100-36 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron 

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 31. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hví hevur ein einskiljing av Elektron slíkan skund?
  2. Eiga vit ikki at tryggja okkum, at landsins myndugleikar hava sína ávirkan á, at persónsupplýsingar hjá borgarunum eru í tryggum umhvørvi? Ella hevði landsstýrismaðurin verið tryggur við, at tann, sum fer at bjóða mest, skal sleppa at handfara hesar upplýsingar?
  3. Eigur landsstýrið ikki at nýta sín rætt til at tryggja verandi og kanska eisini komandi virkisøki hjá Elektron?
  4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at greiða framtíðina hjá Elektron, áðrenn Føroya Banki verður einskildur?

 

Viðmerkingar

Løgmaður kunngjørdi á ólavsøku, at landsstýrið hevði avgjørt at selja sín part av partabrøvunum í fyritøkuni Elektron, sum er 28%. Hvørki undir løgmansrøðuni, viðgerðini av henni ella síðan eru komnar í ljósmála grundgevingar fyri, hví landsins partur av Elektron skal seljast. Og loyvir undirritaði sær við hesum at royna at fáa landsstýrismannin í fíggjarmálum at greiða frá, hví tað er so umráðandi.

 

Elektron er einasti stovnur av sínum slagi í Føroyum, og mugu vit tí siga, at fyritøkan rúmar ávísa serfrøði. Umframt at menna skipanir av ymsum slagi, er Elektron serstøk og týdningarmikil, tí fyritøkan m.a. handfer nakað so persónligt sum inntøku- og skattaviðurskifti hjá størsta partinum av Føroya fólki umframt toll og mvg.. Hóast landsins partur av partabrøvunum í Elektron bara er 28%, so fata nógv júst hesi ognarviðurskifti sum eina trygd fyri, at teirra persónsupplýsingar eru í góðum hondum. Tað hugar ikki føroyingum flest, at útlit møguliga eru fyri, at fyritøkan sum m.a. handfer teirra inntøku- og skattaviðurskifti, kanska fer á “tilvildarligar” privatar hendur.

 

Fólk spyrja, um ætlanirnar hjá landsstýrinum um at selja sín part av Elektron skulu skiljast soleiðis,  at landsstýrið heldur tað vera í lagi, at persónsupplýsningar vera handfarnir og varðveittir av tí ella teimum, sum hava hug at arbeiða og vinna pening upp á slíkt. Tit í landsstýrinum vita eins væl og onnur, at tað er ivasamt, um peningastovnarnir eru áhugaðir í framhaldandi at eiga meirilutan í Elektron, hóast teir hava forkeypsrættin til partin, sum tað almenna eigur. Og selja peningastovnarnir so eisini sín part av fyritøkuni til privatar, so er hon at rokna sum privat fult og heilt.

 

Spurningurin er so, um handfaringin av privatu upplýsingunum í landinum, sum eru millum teir mest viðkvæmu, skal fara fram í tilvildarligum privatum høpi, ella um landið ætlar, at henda handfaring skal fara fram sum nú. Tað er í hvussu er í øllum førum neyðugt, at landsstýrið, áðrenn hugsað verður um at selja Elektron, ger upp, hvussu og hvar upplýsingar um m.a. inntøku- og skattaviðurskifti føroyinga skulu handfarast. Landsstýrið kann ikki loyva sær at selja uttan so, at keyparin er fult greiður yvir hesi viðurskifti.

 

Føroya Banki einskiljast

Málið gerst ikki minni áhugavert og eisini fløkt av tí, at Føroya Banki kanska verður einskildur í hesum valskeiðnum. Føroysku peningastovnarnir, sum eiga meirilutan í fyritøkuni,  stríddust við hond og fót fyri, at PBS í Danmark skuldi taka sær av nøkrum, sum tey á Elektron søgdu seg megna væl og virðiliga. Tí er torført at trúgva uppá, at Føroya Banki er serliga áhugaður í at varðveita Elektron. Útsagnir frá onkrum stjórum hava eisini borið á tann bógvin, at peningastovnarnir  ikki hava nakrar ítøkiliga ætlanir við fyritøkuni í framtíðini. Tí stendur tað eisini rimmarfast, at áðrenn landsstýrið fer ígongd við at fyrireika einskiljingina av Føroya Banka, eigur landsstýrið at gera sær greitt, hvørja lagnu Elektron kann fáa. Landsstýrið eigur m.a. at finna út av, um bankin (peningastovnarnir) ætlar at selja sín part av Elektron, áðrenn einskilt verður. Landsstýrið eigur eisini at gera sær greitt, um Elektron og framtíðartreytir tess skulu vera partur av einskiljingartilboðnum, ella um lagnan hjá fyritøkuni verður løgd til viks, til bankin er seldur. Og at tað so verða nýggju eigararnir av Føroya Banka saman við Sparikassanum sum avgera framtíðina hjá Elektron.

