8  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2005, 14. september, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting


 

§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 1 verður soljóðandi:

§ 1. Løgtingið hevur í minsta lagi 28 og í mesta lagi 33 limir.

Stk. 2. 28 limir verða valdir við lutfalsvali í fylgjandi 5 valdømum:

1.      Norðara valdømi (Norðoya sýsla), 4 limir

2.      Eystara valdømi (Eysturoyar sýsla), 6 limir

3.      Miðstaðar valdømi (Suðurstreymoy), 9 limir

4.      Vestara valdømi (Vága sýsla og Norðstreymoy), 4 limir

5.      Sunnara valdømi (Sandoyar sýsla og Suðuroyar sýsla), 5 limir

Stk. 3. Haraftrat verða møguliga valdir upp til 5 limir eftir reglunum í §§ 32 og 33. “

 

2) Í § 31, stk. 1, 2. pkt. verður orðingin “1, 2, 3 o.s.fr.” broytt til “1, 3, 5 o.s.fr.”

 

§ 2. Tær sambært § 12 valdu løgtingsval­nevndirnar skulu, eftir at henda lóg er samtykt, veljast av nýggjum fyri nýtt 4 ára skeið. Nývaldu nevndirnar taka við beinanvegin.

 

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar

Hvussu fáa vit eina rættvísari valskipan ?

 

Svarið er ikki einfalt, og meiningarnar eru ivaleyst nógvar. Spurningurin Føroyar sum eitt valdømi hevur verið frammi í fjølmiðlunum, men eisini í Løgtinginum hevur hesin spurningurin verið umrøddur. Tað einfaldasta hevði verið at gjørt Føroyar til eitt valdømi eins og Grønland, men uppskotstillarin metir ikki, at eitt slíkt uppskot hevði vunnið frama og fingið nóg stóra undirtøku til at verðið samtykt. Tí verður hetta uppskotið til broytingar lagt fram sum eitt stig rætta vegin, tí vit muga ásanna, at nærum hvørja ferð løgtingsval er, gerst tingmannabýtið, valúrslitið, sera órímligt, samanborið við atkvøðutalið.

 

Valskipan okkara byggir á, at veljarin ynskir bæði at vera umboðar hugsjónarliga (av flokkum), økisliga (í valdømum), og persónliga (av valevnum).

 

Sjálvsagt mugu vit hava eina valskipan, og hon fer ongantíð at vera fullkomin. Men verandi skipan er grundleggjandi órættvís, tí hon ikki byggir á líkaregluna, at allir veljarar verða settir líka.

 

Verandi vallóg gevur nøkur margháttlig úrslit. Størsti flokkur í atkvøðum á valinum herfyri gjørdist ikki størsti flokkur í tingumboðum. Á sama hátt hevur gingist fleiri val á rað, har úrslitið í prosentum ikki samsvarar við úrslitið í tingmonnum.

 

Valskipanin gevur teimum flokkum fyrimun, sum serliga hava undirtøku í teimum valdømunum, har tingmenninir eru sera bíligir í atkvøðum.

 

Verður hugt eftir, hvussu nógv eitt tingumboð kostar eftir valdømi, síggja vit eina grundleggjandi órættvísa skipan. Sandoyar valdømi fær tveir valdømisvaldar tingmenn fyri einans 1.026 atkvøður - 513 fyri hvønn. næstbíligast eru teir hjá Suðuroynni – 878 fyri hvønn. Í hinum endanum kosta teir 8 hjá Suðurstreymi 1.475 fyri hvønn og teir hjá Eysturoynni 1.380 fyri hvønn.

 

Á enskum tosa tey um “one man – one vote.”  Í Føroyum kann ein veljari telja næstan tríggjar ferðir so nógv sum ein annar – alt eftir hvar hann býr – tá ræður um at býta teir valdømisvaldu tinglimirnar.

 

Sjálvt tá vit taka teir fimm eykavaldu, soleiðis sum teir fullu, er býtið sera skeivt. Tað vóru framvegis 513 veljarar í Sandoynni fyri hvønn tinglimin, meðan tað vóru 834 í Norðstreymoy. Í Eysturoynni og Suðurstreymoy vóru ávíkavist 1.180 og 1.150 veljarar á vali fyri hvønn tingmannin.

 

Óneyðugt skuldi verið at sagt stórt meira um, at skipanin annars nærum á hvørjum vali gevur flokkunum rættiliga tilvildarlig tingmannatøl í mun til atkvøðuprosentið. Hvørt einasta val kunnu vit staðfesta, at onkur flokkur hevði fingið fleiri tingmenn, um sama atkvøðutal bert var eitt sindur øðrvísi býtt uppá valdømini. Tessvegna ber væl til at fáa ein meiriluta á tingi valdan við einum minnuluta av atkvøðunum.

