 2. Tó hava broytingarnar ķ nr. 1, 3, 6, 8 og 13 virknaš fyri inntųkuįriš 2006, mešan broyting nr. 2 og 19 eru galdandi frį inntųkuįrinum 2007. Broytingin ķ nr. 5 er galdandi frį 1. januar 2007.

 

§ 3

 

Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Fųroya loyva fólki at koma ķ skattligu stųšuna hjį foreldrum o.ų. eftir reglunum um successión ķ § 12 afturvirkandi til 16. november 2001.

 

 

Kap. 1. Almennar višmerkingar

Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum męlir viš hesum til broytingar ķ kapitalvinningsskattalógini. Viš broytingunum er ętlanin m.a. at javnseta skattingina av partabrųvum, śtvegaš įšrenn 16. november 2001 ella seinni, viš partabrųv, śtvegaš eftir hendan dag. Ętlanin viš hesum uppskoti er at fįa meira symmetri av skattingini eftir kapitalvinningsskattalógini, og at kapitalvinningsskattalógin ikki skal vera vinnuliga avlagandi.

 

Fleiri tżšandi broytingar eru ķ uppskotinum. Ein teirra er, at felųg sum nakaš nżtt kunnu mótrokna hall eftir skattalógini ķ vinningi eftir kapitalvinningsskattalógini og harviš minkaš um tann skatt, felagiš skal rinda.

 

Ein onnur tżšandi broyting er, at likamligir persónar (privatfólk) kunnu draga rentuśtreišslur frį ķ positivum kapitalvinningi. Frįdrįtturin fevnir bert um rentuśtreišslur til onnur lįn enn lįn, iš eru fevnd av rentustušlinum. Hevur viškomandi persónur ikki nakran postivan kapitalvinning at mótrokna viš, er mųguleiki at flyta rentuśtreišslurnar fram tey nęstu fylgjandi 5 įrini. Talan veršur ikki um at gjalda rentuśtreišslur śt, men einans um mųguleikan fyri at mótrokna rentuśtreišslur ķ positivum kapitalvinningi.

 

Trišja tżšandi broyting er, at skattafrķtųkan ķ skiftisreglunum veršur avtikin viš gildi frį 1. januar 2007. Skotiš veršur upp, at framtķšar viršisbroytingar av partabrųvum o.ų. skulu takast viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Hetta kemur, sum frįlķšur, at hava viš sęr meir inntųku til landskassan.

 

Umframt nevndu broytingar er ein tżšandi broyting, at felųg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug ķ Fųroyum og eiga partapening/innskotspening ķ śtlutandi felagi, ikki skulu gjalda skatt av vinningsbżtinum. 

 

Ašrar broytingar verša eisini gjųrdar, sum fyri stóran part eru fyrisitingarligar tillagingar og fylgibroytingar av, at skiftisreglurnar verša broyttar.

 

Kapitalvinningur hjį felųgum

Fyri at lętta um hjį vinnuni veršur skotiš upp, at felųg, sum hava nettovinning eftir kapitalvinningsskattalógini, kunnu taka hendan vinning viš ķ uppgeršini av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini, um hendan vķsir eitt hall. Felųg skulu sostatt ikki rinda skatt eftir kapitalvinningsskattalógini ķ tann mun, tey hava hall av vanligu inntųkuuppgeršini, sum kann śtlķknaš kapitalvinningin. Talan skal vera um hall eftir skattalógini.

 

Uppskotiš broytir ikki stųšuna hjį felųgum, sum hava positivt śrslit bęši eftir kapitalvinningsskattalógini og skattalógini.

 

Uppskotiš broytir heldur ikki stųšuna hjį teimum felųgum, sum hava positivt śrslit eftir skattalógini og hall eftir kapitalvinningsskattalógini. Hall eftir kapitalvinningsskattalógini kann bert flytast fram til frįdrįtt ķ kapitalvinningi. Fimm įra markiš varš strikaš ķ 2004, so hall eftir kapitalvinningsskattalógini kann nś flytast fram óavmarkaš.

 

Kapitalvinningur hjį privatum

Fyri at fįa meira symmetri ķ regluna, so rentuinntųkur og rentuśtreišslur verša skattašar eins, veršur skotiš upp, at privat kunnu mótrokna rentuśtreišslur ķ kapitalvinningi.

 

Bśskaparliga merkir uppskotiš, at ein persónur, iš vil gera onkra ķlųgu, eitt nś ķ viršisbrųv, kann lįna til slķka ķlųgu og fįa frįdrįtt fyri rentuśtreišslurnar ķ hesum sambandi. Taš kann hugsast, at taš eru fleiri, sum kundu gjųrt ķlųgur ķ eitt nś lįns- ella partabrųv viš at taka lįn ķ ųšrum ognum viš frķvirši, men ikki hętta sęr undir slķka ķlųgu, tķ frįdrįttur ikki fęst fyri rentuśtreišslurnar, samstundis sum avkastiš av ķlųguni veršur skattaš beinanveg eftir galdandi skattareglum. Uttan iva hava broyttu reglurnar, sum her verša skotnar upp, positiv įrin į bśskapin og helst ein vųkstur viš sęr.

 

Skiftisreglur

Ķ kapitalvinningsskattalógini, sum kom ķ gildi 16. november 2001, vóru skiftisreglur gjųrdar. Reglurnar bera ķ sęr, at tey partabrųv o.a., sum vóršu śtvegaš, įšrenn lógin kom ķ gildi, framvegis skuldu višgerast eftir sama leisti sum undan 16. november 2001. Herviš vóru reglurnar varšveittar, iš įseta skattafrķtųku viš trż įra ognartķš ella 10 įra ognartķš fyri hųvušspartaeigarar.

 

Landsstżrismašurin skjżtur nś upp, at avtaka skattafrķtųkuna ķ skiftisreglunum.

 

Landsstżrismašurin ynskir tó at tryggja, at tann vinningur ella viršisųking, sum eru stašfest av partabrųvum fram til 1. januar 2007, framvegis verša skattafrķ. Soleišis veršur skotiš upp, at fyri tey partabrųv o.a., sum ķ dag koma undir skiftisreglurnar, veršur bert tann viršisųking, sum veršur stašfest 1. januar 2007 ella seinni, skattskyldug. Viš hesum veršur tryggjaš, at skatting ikki fer fram viš afturvirkandi megi.

 

Verša  partabrųv seld fyri 31. desember 2006, veršur įsett, at skattafrķtųkan av teimum partabrųvum, sum eru śtvegaš, įšrenn kapitalvinningsskattalógin kom ķ gildi, veršur varšveitt. Taš merkir, at um tey partabrųv o.a., sum eru śtvegaš fyri 16. november 2001, verša seld ķ tķšarskeišinum frį tķ, at lógin kemur ķ gildi, og fram til 31. desember 2006, skal vinningur ella tap ikki takast viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Hetta veršur galdandi bęši fyri minnilutapartaeigarar og hųvušspartaeigarar, sjįlvt um hųvušspartaeigarar ikki hava įtt partabrųvini ķ 10 įr, tį tey verša seld.

