50  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 31. januar, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr.  94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) Í § 1 verður: ”umframt arbeiðsmarknaðarútbúgvingum” strikað. 

 

2)      Í § 23 verður sum stk. 5 sett:

“Stk. 5. Avgerð, ið tikin er av yrkisnevnd, sbrt. ásetingunum í hesi lóg, kann kærast til kærunevnd. Avgerð tikin av kærunevnd er endalig innan fyrisitingina. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kærunevndir.”

 

3)      § 26, stk. 2 verður strikað.

 

4)  Í § 36, stk. 1 verður aftaná nr. 2, sum nýtt nummar sett: “ 3) ikki stendur eitt skúlaskeið og skal taka skúlaskeið ella part av hesum umaftur.” Nr. 3) og 4) verða hereftir 4) og 5).

 

§ 2

 

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1.  Almennar viðmerkingar 

Nýggj lóg um yrkisskeið var sett í gildi við løgtingslóg nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið, sum fevnir um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Tí kann orðingin “umframt arbeiðsmarknaðarútbúgvingar” í yrkisútbúgvingarlógini strikast.

 

Allar yrkisútbúgvingarnar hava heimild í yrkisútbúgvingarlógini. Tey seinastu árini hava yrkisnevndirnar innan tey ymisku yrkini arbeitt við at gera føroyskar útbúgvingarkunngerðir. Harumframt er nýggj kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar gjørd. Allar hesar kunngerðir krevja lógarbroyting fyri at verða settar í gildi.

 

Í løtuni eru eingi krøv um hvørki innanhýsis ella uttanhýsis eftirmeting í yrkisliga partinum í flestu yrkisútbúgvingunum fyrr enn til ta endaligu royndina. Tað er sera  óheppið, at so langar útbúgvingar (uml. 4 ár) onga eftirmeting hava fyrr enn til ta endaligu sveinaroyndina. Hetta verður frameftir ásett í kunngerð, og í hesum sambandi er neyðugt við lógarbroyting í mun til møguleikan um at leingja lærutíðina. Talan er sostatt um smærri dagføringar í lógini, sum eru neyðugar, til tess at fáa lýst nevndu kunngerðir.

 

Harumframt verður lógin broytt soleiðis, at kærur um avgerðir, tiknar av yrkisnevndunum, kunnu leggjast fyri kærunevnd í staðin fyri sum nú, til landsstýrismannin.

 

Yrkisútbúgvingarráðið hevur havt uppskotið til hoyringar, og tekur undir við broytingunum. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

a) Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Tað verða ávísar fíggjarligar avleiðingar í sambandi við meirarbeiði hjá kærunevndunum. Í árunum frá 2001 til 2006 eru 7 mál send kærunevndini. Samsýningin til kærunevndina hevur verið uml. kr. 10.000 fyri hvørt mál. Í 2005 varð ein kæra viðgjørd í Mentamálaráðnum, sum eftir at lógabroytingin er framd, verður send  kærunevndini. Eingin kæra var viðgjørd í Mentamálaráðnum í 2004 og 2003.

 

Harumframt kunnu koma ávísar fíggjarligar avleiðingar, tá kunngerðirnar verða settar í gildi, m.a. í mun til lønarendurgjald. Tá lærlingur er í skúla, fær lærumeistarin endurgoldið 75 % av lønini til lærlingin. Hvussu stórar meirútreiðslurnar til lønarendurgjald verða, orsakað av at lærlingar skulu taka skúlaskeið umaftur, er torført at meta um. Tað veldst um, hvussu nógvir lærlingar skulu taka skúlaskeið umaftur. Roknað verður ikki við, at talan verður um nógvar næmingar. Fyri fyrsta skúlaskeið, sum er 20 vikur, er talan um uml. kr. 22.000,- fyri ein lærling. Tó vil tað í nógvum førum verða soleiðis, at lærlingur ikki nýtist at taka heilt skúlaskeið umaftur. Tískil verður ikki væntað, at talan verður um stórvegis fíggjarligar avleiðingar av uppskotinum.

