62  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 21. februar, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. december 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 12. december 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)   Í § 3, stk. 1 verður aftaná litra f, sum nýtt litra, sett:

g) Íløgufeløg, ið eru skrásett í Føroyum, og sum umsita íløgur fyri íleggjarar. Treytað av, at hesi íløgufeløg eru fevnd av fyriskipanini "Lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger m.v.". Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta nærri reglur fyri, hvørji íløgufeløg ikki koma undir skattafrítøkuna.”

 

2)   § 33, nr. 9, og § 35 verða strikað.

 

3)   Í § 100, stk. 3, 2. pkt. verður “1. juni” strikað og í staðin verður sett “1. juli”

 

4)   Í § 104 verður sum nýtt stk. 2 og 3 sett:

“Stk. 2. Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin Toll- og Skattstovu Føroya rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við  í mesta lagi kr. 5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ella meira ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 5%.

Stk. 3. Avleiðingum, ið nevndar eru í hesi grein og § 119, og sum standast av tí, ikki at lata inn sjálvuppgávu, ella av ikki rættstundis at lata inn sjálvuppgávu, roknskap ella roknskapartilfar, kann Toll- og Skattstova Føroya fráboða frítøku, lina um ella heilt lata falla burtur álagda sekt, tá ið tað av serligum orsøkum verður hildið at vera rímiligt. Skattgjaldarin skal søkja um eftirgevingina og skal til undanførslu hava grund, sum Toll- og Skattstova Føroya telur fullgóða.”

 

5)   Í § 120 verður í stk. 4 strikað: “Líkningarvaldið kann lata teir soleiðis fingnu upplýsingarnar víðari til partaeigarar í felagnum, um so er, at viðkomandi partaeigarar ikki sjálvir hava atgongd til hesar upplýsingar. Tað er tó ein fyritreyt, at partaeigarin antin hevur selt ella hevur givið tilboð um sølu av partabrøvum, bert treytað av, at hann ikki er umfataður av § 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi.” Og § 120 stk. 5 verður strikað.

 

6)   Í § 120 b., stk. 1, 1. pkt. verður aftaná “upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum” sett: “og afturhildnum rentuskatti”

 

7)   Aftaná § 120 n. verður sett:

§ 120 o. Tann, ið, sum liður í sínum virksemi, tekur ímóti partabrøvum í virðisbrævagoymslu, skal í sambandi við skattaásetingina og líkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar elektroniskt um vinningsbýti o.a., ið er útlutað í árinum frammanundan frá partabrøvum, skrásett á virðisbrævamarknaði, sum eru í varðveitslu í virðisbrævagoymslu. 

Stk. 2. Feløg og grunnar o.a., sum hava skyldu at afturhalda vinningsbýtisskatt eftir Kapitalvinningsskattalógini § 15, skulu á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um vinningsbýti o.a. av partabrøvum o.ø., sum ikki eru skrásett, men útlutað í árinum frammanundan.

Stk.3. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1 og 2, skulu fyri hvønn vinningsbýtismóttakara o.o. sær, innihalda upplýsingar um:

1)      Hvør letur Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingarnar.

2)      Hvør hevur móttikið útlutað vinningsbýti, so vítt sum upplýsingarnar eru kendar.

3)      Hvussu nógv er útlutað í vinningsbýti í árinum frammanundan, og hvussu nógv er afturhildið í vinningsbýtisskatti.

4)      Hvørjum landi útlutandi ella vinningsbýtis latandi partabrævið o.a. er útgivið í, tá ið partabrævið o.a. er skrásett á virðisbrævamarknaði.

Stk. 4. Tann, sum eigur virðisbrævagoymsluna, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal.

Stk. 5. Tann, sum tekur ímóti vinningsbýti frá einum partabrævi o.ø., nevnt í stk. 2, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal.

 Stk. 6. Tann upplýsingarskyldugi skal, í seinasta lagi 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja, boða móttakaranum av vinningsbýtinum frá, hvørjar upplýsingar eru latnar Toll- og Skattstovu Føroya, eftir stk. 1-3.

Stk. 7. Toll- og Skattstova Føroya, kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1-3 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka fyri innlating av upplýsingum.

 

§ 120 p. Almennir stovnar, grunnar, realkreditstovur, virðisbrævasentralar, partafeløg, bankar, sparikassar, íløgufeløg, vekslarar og onnur, sum innloysa rentuseðlar ella tilskriva rentur viðvíkjandi lánsbrøvum, skulu í sambandi við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya, upplýsingar elektroniskt:

1)      Fyri hvønn einstakan lánsbrævaeigara sær.

2)      Um upphæddina á innloystum rentuseðlum ella tilskrivaðari rentu í árinum frammanundan.

3)      Um heiti á avvarðandi lánsbrævi og kursvirðið við sama árs enda.

4)      Umframt tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 120 o., stk. 3.

Á sama hátt skulu upplýsingar gevast um innloysing av vinningsbýtisseðlum viðvíkjandi íløguprógvum í íløgufeløgum umframt kursvirðið á íløgupróvnum við ársenda.

Stk. 2. Tann, sum krevur at innloysa rentu- ella vinningsbýtisseðil ella upprætta kontu í einum virðisbrævasentrali skal upplýsa p-talið ella v-talið hjá lánsbrævaeigaranum ella kontuhavaranum. Um lánsbrævaeigarin ella kontuhavarin hvørki hevur p-tal ella v-tal, kann Toll- og Skattstova Føroya áseta nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast.

Stk. 3. Innloysingarstaðið ella tann kontuførandi stovnurin hava skyldu til at boða eigaranum ella kontuhavaranum frá, hvørjar upplýsingar verða latnar Toll- og Skattstovu Føroya eftir stk. 1, innan 1. feburar árið eftir tað álmanakkaárið, upplýsingarnar viðvíkja.

Stk. 4. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum, herundir hvørji lánsbrøv og íløguprógv eru umfatað av upplýsingarskylduni. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka fyri innlating av upplýsingum.

 

§ 120 r. Bankar, sparikassar, tryggingarfeløg og onnur, sum tekna eftirlønarskipanir o.t., smb. rentutryggingarlógini, skulu í sambandi við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar elektroniskt um teir einstøku kontuhavararnar ella tryggingartakararnar. Upplýsast skal fyri hvørja kontu sær:

1)   Hvørt talan er um lívrentu, kapitalskipan, lutaeftirlønarskipan ella uppsparing.

2)   Samlaðu inngjøldini frá arbeiðsgevara ávikavist eigara og møgulig kapitalinngjøld.

3)   Salda ella virðið á eftirlønarskipanini við ársenda fyri hvørja kontu og eftirlønarskipan sær. Tó ikki fyri lívrentu

4)   Møguligar broytingar í eftirlønarskipanini seinasta árið.

5)   Útgjøld fyri lutaútgjaldingar, eisini hvønn útgjaldingarhátt kontueigarin hevur valt.

Stk. 2. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, skulu innihalda navnið á viðkomandi, sum eigur kontuna, tryggingina, bústað og p-tal.

Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaansingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka upplýsingarskylduna eftir stk. 1 fyri einstakar ella bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís kontu- og tryggingarsløg á sama hátt, sum Toll- og Skattstova Føroya kann áseta minstamark fyri tær upplýsingar, sum skulu fráboðast.

Stk. 4. Upplýsingarskyldugi skal geva kontu og tryggingarhavaranum boð um støddina á teimum upphæddum, sum eru fráboðaðar eftir stk. 1. Fráboðan til kontu- og tryggingarhavaran skal gerast innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja.

Stk. 5. Toll- og Skattstova Føroya ásetur nærri reglur fyri kontu og tryggingar, sum eru nevndar í stk. 1, og sum hoyra til persónar, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.”

                     

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd,og hevur virknað frá 1. januar 2006.

Stk. 2. Tó koma broytingarnar í nr. 1 og 7 í gildi við kunngerð, sum landsstýrismaðurin ger.

 

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til at gera broytingar í Skattalógini soleiðis, at lógin er í samsvari við Kapitalvinningsskattalógina. Somuleiðis inniheldur hetta broytingaruppskot dagføringar av Skattalógini, og, sum nakað nýtt, uppskot um at gera íløgufeløg skattafrítikin í Føroyum.

 

Landsstýrismaðurin mælir fyri tað fyrsta til, at íløgufeløg verða skattafrí í Føroyum. Støðan við núgaldandi lóggávu er, at íløgufeløg eru sjálvstøðug skattasubjekt eftir skattalógini § 1, nr. 15. Hetta merkir, at felagið verður skattað við 49 %. Útlutar íløgufelagið til likamligar persónar, sum eru íleggjarar, verður herumframt skattað við 35 %, verður útlutað til feløg v.m., verður skattað við 20 % eftir kapitalvinningsskattalógini, tí útlutanin verður viðgjørd sum vinningsbýti. Trupulleikin við verandi lóggávu er, at íløgufelagið verður skattað, og at íleggjarin verður skattaður av møguligum vinningi ella vinningsbýti við útlutan - dupultskatting.

 

Íløgufelag er at skilja sum eitt felag, sum ger íløgur fyri íleggjarar. Eitt íløgufelag er ein felagsskapur, har fólk og pensjónsgrunnar o.o. við størri og smærri upphæddum ganga saman um at gera íløgur í virðisbrøv á altjóða fíggjarmarknaðunum.


Við at seta pening í eitt íløgufelag verður íløga óbeinleiðis gjørd í eina røð av t.d. ymiskum parta- ella lánsbrøvum. Íleggjarin fær eina hóskandi spjaðing av íløguni, og harvið verður møguleiki fyri minni váða. Tað eru nógv ymisk sløg av íløgufeløgum, summi eru meira váðakend enn onnur, alt eftir, hvat viðtøkurnar fyri íløgufelagið siga, og hvørjar treytir fyriskipanin “
Lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger m.v” ásetur íløgufelagnum. 

 

Í Føroyum eru fleiri feløg, ið kalla seg íløgufeløg, men eru hesi skrásett, sum partafeløg, tvs. skattað við 20% av úrslitinum. Fyrskipan “Lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger m.v” ásetur, at tað bert eru íløgufeløg, ið lúka krøvini í fyriskipanini, ið kunnu nýta heitið íløgufeløg. Hetta uppskotið fevnir um skattafrítøku fyri tey íløgufeløg, ið lúka treytirnar í omanfyrinevndu fyriskipan.   

 

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at skattalóggávan skal forða fyri, at tílíkt virksemi kann mennast í Føroyum. Við einum uppskoti sum hesum, eru tær skattligu forðingarnar burtur fyri at seta á stovn slíkt virksemi. Eisini metir landsstýrismaðurin, at tað er umráðandi, at reglurnar á økinum eru einfaldar og greiðar, soleiðis at føroyska eins og útlendska vinnan, umframt føroyski skattaborgarin, hava lætt við at gera íløgur, tí skattingin er einføld.

 

Uppskotið hevur harafturat við sær, at verða sjálvuppgávur, roknskapir o.t. ikki latin inn rættstundis ella koma ikki Toll- og Skattstovu Føroya í hendi, verður sekt áløgd við í mesta lagi kr. 5.000. Tó verður mælt til, at likamligir persónar, feløg, virkir o.t. eftir umsókn kunnu sleppa undan sektini, um hetta er fyrstu ferð, tað hendir, ella serligar umstøður tala fyri, at sektin verður eftirgivin.

 

Landsstýrismaðurin mælir til, at rasjonaliseringar á Toll- og Skattaøkinum verða gjørdar; og við hesum lógaruppskoti verður skotið upp at áleggja bankum, sparikassum, íløgufeløgum og feløgum, ið bjóða eftirlønir, og øðrum at senda Toll- og Skattstovuni upplýsingar um ognarviðurskifti hjá tí einstaka borgaranum, feløgunum o.ø. elektroniskt. Eftir galdandi lóg senda bankar, peningastovnar og onnur Toll- og Skattstovuni upplýsingar um rentuinntøku elektroniskt, og hetta er ein skipan, ið hevur virkað væl. Mælt verður til at víðka hetta økið til eisini at umfata aðrar upplýsingar, sum borgarar, feløg og onnur annars sjálvi skulu lata Toll- og Skattstovu Føroya.

 

Landsstýrismaðurin metir, at upplýsingarskyldan hevur við sær, at sjálvuppgávan eftir skattalógini, kapitalvinningssjálvuppgávan og ognaruppgerðin  verða enn meira fullfíggjaðar, og neyðugt verður møguliga ikki at senda fleiri upplýsingar inn eftirfylgjandi.