 

Skattskyldugur vinningur, sum veršur stašfestur 1. januar 2007 ella seinni, veršur roknašur śt frį muninum millum sųluprķsin og viršiš, sum partabrųvini hava 31. desember 2006.

 

Fyri tey partabrųv o.a., sum eru skrįsett į einum viršisbręvamarknaši, veršur skrįsetta viršiš tann 31. desember 2006 nżtt sum śtveganarviršiš eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Fyri tey partabrųv o.a., sum ikki eru skrįsett į einum viršisbręvamarknaši, kann taš veršur trupult at įseta eitt nżtt śtveganarviršiš tann 31. desember 2006, av tķ sama veršur skotiš upp, at viršiš į hesum partabrųvum veršur įsett śt frį innara viršinum ķ partafelagnum, sum skal vera so nęr handilsviršinum sum gjųrligt. Talan er um partabrųv o.a., sum eru śtvegaš fyri 16. november 2001, og sum ikki eru avhend fyri 1. januar 2007, og harviš ikki koma undir skattafrķtųkuna eftir § 27. Hesi partabrųv o.a. skulu roknast fyri at vera śtvegaš fyri eitt virši, iš er įsett viš stųši ķ einum mettum handilsvirši ķ felagnum viš endan į roknskaparskeišinum 2006. Śtgangsstųšiš fyri viršisįsetingina av partabrųvum v.m. er viršiš, sum stendur ķ roknskapinum og eru eftirkannaš av grannskošara felagsins. Innara viršiš felagsins kann sķšani verša javnaš fyri meir- og minniviršiš į ogn og skuld felagsins, ķroknaš goodwill, fyri at finna eitt mett handilsvirši.

 

Skotiš veršur upp, at avmarka ręttin til frįdrįtt av tapi ķ kapitalvinning, tį iš viršisbręviš er sett til eitt mett handilsviršiš. Um eitt mett viršisbręv veršur selt viš tapi, kann hetta tapiš, sum meginregla verša drigiš frį ķ kapitalvinningi komandi įrini. Tó veršur skotiš upp, at tapiš, sum kann verša drigiš frį ķ kapitalvinningi, ongantķš kann verša meira enn taš tapiš, sum uppruna śtveganarviršiš av viršisbręvinum hevši giviš viš sųlu til sama prķs.

 

Skotiš veršur upp, at partabręvaeigarar, ķ stašin fyri at nżta kursviršiš ella handilsviršiš, kunnu velja at nżta veruliga śtveganarviršiš sum skattligt śtveganarvirši eftir lógini. Hetta kann t.d. vera ein fyrimunur fyri partabręvaeigaran, um so er, at veruliga śtveganarviršiš er hęgri enn innara viršiš. Skattskyldugi vinningurin veršur ķ slķkum fųrum lęgri.

 

Oršingin av nśverandi skiftisreglum ber ķ sęr, at ašrar įsetingar ķ lógini ikki kundu nżtast fyri partabrųv, sum vóru śtvegaš, įšrenn kapitalvinningsskattalógin kom ķ gildi.

 

Eitt nś hevur hetta fųrt viš sęr, at reglurnar um succesión ķ §§ 12 og 13 ķ kapitalvinningsskattalógini ikki kunnu nżtast. Reglurnar ķ § 5 um, at sųla til śtlutandi felag altķš er at rokna sum vinningsbżti, hava heldur ikki kunna veriš nżttar.

 

Skiftisreglurnar, sum nś verša skotnar upp, forša ikki fyri, at ašrar almennar reglur ķ lógini skulu nżtast. Taš vil m.a. siga, at nś ber til at koma ķ skattligu stųšuna hjį foreldrum o.ų. eftir reglunum um successión ķ §§ 12 og 13.

 

Skattagrundarlagiš veršur viš hesum uppskoti vķškaš soleišis, at frameftir veršur ųll sųla og avhending av viršisbrųvum skattaš og sum frįlķšur veršur hetta ein meirinntųka til landskassan.

 

Skattafrķtt vinningsbżti millum felųg og grunnar o.o., sum eiga partabrųv ķ tķ śtlutandi felagnum

Eftir § 9, stk. 1 ķ galdandi lóg eru taš bert felųg, grunnar o.o., iš eiga 25 prosent ella meira av partapeninginum/innskotspeninginum ķ tķ śtlutandi felagnum, sum kunnu fįa vinningsbżtiš skattafrķtt. Tį iš broytingaruppskotiš var til hoyringar, komu višmerkingar frį bęši felagnum fyri lųggildar grannskošarar og felagnum fyri peningastovnar um, at landsstżrismašurin eigur at umhugsa at gera broytingar į hesum ųkinum. Vķst varš millum annaš į, at galdandi reglan ber ķ sęr, at vinningsbżtiš veršur skattaš tvęr feršir – fyrst ķ felagnum viš 20 prosentum, og harumframt, tį iš taš veršur goldiš śt śr felagnum til ein privatpersón, viš 35 prosentum. Mett veršur eisini, at reglurnar kunnu hava óhepnar avleišingar viš sęr, iš ikki vóru tilętlašar.

 

Landsstżrismašurin viš fķggjarmįlum tekur undir viš višmerkingunum frį felųgunum og leggur serliga dent į, at ķ hesum tķšum, tį iš Fųroyar skulu menna ein viršisbręvamarknaš, er umrįšandi, at skattareglur ikki fųra viš sęr óneyšuga umsiting hjį vinnu og myndugleikum viš taš, at neyšugt er hjį fyritųkum, sum keypa minni part ķ einum virki, at legga saman og skjóta virkir inn ķ millum fyritųkurnar fyri at fįa vinningsbżtiš millum felųgini skattafrķtt, fyri sķšani at likvidera virkiš. Taš, sum er taš mest umrįšandi, er, at tį iš vinningsbżtiš veršur śtlutaš til privatpersón, skal vinningsbżtisskattur gjaldast viš 35 prosent.

 

Tķ veršur skotiš upp, at felųg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug ķ Fųroyum, og sum eiga partapening/innskotspening ķ tķ śtlutandi felagnum, ikki skulu gjalda skatt av vinningsbżtinum. 

 

Valutakursvinningur

Eftir nśverandi lóggįvu skal valutakursvinningur višgerast eftir kapitalvinningsskattalógini, mešan valutakurstap av fķggjarkrųvum og skuld, iš hava samband viš skattgjaldarans vinnuvirki, verša tikin viš ķ skattskyldugu inntųkuna eftir skattalógini.

 

Mett veršur, at valutakursvinningur og -tap eiga at verša višgjųrd eftir somu reglum, og skotiš veršur tķ upp, at bęši valutakursvinningur og -tap, iš hava samband viš skattgjaldarans vinnuvirki verša tikin viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuna eftir skattalógini.

 

Vinningur yvir 1.000 krónur

Sambęrt galdandi lóg skulu likamligir persónar og deyšsbśgv bert skattast av vinningi ķ sambandi viš innfrķan ella sųlu av krųvum og ķ sambandi viš leysgevan av skuld, um so er, at vinningurin er meira enn 10.000 kr. samanlagt um įriš. Hendan įseting varš upprunaliga sett inn ķ lógina fyri at lętta um fyrisitingina, viš at allir teir smęrru vinningarnir vóru undantiknir skattskyldu.

