69  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 2. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 16 verður orðað soleiðis:

”§ 16. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi rektaran.

Stk. 2. Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um førleikakrøvini hjá leiðslu og lærarum.”

2)      Aftaná § 16 verður sett:

”§ 16 a. Landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í §§ 15- 18, um útbúgvingarnar verða skipaðar saman við øðrum útbúgvingar-stovni”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar 
Í løgtingslóg um læraraútbúgving frá 1980 er ikki ásett, hvør skal seta rektara og lærarar á læraraskúlanum. Tað er ikki heilt greitt, hví eingin áseting er um hesi viðurskifti, men ein frágreiðing kann vera, at tað var vanligt í 1980, at landsstýrið setti flest øll størv í skúlum og stovnum, og at tað tí ikki var mett neyðugt at áseta hetta í lógini. Í hvussu er, setti landsstýrið lærarar í fólkaskúlanum og fleiri øðrum skúlum. Seinni gjørdist tað alt meira og meira vanligt, at stjórar í sjálvstøðugum skúlum og stovnum settu lærarar og onnur starvsfólk.  

Í fleiri førum hava landsstýrismenn umrøtt møguleikan fyri at flyta setanarheimildina av lærarum til rektaran, men ætlanirnar um at gera nýggja lóg um lærara- og pedagogútbúgvingina hava havt við sær, at avgjørt var at bíða eftir nýggju lógini, og flyta setanarheimildina til rektaran í lógina. Tað er óvist, um nýggja lógin um læraraútbúgving kann setast í verk fyrr enn í august 2007. Tað er neyðugt at fáa setanarviðurskiftini í læraraskúlanum broytt sum skjótast, m.a. orsakað av, at ávísir trupulleikar hava verið í sambandi við setanir í læraraskúlanum, bæði í einstøkum málum og í sambandi við, at verandi setanarmannagondir ikki eru nóg dyggar. Landsstýrismaðurin vil fyribyrgja fleiri trupulleikum við at áseta formligu heimildina hjá landsstýrismanninum at seta og siga úr starvi rektaran, flyta heimildina til rektaran at seta og siga lærarar úr starvi og samstundis geva einstaka umsøkjaranum til starv á Læraraskúlanum betri kærumøguleikar.

 

§ 16 í galdandi lóg um læraraútbúgving er soljóðandi: “ Sum treyt fyri setan í fast starv sum læraraskúlaadjunktur, -lektorur ella -rektari er, at viðkomandi, umframt at hava tann neyðuga kunnleikan og námsfrøðiligu útbúgvingina, skal hava staðið eina roynd í námsfrøði og undirvísingarfimi. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hesa roynd.” Í uppskotinum verður nú ásett í lógini, at tað er rektarin, sum setir og loysir øll starvsfólk úr starvi, og landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um førleikakrøvini. 

Við at leggja ábyrgdina av setanum út til rektaran, fer starvssetanin í læraraskúlanum fram á sama hátt sum í flestu øðrum skúlum og stovnum. Bæði út frá fyrisitingarligum og leiðslupolitiskum sjónarmiðum er tað rættari, at tað er rektarin, sum er setanarmyndugleiki, tí hann frammanundan hevur ábyrgdina av størsta partinum av setanartilgongdini og av dagligu arbeiðsviðurskiftunum hjá starvsfólkum skúlans.

  

Galdandi setanarmannagongd av lærarum er ofta drúgfør og ikki serliga dygg. Mentamálaráðið hevur ikki verið partur í fyrireikingini av setanini. Rektarin skipar fyri setanarsamrøðum og tilmæli, meðan landsstýrismaðurin skal seta og grundgeva fyri setanini. Mentamálaráðið hevur eisini ofta spurningar viðvíkjandi tilmælinum, og tí er nógv samskifti millum partarnar til at fáa gjøllari greiðu á tilmælinum, áðrenn landsstýrismaðurin fær tikið støðu.

 

Tað er landsstýrismaðurin, sum setir lærarar sambært galdandi lóg, og tí er eingin hægri fyrisitingarmyndugleiki at kæra setanina til. Tað er óheppið fyri rættartrygdina, at umsøkjarar ikki hava møguleika at kæra setanina til hægri myndugleika. Lógaruppskotið tryggjar umsøkjarum henda rætt.

