7  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 14. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  
 

Uppskot

til

løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at skúladepil verður bygdur í Vági í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2005 um at byggja skúladepil í Suðuroy.


 

Viðmerkingar 

Endamálið við uppskotinum er at geva ungdóminum í Suðuroynni og øðrum skúlasøkjandi skjótastu og best møguligu umstøður til  miðnáms- og almanna og heilsuútbúgvingar á so fíggjarliga skilagóðan hátt sum gjørligt.

 

Løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2005 um at flyta miðnámsskúlan úr Vági fevnir eisini um at flyta almanna- og heilsuútbúgvingina av Tvøroyri. Lógin hevur ein fíggjarkarm, sum er 15 mió. kr. hægri, enn lógin um miðnámsskúlan í Vági hevði, og hon er grundgivin við, at almanna- og heilsuskúli skal byggjast uppí miðnámsskúlan.

 

Av hesi 15 mió. kr. hægru játtanini verða tær fyrstu 10 mió. kr. brúktar til at gera alt lendisarbeiðið umaftur.

 

Skúlin í Vági varð roknaður at kosta 45 mió. kr., og hesin úti í haganum í Porkeri/Hovi er uttan nakrar kanningar yvirhøvur settur til ein mestakostnað upp á 60 mió. kr.

 

Útgrevstur, vegur, vatn, kloakk, byggibúgving og projektering skal nú alt gerast av nýggjum, og endaliga úrslitið er, at vit fáa ikki stórt fleiri fermetrar til skúlahøli, hóast vit fáa 15 mió. kr. hægri játtan.

 

Einastu raðfestingarnar eru, hvat skúlin í mesta lagi skal kosta, nær hann skal vera liðugur, og at hann undir ongum umstøðum má liggja í Vági.

 

Tað eru bert tey allar ríkastu samfeløgini í heiminum, sum hava ráð til at skrotta arkitektateknaðar almennar bygningar og áralangar kostnaðarmiklar almennar fyrireikingar, tá ið tær eru komnar undir land.

 

Nú føroyski búskapurin er í fríum falli, heldur Føroya Landsstýri seg hava hesi ráðini.

 

Sami byggiharri, sum hevur lagt alstóran dent á eitt lokkandi lestrarumhvørvi til ungdómin í Suðuroynni, er nú í ferð við at tveita hesum sama ungdómi ein skúlabygning, sum verður átøkur teimum, vit kendu afturi í trýssunum. Har alt verður stúvað saman á bíligasta hátt við felags fasilitetum til fimleik, sang, tónleik, bókasavn, samkomuhøll vm.

 

Har vit miðaðu eftir einum meginbókasavnið, sum saman við eini væl skipaðari samkomuhøll kundi slóðað fyri mentanarligum ávøkstri, fáa vit nú eina hálvvánaliga fimleikarhøll, sum eisini kann brúkast sum ein líka so hálvvánalig samkomuhøll.

 

Umstøður, ljóðgóðska, hugni og trivnaður, sum alstórur dentur varð lagdur á inni  í Vági, fer fyri skeyti úti í haganum í Porkeri.

 

Ungdóminum í Suðuroynni verður tveittur ein lagurbygningur at húsast í, samstundis sum ungdómurin aðrastaðni fær arkitektateknaðar nýbygningar at húsast í.

 

Hóast vit høvdu landsins bestu møguleikar fyri frálæru í ítrótti á vølli, í høll og í svimjihyli ókeypis á staðnum, so vóru hesir møguleikar lagdir á ís, tí trongskygni, hatur og øvund forðaði skilagóðum framtøkum.

 

Har sakkunnleikin var við í arbeiðinum suðuri í Vági, og bygginevndin var mannað við fleiri byggifrøðingum, hevur landsstýrismaðurin nú sett eina nýggja bygginevnd við ongum byggifrøðingi.

 

Í staðin fyri eina framúr serkøna bygginevnd fara nú landsstýrismansins egnu embætisfólk at samskifta við onkran verkfrøðing á Landsverki um, hvussu farast skal fram í hesum fyri ungdómin so viðkvæma máli.

 

Har er einki umboð fyri brúkaran, og har er einki umboð fyri byggifrøðina. Lítið og einki av úrslitinum av arkitektakappingini í Vági kann nýtast úti í haganum í Porkeri, og enn er einki skilagott hugskot komið um nýtslu av holinum vesturi við Vatnið í Vági, sum stendur í 10 milliónum almennum krónum.