 

Įsetingin kann tó fųra til spekulasjón. Til dųmis ber til at keypa lįnsbrųv, sum hava lķtla ella onga rentu, og sum tķ ķ stašin geva vinning viš sųlu. Um sųluvinningurin av lįnsbrųvum ikki er stųrri enn 10 .000 kr. um įriš, skal vinningurin ikki skattast.

 

Mett veršur, at marknašartreytir eiga at vera avgerandi fyri, hvųrjar ķlųgur verša gjųrdar - ikki skattlig atlit. Skotiš veršur tķ upp, at upphęddin į 10.000 kr. veršur lękkaš nišur ķ 1.000 kr. Viš hesum veršur mett, at skattligu atlitini viga minni, tį avgerast skal, hvųrjar ķlųgur skulu gerast.

 

Innkrevjing

Skotiš veršur upp at seta eitt minstamark fyri, nęr ķrestandi skattur av kapitalvinningi veršur innkravdur, og nęr avlopsskattur av kapitalvinningi veršur goldin śt. Ķrestandi skattur veršur bert kravdur inn, tį hann er stųrri enn 500 kr., mešan avlopsskattur bert veršur śtgoldin, tį hann er 50 kr. ella stųrri.

 

Sjįlvuppgįva og vinningsbżtisuppgerš

Skotiš veršur upp, at reglurnar um innlating av kapitalvinningssjįlvuppgįvu verša tillagašar soleišis, at um skattgjaldari fęr forprentaša sjįlvuppgįvu, og tęr forprentašu upplżsingarnar eru ręttar og fullfķggjašar, so nżtist skattgjaldaranum ikki at lata inn sjįlvuppgįvu. Eisini verša gjųrdar nakrar broytingar ķ įsetingunum um vinningsbżtisuppgeršina hjį felųgum, sum śtluta vinningsbżti, og nęr vinningsbżtisskattur skal haldast aftur.

 

Dekort og samsżning fyri višhangandi rentu

Skotiš veršur upp at gera reglur um tķšargreinan av dekort, sum er samsżning, iš veršur goldin peningastovni ķ sambandi viš, at peningur veršur tikin śt ķ strķš viš uppsagnartķš. Įsett veršur, at slķk samsżning veršur tikin viš ķ uppgeršina av rentuinntųku taš įriš, samsżningin veršur skuldskrivaš. Eftir vanligum periodiseringsreglum skal slķk samsżning mótroknast ķ rentuinntųkuni, sum samsżningin višvķkur, og hetta kann vera eitt inntųkuįr frammanundan, at samsżningin veršur skuldskrivaš.

 

Eisini veršur skotiš upp at gera reglur um tķšargreinan av samsżning, sum veršur goldin fyri višhangandi ella góšskrivaša rentu, iš er knżtt at einum rentuberandi kravi, t.d. einum lįnsbręvi. Skotiš veršur upp, at slķk samsżning veršur tikin viš ķ uppgeršina av rentuinntųku taš įriš, tį avhendingin ella śtveganin av lįnsbręvinum fer fram. Eftir vanligu periodiseringsreglunum skal slķk samsżning eisini takast viš ķ uppgeršina av tķ rentuinntųku, sum samsżningin višvķkur.

 

Dekort og samsżning fyri višhangandi ella góšskrivaša rentu veršur ikki mett sum ein sjįlvstųšug śtreišsla ella inntųka, iš er fevnd av kapitalvinningsskattalógini, men harafturķmóti ein regulering av tķ rentuinntųku sum skattgjaldarin hevur fingiš ella fer at fįa.

 

Kap. 2. Avleišingar av uppskotinum

Taš er trupult at siga, hvussu stórar fķggjarligar avleišingar uppskotiš hevur viš sęr fyri land og kommunur.

 

Taš, at felųg sleppa frį skatting av kapitalvinningi, ķ tann mun felųgini hava hall av rakstri, fųrir til, at landskassin missir nakaš. Skattur eftir kapitalvinningsskattalógini fer óskerdur ķ landskassan, mešan skattur eftir skattalógini veršur bżttur millum land og kommunur. Hall, sum kann fųrast fram til frįdrįtt ķ komandi inntųkum eftir skattalógini, veršur viš hesi broyting skjótari nżtt, og felųgini koma skjótari at rinda skatt av rakstrinum aftur. Tķ veršur ikki mett, at henda broyting hevur viš sęr negativar avleišingar fyri kommunur, bert fyri landiš.

 

Broytingin ķ skiftisreglunum hevur viš sęr, at ųll partabrųv skulu skattast av vinningi viš sųlu, eisini tey partabrųv, sum eru śtvegaš, įšrenn kapitalvinningsskattalógin kom ķ gildi. Av hesum partabrųvum, er taš tó bert tann viršisųking, sum veršur stašfest eftir ein įvķsan dag, ķ flestu fųrum 31. desember 2006, sum veršur skattskyldug. Skattagrundarlagiš veršur soleišis vķškaš nakaš, og er hetta ein fyrimunur fyri landskassan.

 

Viš taš at valutakursvinningur viš hesum lógaruppskoti veršur tikin viš ķ skattskyldugu inntųkuna, tį hesin vinningur hevur samband viš skattgjaldarans vinnuvirki, veršur hesin vinningur fluttur frį skatting eftir kapitalvinningsskattalógini til skatting eftir skattalógini og kemur soleišis viš i bżti milllum land og kommunur. Taš er soleišis ein įvķsur įgóši ķ hesum fyri kommunurnar.

 

Trupult er at siga hvųrjar umsitingarligar avleišingar lógaruppskotiš hevur fyri Toll- og Skattstovu Fųroya. Stašfestast kann tó, at lógaruppskotiš skipar til enn meira automatikk, sum tó tekur tķš at gera, hetta hevur viš sęr, at tęr manuellu umsitingarnar mugu nżtast, inntil skipanin kemur at koyra sjįlvvirkandi.

Višvķkjandi įsetingunum um minstamark fyri innkrevjing og śtgjald og įsetingunum um, at skattgjaldarar bert skulu lata inn sjįlvuppgįvu, um forprentašu upplżsingarnar ikki eru fullfķggjašar, veršur mett, at Toll- og Skattstova Fųroya kann spara nakaš ķ umsiting, hinvegin veršur taš nakaš meir umsiting av, at partabrųv, sum eru śtvegaš fyri 16. november 2001, skulu įsetast til eitt skattligt śtveganarvirši eftir innara viršinum ķ felagnum.

 

Trupult er at siga hvųrjar fķggjarligar og umsitingarligar avleišingar lógaruppskotiš fęr fyri vinnuna. Viršisųkingar, stašfestar eftir ein įvķsan dag, ķ flestu fųrum 31. desember 2006, av partabrųvum, sum eru śtvegaš, įšrenn kapitalvinningsskattalógin kom ķ gildi, verša sum sagt skattskyldugar. Hjį felųgum veršur taš ein fķggjarligur fyrimunur, at tey kunnu mótrokna positivan kapitalvinning ķ halli av rakstrinum.