 

Sambært galdandi starvsfólkapolitikki skal ein setanarnevnd skipa fyri setanartilgongdini m.a. við samrøðum. Í setanarnevndini skulu m.a. vera rektari og starvsfólkaumboð.

 

Eingin broyting verður í sambandi við setan og uppsøgn av rektara, men uppskotið staðfestir nú formliga, at tað er landsstýrismaðurin, sum hevur hesa heimild.

 

Heimildin hjá rektaranum at seta starvsfólk fær gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd.

 

Ætlanin er at skipa útbúgvingarnar til lærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing saman við øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetri Føroya. § 16 a. í uppskotinum gevur landsstýrismanninum neyðuga heimild at fara undir at gera broytingar í Læraraskúlanum í sambandi við samanleggingina. Í uppskotinum verður víst til §§ 15- 18 í læraraskúlalógini. §§ 15 - 18 í læraraskúlalógini viðgera í høvuðsheitinum leiðslu- og setanarviðurskifti hjá rektara og lærarum skúlans.  

 

Hoyring

Uppskotið er sent til viðmerkingar hjá:

  1. Fíggjarmálaráðnum
  2. Magistarafelag Føroya
  3. Føroya Læraraskúla

 

Tá hoyringsfreistin var farin, vóru viðmerkingar komnar frá:

  1. Fíggjarmálaráðnum

 

Viðvíkjandi 1

Fíggjarmálaráðið hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

a. Fíggjarligar avleiðingar

Tað eru ongar fíggjarligar avleiðingar av uppskotinum. 

 

b. Umsitingarligar avleiðingar

Landsstýrismaðurin er sambært galdandi lóg setanarmyndugleiki í sambandi við setan í fast starv í læraraskúlanum, meðan fyribils- og tíðaravmarkaðar setanir verða framdar av rektaranum. Rektarin ger frammanundan tað fyrreikandi arbeiðið við setanarsamrøðum, tilmæli o.ø, so sjálv setanin fer ikki at geva rektaranum stóra eyka arbeiðsbyrðu. Sambært uppskotinum kemur rektarin nú eisini at hava formligu ábyrgdina av setanini.

 

Avleiðingarnar fyri Mentamálaráðið eru, at setan, uppsøgn og onnur starvsfólkaviðurskifti eftir nærri áseting verða flutt til læraraskúlan.

 

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur.

 

c) Avleiðingar fyri umhvørvið

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

d) Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

 

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar felagsskapir.

 

g) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna.

 

h) Avleiðingarnar í talvu:

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

1)

Landsstýrismaðurin fær við ásetingini í stk. 1 formligu heimildina av at seta rektaran.

Rektarin hevur bæði ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum. Hann hevur dagligu ábyrgdina av starvsfólki skúlans, og hann stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum. Eisini tekur hann allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi starvsfólki og hevur eftirlit við, at  tey gera teirra arbeiði til lítar. Ábyrgd og myndugleiki eiga at fylgjast at, og tí eigur setanin at verða framd av rektaranum.

 

Rektarin, starvsfólkaumboð og møguliga serkøn uttan fyri skúlan manna eina setanarnevnd, sum hevur setanarsamrøður og ger tilmæli um setan. Setanarnevndin skal fylgja mannagongdunum í almenna setanarpolitikkinum, fyrisitingarlógini og øðrum almennum reglum hesum viðvíkjandi.

 

2)

Í sambandi við bygnaðarbroytingar á hægru útbúgvingunum, har ætlanin er at leggja m.a. Føroya Læraraskúla saman við Fróðskaparsetri Føroya, fær landsstýrismaðurin heimild at víkja frá ásetingunum í galdandi lóg um setan og leiðslubygnað soleiðis, at ein formlig samanlegging kann fara fram.

 

Hjálagt skjal:
1. Ummæli frá Fíggjarmálaráðnum

 

1. viðgerð 23. mars 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 29. mars 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 23. mars 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 28. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Nevndin hevur viðgjørt spurningin, um tað ikki er rættast, at rektarastørv og onnur líknandi størv eru áramálssett, og heldur, at landsstýrismaðurin eigur at taka henda spurningin upp, tá slík størv verða sett.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 6. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 26 frá 20.04.2006