Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

82. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 5. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Finnur Helmsdal, Høgni Hoydal, Olav Enomoto, Marjus Dam og Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,  vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2005: Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
§§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0.Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um ferðslu
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevndin til uppskot til samtyktar samtykt 23-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 6. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2005: Uppskot til løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar

6.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi lands- og kommunuuppgávum samanlegging o.a.

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði

8.      Framløga
                                                 

Fundur lokin kl. 15.55  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

Marius Rein
skrivari