 

Lógaruppskotiš hevur ongar avleišingar fyri umhvųrviš. Heldur ikki hevur uppskotiš sosialar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ
landinum

Fyri įvķsar sam-felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

           Ja

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar

 

 

 

Nei

Nei

 

Hoyringar

Hetta uppskot til broyting ķ Kapitalvinningsskattalógini hevur veriš til hoyringar hjį:

- Felagnum fyri lųggildigar grannskošarar

- Felagnum fyri skrįsettar grannskošarar

- Felagnum Peningastovnar

- FOĶB

- P/F Kaupthing Viršisbręvameklarafelag

- Felagnum fyri advokatar

- Lųgmansskrivstovuni

- Fiskimįlarįšnum

- Vinnumįlarįšnum

- Mentamįlarįšnum

- Almanna- og Heilsumįlarįšnum

- Innlendismįlarįšnum

 

Svar er komiš frį:

- Felagnum fyri lųggildigar grannskošarar

- Felagnum fyri skrįsettar grannskošarar

- Felagnum Peningastovnar

- FOĶB

- P/F Kaupthing Viršisbręvameklarafelag

 

Kap. 3. Serligar višmerkingar

§ 1, nr. 1

Skotiš veršur upp, at reglurnar ķ kapitalvinningsskattalógini eisini verša galdandi fyri rentuśtreišslur

 

§ 1, nr. 2

Upphęddin, nevnd ķ  § 6, stk. 4, veršur lękkaš śr 10.000 kr. nišur ķ 1.000 kr.

 

§ 1, nr. 3

Her veršur skotiš upp, at bęši valutakursvinningur og valutakurstap av fķggjarkrųvum og skuld, skulu takast viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini ķ teimum fųrum, tį vinningurin ella tapiš hava samband viš skattgjaldarans vinnuvirki. Ķ nśverandi lóg er taš bert valutakurstap, sum hevur samband viš vinnuvirki, sum skal višgerast eftir skattalógini. Vinningur veršur ķ galdandi lóg višgjųrdur eftir kapitalvinningsskattalógini. Viš broytingini skulu allir valutakursmunir av krųvum og skuld, sum hava samband viš vinnuvirki, višgerast eftir somu reglum, sama um talan er um vinning ella tap.

 

§ 1, nr. 4

Her veršur įsett, at felųg og grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug ķ Fųroyum, og sum eiga partapening/innskotspening ķ tķ śtlutandi felagnum, ikki skulu gjalda skatt av vinningsbżtinum. Her veršur gjųrd tann avmarking, at vinningsbżtiš bert veršur latiš skattafrķtt, um móttakandi felagiš er fult skattskyldugt ķ Fųroyum. Tó skal višmerkjast, at ķ tķ noršurlendska tvķskattasįttmįlanum hava Fųroyar bundiš seg til, at um móttakandi felagiš er heimahoyrandi ķ einum ųšrum Noršurlandi og eigur minst 10% av ognunum ķ tķ śtlutandi felagnum, so skal felagiš verša frķtikiš fyri skatting av vinningsbżti. Hóast vit soleišis hava interna heimild til at skatta, kunnu vit viš sįttmįlanum viš onnur lond hava bundiš okkum til at lata vera viš at nżta henda ręttin.

 

§ 1, nr. 5

Skotiš veršur upp at strika hesa įseting, iš var sett ķ lógina fyri at forša fyri misbrśki av reglunum um skatt av vinningsbżti. Mett veršur, at tį iš reglurnar um skattafrķtųku viš sųlu av viršisbrųvum verša settar śr gildi tann 1. januar 2007, hevur henda įseting ongan tżdning.

 

§ 1, nr. 6

Her veršur įsett, at samsżningin fyri višhangandi rentu ella góšskrivaša rentu, sum veršur rindaš ķ sambandi viš, at rentuberandi krųv verša avhend ella śtvegaš, skal takast viš ķ uppgeršina av rentuinntųkuni taš inntųkuįriš, tį avhendingin ella śtveganin fer fram.

 

Talan er bert um eina periodiseringsreglu. Umtalaša samsżningin er at meta sum ein regulering av rentuinntųkuni, sum er knżtt at kravinum, sum veršur keypt ella selt, t.d. einum lįnsbręvi. Samsżningin skal eftir galdandi periodiseringsreglum dragast frį ella leggjast afturat tķ įvķsu rentuinntųkuni av lįnsbręvinum, sum er keypt ella selt. Hetta merkir, at ķ dag veršur lįnsbręv fyri lįnsbręv hįtturin nżttur. Fyri at lętta um bęši hjį vinnuni og hjį Toll- og Skattstovu Fųroya veršur skotiš upp, at samsżningin ķ stašin skal takast viš ķ uppgeršina av rentuinntųkuni taš įriš, tį lįnsbręviš veršur keypt ella selt, so sleppast kann undan at gera broytingar ķ skattauppgeršum fyri onnur įr.

 

Skotiš veršur eisini upp, at dekort, sum veršur goldiš einum peningastovni ķ sambandi viš at innistandandi veršur tikiš śt ķ strķš viš uppsagnartķš, skal takast viš ķ uppgeršina av rentuinntųku taš įriš, tį samsżningin veršur skuldskrivaš. Eisini her er talan um eina periodiseringsreglu. Av praktiskum orsųkum veršur skotiš upp, at samsżningin veršur tikin viš ķ uppgeršina av rentuinntųku taš įriš, tį samsżningin veršur skuldskrivaš, taš vil siga, tį peningurin veršur tikin śt.

 

Hesar reglur um tķšargreining kunnu fųra til, at persónur ella felag fęr eina negativa rentuinntųku og um negativa rentuinntųkan ikki kann rśmast ķ ųšrum kapitalvinningi, so kann negativ rentuinntųka framflytast til frįdrįtt ķ komandi kapitalvinningi.

 

Mųguleiki veršur nś fyri at mótrokna rentuśtreišslur ķ kapitalvinningi tey nęstu fylgjandi 5 įrini, taš merkir, at teir persónar, iš hava rentuśtreišslur og kapitalvinning, viš hesi nżggju įseting koma at gjalda minni skatt, um so er, viškomandi hevur kapitalvinning. Uppskotiš fer sostatt at gagna ųllum, sum hava positivan kapitalvinning. Persónar, iš ongan kapitalvinning hava, koma ikki at merkja nakaš til hesa įseting. Įsetingin fevnir bert um rentur, sum ikki koma undir Rentustušulsskipanina.

 

§ 1, nr, 7

Her er bert talan um eina fylgibroyting av, at § 28 veršur broytt, sķ višmerkingar til § 1, nr. 17. Tį grein 28 veršur broytt, skal § 14 ikki vķsa til § 28.