 

Arkitektakappingin, sum skuldi geva  ungdóminum og almenninginum tað besta av tí besta, er endað í einari ad hoc loysn, sum ikki er einum framkomnum samfelag virðilig.

 

Pakkaloysnin við søluni av einum ellis- og røktarheimi fyri ein skúla, sum so stórur dentur varð lagdur á, er eisini farin fyri skeyti. Kommunurnar hava viðgjørt málið sínámillum, og eingin framdrift er í málinum.

 

Undir viðgerðini á tingi var umráðandi at tiga burtur, at arkitektekturin kolldømdi møguleikarnar fyri at byggja ellis- og røktarheim í útgrevstrinum við Vatnið í Vági.

 

Tað gjørdi landsstýrismaðurin so eisini til fulnar, og kommunurnar standa nú við apuni. Høpisleyst er at byggja eitt eldraheim á hesum øki, tí tað gerst ovurdýrt bæði í løgu og rakstri.

 

Tíbetur er framvegis tíð til at binda um heilan fingur, serliga nú tað av álvara sansar at fíggjarliga, og landsins myndugleikar tykjast hava ilt við at finna pening til rakstur av almanna- og heilsuverkinum og av miðnámsskúlunum kring landið.

 

Sera lítið skynsemi sæst tí vera í at flyta ein heilan skúla, sum higartil kostar 10 mió. kr., í grannabygdina at standa, og har vit fáa ein munandi verri skúlabygning fyri munandi hægri kostnað.

 

Ongar veruligar grundgevingar eru fyri hesum almenna oyðsli av skattgjaldarans peningi, og eingin skúlapolitiskur setningur verður rokkin, sum ikki kann røkkast í upprunaligu ætlanini. Tvørturímóti.

 

Skotið verður tí upp, at halda fram við teirri ætlan, sum hevur verið í Vági seinastu fimm árini, og at víðka hana við almanna- & heilsuskúlanum.

 

Áleið 10 mió. kr. eru brúktar í kommunu- og landskassaíløgum í Vági, og hesin peningur fer fyri skeyti, broyta vit ikki lógina aftur.

 

Verður lógin ikki broytt, fáa vit fimm minuttir millum tveir almennar útgrevstrar fyri 20 mió. kr. Harafturat skal roknast við einum hóskiliga stórum endurgjaldskravi fyri at fáa lendið í upprunalíkið aftur.

 

Tílikt oyðsl og tílíka vanvirðing fyri skattgjaldarans peningi kunnu vit ikki bjóða Føroya fólki.

 

Heldur ikki kunnu vit bjóða ungdóminum í Suðuroynni, sum hevði glett seg til at flyta inn í stásiligu nýggju hølini í Vági komandi ár, hetta atgerðarloysi frá almennari síðu.

 

Alment innlit í málið um dagarnar váttar, at tað einasta, Mentamálaráðið hevur gjørt, er at seta eina minni kvalifiseraða bygginevnd at fyrireika málið, og at Almanna- og heilsumálaráðið so at siga hevur verið heilt óvirkið í ellis- og røktarheimsmálinum.

 

Eingin framdrift er í málinum kommunanna millum, og avtalan um ein samlaðan skúla og ellis- & røktarheimspakka er fokin, um hon nakrantíð hevur verið til staðar.

 

Ein sjálvboðin kommunusamanlegging í Suðuroynni stendur munandi nærri, samtykkir Løgtingið hetta uppskotið, sum er í neyvum samsvari við ynski frá teimum størru kommununum í oynni, sum higartil hava tikið tær tungu byrðarnar á útbúgvingarøkinum.

 

Málinum annars viðvíkjandi verður víst til løgtingsmálini nr. 86/2001, 120/2003 og 94/2004.

 

1. viðgerð 21. september 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 21. oktober 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. september 2005, og eftir 1. viðgerð tann 21. september 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4., 10. og 18. oktober 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum greiddi frá byggingini av skúladepli í Suðuroy, sum sambært løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2005 skal liggja í Hovi/Porkeri. Landsstýrismaðurin segði, at fyrireikingarnar ganga eftir ætlan, og farið verður undir at grava út í vár. Víst verður annars til fíggjarlógaruppskotið fyri 2006 har 18 mió. kr. eru avsettar til bygging av skúladepli í Suðuroy.

 

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

 

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mælir tinginum til at taka undir við uppskotinum.