 

Vit eiga tí sjálvsagt at fáa eina nýggja valskipan, sum gevur eitt rættari býti, bæði tá ræður um flokkar, fólkatal í valdømunum og persónligar atkvøður.

 

Hóast Sjálvstýrisflokkurin fyri rúmari tíð síðani setti fram fyrispurning um valskipanina, og bæði landsstýrismaður og løgtingsfólk annars tóku undir við at endurskoða skipanina, er tíverri einki hent enn. Einasta ítøkiliga, ið hevur verið at hoyrt síðani, vóru orðini frá landsstýrismanninum um at hækka ta longu rættiliga høgu tinggáttina. Tessvegna verður hetta uppskot sett fram fyri beinanvegin at bøta nakað um valskipanina.

 

Uppskotið byggir á hesi atlit:

  1. At leggja saman smærru valdømini, so vit í staðin fyri verandi sjey valdømi fáa fimm.

    1. Norðara valdømi,

    2. Eystara valdømi,

    3. Miðstaðar valdømi,

    4. Vestara valdømi og

    5. Sunnara Valdømi.

  2. At tillaga talið av valdømisvaldum tinglimum nakað.

  3. At hækka samlaða tingmannatalið til tað mest loyvda eftir stýrisskipanarlógini.

  4. Broytingarnar kunnu lýsast við hesi talvu.

 

 

Norðoyar valdømi

Eysturoyar valdømi

Suður-streymoyar valdømi

Norð-streymoyar valdømi

Vága valdømi

Sandoyar valdømi

Suðuroyar valdømi

íalt

Valrætt

4.363

7.488

12.884

2.711

2.089

1.085

3.806

34.426

Valdømisvaldir (VDV)

4

5

8

2

2

2

4

27

Valrætt pr. VDV

1.091

1.498

1.611

1.356

1.045

543

952

1.275

Miðal VDV

3,4

5,9

10,1

2,1

1,6

0,9

3,0

27,0

Nýtt VDV

4

6

9

 

4

 

5

28

Nýtt VR pr. VDV

1.091

1.248

1.432

 

1.200

 

978

1.230

 

(Í niðastu reglu skal “Vága valdømi” lesast sum “Vestara valdømi” og “Suðuroyar valdømi” lesast sum “Sunnara valdømi.”)

 

Sum tað sæst, verður talið av valdømisvaldum tað sama í Norðara valdømi; tað sama sum nú í Vestara valdømi; ein tinglim lægri í samanlagda Sunnara valdømi; ein hægri í Eystara valdømi; og ein hægri í Miðstaðar valdømi.

 

Tey trý smærru valdømini, Norðara, Vestara og Sunnara, verða framvegis yvirumboðað á tingi.

 

Við hesum størru valdømunum nærkast vit einum rættari býti ímillum flokkarnar, men varðveita samstundis lokalu umboðanina og ávísa yvirumboðan fyri útjaðaran.

 

Tey broyttu býtistølini í § 31 fara sambært útsøgnum hjá fleiri serfrøðingum at tryggja rættvísari valdømisumboðan. Skipanin í dag ger, at onkur flokkur kann vinna sær fleiri umdømisvaldar, enn flokkurin hevði fingið eftir lutfalsvali, og skipanin ger eisini, at smærru flokkarnir sjáldan fáa umdømisvaldar tinglimir og tí verða undirumboðaðir í mun til atkvøðutalið. Broytta skipanin við tølunum 1-3-5 osfr. heldur enn 1-2-3 osfr. gevur eitt rættvísari og lutfalsligari rættari landsúrslit.

 

Serligar viðmerkingar:

Ad. 1) Tingmannatalið verður hækkað. Lægsta tingmannatalið verður hækkað úr 27 upp í 28, og hægsta tingmannatalið verður hækkað úr 32 upp í 33.

 

Talið av valdømum verður lækkað úr 7 til 5 valdømir. Vága sýsla og Norðstreymoy verða lagdar saman í eitt valdømi og Sandoyar sýsla og Suðuroyar sýsla verða lagdar saman í eitt valdømi. Talið á limum verður hækkað í Eystara valdømi og Miðstaðar valdømi, og lækkað í samanlagda Sunnara valdømi. Harumframt verður heitið á valdømunum ásett í lógini.