 

§ 1, nr. 8

Skotiš veršur upp, at felųg og grunnar o.o. skulu taka nettovinning eftir kapitalvinningsskattalógini viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini tey įr, tį inntųkuuppgeršin eftir skattalógini vķsir hall. Soleišis kunnu felųg og grunnar o.o. mótrokna nettovinning eftir kapitalvinningsskattalógini ķ halli eftir skattalógini og harviš umgangast at skula rinda skatt eftir kapitalvinningsskattalógini, tį tey hava hall av rakstrinum ķ felagnum.

 

Taš er bert so stórur partur av kapitalvinninginum, sum dekkar hall eftir skattalógini, sum kann takast viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini, taš kann vera hall, sum er stašfest ķ sama įri, ella undanfarnum įrum, um so er, at tey kunnu fųrast fram til frįdrįtt ķ seinni inntųkuįrum.

 

Hall eftir kapitalvinningsskattalógini kunnu ikki mótroknast ķ eini positivari skattskyldugari inntųku eftir skattalógini. Hall eftir kapitalvinningsskattalógini kunnu bert fųrast fram til frįdrįtt ķ framtķšar inntųkum eftir kapitalviningsskattalógini eins og ķ galdandi reglum, jbr. 14, stk. 3.

 

§ 1, nr. 9

Skotiš veršur upp at avmarka mótrokning av rentuśtreišslum ķ kapitalvinningi, hetta serliga av tķ grund, at įsetingin er nżggj, og enn er vissa ikki fyri, hvussu umfatandi henda heimildin kemur at verša.

 

§ 1, nr. 10

§ 15, stk. 1 veršur oršaš av nżggjum. Ongar broytingar eru ķ 1. pkt. Ķ 2. pkt. veršur ein nżggj įseting sett, iš sigur, at vinningsbżtisskattur skal haldast aftur eisini ķ teimum fųrum, tį felųg keypa egin partabrųv o.a., sum eru fevnd av § 5. Tį sųluupphęddin veršur roknaš sum vinningsbżti, um felųg keypa egin partabrųv, jbr. § 5, veršur skotiš upp, at śtlutandi felagiš eisini ķ slķkum fųrum skal halda aftur vinningsbżtisskatt.

 

Nśverandi 3. pkt., sum snżr seg um vinningsbżtisuppgeršina, veršur flutt til stk. 3, samstundis sum taš veršur umoršaš. Nśverandi 4. pkt., iš sigur, at skatturin įliggur móttakaranum, veršur ikki broytt, men veršur eftir lógaruppskotinum flutt til 3. pkt.

 

Sum 4. pkt. veršur įsett, at tį śtlutaš veršur til felųg og grunnar o.o., skal skattur ikki afturhaldast. Ķ 5. pkt. veršur įsett, at skattur ikki skal haldast aftur av vinningsbżti til partabrųv o.o., sum śtlutandi felagiš sjįlvt eigur.

 

Ķ § 15, stk. 2 veršur įsett, at landsstżrismašurin viš kunngerš kann įseta reglur um, at skattur ikki skal haldast aftur, ella at skattur skal haldast aftur viš einum lęgri satsi, enn įsett ķ stk. 1.

 

Ętlanin er at gera undantak ķ kunngerš, soleišis at taš ķ įvķsum fųrum kann verša mųguligt at geva felųgunum, sum śtluta vinningsbżti, loyvi til ikki at halda aftur skatt av vinningsbżti.

 

Eitt nś kunnu tvķskattasįttmįlar įseta, at Fųroyar ikki skulu skatta įvķst vinningsbżti, ella at Fųroyar bert kunnu skatta vinningsbżti viš einum lęgri satsi, enn įsett ķ stk. 1.

 

Taš er soleišis ikki meiningin, at śtlutandi felųgini sjįlvi kunnu stżra, hvųrjir persónar ella felųg ikki skulu rinda skatt, ella skulu rinda ein lęgri skatt, enn įsett ķ kapitalvinningsskattalógini. Taš veršur altķš Toll- og Skattstova Fųroya, sum kemur at stżra, nęr og hvussu felųg kunnu afturhalda skatt į annan hįtt, enn įsett ķ stk. 1. Taš eru slķkar reglur, sum skulu įsetast ķ kunngerš.

 

Uttan serligar įsetingar ķ kunngerš skulu tey felųg og teir persónar, sum hava goldiš ov nógvan skatt, orsakaš av at śtlutandi felųgini hava hildiš aftur vinningsbżtisskatt, sųkja um at fįa skattin aftur frį Toll- og Skattstovu Fųroya, eins og taš veršur gjųrt nś.

 

Verandi § 15, stk. 3 veršur strikaš. Her er įsett, at vinningsbżti frį felųgum og grunnum o.ų., sum ikki eru fult skattskyldug ķ Fųroyum, veršur giviš upp, og skattur goldin sambęrt įsetingunum ķ § 18. Mett veršur, at hendan įseting er óneyšug, tį taš longu ķ grein 18 veršur įsett, at persónar og felųg o.o., sum hava inntųku, sum er skattskyldug sambęrt kapitalvinningsskattalógini, skulu geva upp hesa inntųku.

 

Ķ stašin verša įsetingarnar um vinningsbżtisuppgerš settar ķ § 15, stk. 3.

 

Felųg, grunnar o.o., sum śtluta vinningsbżti, skulu rinda skattin til Toll- og Skattstovu Fųroya, og hetta skal verša gjųrt 14 dagar eftir avgerš um śtlutan av vinningsbżti. Henda įseting hevur stašiš ķ § 15, stk. 1, men veršur nś flutt til stk. 3, samstundis sum įsetingin veršur umoršaš. Einasta broyting ķ fyrsta setningi er, at taš ķ uppskotinum stendur “avgerš” um śtlutan av vinningsbżti, mešan taš ķ nśverandi lóggįvu stendur “ašalfundarsamtykt” um śtlutan av vinningsbżti.

 

Grundin til hesa broyting er, at alt, sum veršur śtlutaš partabręvaeigarum, er at meta sum vinningsbżti, jbr. § 1, stk. 2 ķ kapitalvinningsskattalógini. Hetta merkir, at um felag rindar pening til partaeigara, so er talan um vinningsbżti, (um talan ikki er um lųn ella tķlķkt), eisini um hetta veršur gjųrt uttan formliga ašalfundarsamtykt. Felagiš skal tį eisini halda aftur skatt av vinningsbżtinum.

 

Freistin fyri at rinda vinningsbżtisskatt til Toll- og Skattstovu Fųroya veršur roknaš frį tķ, at avgeršin er tikin um at rinda śt vinningsbżti. Um taš ikki fyriliggur nųkur formel avgerš um at rinda śt vinningsbżti, veršur freistin ķ seinasta lagi roknaš frį tķ, at vinningsbżti veršur goldiš partabręvaeigaranum.

 

Ķ seinna setningi ķ stk. 3 er įsett, at felagiš, sum rindar śt vinningsbżti, skal leggja viš eina vinningsbżtisuppgerš, sum vķsir, hvussu skatturin er roknašur, hvųrjir persónar og felųg fįa śtlutaš vinningsbżti, um tey eru kend, og hvųrji felųg ikki skulu rinda skatt, jbr. § 9, stk 1, 2. pkt.

 

Verandi stk. 2 ķ grein 15 veršur hereftir stk. 4.