 

Fyrst er at siga, at vit vilja mótmæla vantandi viðgerðini, málið hevur fingið í nevndini. Í mestan mun formanni nevndarinnar fyri at takka.

 

Minnilutin metir tað vera eina sera ódámliga og ódemokratiska framferð, tá tað beinleiðis verður noktað at viðgera uppskotið í nevndini við tí grundgeving, at uppskotið um bygging av skúladepli í Vági er eitt “reint andstøðuuppskot”.

 

Umframt hesa óhepnu framferð varð eisini noktað minnilutanum innkallingar til hoyringar í nevndini, tað vil siga, at allar sjálvsagdar demokratiskar mannagongdir til nevndarviðgerð vóru skúgvaðar til viks av tí breiða meirilutanum.

 

Minnilutin setti seg síðani sjálvur í samband við friðingarmyndugleikarnar í Suðuroynni, Vágs býráð og Arkitektavirkið, og fekk skrivligt svar upp á nakrar spurningar.

 

Niðurstøðan er greið, at tað undir øllum umstøðum er skilabesta loysnin at byggja skúladepilin, sum hýsir bæði miðnámsútbúgvingum og almanna- og heilsuskúlanum, á stykkinum í Vági, sum er byggibúgvið.

 

Sjálvandi fæst tíðin ikki aftur, sum hendan samgongan longu hevur søplað burtur og seinkað skúlabyggingini í Suðuroynni, við at flyta skúlan til Porkeris, men um byggingin av deplinum, sum hendan lógin skjýtur upp, verður samtykt nú, kundi skaðin kanska verðið bøttur aftur.

 

At betri skúladepil og meira skúlabygging fæst fyri 60 mió. kr. á einum byggibúnum stykki í Vági, í mun til úti í haganum í Porkeri, har spakin ikki er settur í, sigur seg sjálvt, sum landsstýrismaðurin málbar seg undir fyrstu viðgerð.

 

Havast skal eisini í huga, at allir fasilitetir til ítrótt longu eru á staðnum við byggibúna stykkið í Vági, og tí verður ikki  neyðugt at gera hesa íløgu umaftur, sum í ætlanini við deplinum í Porkeri. Aftur peningur, sum kann koma næmingunum og lærarunum í Vági til góða, tí umstøðurnar gerast betri.

 

Eisini eigur at verða hugsað um tann fyrimun, tað er fyri trivnaðin og menningina av Vági at byggja skúladepilin har. Miðnámsskúlin og Almanna- og heilsuskúlin sum mentanarberi og mentanardepil fyri býin kann ikki gerast upp í peningi, men er og verður til allar tíðir fyritreyt fyri og grundarlag undir framhaldandi virksemi, menning og trivnaði av Vági sum miðdepil fyri sunnara part av Suðuroynni.

 

Allur sakkunnleiki sigur greitt at størst, best og mest nytta fæst úr skúlabygging, um hon fer fram har fólkagrundarlagið er til staðar, og ikki í óbygdum. Tað undrar  minnilutan at eingi saklig argumentir koma á borið fyri ikki at byggja skúladepilin í Vági. 

 

Við hesum lógaruppskoti verður júst ynski um at byggja skúladepil, ístaðin fyri bert miðnámsskúla, uppfylt, og kann hetta gerast, uttan at tað gerst neyðugt at víðka um byggibúna grundøkið í Vági. Aftur ein orsøk at fremja byggingina í Vági í mun til í Porkeri, umframt tær 10 tals almennu milliónir, sum fara fyri skeytið við at flyta skúlabyggingina.

 

Í friðingarhøpi er greitt, sambært skrivi frá sýslumanninum í Suðuroy, at loyvið bara er givið til bygging av einum skúla, samsvarandi innlatnum tekningum, á útgrivna stykkinum í Vági. Sagt verður frá, at kemur ikki onnur umsókn um aðrar ætlanir við økinum, tá má roknast við, at friðingarnevndin krevur økið endurskapað.

 

Samanumtikið sleppir tingið undan at søpla stórar upphæddir av almennum peningi burtur, stytta um tíðina til hart tiltrongt virksemi í Suðuroynni kann koma í gongd, og kann við hesi verkætlan verða tann týdningarmesti faktorurin til framhaldandi trivna og menning av Vági í nýggjari tíð.

 

2. viðgerð 4. november 2005. §§ 1 og 2 fullu 9-1-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.