64  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 28. februar, løgdu tingmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um skrásetingargjald á motorakførum v.m.


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m. við seinni broytingum, verður gjørd hendan broyting:

 

Sett verður inn nýggj § 4 a., sum verður soljóðandi:

"§ 4 a. Fyri nýggjar stórfamiljubilar verður veittur ein frádráttur í skrásetingargjaldinum upp á 50.000 kr.

Stk. 2. Sum stórfamiljubilur er at rokna persónbilur til 6 fólk ella fleiri, íroknað føraran.

Stk. 3. Fyri at skráseta akfar sum stórfamiljubil krevst, at bilurin verður nýttur sum stórfamiljubilur smb. stk. 4 og 5.

Stk. 4. Eigarin av einum stórfamiljubili skal hava rætt til barnafrádrátt í skattinum til fleiri enn 3 heimabúgvandi børn. Eigari, ið hevur havt stórfamiljubil skrásettan, kann ikki aftur skráseta stórfamiljubil.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um skjalprógv fyri, at akfarið verður nýtt sum stórfamiljubilur.

 

 

§ 2

Henda løgtingslóg fær gildið dagin eftir, hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at veita barnafamiljum við fleiri enn trimum børnum ein avgjaldslætta við útvegan av persónbili til fleiri enn 5 persónar. Avgjaldið á persónbilar er tað sama, uttan mun til um bilurin hevur 5 setur ella fleiri. Tá bilur hevur 10 setur ella fleiri, kemur hann undir heitið smábussur, og tá fellur avgjaldið burtur. Tá krevst stóra koyrikortið, og er tá talan ikki longur um persónbil til vanlig húski.

 

Avgjaldið á vanligar persónbilar er 50% av fyrstu kr. 70.000 (fakturavirði), 75% av upphæddini oman fyri 70.000 og síðani eykaavgjald 25% av áðurnevndu avgjøldum.

 

At hava eitt stórt húski er í sær sjálvum kostnaðarkrevjandi. Við støðugum príshækkingum á neyðsynjarvørum – serliga olju - til húsarhald er tað alsamt vorðið fíggjarliga tyngri hjá størri familjum. Tí eru tað bert tey, sum eru heilt væl fyri, sum hava umstøður at útvega sær ein persónbil til fleiri enn 5 persónar. Hesir bilar kosta í meðal millum kr. 10.000 og kr. 50.000 meiri enn vanligir persónbilar. Uppskotsstillararnir meta tað tí vera rætt at veita hesum familjum stuðul, so hesar hava sama møguleika sum familjur við minni enn 4 børnum at útvega sær persónbil eftir tørvi.  

Trygdin er ein avgerandi orsøk til uppskotið. Lóggávan eigur at vera soleiðis skipað, at spurningurin um kostnað ikki skal ganga út yvir trygdina. Familjan við fleiri enn 3 børnum eigur ikki at setast aftur at útvega sær ein størri persónbil, tí hesin kostar meiri enn ein vanligur persónbilur. Við uppskotinum verður hesin trupulleikin tikin burtur. Uppskotið er í síni heild í samsvari við ætlanirnar í samgonguskjalinum, har stendur:

Samgongan er samd um at hava ein virknan familjupolitikk, sum tryggjar tørvin hjá einstøku familjuni.

Ein høgur føðitíttleiki er avgerandi fyri, at samfelagið kann mennast. Tí hevur samgongan sett sær sum mál at betra um fíggjarligu korini hjá smábarnafamiljum. 

Við hesum uppskotinum verður júst tørvurin hjá einstøku familjuni tryggjaður, og uppskotið er eisini í samsvari við ætlanirnar um ein høgan føðitíttleika.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Hagstova Føroya metir, at við avmarkaðari vissu kann sigast, at 1. januar 2005 vóru 456 familjur í Føroyum, sum hava fleiri enn 3 børn undir 19 ára aldur við fleiri enn trimum børnum. Ikki ber til at finna fram til ítøkiliga talið, tí nógv ymisk viðurskifti gera seg galdandi. Heldur ikki ber til at meta um, hvussu nógv fara at gagnnýta tilboðið, tí eingi hagtøl eru fyri, hvussu nógvir persónbilar til fleiri enn 5 persónar árliga verða seldir í Føroyum.