 

§ 1, nr. 11

Skotiš veršur upp, at § 17 veršur strikaš. § 17 įsetur, at ašrar rentur, sum ikki koma frį fųroyskum peningastovnum og postgiro, skulu gevast upp, og skatturin rindast sambęrt įsetingunum ķ § 18. Mett veršur, at henda įseting er óneyšug, tį taš longu ķ grein 18 veršur įsett, at persónar og felųg o.o., sum hava inntųku, sum er skattskyldug sambęrt kapitalvinningsskattalógini, skulu geva upp hesa inntųku. Avtųkan av § 17 broytir tķ ikki ręttarstųšuna.

 

§ 1, nr. 12

§ 18, stk. 1 veršur eisini oršaš av nżggjum. Ķ 1. pkt. er bert tann broytingin gjųrd, at tilvķsingin til §§ 15 og 17 veršur tikin burtur. Taš veršur ikki mett neyšugt at nevna §§ 15 og 17 ķ hesi įseting, tį taš er ųll inntųka, sum er skattskyldug eftir lógini, sum skal takast viš ķ § 14 uppgeršina, og tķ er bert neyšugt at vķsa til § 14. Mett veršur ikki, at hetta fųrir til nakra broyting ķ ręttarstųšuni.

 

Eingin broyting veršur gjųrd ķ 2. pkt. Her er įsett, at freistin fyri at geva upp inntųkuna eftir kapitalvinningsskattalógini er tann sama, sum freistin fyri at lata inn sjįlvuppgįvu eftir skattalógini.

 

Ķ 3. pkt. veršur įsett, at persónum, felųgum o.ų., sum hava fingiš eina forprentaša kapitalvinningssjįlvuppgįvu, ikki nżtast at lata inn sjįlvuppgįvu, um forprentašu upplżsingarnar eru ręttar og fullfķggjašar. Mangla onkrar upplżsingar, ella eru upplżsingarnar skeivar į forprentašu sjįlvuppgįvuni, skal sjįlvuppgįvan altķš latast inn. Bert um allar upplżsingarnar į forprentašu sjįlvuppgįvuni eru ręttar og fullfķggjašar, kann ein lata vera viš at lata inn sjįlvuppgįvu.

 

§ 1, nr. 13

Eitt nżtt stk. 2 veršur sett inn ķ § 18. Her veršur įsett, at ķrestandi skattur eftir lógini veršur ikki  kravdur inn, um hann er 500 kr. ella minni. Eisini veršur įsett, at avlopsskattur veršur ikki śtgoldin, um so er, at hann er 50 kr. ella minni. Tęr upphęddir, sum ikki vera innkravdar ella śtgoldnar eftir hesi įseting, verša bókašar įvikavist sum ein śtreišsla og ein inntųka hjį landskassanum fyri viškomandi įr.

 

§ 1, nr. 14

Ķ įsetingini um kęru veršur skotiš upp at gera eina tilvķsing til kapittul 7. Soleišis kunnu avgeršir, sum verša tiknar eftir reglunum ķ kapittul 7, skiftisreglunum, eisini kęrast til Skatta- og avgjaldskęrunevndina.

 

§ 1, nr. 15

Nśverandi revsiįseting ķ § 23 įsetur, at tann, iš greišir rangt frį ella į annan hįtt gevur villleišandi upplżsingar, kann verša revsašur, um hetta veršur gjųrt viš tķ ķ hyggju at sleppa undan at gjalda skatt eftir kapitalvinningsskattalógini, ella at misbrotiš er framt av stórum gįloysni.

 

Tį skattgjaldarar nś sleppa undan at lata inn sjįlvuppgįvu, um upplżsingar į forprentašu sjįlvuppgįvuni eru ręttar og fullfķggjašar, veršur skotiš upp at vķška revsireglurnar til eisini at fevna um passiv brot į kapitalvinningsskattalógina.

 

Soleišis kann tann, sum letur vera viš at lata inn sjįlvuppgįvu, hóast upplżsingarnar į forprentašu sjįlvuppgįvuni ikki eru ręttar og fullfķggjašar, verša revsašur, um so er, at hetta er gjųrt viš tķ ķ hyggju at sleppa undan at gjalda skattin, ella at misbrotiš er framt viš stórum gįloysni.

 

§ 1, nr. 16

Skotiš veršur upp at seta nżggjar reglur inn ķ kapittul 7, sum umrųšur skiftisreglur.

 

Nśverandi reglur um skattafrķtųku av partabrųvum o.ų., sum vóru śtvegaš, įšrenn kapitalvinningsskattalógin kom ķ gildi 16. november 2001, verša avtiknar. Taš eru §§ 27-30, sum verša avtiknar.

 

Ķ stašin verša settar nżggjar reglur, sum eisini snśgva seg um tey partabrųv, sum vóru śtvegaš, įšrenn kapitalvinningsskattalógin kom ķ gildi.

 

Ķ § 27 veršur įsett, at hóast reglurnar ķ § 4 ķ hesi lóg, skal vinningur og tap av at avhenda partabrųv o.a., sum eru śtvegaš fyri 16. november 2001, ikki teljast viš ķ skattskyldugu inntųkuna eftir kapitalvinningsskattalógini, um so er, at avhendingin fer fram fyri 1. januar 2007. Soleišis veršur vinningur skattafrķur, og tap kann ikki dragast frį, um vinningurin ella tapiš verša realiseraš ķ tķšarskeišnum, frį at lógin kemur ķ gildi og fram til 1. januar 2007.

 

Skattafrķtųkan veršur varšveitt fram til 1. januar 2007 og er galdandi bęši fyri minnilutapartaeigarar og hųvušspartaeigarar, sjįlvt um hųvušspartaeigarar ikki hava įtt partabrųvini ķ 10 įr, tį tey verša avhend. Taš er sostatt ikki longur neyšugt at skilja ķmillum, um talan er um minnilutapartaeigara ella hųvušspartaeigara.

 

§ 27 er eitt undantak til § 4 ķ kapitalvinningsskattalógini. Hetta merkir, at § 27 bert skal nżtast, um so er, at skatting eigur at fara fram eftir § 4 ķ lógini. Fųra t.d. reglurnar ķ § 5 til, at sųluupphęddin skal višgerast sum vinningsbżti, so verša įsetingarnar ķ § 27 ikki nżttar. Skal skatting ikki fara fram, tķ at avhendingin kemur undir successiónsreglurnar ķ grein 12 ella 13, so skulu įsetingarnar ķ grein 27 heldur ikki nżtast.

 

§ 1, nr. 17

ķ § 28 veršur įsett, at tey partabrųv o.a., sum eru śtvegaš fyri 16. november 2001, sum ikki eru avhend fyri 1. januar 2007, og harviš ikki koma undir skattafrķtųkuna eftir § 27, skulu roknast fyri at vera śtvegaš fyri eitt virši, sum er įsett viš stųši ķ einum mettum handilsvirši ķ felagnum viš endan į roknskaparskeišnum 2006.