 

Ad. 2) Viðvíkjandi uppgerð av valinum verður gjørd tann broyting, at farið verður fram eftir Sainte-Lagües roknihátti í mun til higartil eftir d´Hondts roknihátti. Sainte-Laguës roknihátturin ásetir ein býtingarhátt, har umboðini verða tillutað valevnislistunum, aftaná at atkvøðutalið hjá einstøku valevnislistunum fyrst er býtt við 1, 3, 5 o.s.fr.

 

Verður ein samanbering gjørd millum løgtingsvalið í 2004, roknað eftir ávíkavist d´Hondts roknihátti og Sainte-Laguës roknihátti, sæst munurin á talvunum niðanfyri:

Løgtingsvalið 2004:

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Atkvøður

A

B

C

D

E

H

TOTAL

 

 

 

 

 

 

 

 

Norðoya sýsla

1.434

602

741

264

849

148

4.038

Eysturoyar sýsla

1.217

2.012

1.254

529

1.254

466

6.732

Norðstreymoy

531

663

489

60

582

78

2.403

Suðurstreymoy

2.041

2.638

2.267

527

3.076

788

11.337

Vága sýsla

532

663

373

39

263

79

1.949

Sandoyar sýsla

259

105

326

22

285

26

1.023

Suðuroyar sýsla

516

818

1.471

20

581

74

3.480

TOTAL

6.530

7.501

6.921

1.461

6.890

1.659

30.962

 

  

  

  

  

  

  

 

d´Hondt rokniháttur (verandi skipan)

 

 

 

 

 

 

Umdømisvald

A

B

C

D

E

H

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Norðoya sýsla

2

-

1

-

1

-

 

Eysturoyar sýsla

1

2

1

-

1

-

 

Norðstreymoy

-

1

-

-

1

-

 

Suðurstreymoy

1

2

2

-

3

-

 

Vága sýsla

1

1

-

-

-

-

 

Sandoyar sýsla

-

-

1

-

1

-

 

Suðuroyarsýsla

-

1

2

-

1

-

 

TOTAL

5

7

7

-

8

-

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

EYKAVALDIR:

2

-

-

1

-

2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TOTAL:

7

7

7

1

8

2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sainte-Laguës rokniháttur (nýggj skipan)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Umdømisvald

A

B

C

D

E

H

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Norðoya valdømi

1

1

1

-

1

-

 

Eystara valdømi

1

2

1

1

1

-

 

Miðstaðar valdømi

2

2

2

-

2

1

 

Vestara valdømi

1

1

1

-

1

-

 

Sunnara valdømi

1

1

2

-

1

-

 

TOTAL

6

7

7

1

6

1

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

EYKAVALDIR:

1

1

-

-

1

1

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TOTAL:

7

8

7

1

7

2

 

 

 

 

Ad. § 2) § 12 í løgtingsvallógini ásetir, at landsstýrið skal velja eina valnevnd fyri hvørt valdømi fyri 4 ár. Sitandi valnevndir eru sostatt 7 í tali. Fyri at fáa samsvar millum valnevndir og valdømir, er neyðugt, at valnevndirnar verða valdar av nýggjum. Hetta verður gjørt so skjótt, lógin er samtykt, og skulu nývaldu nevndirnar taka við beinanvegin. Nývaldu nevndirnar sita hereftir í eitt nýtt 4 ára skeið.

 

Ad. 3) Verður lógin samtykt, koma broytingarnar í gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd.

1. viðgerð 30. september 2005. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 8. november 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. september 2005, og eftir 1. viðgerð tann 30. september 2005 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. og 24. oktober og 8. november 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Zakarias Wang og Petur Zachariassen. Frá Zakarias Wang hevur nevndin fingið skrivligar viðmerkingar til uppskotið. Frá Petur Zachariassen hevur nevndin fingið uppskot til nýggjan útrokningarhátt til løgtingsval.

 

Rættarnevndin tekur ikki undir við fyriliggjandi uppskoti, tí at broytingarnar bøta ikki munandi um rættvísi í vallógini. 

 

Rættarnevndin er samd um, at tað er neyðugt við broytingum í vallógini vísandi til valúrslitini bæði í 2004 og 1998, har 3. størsti flokkur fekk størst umboðan á Løgtingi. Rættarnevndin er av teirri fatan, at ein broyting í vallógini eigur at tryggja, at umboðanin í Løgtinginum eigur at svara til tær atkvøðurnar, sum flokkarnir fáa. Nevndin vísir til uppskotið frá Petur Zachariassen, sum landsstýrismaðurin m.a. kann taka við í sínum arbeiði við at broyta vallógina.

 

2. viðgerð 29. november 2005. §§ 1 til og við 3 fullu 1-1-28. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.