 

Hetta lógaruppskot áleggur tí teimum, ið, sum liður í virksemi teirra, taka ímóti partabrøvum í virðisbrævagoymslu, eina størri upplýsingarskyldu. Líknandi upplýsingarskylda verður áløgd teimum, sum umsita lánsbrøv og harvið innloysa rentuseðlar ella tilskriva rentu, umframt teimum feløgum o.ø., sum tekna eftirlønarskipanir smb. Rentutryggingarlógini.

 

Kap. 2: Avleiðingar av lógaruppskotinum

Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar, av tí at tann fyrisitingarligi parturin verður automatiseraður enn meira. Hetta fer í longdini at gera arbeiðið við at eftirkanna og álíkna sjálvuppgávur enn meira skipað. Somuleiðis fara broytingarnar í skattalógini at lætta um hjá borgaranum, soleiðis at borgarin fær eitt yvirlit yvir sínar ognir, og við tað at uppskotið skipar til, at upplýsingarnar verða latnar Toll- og Skattstovu Føroya elektroniskt, vera hesar upplýsingar sjálvprentaðar á uppgerðirnar, soleiðis at borgaranum helst ikki nýtist at rætta í teimum. Skipan við elektroniskum upplýsingum til toll- og skattamyngdugleikar í londunum kring okkum hevur virkað í fleiri ár og hevur havt við sær, at tað hevur lætt um hjá borgarunum.

Lógaruppskotið hevur somuleiðis við sær avleiðingar fyri bankar, sparikassar o.o., sum reka virksemi, sum nevnt í uppskotinum, tí hesi fara at fáa eina meirskyldu mótvegis Toll- og Skattstovu Føroya.

 

Fíggjarligu avleiðingarnar av at gera broytingarnar í skattalógini verða mettar at hava við sær, at Toll- og Skattstova Føroya skal gera íløgur í nýggjar skipanir og dagføring av núverandi skipanum, soleiðis at stovnurin er førur fyri at taka ímóti upplýsingunum elektroniskt. Somuleiðis skulu bankar, sparikassar, tryggingarfeløg og onnur, sum eru umfatað av broytingunum, gera íløgur í skipanir, ið kunna skráseta áløgdu upplýsingarnar. Staðfestast kann, at ongin avleiðing er av at gera íløgufeløg skattafrí, tí ongi eru skrásett í Føroyum. Landskassin missir onga inntøku av hesi broyting. Hinvegin kann tað verða talan um meir inntøku til landskassan, um íløgufeløg verða skrásett í Føroyum, við tað at tað skapar arbeiðspláss. Møguliga fara fleiri at gera íløgur, og sostatt verður skattur latin landskassanum av vinninginum av íløguni eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Talan er, sum meginregla, um dagføring av lógini, soleiðis at hon samsvarar betur við Kapitalvinningsskattalógina, og fyri at lætta um fyrisitingarliga partin hjá Toll- og Skattstovu Føroya, sum stendst av at umsita økið og eftirkanna skattingina.  

 

Lógaruppskotið verður ikki mett at hava við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. 

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

nei

Nei

Nei

ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

ja

Nei

Nei

Nei

ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

 

Nr. 1

Hendan nýggja greinin ásetur, at íløgufeløg verða skattafrítikin. Endamálið við greinini er, at skattingin ístaðin fer fram eftir kapitalvinningsskattalógini, og tað sostatt verða íleggjararnir, tað er likamligar persónar, feløg, grunnar, virki, o.o., sum vera skattað av møguligum vinningsbýti, sum stavar frá íløgu í hesum íløgufeløgum.

 

Endamálið við at gera sjálvt íløgufelagið skattafrítikið er, at skattingin fer fram, tá ið felagið útlutar vinningsbýti til íleggjarin. Hetta merkir, at sjálv íløgan í íløgufelagið ikki verður skattað, fyrr enn hon kastar nakað av sær til íleggjaran, tað kann vera sum eingangsupphædd fleiri ár eftir, at sjálv íløgan er gjørd, ella eitt nú hvørt ár. Øll útlutan frá íløgufelagi til íleggjaran verður viðgjørd, sum vinningsbýti eftir kapitalvinningsskattalógini. Um íløgan gevur tap fyri íleggjaran, verður tapið eisini viðgjørt eftir kapitalvinningsskattalógini, sum harafturat gevur heimild til at flyta tap til onnur ár.

 

Um íleggjarin selur íløguprógvið, verður sølan fevnd av kapitalvinningsskattalógini § 1, nr. 1, meðan vinningsbýtið frá íløgufelagnum er fevnt av kapitalvinningsskattalógini § 1, stk. 2.Hvørja ferð, ið útlutað verður á ein ella annan hátt, skal henda útlutanin viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Íløgufelagnum verður álagt eftir kapitalvinningsskattalógini at afturhalda vinningsbýtisskatt, tá ið vinningsbýtið verður útlutað.

 

Íløgufeløg verða býtt soleiðis:

 

Onnur sløg av íløgufeløgum kunnu vera, sum eisini koma undir skattafrítøkuna, tí tey lúka krøvini, sum verða ásett í Lov om investeringsforeninger og specialforening, samt andre kollektive investeringsforening m.v. Meginreglan er tó hon, at so hvørt, sum útlutað verður, verður tann, sum útlutað verður til, skattaður eftir kapitalvinningsskattalógini. Um íleggjarin hevur tap av síni íløgu, skal tapið eisini viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Samstundis, sum skotið verður upp at skattafrítaka íløgufeløg, skrásett í Føroyum, verða krøv sett til upplýsingarskylduna hjá hesum feløgum til Toll- og Skattstovu Føroya. Íløgufeløgini skulu, uttan at biðið verður um tað, senda Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um vinningsbýti, rentu o.a. elektroniskt.

 

Nr. 2

Talan er um eina dagføring av skattalógini soleiðis, at hon er í samsvari við kapitalvinningsskattalógina.

 

Nr. 3

Sjálvuppgávan við roknskapum frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m. eftir skattalógini skulu vera innlatnar í seinasta lagi 1. juli.

 

Nr. 4

Talan er um eina dagføring av skattalógini soleiðis, at hon er í samsvari við lóg um eftirgeving av almennari skuld. Við hesum uppskoti er tað Toll- og Skattstova Føroya, ið hevur heimild at eftirgeva sektina, sum verður áløgd, um sjálvuppgáva o.a. verður ov seint latið inn. Tó kann undantak verða gjørt til álagda sekt, um talan er um, at tað bert kemur fyri eina ferð, og umstøðurnar annars tala fyri at eftirgeva sektina; serligar umstøður eru eitt nú sjúka, deyði og vanlukkur, sum hava við sær, at skattgjaldarin ikki fær latið sjálvuppgávuna inn rættstundis. Tað, at grannskoðarar, bókhaldarar eru ov seinir í sínum arbeiði, er eitt nú ikki ein umbering fyri frítøku av sektini. 

 

Nr. 5

Ein dagføring av skattalógini, soleiðis at hon er í samsvari við kapitalvinningsskattalógina.

 

Nr. 6

Toll- og Skattstova Føroya fær longu upplýsingarnar frá peningastovnunum um rentuskatt, men henda broyting í skattalógini er ásett, fyri at heimildin formelt skal vera í lagi. Upplýsingar um rentu og rentuskatt verða forprentaðar á kapitalvinningssjálvuppgávuna.

 

Nr. 7

Henda nýggja grein 120 o. ásetur, at ein og hvør, sum móttekur partabrøv í goymslu til umsiting, skal upplýsa um útgoldið vinningsbýti og afturhildnan skatt av vinningsbýtinum. Her verður hugsað bæði um partabrøv, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, og um partabrøv, sum einans eru skrásett í einum virðisbrævasentrali.

 

Upplýsingarnar skulu m.a. siga frá, hvør tað er, sum boðar frá, hvør móttakarin av vinningsbýtinum er (p-tal og v-tal), og hvussu nógv er afturhildið í skatti.

 

Upplýsingarnar verða forprentaðar á kapitalvinningssjálvuppgávuna og ognaruppgerðina.

 

Greinin gevur tí, sum umsitur virðisbrøvini o.a., heimild til at krevja persónsupplýsingar frá eigaranum av virðisbrævinum o.ø.