 

b) Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingin í Mentamálaráðnum fær við galdandi skipan kærur um avgerðir hjá yrkisnevndunum.  Talan er um fáar kærur, men av tí at Mentamálaráðið ikki hevur førleika á fakøkjunum, er viðgerðin arbeiðskrevjandi. Kærunevndin hevur hóskandi fakligan førleika at viðgera hesar kærur.

 

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Í sambandi við møguleikan at leingja lærutíðina koma ávísar fíggjarligar avleiðingar at verða í løn til lærlingin. Vinnan rindar 25% av lønini til lærlingin, meðan lærlingurin er í skúla.

 

d) Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

e) Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

f) Avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar.

 

g) Avleiðingar settar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 

  Nei

 

 

 

 

 

 Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

1) Nýggj lóg um yrkisskeið var sett í gildi við løgtingslóg nr. 22 frá 17. mai 2004, sum fevnir um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Orðingin “umframt arbeiðsmarknaðarútbúgvingar” kann tí strikast í yrkisútbúgvingarlógini.

 

2) Ætlanin varð, tá ið yrkisútbúgvingarlógin varð gjørd, at avgerðir, tiknar av yrkisnevndunum, ikki skuldu kunna kærast til landsstýrismannin, men leggjast fyri eina kærunevnd. Í galdandi lóg kunnu bert kærur um góðkenning av læruplássum leggjast fyri kærunevndina.

 

Broyting, ið setir eitt nýtt stykki inn í § 23, savnar kærureglurnar í einari áseting og víðkar arbeiðið hjá kærunevndini soleiðis, at hon skal viðgera allar kærur um avgerðir, tiknar av yrkisnevndunum. Avgerð hjá kærunevndini er endalig og kann ikki leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika, hvørki fyri landsstýrismannin ella fyri Yrkisútbúgvingarráðið.

 

Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur um kærunevndir. Reglurnar fara í høvuðsheitum at snúgva seg um, hvussu kærunevndin verður sett, og hvussu arbeiðsgongdin eigur at vera. Hetta verður gjørt, av tí at talan er um ymisk fakøki, og at kærunevndin verður samansett í mun til økið, sum kæran snýr seg um.

 

Galdandi kunngerð um kærunevnd í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss ásetir m.a., at landsstýrismaðurin velur ein formann, sum er fastur limur í øllum kærunevndunum, og eftir at ein kæra er móttikin, verður kærunevndin mannað

við umboðum fyri arbeiðsgevaran og løntakaran. T.v.s. at innihaldsliga kann henda kunngerð nýtast í sambandi við nýggju ásetingina, ið fevnir um allar kærur.

 

3) Heimildin til at áseta reglur um kærunevnd verður savnað í § 23, stk. 5, sí viðmerkingarnar til 2)

 

4) Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera nýggjar kunngerðir um ymisku yrkisútbúgvingarnar umframt felagsreglur fyri allar yrkisútbúgvingarnar. Í hesum sambandi eru treytirnar fyri at standa eina útbúgving broyttar soleiðis, at lærlingurin skal standa hvørt einstakt skúlaskeið fyri at sleppa víðari í útbúgvingini. Um lærlingurin ikki stendur eitt skúlaskeið, skal hann í ávísum førum taka skúlaskeiðið um aftur, og tí eigur at vera møguligt at leingja lærutíðina samsvarandi. Henda broyting gevur læruplássi og lærlingi møguleika fyri at gera avtalu um útbúgvingartíðina í hesum sambandi.

 

Til § 2

Vanlig áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 9. februar 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 21. februar 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 31. januar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. februar 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við stjóranum á Tekniska skúla í Tórshavn.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 7. mars 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0.  Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 9. mars 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll. nr. 15 frá 16.03.2006