 

Taš verša, sum śtgangsstųšiš, viršini, sum standa ķ roknskapinum, og sum eru eftirkannaš av grannskošara felagsins, sum verša stųšiš undir viršisįsetingini av partabrųvunum. Innara viršiš felagsins veršur śt frį hesum javnaš fyri meir- og minnivirši į ogn og skuld felagsins, ķroknaš goodwill. Ogn og skuld skulu sķšani viršismetast til mett handilsvirši. Hvųrt felag sęr skal sķšani gera eina uppgerš og senda hana inn til Toll- og Skattstovu Fųroya. Grannskošari skal vįtta hesa uppgerš.

 

Veršur eingin uppgerš send Toll- og Skattstovu Fųroya, veršur eitt mett virši įsett. Toll- og Skattstova Fųroya hevur mųguleika at eftirkanna, um viršisįsetingarnar eru ręttar, og veršur komiš fram į, at viršisįsetingarnar ikki eru ķ samsvari viš veruligu handilsviršini, kunnu ręttingar gerast. Eisini er heimild hjį Toll- og Skattstovu Fųroya, um eingin uppgerš veršur latin inn, at įseta eitt virši. Tį veršur viršiš į partabrųvunum įsett śt frį tķ regulering av ognum og skuld, sum Toll- og Skattstova Fųroya ger.

 

Landsstżrismašurin viš fķggjarmįlum hevur viš kunngerš heimild at įseta nęrri reglur um, hvussu tey ymisku ognarslųgini skulu viršisįsetast, t.d. fųst ogn, skip, immateriellar ognir o.a.

 

Avgeršir, sum Toll- og Skattstova Fųroya tekur um viršisįseting av ognum og skuld, kunnu kęrast til Skatta- og avgjaldskęrunevndina, og avgeršir frį Skatta- og avgjaldskęrunevndini kunnu kęrast til Fųroya Rętt.

 

Viršisįseting av partabrųvum śt frį einum mettum handilsvirši ķ felagnum er bert galdandi fyri partabrųv o.a. ķ felųgum, sum ikki eru skrįsett į einum viršisbręvamarknaši. Tey partabrųv, sum eru skrįsett į einum viršisbręvamarknaši, verša sambęrt § 28, stk. 2 roknaš sum śtvegaš fyri skrįsetta kursviršiš viš dagsenda tann 31. desember 2006.

 

Ķ stašin fyri at nżta viršini, sum eru nevnd ķ § 28, stk. 1 og 2, kunnu partaeigarar nżta veruliga śtveganarviršiš. Taš vil siga, at partaeigarar ķ stašin kunnu nżta taš viršiš, sum teir veruliga hava keypt partabrųvini fyri, sum skattligt śtveganarvirši eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Taš er ein treyt fyri at kunna nżta veruliga śtveganarviršiš, at hetta veršur frįbošaš Toll- og Skattstovu Fųroya innan 1. oktober 2007.

 

Veršur viršisbręviš viršismett til eitt mett handilsvirši, eru avmarkingar fyri, hvussu frįdrįttur av hesum kann fara fram, um ein framtķšar sųla gevur tap. Gevur ein sųla tap ķmun til metta handilsviršiš og sųluupphęddina, kann eitt tap verša drigiš frį ķ kapitalvinningi komandi įrini, tó ongantķš fyri meira enn, hvat sama sųla hevši giviš ķ tapi viš uppruna śtveganarviršinum. Soleišis slepst undan, at frįdrįttur fęst fyri eitt virši, sum reelt ikki er til ella hevur veriš til. Į henda hįtt slepst mųguliga undan, at viršisbrųv verša mett til eitt virši, sum er alt ov langt frį veruliga handilsviršinum.

 

Dųmi 1: § 28, stk. 1, mett handilsviršiš
Viršisbręv śtvegaš 1995 fyri  kr.  8.000.000
Mett handilsviršiš 31/12-06 kr.15.000.000
Selt 2008 fyri kr.  7.000.000
   
Tekniskt sęš eitt tap uppį   kr.  8.000.000
Men reelt eitt tap uppį kr.  1.000.000
   
Dųmi 2: § 28, stk. 1, mett handilsviršiš
Viršisbręv śtvegaš 1995 fyri      kr.   8.000.000
Mett handilsviršiš 31/12-06 kr. 15.000.000
Selt 2008 fyri kr. 10.000.000
Tekniskt sęš eitt tap uppį   kr.   5.000.000
Men reelt eitt tap uppį  kr.              0,0
   
Dųmi 3: § 28, stk. 3, upprunaviršiš
Viršisbręv śtvegaš 1995  fyri  kr. 8.000.000
Selt 2008   kr. 2.000.000
Tap at draga frį ķ kapitalvinningi kr. 6.000.000
   
Dųmi 4: § 28, stk. 1 og 3
Viršisbręv śtvegaš 1995 fyri  kr. 8.000.000
Selt 2008  kr. 2.000.000
Tekniskt sęš eitt tap uppį    kr. 6.000.000

                                          

 

Men um felagiš hevur śtlutaš kr. 6.000.000 sum skattafrķtt vinningsbżti įrini frammanundan sųluni, kann tap av viršisbrųvunum bert verša drigiš frį ķ uppgeršini eftir § 14 ķ tann mun, at tapiš er stųrri enn skattafrķtt vinningsbżti av sama viršisbręvi, sķ § 4, stk. 3 ķ kapitalvinningsskattalógini. Hetta hevur viš sęr, at veruliga tapiš at draga frį ķ dųminum er kr. 0,-.

 

§ 1, nr. 18

§ 29 og § 30 verša strikašar, sķ višmerkingar til § 1, nr. 12.

 

§ 1, nr. 19

§ 31, sum umrųšur hall, sum kundu fųrast fram eftir gomlu viršisbręvaskattalógini ķ 5 įr, veršur strikaš viš gildi fyri inntųkuįriš 2007. Tį eru 5 įr lišin, sķšani kapitalvinningsskattalógin var sett ķ gildi, og hall eftir teimum gomlu reglunum uppbrśkt.

 

§ 2

Skotiš veršur upp, at lógin fęr gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, men at įsetingarnar ķ § 1, nr. 1, 3, 6, 8 og 13 skulu hava virknaš fyri inntųkuįriš 2006, mešan broyting nr. 2 og 19 eru galdandi fyri inntųkuįriš 2007.

 

Tęr broytingar, sum skulu hava virknaš fyri inntųkuįriš 2006, eru:

 

  1. Įsetingin um, at reglurnar ķ hesi lóg eisini fevna um rentuśtreišslur, sķ višmerkingar til § 1, nr. 1.
  2. Įsetingin um, at vinningur av fķggjarkrųvum og skuld, iš hava samband viš vinnuvirki, eisini veršur tikin viš ķ uppgeršina av skattskyldugu inntųkuni eftir skattalógini, sķ višmerkingar til § 1, nr. 3.
  3. Periodiseringsreglan av samsżning fyri rentuinntųku av rentuberandi krųvum og dekort, sum veršur goldiš peningastovnum, sķ višmerkingar til § 1, nr. 6.
  4. Įsetingin um, at felųg kunnu mótrokna vinning eftir kapitalvinningsskattalógini ķ halli eftir skattalógini, sķ višmerkingar til § 1, nr. 8.
  5. Įsetingin um, at ķrestandi skattur bert veršur innkravdur, um hann er meir enn 500 kr., og at avlopsskattur bert veršur śtgoldin, um hann er 50 kr. ella meir, sķ višmerkingar til § 1, nr. 13.