 

120 p., er nýggj grein, sum ásetur, at ein og hvør, sum innloysir rentuseðlar ella tilskrivar rentur viðvíkjandi lánsbrøvum (obligasjónum), skal, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar hesum viðvíkjandi. Upplýsingarnar skulu m.a. siga frá, hvør tað er, sum boðar frá, hvør móttakarin av tilskrivaðum rentum o.ø. er (p-tal og v-tal).

 

Upplýsingarnar skulu sendast Toll- og Skattstovu Føroya elektroniskt og verða forprentaðar á kapitalvinningssjálvuppgávuna og ognaruppgerðina.

 

Greinin gevur tí, sum innloysir og tilskrivar rentur o.t., heimild at krevja persónsupplýsingar frá eigaranum av lánsbrævinum.

 

Grein 120 r. er somuleiðis nýggj og ásetur, at tey, sum umsita skipanir og tryggingar v.m. eftir Rentutryggingarlógini, tað verður seg millum annað kapitaleftirlønaruppsparing/ -trygging ella lutaeftirlønaruppsparing/ –trygging v.m., skulu upplýsa um inngjøld, rentutilskrivingar, útgjøld og broytingar í skipanunum, tvs., frá einari skipan til eina aðra og skulu brúka p-talið í sambandi við, at upplýsingarnar verða latnar. Avgerandi er, at skilt verður í millum arbeiðsgevara inngjøld og egin inngjøld.

 

Upplýsingarnar skulu brúkast til at skilja egin inngjøld burturúr, soleiðis at eisini tey, sum sjálvboðin rinda til egna eftirlønarskipan, kunnu fáa automatiska sjálvuppgávu. Upplýsingarnar skulu eisini forprentast á ognaruppgerðina.

 

Greinin gevur tí, ið umsitur eftirlønarskipanir o.t., eina generella heimild at krevja persónsupplýsingar frá eigara av trygging v.m., umfatað av Rentutryggingarlógini og aðrar tryggingar teknaðar í samband við eina trygging umfatað av Rentutryggingarlógini, sum dømi kann nevnast samlagstryggingar.

 

Til § 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tó koma broytingarnar í nr. 1 og 7 í gildi við kunngerð, sum landsstýrismaðurin ger. Hetta er orsakað av, at lov om investeringsforeninger og specialforeninger, samt andre kollektive investeringsforeninger m.v. ikki er komin í gildi í Føroyum. So skjótt, sum henda lóg kemur í gildi, verður broyting nr. 1 sett í gildi við kunngerð, sum landsstýrismaðurin ger.

 

 1. viðgerð 8. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  21. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 8.mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  9. og  27. mars  og 6. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

 

Landsstýrismaðurin mælti til, at § 120 o og § 120 p, verða samanskrivaðar soleiðis, at ongin ivi er um, at øll virðisbrøv, fevnd av kapitalvinningsskattalógini, eru fevnd av upplýsingarskylduni, sum skattalógin ásetir. Nevndin tekur undir við hesum og setir fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

     § 1, nr. 7 verður orðað soleiðis:

      "Aftaná § 120 n. verður sett:

§ 120 o. Tann, ið, sum liður í sínum virksemi, tekur ímóti virðisbrøvum, umfatað av kapitalvinningsskattalógini § 1, í virðisbrævagoymslu, skal á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar elektroniskt um útlutað vinningsbýti, tilskrivaðar rentur og innloystar rentuseðlar eftir kapitalvinningsskattalógini.

Stk. 2. Feløg og grunnar o.o., sum hava skyldu at afturhalda vinningsbýtisskatt eftir kapitalvinningsskattalógini § 15, skulu á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um vinningsbýti, sum er útlutað.

Stk.3. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1 og 2, skulu innihalda upplýsingar um:

1)      Hvør letur Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingarnar.

2)      Hvør hevur móttikið útlutað vinningsbýti ella rentu, so vítt sum upplýsingarnar eru kendar.

3)      Hvussu nógv er útlutað í vinningsbýti ella tilskrivað av rentu í árinum frammanundan, og hvussu nógv er afturhildið í vinningsbýtisskatti.

4)      Fyri virðisbrøv í goymslu eisini heiti á avvarðandi virðisbrævi og kursvirðið við sama árs enda.

Stk. 4. Tann, sum stovnar kontu í einari virðisbrævagoymslu eftir stk. 1, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal. Um viðkomandi hvørki hevur p-tal ella v-tal, kann Toll- og Skattstova Føroya áseta nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast.

Stk. 5. Tann, sum tekur ímóti vinningsbýti frá felag ella grunni o.a., nevnt í stk. 2, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal.

 Stk. 6. Tann upplýsingarskyldugi skal í seinasta lagi 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja, boða eigaranum av goymsluni frá, hvørjar upplýsingar eru latnar Toll- og Skattstovu Føroya eftir stk. 1-3.

Stk. 7. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1-3 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka fyri innlating av upplýsingum.

 

§ 120 p. Bankar, sparikassar, tryggingarfeløg og onnur, sum tekna eftirlønarskipanir o.t., sambært rentutryggingarlógini, skulu í sambandi við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar elektroniskt um teir einstøku kontuhavararnar ella tryggingartakararnar. Upplýsast skal fyri hvørja kontu sær:

1)   Hvørt talan er um lívrentu, kapitalskipan, lutaeftirlønarskipan ella uppsparing.

2)   Samlaðu inngjøldini frá arbeiðsgevara ávikavist eigara og møgulig kapitalinngjøld.

3)   Salda ella virðið á eftirlønarskipanini við ársenda fyri hvørja kontu og eftirlønarskipan sær. Tó ikki fyri lívrentu

4)   Møguligar broytingar í eftirlønarskipanini seinasta árið.

5)   Útgjøld fyri lutaútgjaldingar, eisini hvønn útgjaldingarhátt kontueigarin hevur valt.

Stk. 2. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, skulu innihalda navnið á viðkomandi, sum eigur kontuna, tryggingina, bústað og p-tal.

Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaansingina, kann Toll- og Skattstova Føroya frítaka ella slaka upplýsingarskylduna eftir stk. 1 fyri einstakar ella bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís kontu- og tryggingarsløg á sama hátt, sum Toll- og Skattstova Føroya kann áseta minstamark fyri tær upplýsingar, sum skulu fráboðast.

Stk. 4. Upplýsingarskyldugi skal geva kontu og tryggingarhavaranum boð um støddina á teimum upphæddum, sum eru fráboðaðar eftir stk. 1. Fráboðan til kontu- og tryggingarhavaran skal gerast innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja.

Stk. 5. Toll- og Skattstova Føroya ásetur nærri reglur fyri kontu og tryggingar, sum eru nevndar í stk. 1, og sum hoyra til persónar, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.”"

    

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

§ 1, nr. 7 verður broytt soleiðis, at § 120 o og p verða samanskrivaðar. § 120 r verður hereftir § 120 p, men henda greinin er annars óbroytt.

 

Tann nýggja § 120 o. ásetir, at ein og hvør, sum móttekur virðisbrøv í goymslu til umsiting, skal upplýsa um útgoldið vinningsbýti og tilskrivaðar rentur. Her verður hugsað um øll virðisbrøv, sum eru fevnd av kapitalvinningsskattalógini § 1, tvs., millum annað partabrøv, lánsbrøv, íløguprógv. Talan er einans um elektroniskar upplýsingar frá virðisbrævagoymslum, sum verða umsitnar í Føroyum.

 

Feløg og grunnar o.o., sum útlutað vinningsbýti eftir kapitalvinningsskattalógini § 15 beinleiðis til eigaran av eitt nú einum partabrævi, skulu somuleiðis upplýsa Toll- og Skattstovu Føroya um navn, bústað og p-tal ella v-tal hjá móttakaranum. Tó kann Toll- og Skattstova Føroya slaka við hesari upplýsingarskyldu, um upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaansingina.

 

Upplýsingarnar eftir nýggju greinini skulu m.a. siga frá, hvør tað er, sum boðar frá, hvør móttakarin av vinningsbýtinum v.m. er (p-tal og v-tal), og hvussu nógv er afturhildið í skatti.

 

Upplýsingarnar verða forprentaðar á kapitalvinningssjálvuppgávuna og ognaruppgerðina.

 

Greinin gevur tí, sum umsitur virðisbrøvini o.a., heimild til at krevja persónsupplýsingar frá eigaranum av virðisbrævinum o.ø.” 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 2. mai 2006. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 52 frá 16.05.2006