100-43 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði í sama tíðarskeiði 

Orðaskifti

Ár 2006, fríggjadagin 3. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hevði landstýrismaðurin:

 

1)      í talyvirliti viljað greitt tinginum frá inntøkum og útreiðslum landskassans í tíðarskeiðnum 1992-2006 (seinasta árið mett)?

2)      í tveimum grafum á somu strikumynd viljað lýst samlaðu inntøku- og  útreiðslugongdina hetta tíðarskeið?

3)      í hagtølum viljað lýst samlaða útflutningsvirði Føroya 1992-2005?

4)      í einum grafi á strikumynd viljað lýst gongdina í útflutningsvirðinum sama tíðarskeið? og 

5)      í trimum grafum á einari strikumynd lýst nevndu heildartøl (landskassans inntøkur og útreiðslur og Føroya útflutningsvirði) 1992-2006.

 

Viðmerkingar:

Endamálið við hesum fyrispurningi er at fáa Fíggjarmálaráðið at útvega Løgtinginum haldgóð hagtøl og grafiska talvulýsing yvir gongdina í nevndu trimum tættum (inntøkur og útreiðslur hins almenna og útflutningsvirði Føroya) hetta baldruta tíðarskeið í Føroya nýggjaru søgu.

 

Nevnda lutfalsliga stutta tíðarskeið fevnir um fyrst djúpastu kreppu, síðan mesta vøkstur og nú at enda stíg í búskapinum.

 

Tað hevði verið áhugavert hjá Løgtingi og almenningi at sæð í hagtølum og í grafiskum strikumyndum, hvussu inntøkur og útreiðslur landskassans umskaraðust tvær ferðir í nevnda tíðarskeiði.

 

Eisini kundi Løgtingið havt áhuga at sæð, hvussu samlaða útflutningsvirði Føroya frá 1992 til 2006 ávirkaði inntøkur landskassans.

Á tingfundi 7. mars 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Ad. 1. Árini frá 1992 til 2006 hevur verið eitt rættiliga baldrut tíðarskeið í føroyskari bú­skapar­søgu. Hetta sæst eisini aftur í inntøkum og útreiðslum landskassans, sí fylgiskjal I, har inntøkur og útreiðlur landskassans frá 1992 til 2006 eru vístar í talvuyvirliti.

 

Í fyrru helvt av 1990-árunum var føroyski búskapurin í djúpari kreppu, og tað sæst aftur í úr­slit­um landskassans, sum hevði metstór hall hesi árini. Rakstrar- og løguútreiðslurnar minkaðu nógv, samstundis sum stórur vøkstur var í rentuútreiðslunum. Herumframt hevði landskassin fleiri stórar útreiðslur av serligum slag frá 1992 til 1995.

 

Í 1992 yvirtók landskassin lán hjá P/F Atlantic Airways, samstundis sum flogfelagið fekk pengar fluttar úr landskassanum. Hetta kostaði landskassanum 85,6 mió. kr. Menningar­grunnurin var í fíggjarligari kreppu, og hann fekk fluttar 74,5 mió. kr. úr lands­assanum. Sama ár fekk Fíggingargrunnurin frá 1992 fluttar 300 mió. kr. úr lands­kassan­um. Tilsamans kostaðu hesar serligu útreiðslurnar landskassanum 460 mió. kr. í 1992.

 

Í 1993 fekk Menningargrunnurin 65 mió. kr. og Ídnaðargrunnurin 15 mió. kr. fluttar úr lands­kassanum. P/F Sjóvinnubankin fekk 350 mió. kr., og samanleggingin av Sjóvinnubankanum og Føroya Banka kostaði landskassanum 1.860 mió. kr. Tilsamans kostaðu hesar serligu út­reiðslurnar landskassanum 2.290 mió. kr. í 1993.

 

Í 1994 fekk Menningargrunnurin 5 mió. kr. og Ídnaðargrunnurin 45 mió. kr. fluttar úr lands­kassan­um. Herafturat vórðu tekniskar broytingar gjørdar við periodiseringum av rentum og kurstapi, sum kostaðu landskassanum 184 mió. kr. Tilsamans kostaðu hesar serligu út­reiðslurnar landskassanum 234 mió. kr. í 1994.

