100-40 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi lands- og kommunuuppgávum, samanlegging o.a.  

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 8. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

1.      Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fáa størri og sterkari umsitingarligar kommunalar eindir?
 

2.      Hvørjar ætlanir liggja í kortunum til tess at fáa størri undirtøku fyri at fáa veruligt og skynsamliga greiðari býti millum land og kommunur?
 

3.      Um so er, at landsstýrismaðurin ætlar at fáa størri og sterkari umsitingarligar kommunalar eindir, og tað ikki frívilliga letur seg gera og samgongan ikki vil (torir) ella semja ikki finst, ætlar hann so at fáa samanlegging framda við lóg?
 

4.      Kann roknast við, at  tær kommunur, sum ikki frívilliga hava lagt saman innan 2009, at tær við lóg verða samanlagdar?

 

Viðmerkingar

Bæði núverandi og seinasta landsstýrissamgonga settu sær fyri at styrkja kommunala økið við styrktum kommunalum sjálvstýri og sjónligari ábyrgd við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur, samstundis sum samráðingar skuldu takast upp við kommunurnar um,hvørji øki skulu leggjast út.

 

Umframt hetta verður mælt til í samgonguskjalinum, at ”Miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið”.

 

Stívliga 5 ár eru nú liðin, síðani arbeiðsbólkurin læt úr hondum álitið ”Raðfesting og staðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur”.

 

Talan er her týðiliga um, at greiðari býti skal fremjast millum lands- og kommunuuppgávur, og við hesum býti sambært skattaskipan, at: ”kommunurnar fáa tær inntøkur, ið eru neyðugar til at fíggja teirra lut í almennu uppgávunum”. – Hetta er sjálvsagt.

 

Grundarlagið undir teimum tilmælum er samstundis, sum sagt verður í álitinum, at ”tryggja, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at røkja tær kommunalu uppgávurnar”.

 

Í Meginreglu 3 í álitinum stendur í undirtekstinum, at: ”skalt tú fáa eina virkisføra (effektiva) uppgávurøkt, so er umráðandi, at økið, sum uppgávan skal fevna um, hevur eina burðardygga stødd. Tað merkir, at kommunan hevur búskaparligan og umsitingarligan førleika at stýra, so at tilfeingið verður gagnnýtt sum best, soleiðis at allir borgarar í landinum hava eitt ávíst tænastustøði, sama um borgararnir búgva í einari stórari ella lítlari kommunu.....”

 

Tá talan er um ”virkisføra uppgávurøkt”, eina ”burðardygga stødd”, ”búskaparligan og umsitingarligan førleika”, samstundis sum  kommunur skulu yvirtaka umsitingarøki frá landsumsitingini,  kann eingin ivi vera um, at neyðugt er, at kommunurnar verða savnaðar í størri og virkisførari eindir. Alt annað er burturvið, og kemur ongantíð at geva kommunum og økjunum nakran framburð á umsitingarliga økinum og soleiðis heldur onga menning sum heild.

 

Tað er skilaleyst at hava tví-umsitingarligar eindir soleiðis, at samstundis sum umsiting verður framd í kommunum, so eisini ein miðfyrisitingarlig landsumsiting fyri sama umsitingarliga táttin. Hetta er bæði fløkt, tápuligt og búskaparliga burtur úr vón og viti. Men í løtuni verður henda leiðin í veruleikanum gingin.

 

Fleiri royndir hava verið gjørdar við samráðingum millum landsstýrið og kommunur, bæði í núverandi og seinastu samgongu – uttan úrslit - at fáa til vega, sum nevnt undir ”Roknskaparreglur og bókhaldsskipan”:  ”Roknskaparreglur eiga at verða ásettar skjótast til ber. Neyðugt er við eintýddum ásetingum; átrokandi neyðugt er eisini at áseta í eini kontoskipan neyvari reglur um bókhald og um roknskapir. Uttan hetta verður trupult at leggja nýggj stór øki út til kommunurnar”.

 

Síðani álitið varð latið úr hondum frá arbeiðsbólkinum, hevur ávíst trýst verið lagt á kommunurnar um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Uttan úrslit.

 

Eisini tá eg sjálvur var landsstýrismaður,  legði eg bæði fyri landsstýrið og samgonguna at leggja kommunur saman í størri umsitingarligar eindir, og um tað ikki gevur úrslit, at hetta verður framt við lóg innan 2009. Higartil hevur landsstýrissam­gongan ikki viljað (torað) at sett veruliga út í kortið.

 

Lat meg her skoyta uppí, at fáa skil á hesum tátti er tvingandi neyðugt, tá

visjón 2015 umræður. Tað er nú, grundarlagið skal leggjast.

