87  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum

skatta- og avgjaldslógum (renturokning)

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, verður § 135, stk. 1 og 2 orðað soleiðis:

 

”...Hevur skattgjaldari  ikki goldið skattin, herundir fyribilsskattin, tá gjaldsfreistin er úti, skal hann til landskassan gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna av tí skatti, hann skyldar. Renta, sum hin skattskyldugi skyldar, verður gjørd upp eina ferð um mánaðin og kravd saman við írestandi skatti fyri tey ávísu árini.

Stk. Er skattur, sum ávísingarskyldugur eftir § 129 í hesi løgtingslóg skal gjalda til tað almenna, ikki goldin, tá gjaldsfreistin er úti, skal tann ávísingarskyldugi gjalda rentu, sum fellur til landskassan við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna.”  

§ 2

 

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 9. desember 2005, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis:

 

Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 

§ 3

 

Í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verður § 1, stk. 4 orðað soleiðis:

 

Stk. 4. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”  

§ 4

 

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 22. desember 2005, verður § 3, stk. 3 orðað soleiðis:

 

Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 

§ 5

 

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinnings-skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr 141 frá 15. desember 2005, verða hesar broytingar gjørdar:

 

1.      Í § 15 verður stk. 2 orðað soleiðis:

 

Stk. 2. Hevur felagið ikki goldið afturhildnan skatt, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka felagsins verður gjørd upp eftir skattalógini.”

 

2.   Í § 16 verður stk. 3 orðað soleiðis:

 

Stk. 3. Er skatturin eftir stk. 2 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.“

 

3.   Í § 18 verður stk. 3 orðað soleiðis:

 

Stk. 3. Er skatturin eftir stk. 2 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka verður gjørd upp eftir skattalógini.“ 

§ 6

 

Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, verður § 6, stk. 5 orðað soleiðis:

 

Stk. 5. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 

§ 7

 

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2005, verða hesar broytingar gjørdar:

 

1.   Í § 22 verður stk. 2 orðað soleiðis:

 

Stk. 2. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Renta verður somuleiðis goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1 fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna.”

 

2.   Í § 32 verður stk. 4 orðað soleiðis:

 

Stk. 4. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna.” 

§ 8

 

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 9. desember 2005, verður § 30a orðað soleiðis:

 

”Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Eisini verður renta roknað av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánaða frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 

§ 9

 

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. juni 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 12. desember 2005, verður § 2, stk. 4 orðað soleiðis:

 

Stk. 4. Rindar arbeiðsgevarin ikki rættstundis, skal hann gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Gjaldið verður kravt inn sum írestandi skattur sambært § 78 og § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.”

 

§ 10

 

Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. mars 2001, verður § 7, stk. 4 orðað soleiðis:

 

Stk. 4. Rindar arbeiðsgevarin ikki rættstundis, skal hann gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu” 

§ 11

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Við hesum lógaruppskoti mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til, at verandi ásetingar í skatta- og avgjaldslóggávuni um renturokning verða harmoniseraðar, soleiðis at grundarlagið fyri renturokningini í størst møguligan mun verður tað sama í skatta- og avgjaldslóggávuni. Í hesum sambandi verður eisini skotið upp, at rentustigið í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. og løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn verður sett niður í 0,7%, eins og gjørt varð í øðrum skatta- og avgjaldslógum í 2003.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Tað ber ikki til, sum er, at siga nakað ítøkiligt um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar, lógaruppskotið hevur við sær.

 

Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fyrsitingarligar avleiðingar, tí við lógaruppskotinum verður renturokningin einfaldari.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til §§ 1-10

Talan er um eina dagføring av galdandi ásetingum um renturokning.

 

Uppskotið leggur upp til, at ásetingarnar um renturokning í skatta- og avgjaldslóggávuni verða harmoniseraðar, so grundarlagið fyri renturokningini verður tað sama í teimum ymsu skatta- og avgjaldslógunum.

 

Mælt verður til, at renta verður roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna, um skattir og avgjøld ikki verða goldin til tíðina. Er gjalddagurin t.d. 10. mai er fyrsti rentumánaðurin sostatt 11. mai til 10. juni.

 

Fyri at umganga manuella renturokning og samstundis rationalisera renturokningina eftir avgjalds- og kapitalvinningsskattalóggávuni verður skotið upp, at rentan eftir løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, løgtingslóg um ferðagjald, løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi, løgtingslóg um lønhæddaravgjald, løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. framyvir verður roknað av saldo, eins og longu veður gjørt eftir løgtingslóg um meirvirðisgjald og  løgtingslóg um toll.

 

Til § 11
Mælt verður til, at løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

1. viðgerð 22. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 22. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini víst á, at nakrir feilir eru í orðingunum í uppskotinum.

 

Nevndin setir tí fram soljóðandi:  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) Í § 1 verður orðingin ”...” strikað

 

2) Í § 1 verður orðingin ”Stk. ” broytt til  ”Stk.2.

 

3)   § 5 verður orðað soleiðis: "Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinnings-skattalógin) við seinni broytingum, verða hesar broytingar gjørdar:

 

1.   Í § 16 verður stk.. 3 orðað soleiðis:

 

Stk. 3. Er skatturin eftir stk. 2 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.“

 

2.   Í § 18 verður stk.. 4 orðað soleiðis:

 

Stk. 4. Er skatturin eftir stk. 3 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka verður gjørd upp eftir skattalógini.“  “

 

4)    § 9 verður orðað soleiðis: ”Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. juni 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 12. desember 2005, verður § 2, stk. 4 orðað soleiðis:

 

"Stk. 4. Hevur arbeiðsgevarin ikki goldið tað í stk. 1 nevnda gjald, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rindar arbeiðstakarin ikki rættstundis, verður gjaldið kravt inn sum írestandi skattur sambært § 78 og § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt."  ” 

 

Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 2. mai 2006. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1, 5 og 9 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

 3. viðgerð 4. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 49 frá 16.05.2006