 

Í 1995 fekk arbeiðsloysisskipanin (ALS) 50 mió. kr. úr landskassanum. Herafturat vórðu læntar 99 mió. kr. til Framtaksgrunnin og 50 mió. kr. til Húsalánsgrunnin úr landskassanum. Til­samans kostaðu hesar serligu útreiðslurnar landskassanum 199 mió. kr. í 1995.

 

Undir búskaparkreppuni fyrst í 1990-árunum vórðu eisini fleiri tiltøk sett í verk fyri at økja um inntøkur landskassans, men tað var sjálvandi misjavnt, hvussu tiltøkini eydnaðust.

 

Eftir 1995 kom gongd aftur á føroyska búskapin og rættilig ferð var á búskapin­um fram til 2002. Stígur var síðan í búskapinum fram til seinnu helvt av 2005, tá ið vøkstur aftur kom í føroyska búskapin, og búskaparligu útlitini fyri 2006 eru góð. Hetta sæst aftur í inntøkum landskassans, sum vuksu nógv fram til 2001, tá ið tær vóru mestar. Síðan minkaðu inn­tøkurnar fram til 2004, men eru nú vaksandi aftur.

 

Í hesum tíðarskeiði vóru tvey átøk av serligum slag, sum ávirkaðu inntøkur landskassans. Í 1998 vórðu 900 mió. kr. eftirgivnar av skuldini til danska ríkiskassan, og upphæddin varð inntøkuførd í landskassan. Í 2002 varð heildarveitingin skerd 366 mió. kr. og fastfryst. Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur utlutað stórar upphæddir til landskassan eftir 1997. Hetta sæst aftur undir øðrum inntøkum.

 

Annars eru tað búskaparligu konjunkturarnir og broytingar í skatta- og avgjaldslógunum, sum hava ávirkað inntøkur landskassans hesi árini.

 

Stórur vøkstur var í útreiðslum landskassans frá 1995 til 2002. Síðan tá hevur árligi miðal­vøksturin verið minni. Ein av orsøkunum til stóra útreiðsluvøksturin um aldarskiftið eru eftirvirkningar frá búskaparkreppuni í fyrru helvt av 1990-árunum. Hetta sæst serliga aftur í rakstrarútreiðslun­um, men eisini í løguútreiðslunum, sum tó eru ein lutfalsliga nógv minni partur av útreiðslum landskassans. Vert er at leggja til merkis, at rentuútreiðslur landskassans eru nógv minni nú, enn tær vóru undir búskaparkreppuni.

 

Skattalættar vórðu givnir fyri 52 mió. kr. í 2003, 71 mió. kr. í 2004 og 60 mió. kr. í 2005. Hóast skattalættar eru latnir samstundis sum stórt fall hevur verið í útflutningsvirðinum, kann minkingin í skattainntøkunum ikki á nakran hátt samanberast við minkingina undir búskapar­kreppuni.

 

Seinastu árini hevur verið rikin ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur, har endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum. Skattaskipanin er broytt soleiðis, at hon gerst meira arbeiðs- og vakstrarfremjandi. Tað sær út til at hava eydnast samgonguni at stýra uttanum búskaparligu niðurgongdina við rikna skatta- og fíggjarpolitikkinum. Nýggjastu tølini vísa eisini, at niðurgongdin er vend til eina framgongd.  

 

Ad. 2. Strikumynd yvir samlaðu inntøkur og útreiðslur landskassans frá 1992 til 2006.

 

Ad. 3. Á fylgiskjali II er samlaða útflutningsvirði Føroya frá 1992-2005 lýst við hagtølum. Í 1992 tók Hagstova Føroya yvir uppgerðina av útflutningsviriðinum frá Danmarks Statistik, og Hagstovan hevur tí onga uppgerð yvir høvuðbólkar í 1992.  

 

Ad. 4. Strikumynd yvir samlaða útflutningsvirði Føroya frá 1992 til 2005.

 

Ad. 5. Strikumynd yvir landskassans inntøkur og útreiðslur og Føroya útflutningsvirði frá 1992 til 2006.

 

 

Skjal 1 Inntøkur og útreiðslur landskassana 1992-2006
Skjal 2 Samlaða útflutningsvirði Føroya 1992-2005 skift á høvuðsbólkar

Málið avgreitt.