Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

75. fundur

 

Ár 2006, mánadagin 20. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Lisbeth L. Petersen, og Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 1 og 13 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2005: Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2005: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit tingmáli nr. 84/2005: Uppskot til løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur.


Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 21. mars 2006, kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2005: Uppskot til samtyktar um heimleys
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit
Málið verður beint í vinnunevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2005: Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna
Málið verður beint í vinnunevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
Málið verður beint í vinnunevndina

7.      Framløga                                                 

 

Fundur lokin kl. 17.57 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari