99  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 4, stk. 1, nr. 1 verður strikað.

2)      Í § 4 verður sum stk. 3 sett:

„Stk. 3. Kravið í stk.1, nr. 2 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans. Kravið í stk. 2 um, at felag ella stovnur skal hava heimstað í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg ella stovnar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum. Hoyvíkssáttmálin er Sáttmáli frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin.

 

Kap. 1.  Almennar viðmerkingar 

Í sambandi við uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan er fráboðað, at tær lógir, sum eru í ósamsvar við sáttmálan, eiga at verða broyttar. Í lógini um biografar er krav, at loyvi ella góðkenning at reka biograf bert kann verða givið persónum við heimarætti. Henda áseting er í ósamsvari við Hoyvíkssáttmálan og eigur tí at verða broytt.

 

Hetta lógaruppskot strikar kravið um heimarætt. Orsøkin til, at skotið verður upp at strika kravið, er, at vinnulóggávan sum heild ætlandi verður broytt á samsvarandi hátt. Mett verður, at somu krøv, sum verða sett til annað vanligt vinnuvirksemi, eru nøktandi at seta persóni, ið søkir loyvi at reka biograf.  

 

Av tí at bústaðarkrav í sambandi við loyvi til rakstur av biografi og krav um heimstað hjá felagi ella stovni eru í andsøgn við Hoyvíkssáttmálan, verður sett inn nýggj áseting, ið loyvir undantaki frá hesum kravi. T.v.s., at persónur ella felag, ið samsvarandi Hoyvíkssáttmálanum hevur rætt at leiða og reka biograf uttan nærri treytir enn tær, sáttmálin ásetir, fær henda rætt.  

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

a) Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar.

 

b) Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

d) Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

e) Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

f) Avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur avleiðingar í sambandi við Hoyvíkssáttmálan, við tað at slakað verður í krøvunum fyri biografloyvum í teimum førum, har persónur, felag ella stovnur eru fevnd av sáttmálanum.

 

g) Avleiðingar settar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

Nei

Nei

Ja

Ja

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 

  Nei

 

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

1)      Ásetingin um, at heimarættur er kravdur fyri at fáa biografloyvi, verður strikað. Hetta gevur loyvi til, at persónur, sum ikki hevur heimarætt, kann fáa loyvi til at reka biograf, um viðkomandi lýkur krøvini í lógini annars.

2)      Nýggja stykkið ásetir, at krav um bústað og/ella heimstað ikki er galdandi fyri persónar, feløg ella stovnar, sum eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum.

 

Til § 2:

Í hesi grein er ásett, at lógaruppskotið fær gildi sum løgtingslóg sama dag, Hoyvíkssáttmálin fær gildi.

Víst verður til § 4 í uppskoti til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin, (løgtingsmál nr. 15/2005).

 

1. viðgerð 13. mars 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 29. mars 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 28. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum. Frá landsstýrismanninum í mentamálum fekk nevndin teldupost við viðheftum skjølum, dagfest 28. mars 2006, viðvíkjandi § 10 í heimastýrislógini í mun til uppskotið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

 

2. viðgerð 6. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 19. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 27 frá 20.04.2006