 

Undirritaði heldur, at tað - meira enn nakar annar - er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eigur at taka sína støðu í málinum um Elektron. Landið eigur 28% í fyritøkuni, landið eigur Føroya Banka, og er tí at meta sum veruligi stóraktionerurin. Sum nevnt er omanfyri, so handfer fyritøkan rættiliga týdningarmiklar persónsupplýsingar, hon rúmar ávísa serfrøði, og er tí eisini serstøk. Nógv halda, at Elektron kann gerast karmur og miðdepil í sambandi við framtíðar KT-virksemi, og at stovnurin rúmar ótaldum menningarmøguleikum. Tí heldur undirritaði, at tað áliggur landsstýrismanninum at meta um, tað er ráðiligt, at landið selur fyritøkuna og tí møguliga eisini letur hana upp fyri skutil. Undirritaði heldur sjálvandi ikki, at landið skal seta Elektron í slíka serstøðu, at onnur á KT-vinnuøkinum verða fyri bakkasti ella órættvísi. Men ásannandi arbeiðsøkið, serfrøðina og menningarmøguleikarnar er tað neyvan rætt, at landsstýrismaðurin bara tveitir Elektron púra óvart og viðbrekið út í óskipaða liberalistiska meldurin. Føroyingurin er neyvan heldur áhugaður í, at handfaringin av hansara persónligu upplýsingum endar í hondunum á onkrum tilvildarligum privatpersóni.

 

Tað er ílagi at einskilja tað, sum einskiljast skal. Men latið ikki tilvildarliga og ómenta liberaliseringsørskapin fara so illa við tykkum, at tit gloyma at tryggja landsins borgarar soleiðis, at mest privatu upplýsingarnar ikki eru í tryggum umhvørvi.

 

Á tingfundi 1. februar 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi tann 23. mars 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Ad. 1. Sjálvur haldi eg ikki, at einskiljingin av Elektron hevur havt nakran skund. Í samgongu­skjalin­um, sum nú er meira enn tvey ára gamalt er ásett, at partabrøv í almennum fyritøkum kunnu verða boðin út til almenningin ella strategiskar íleggjarar. Tað má tí heldur sigast at hava tikið drúgva tíð at lýsa partabrøvini hjá landinum í Elektron til sølu.

 

Ad. 2. Landsins myndugleikar skulu sjálvandi tryggja sær, at persónsupplýsingar hjá borgarum eru í tryggum hondum, men tað gera myndugleikarnir ikki við at eiga nøkur partabrøv í t.d. Elektron. Privatir peninga- og fíggjarstovnar liggja inni við rættiliga umfatandi persóns­upp­lýsing­um um inntøku- og skattaviðurskifti hjá øllum Føroya fólki, tí allir føroyskir lønmóttakarar hava lønarkonto í føroyskum peningastovni. Landsins myndugleikar tryggja sær, at hesar per­sóns­upplýsingar verða hand­farnar á tryggan hátt við m.a. serligar lóggávu um persóns­upp­lýsingar. Sama ger seg galdandi við t.d. flogferðslu, har myndugleikarnir tryggja flogtrygdina við strangari lóggávu og ikki við at eiga partabrøv í flogfeløgum.

 

Í viðmerkingunum til spurningin sigur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, at hóast landsins partur av partabrøvunum í Elektron bara er 28%, so fata nógv júst hesi ognarviðurskifti sum eina trygd fyri, at teirra persónsupplýsingar eru í góðum hondum.

 

Eg havi ilt við at skilja løgtingsmannin, um hann heldur at trygdin viðvíkjandi persóns­upp­lýsingun­um er í lagi við at geva fólki eina skeiva fatan av veruleikanum, tí tá er talan um falska trygd. Eg haldi sjálvandi, at trygdin skal vera í lagi og á hægsta støði, hon skal vera verulig og tryggjast við lóg.

 

Landið er ein minnilutapartaeigari í Elektron, og landsins partur av partabrøvunum er eingin trygd fyri, at persónsupplýsingar hjá landsins borgarum eru í góðum hondum. Trygdin er tryggjað og skal tryggjast við lóggávu. Eg eri tí fullkomiliga tryggur við, at persónsupp­lýsingarnar hjá landsins borgarum framvegis eru í góðum hondum, um landið selur síni partabrøv til hægstbjóðandi.

 

Eg skilji harafturímóti ikki henda ivan og illgrunarsemi, løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal leggur privata føroyska vinnulívið undir. Løgtingsmaðurin sigur eisini, at tað hugar ikki føroying­um flest, at útlit møguliga eru fyri, at fyritøkan sum m.a. handfer teirra inntøku- og skatta­viðurskifti, kanska fer á “tilvildarligar” privatar hendur. Hvat meinar løgtingsmaðurin við og hvussu veit hann hetta?

 

Ad. 3. Politikkurin hjá landsstýrinum er at skapa góðar karmar hjá vinnuni at virka undir og ikki at blanda seg upp í virksemi hjá einstøkum fyritøkum ella ávirka vinnuliga virksemið umvegis einstakar fyritøkur. Hetta er eisini galdandi fyri virkisøkið hjá Elektron.

 

Ad. 4. Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika einskiljingina av Føroya Banka og støða skal í hesum sambandi takast til, um Føroya Banki fyrst skal selja síni partabrøv í Elektron. Hetta veldst nógv um, hvør søluháttur verður nýttur, tá ið Føroya Banki verður einskildur; víst verður til frágreiðingina, sum ráðgevafyritøkan Alfred Berg hevur gjørt fyri Fíggingargrunnin.

 

Ein politiskur bólkur við einum umboði úr hvørjum flokki er settur at koma við sínum sjónar­mið­um, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin í hesum máli.      

 

Málið avgreitt.