 

So leingi hesi himprandi viðurskifti halda fram, sum tey nú gera, hendir ein framhaldandi vanstýring,  tað ið verður lagt út, verður gjørt sum best ber til, seinastu dømini eru barnaverndarskipanin og ellis- og røktarheimsbyggingin  í sunnaru helvt í Suðuroy.

 

Umframt, at einki veruligt fer at koma burturúr at leggja uppgávur út til økini, og harvið fáa økini styrkt, sær út til, at uppgávubýtið millum land og kommunur - í løtuni -  gerst alt meiri fløkt og skilaleyst.

 

Vanliga verður tosað um kommunala sjálvstýrið. Um nakað sjálvstýrið skal vera, er neyðugt, at nakað yvirhøvur er at stýra annað enn nakrar vegagerðir, kloakkir og onkur hissini útstykking, og okkurt afturat hesum, meðan aðrar íløgur og annar rakstur liggur hjá landsumsitingini. Her verður ongin broyting, fyrrenn vit fáa sterkari umsitingarligar eindir, og tað vil siga størri og meiri virkisførar kommunur.

 

Nú økini úti um landið vikna í stórum umsitingarliga og harvið sum heild, fær sentrala landsumsitingin alt størri fótafesti.

 

Á tingfundi hósdagin 9. februar 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi hósdagin 6. apríl 2006 svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar 

 

Fyrsti spurningurin er: “Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fáa størri og sterkari umsitingarligar kommunalar eindir?”

 

Fyrst skal eg gera greitt, at ætlan mín er ikki at byrja við at leggja kommunur saman við lóg, men hinvegin meti eg, at tíðin er komin til, at vit eintýðugt áseta, hvørjar tær kommunalu eindirnar skulu vera í framtíðini. Eindir, ið kommunurnar kunnu samstarva ella leggja saman í. Fáa vit ásett hesar eindir, hevði verið møguligt at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanleggingar. Úrslitið av eini fólkaatkvøðu, har meiriluti var fyri samanlegging, kundi so verið grundarlagið undir kommunusamanlegging, og har meiriluti var ímóti samanlegging, kundi so verið grundarlag undir samstarvi.

 

Næsti spurningur er: “Hvørjar ætlanir liggja í kortunum til tess at fáa størri undirtøku fyri at fáa veruligt og skynsamliga greiðari býti millum land og kommunur?”

 

Eg haldi at neyðugt er helst at minna á tær meginreglur, ið skuldu vera grundarlagið undir arbeiðinum við at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgsarbýti millum landi og kommunur.

 

Lat meg endurtaka meginreglurnar:

 

Meginregla 1:

Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum

 

Meginregla 2:

Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber.

 

Meginregla 3:

Uppgávurnar, ið verða lagdar til kommunurnar, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt ella í samstarvi við aðrar í nærøkinum, og tað skal bera til at laga uppgávurnar til tann staðbundna tørvin.

 

Sum spyrjarin nevnir í viðmerkingunum, hevur stígur verið í arbeiðinum við roknskaparkunngerð og roknskaparskipan fyri kommunurnar, men her kann eg upplýsa, at eg ætli at seta gongd aftur á málið. I hesum sambandi ætli eg at avtala nýggjan leist fyri arbeiðið við formenninar í báðum kommunufeløgunum.

 

Umframt hetta meti eg, at neyðugt er, at vit í samráð við kommunufeløgini gera eina ítøkiliga raðfesting av, í hvørjari røð økir, sum vit ynskja verða løgd til kommunurnar at umsita sjálvstøðugt undir ábyrgd, verða kommunal, og henda raðfesting skal eisini tíðarfestast.

 

Men áðrenn vit fara at leggja stór og tung økir frá landi til kommunur at umsita, er neyðugt, at formligu viðurskiftini eru avgreidd. Ein týdningarmikil partur av grundarlagnum er, at vit fáa eina útjavningarskipan millum kommunurnar. Tað arbeiðið ætli eg at fáa sett í verk so skjótt sum gongd er komið aftur á arbeiði við roknskaparverkinum hjá kommununum.

 

Teir báðir seinastu spurningarnar haldi eg, at eg næstan havi svarað, men lat meg gera greitt, at eg ætli ikki at byrja við at leggja kommunur saman við lóg. Lat okkum fáa ásett hvørjar komunalar eindir vit ynskja okkum. Síðani vil eg heldur mæla til, at vit skipa fyri fólkaatkvøðu um samanlegging heldur enn at leggja kommunur saman við lóg.

 

Málið avgreitt.