 

Fíggjarligar avleiðingar er trupult at rokna út. Søkja 400 fólk um endurgjald, verður talan um endurgjald á 20 mió. kr. Hinvegin fær landskassin framvegis stórt avgjald av teimum bilum, sum seldir verða undir hesi skipan. Og fyri hvørja ferð lógin er beinleiðis orsøkin til, at ein bilur verður keyptur, fær landskassin avgjøld, sum hann annars ikki hevði fingið. Hvussu býtið er millum hesar inntøkur og útreiðslurnar eftir uppskotinum ber ikki til at rokna út.

 

Sum hagtøl kunnu vit eisini upplýsa í uppskotinum, at 11.864 børn u. 19 ár vóru í familjum við færri enn fýra børnum, og at 1.941 børn u. 19 ár í familjum við fleiri enn trimum børnum.

 

Tilsamans vóru 1. januar 2005 6.931 mammur at børnum undir 19 ár.

 

 

 Tal av mammum  

Tal av børnum  

1 barn 

2.551

2.551

2 børn 

2.459

4.918

3 børn 

1.465

4.395

4 børn 

364

1.456

5 børn 

71

 355

6 børn 

17

102

7 børn 

4

 28

8 børn 

0

0

Tilsamans

6.931

13.805

 

Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1:

Í § 4a verður ásett, at ein frádráttur á 50.000 kr. verður veittur í skrásetingargjaldinum á stórfamiljubilar. Stórfamiljubilur er ein persónbilur til 6 fólk ella fleiri. Fyri at kunna skráseta bilin sum stórfamiljubil krevst, at eigarin av bilinum skal hava rætt til barnafrádrátt í skattinum til fleiri enn 3 heimabúgvandi børn, tað vil siga børn undir 18 ár. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skjalprógv fyri, at akfarið verður nýtt sum stórfamiljubilur. Hetta kann t.d. vera formurin av skjalprógvi frá Toll og Skatt og prógv fyri, at børnini eru heimabúgvandi. Tað er bert møguligt hjá sama persóni at fáa skrásett ein stórfamiljubil einaferð.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 24. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann  28. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 24. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 6. og 18. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum,

 

Uppskotið er at geva persóni, ið keypir bil til 6 persónar ella fleiri, og sum hevur meira enn 3 heimabúgvandi børn, ein frádrátt í skrásetingargjaldinum upp á  kr. 50.000.

 

Tað er óivað trupult at gera tær fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum upp, og í uppskotinum eru ongar veruligar metingar, men nevnt verður eitt tal upp á kr. 20 mió. Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndin upplýst, at tað ber ikki til í skipanini hjá Fíggjarmálaráðnum at gera útrokningar fyri tær fíggjarligu avleiðingarnar av hesum máli.

 

Orsøkin til uppskotið er at lætta um hjá stórfamiljum, og trygdin verður nevnd. Hóast tað í uppskotinum ikki verður greitt frá, hvat tað er fyri trygd, ið verður betrað.

 

Nevndin ivast í rættleikanum at lóggeva so specifikt, sum her verður latið upp fyri. Tað er møguligt, at tað er rætt at stuðla familjum, ið hava fleiri enn 3 heimabúgvandi børn undir 18 ár, men at tað bert skulu verða tær familjur, sum keypa stóran bil, sum skulu hava hjálp, heldur nevndin ikki vera rætt. Tað kundi eins væl verið tey, sum als ikki hava ráð at keypa bil, ella kanska bara ynskja at nýta pengarnar til okkurt annað.

 

Er ætlanin at hjálpa stórfamiljum, so heldur nevndin, at hetta skal gerast fyri allar stórfamiljur og ikki bara tær, sum ætla at keypa bil. Hetta kan gerast við at hækka barnafrádráttin.

 

Ein samd nevnd tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 20. apríl 21. apríl 2006.§§ 1 og 2 fullu 2-0-21. Málið avgreitt.