Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

8. fundur

 

Ár 2005, mikudagin, 14. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir, Heidi Petersen og Vilhelm Johannesen og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

 

2.      Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-6/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi setan av lærara við frítíðarskúlan á Tvøroyri
Málið avgreitt.

 

Tikið av skrá:
Svar uppá
fyrispurning nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni.

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd í viðgerðini av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi

Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðv. flutningsskyldu á farmaflutningi
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, viðv. flutningi av farmi til Kalsoyar
 

Framløga
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, hevur vegna Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmál nr. 7/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 8/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 15. september 2005, kl. 10.00,  við hesi dagsskrá:

1.  1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2005: Uppskot til samtyktar um at seta
      nevnd viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløg­tingslóg fyri september 2005

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd í viðgerðini av umsóknum um arbeiðs- og uppihalds­loyvi

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini

5.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðv. flutningsskyldu á farmaflutningi

6.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, viðv. flutningi av farmi til Kalsoyar

7.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-5/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingarmálinum "Jøkulfell"

8.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-7/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi EFTA

9.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-9/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann frá Kára P. Højgaard, løgtingmanni, kreppuhjálp til tsunami-raktu økini í Indiska havinum

10.  Framløga

 

 Fundur lokin kl. 19.10 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari