51  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggj

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 31. januar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 137 frá 13. december 2005 um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum verður gjørd hendan broyting:
Í §1 verða orðini “og Stóru Dímun” broytt til ”Stóru Dímun, Nólsoy og Gásadali.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar: 

Tá Løgtingið í desember 2005 samtykti uppskotið frá landsstýrinum til løgtingslóg um stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggj, varð dentur lagdur á, at talan var um eitt lógartekniskt heimildarmál, har landsstýrismaðurin útvegaði sær materiella heimild til at gjalda stuðulin.

 

Viðmerkingarnar hjá landsstýrinum til lógaruppskotið lýsa hetta sum eitt játtanar- og roknskapartekniskt mál, og álitið hjá vinnunevndini viðger hesar spurningar burturav.

 

Men við løgtingslógini vóru bæði Nólsoy og Gásadalur strikað av listanum yvir bygdir, ið kunnu søkja um stuðul eftir lógini, og bæði vinnunevnd og tingið alt hava uttan iva roknað sum givið, at hetta varð gjørt eftir avtalu og samskifti millum Vinnumálaráðið og kommunalu myndugleikarnar.

 

Nú er komið í ljós, at hvørki Tórshavnar ella Sørvágs kommunur – tíansheldur Kommunusamskipan Føroya ella Kommunufelag Føroya – eru eftirspurd og hoyrd í málinum.

 

Tað er í fyrsta lagi átaluvert, og hesin spurningur átti sjálvsagt at havt fingið neyva umrøðu á tingi.

 

Ì øðrum lagi er sera trupult at síggja nakra grundgeving fyri, at júst Gásadalur og Nólsoy verða strikað sum útjaðarapláss, ið hava tørv á at søkja um stuðul til íløgur í infrakervið.

 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið nevnir landsstýrið bert: “Mett verður ikki, at Gásadalur og Nólsoy eru útoyggjar sbrt. lógaruppskotinum, t.e útoyggjar, sum liggja avsíðis við avmarkaðum ferðasambandi og tænastum til borgaran.”

 

Hetta eru sjálvsagt grundgevingar og metingar, sum ongin kann taka í álvara – og so als ikki nólsoyingar ella nakað gásadalsfólk

 

Landsstýrið hevur helst hugsað, at Nólsoy er vorðin partur av Tórshavnar kommunu, og at tunnil er komin til Gásadals, og tí roknað við, at landskassin kann leggja hesi pláss burturímillum.

 

Men heldur ikki hesar grundgevingar halda. Endamálið við lógini er at stuðla íløgur í infrakervið í breiðastu merking, eisini tí elektroniska – og tískil eru nýligar broytingar í ferðasambandinum ikki nøktandi grundgeving. Eisini aðrar bygdir, sum hava fingið innivist í lógini, hava fingið munandi betringar í ferðasambandinum seinastu árini, so her verður mismunur gjørdur í lógini.

 

Um landsstýrið hevur hugsað um kommunusamanlegging sum grundgeving fyri at strika Nólsoy, so verður somuleiðis mismunur gjørdur. Eisini aðrar bygdir hava lagt saman við størri kommunum, men eru partar av lógini framvegis.

 

Tí verður skotið upp, at Løgtingið beinanvegin rættar ójavnan, ið er samtyktur, og at avvarðandi kommunur, kommunalir felagsskapir og Útoyggjafelagið verða væl og virðiliga hoyrd undir nevndarviðgerðini.

 

1. viðgerð 9. februar 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 2. mars 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 31. januar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. februar og 2. mars 2006.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Meirilutin vísir á, at Nólsoy framvegis er fevnd av løgtingslóg um stuðul til útoyggjar, har heimilað er at javna ein part av meirkostnaðinum av at flyta olju og annnan farm hjá fastbúgvandi í útjaðaraøkjum.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 9. mars 2006. §§ 1 og 2 fullu 7-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.