 

Allar hesar įsetingar hava tżdning fyri eitt heilt inntųkuįr og kunnu tķ ikki setast ķ gildi mitt ķ einum įri, tķ veršur skotiš upp, at hesar įsetingar hava gildi fyri inntųkuįriš 2007.

 

Broytingin ķ § 1, nr. 2, har upphęddin ķ § 6, stk. 6 veršur broytt frį 10.000 kr. til 1.000 kr., mį eisini fevna um eitt heilt inntųkuįr, men tį įsetingin er negativ fyri borgaran, kann broytingin ikki setast ķ gildi aftur ķ tķš. Tķ veršur skotiš upp, at henda broyting fęr gildi frį inntųkuįrinum 2007.

 

Broytingin ķ § 1, nr. 5 veršur sett ķ gildi tann 1. januar 2007, tį iš reglurnar um 3 og 10 įra ognartķš fyri at fįa skattafrķtųku viš sųlu verša settar śr gildi. Į sama hįtt veršur broytingin ķ § 1, nr. 19 sett śr gildi og er galdandi frį inntųkuįrinum 2007, tį hall eftir Viršisbręvaskattalógini er uppbrśkt.

 

§ 3

Tį iš kapitalvinningsskattalógin varš sett ķ gildi, varš eftirfylgjandi spurningur, um reglurnar um successión viš deyša, sambęrt § 12, vóru galdandi fyri viršisbrųv, sum vóru śtvegaš fyri 16. november 2001. Ętlanin var ongantķš, at hesi felųg, iš vóru fevnd av viršisbręvaskattalógini, og eftir teimum reglunum kundu nżta successiónsreglurnar eftir tįgaldandi lóg, skulu vera verri fyri eftir kapitalvinningsskattalógini. Fyri at gera taš pśra greitt, verša reglurnar ķ § 12 settar ķ gildi afturvirkandi soleišis, um so er, at onkur hevur goldiš skatt, og sum hevši kunnaš nżtt reglurnar ķ § 12, viš umsókn kann sųkja Toll- og Skattstovu Fųroya um at broyta avgeršina og sostatt fįa goldnan skatt aftur.

 

1. višgerš  8. mars 2006. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 26. aprķl 2006 legši fram soljóšandi

Įlit 

 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann  21. februar 2006, og eftir 1. višgerš tann 8. mars er taš beint fķggjarnevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 9. og 27. mars og 6. og 18. aprķl 2006.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš Bįrš Nielsen, landsstżrismann ķ fķggjarmįlum.

 

Nevndin leggur dent į, at § 28 ikki skal verša byrjan upp į ognarskatt. Nevndin heldur, at landsstżrismašurin eigur at gera nįgreiniligar reglur fyri uppgeršarhįttin, so at hesin veršur einshįttašur og greišur, soleišis at sloppiš veršur undan ivamįlum.

 

Landsstżrismašurin hevur fyri nevndini upplżst, at ķ § 1, nr. 17 ķ uppskotinum, veršur ķ § 28, stk. 4  vķst til stk. 1 og 2, hetta er ikki rętt, taš skal verša vķst til stk. 1 og 3.

 

Eisini hevur landsstżrismašurin vķst į, at lųgtingmįl nr. 87 um renturokning hevur broytingar til renturokning ķ verandi uppskoti, tķ męlir hann til at gera įvķsar broytingar

 

Ein samd nevnd tekur undir viš tilmęli landsstżrismansins og setir fram soljóšandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) Ķ § 1, nr. 10 veršur § 15, stk. 4 oršaš soleišis:

”Hevur felagiš ikki goldiš afturhildnan skatt, tį freistin er śti, skulu 0,7% roknast ķ rentu fyri hvųnn byrjašan mįnaš frį gjaldsdegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaša rentu. Rentan kann ikki dragast frį, tį skattskylduga inntųka felagsins veršur gjųrd upp eftir skattalógini.”

 

2)  Ķ § 1, nr. 17 veršur ķ § 28, stk. 4 oršingin ”stk. 1 og  2” broytt til  ”stk. 1 og  3” 

 

Annars hevur nevndin bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meiriluti (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen)               tekur undir viš, at mųguleiki skal verša at kunna draga frį rentuśtreišslur, iš stava frį lįni, tikiš ķ samband viš keyp av viršisbrųvum, men heldur, at hetta eigur at įsetast ķ lógini og setir tķ fram  soljóšandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

Ķ nr. 6) veršur § 10, stk. 3 oršaš soleišis:

”Stk. 3. Rentur, sum stava frį lįntųku hjį likamligum persónum ķ peningastovnum o.ų., iš er tikiš ķ sambandi viš keyp av viršisbrųvum, kunna mótroknast ķ kapitalvinningi.”

 

Soleišis broytt tekur meirilutin undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja taš.

 

Minniluti (Kįri P. Hųjgaard, Pįll į Reynatśgvu  og Karsten Hansen) heldur taš ikki vera rętt, at  mųguleiki skal verša fyri at kunna draga rentuśtreišslur frį ķ samband viš lįntųku til ķlųgur, og setir tķ fram soljóšandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1)    Ķ § 1, nr. 6) veršur  § 10, stk. 3 strikaš, og stk. 4 veršur stk. 3.

 

2)    Ķ § 1 veršur nr. 9) strikaš. 

 

Soleišis broytt tekur minnilutin undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja taš.

 

2. višgerš 2. mai 2006. Broytingaruppskot frį minnilutanum ķ fķggjarnevndini, Karsten Hansen, Pįll į Reynatśgvu og Kįra P. Hųjgaard, til § 1 fall 14-0-16. Broytingaruppskot frį meirilutanum ķ fķggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til § 1 samtykt 16-1-13. Broytingaruppskot frį samdari fķggjarnevnd til § 1 samtykt 18-0-12. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 20-1-9. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.
 

Į tingfundi 4. mai 2006 lųgdu tingmenninir Karsten Hansen, Hųgni Hoydal, Pįll į Reynatśgvu og Heidi Petersen fram soljóšandi

 

Broytingaruppskot 

til 

3. višgerš

 

1)    Ķ § 1, nr. 6) veršur  § 10, stk. 3 strikaš, og stk. 4 veršur stk. 3.

 

2)    Ķ § 1 veršur nr. 9) strikaš.                                                                  

 

Višmerkingar:

Vķst veršur til višmerkingarnar ķ įlitinum hjį minnilutanum ķ fķggjarnevndini til mįliš.

 

3. višgerš 4. mai 2006. Broytingaruppskot frį tingmonnunum Karsten Hansen, Hųgna Hoydal, Pįll į Reynatśgvu og Heidi Petersen til § 1 fall 14-0-17. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 22-1-8. Mįliš avgreitt.

Ll.nr. 46 frį 16.05.2006