54-6  Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góðkenna Landsroknskapin fyri fíggjarárið 2004


A. Upprunauppskot
B. Ársfrágreiðing
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 1. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

1. viðgerð 8. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. spríl 2006 legði fram soljóðandi

 

 

Álit

 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 1. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 8. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. og 16. mars og 6. apríl 2006.

 

Í ár er frágreiðing um frávik ímillum játtan og nýtsla longu latin Løgtinginum á heysti 2005. Hetta tiltak fegnast fíggjarnevndin um, tí tá verður henda frágreiðing til hjálp í samband við fíggjarlógarviðgerðina.

 

Hinvegin heldur fíggjarnevdin tað ikki vera nøktandi, at tað framvegis eru kontur, har játtanin ikki verður hildin. Fíggjarnevndin mælir til, at landsstýrið tekur hesi viðurskifti í størri álvara. 

 

Fíggjarnevndin ásannar, at árið 2004 møguliga var óvanligt, við tað, at neyðugt var við fyribilsfíggjarlóg og broyttar mannagongdir viðvíkjandi eykajáttan.

 

Fíggjarnevndin skal í hesum sambandi endurtaka áminningina frá løgtingsgrannskoðarunum um: ”Løgtingsgrannskoðararnir vilja minna á, at sambært stýrisskipanarlógini eigur meirnýtsla

ikki at koma fyri, og at tað eigur heldur ikki at koma fyri, at umbøn um eykajáttan verður løgd

fyri tingið og samtykt so seint í árinum, at útreiðslurnar, sum eykajáttanin er ætlað til, longu

eru hildnar. “

 

Fíggjarnevndin ger vart við, at tað tykist sum tað framvegis eru mál, sum Løgtingsgrannskoðararnir ár um ár vísa á, uttan at hesi viðurskifti verða loyst. Fíggjarnevndin heldur ikki, at hetta ber til og skal mæla Løgtinginum til at umhugsa at taka avleiðingarnar, um hesi viðurskifti ikki verða loyst til komandi frágreiðing.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd fíggjarnevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

 2. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.