108  Uppskot til  løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 2. mars, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg  um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit

 

§ 1. Við heimild í § 2 í lóg nr. 79 frá 12. mai  2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka verða málsøkini á lista 1, nr. 12 útlendingamál og marknaðareftirlit yvirtikin.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2006.

 

Viðmerkingar:

Eitt av teimum málum, sum hevur verið frammarlaga í politiska orðaskiftunum seinastu árini, og sum so avgjørt ikki hevur tænt politikarum ella føroyskum politikki til rós, er útlendingamálið. Høvuðsyvirskriftin yvir hetta torskilda økið kundi verið: Fløkt, ómenniskjansligt og føroysku tjóðini til lítlan sóma.

 

Meðan viðgerðin av nýggjum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldloyvi ikki hevur verið so nógv frammi í almenna kjakinum, so er øðrvísi við umsóknum um framhaldandi og varandi uppihalds- og arbeiðsloyvi og umsóknum frá hjúnafelagum, sum eru gift føroyingum, um loyvi at búsetast í nýggja heimlandi teirra, ella at kunna koma til heimland hjúnafelaga teirra at vitja.  At tað skal vera annað enn ein avgreiðsluspurningur fyri slík, sum kanska í mong ár hava tænt føroyska samfelagnum á ymiskan hátt, at fáa eitt svar upp á umsókn sína, er trupult at skilja. Uppaftur verri er at góðtaka, at fremmandafólk, gift føroyingi, ikki uttan trupulleikar skal kunna koma higar at vitja ella búsetast, bert tí heimlandið er uttan fyri norðurlond.

 

At avgerðin, hóast tilmæli verður givið av føroyskum myndugleika, verður tikin av fremmandafólki í fremmandum landi, átti fyri langari tíð síðani at verið broytt. Fyrst av øllum tí vit sum føroyingar áttu at havt so frægt av sjálvsvirðing, at vit ráddu egnum viðurskiftum eisini á hesum øki. Harnæst tí fremmandafólkið, sum í dag tekur avgerðina fyri okkum, ongantíð hevur víst, at tað hevur neyðugt innlit í føroysk viðurskifti til at kunna taka skilagóðar avgerðir okkara vegna. Og hví skuldu tey tað? Tað hevði verið óhugsandi, at føroyskur myndugleiki og føroyingur tóku bindandi avgerð um viðurskifti í øðrum landi - t.d. um skúla-, valuta ella útlendingapolitikk í Týsklandi. Skilaleyst - ja sjálvandi, men hví halda vit, tað vera natúrligt, og lata tað um okkum ganga,  at myndugleiki í Danmark og danskur embætismaður, ið kanska hevur traðkað barnaskógvar sínar á Nørrebrúgv, í Randers ella líknandi, og uttan minsta kunnleika til Føroyar og føroyingar annað enn frá fjølmiðlum, at hesin hevur eginleikar fram um føroyingar at taka avgerð í hesum eyma, kenslumerkta máli, sum útlendingamálið er?

 

At so enntá tríggir myndugleikar, tveir danskir - løgreglan og  útlendingastýrið- og ein føroyskur, Innlendismálaráðið, umsita økið, kann ikki annað enn gera málið púrasta fløkt og forða gjøgnumskygni. Tað sigur seg sjálvt, og gongdin seinastu árini og í dag prógva hetta til fulnar.

 

Afturat hesum koma so trupulleikarnir av stirvnum mannagongdum og beinharðari lógartulking, sum í alt ov stóran mun tykist eyðkenna føroysku tilmælini.

 

At yvirtaka økið, og harvið donsku lógina, og harnæst í friði og náðum at tillaga hesa til føroysk viðurskifti og møguliga, um politiskur vilji er til tað, at evna til nýggja føroyska lóg, átti at verið størsta sjálvfylgja fyri eitt so framkomið fólkaræði sum tað føroyska.  Tá verður eisini grundleggjandi fortreytin fyri, at økið fæst at virka, til staðar, nevniliga tað, at ábyrgd og avgerðir fylgjast.

 

Yvirtøkulógin varð samtykt á Løgtingi hin 12. mai 2005.   Sum beinleiðis fylgja av hesari  legði landsstýrið hin 8. november 2005 fram uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, har m.a. verður nágreinað, hvørji málsøki ikki eru yvirtikin, og staðfest verður, at: framtíðar yvirtøkur verða framdar við, at økið, sum ætlast yvirtikið, verður strikað av listanum (yvir ikki yvirtikin mál) við broytingarlóg.

 

Millum tey øki, ið eru á listanum um ikki yvirtikin mál, er nr. 12 á listanum, útlendingaøki og marknaeftirlit, og eru tað hesi øki, sum broytingarlógaruppskot Miðfloksins viðvíkur.

Ætlan Miðfloksins var upprunaliga at seta fram broytingaruppskot til ætlaðu lógina um ræði á málum og málsøkjum, men nú seinasti dagur fyri framløgu í tinginum nærkast, og málið enn ikki er komið úr nevnd, leggur flokkurin fram lógaruppskot um, at málsøkið verður yvirtikið eftir galdandi reglum fyri yvirtøku av málsøkjum, sí stýrisskipanarlógina § 46.

 

Mannagongdin í sambandi við yvirtøkur sambært yvirtøkulógini § 2 er tann, at tað eru føroyskir myndugleikar ið gera av, nær mál og málsøki verða yvirtikin, tó soleiðis at tingingar skulu verða við danskar myndugleikar viðvíkjandi ávísum yvirtøkum, herundir útlendingaøkið og marknaeftirlit.

 

Skotið verður upp, at lógin skal fáa gildi 1. august 2006 soleiðis, at landsstýrið fær stundir at tingast við danskar myndugleikar viðvíkjandi yvirtøkuni, áðrenn yvirtøkan við gildiskomuni verður veruleiki.

 

Tað er ein treyt, at útlendingaøkið og marknaeftirlit verða yvirtikin samstundis.

 

Yvirtøkan inniber, at lóggávuvaldið, útinnandi valdið, útreiðslurnar og føstu ognirnar, ið hava beinleiðis samband við eitt mál ella eitt málsøki, alt samalt verður flutt til føroyskar myndugleikar.

 

Sambært einum punktnotati frá Løgmansskrivstovuni í løgtingsmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, er kostnaðurin av yvirtøkuni leysliga mettur at verða 2 mió. kr.  

1. viðgerð 20. mars 2006. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 21. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2006 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars og 5. og 19. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Frá landsstýrismanninum í innlendismálum fekk nevndin eina frágreiðing frá einum arbeiðsbólki um viðgerð av umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum, frágreiðing um yvirtøku av málsøkjunum løgregla og  kriminalforsorg, og stovnsetan av dómstólum frá 2003, og frágreiðing um yvirtøku av útlendingamálum frá 2003.


Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) vísir á, at landsstýrismaðurin í innlendismálum arbeiðir við at fáa greiðari mannagongdir fyri viðgerð av umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum. Hann er í ferð við at gera eina útlendingakunngerð, sum seinni kann verða grundarlag undir eini føroyskari útlendingalóg á økinum. Meirilutin heldur seg til ásetingarnar í samgonguskjalinum og tekur tí ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin vísir á, at bæði fyrsta viðgerðin í tingsalinum og viðgerðin í uttanlandsnevndini vístu týðiliga, at fleiri enn teir báðir, ið eiga minnilutaálitið, standa aftan fyri tær hugsanir, ið koma fram í uppskotinum um yvirtøkuna av útlendinga- og marknaeftirlismálinum. Víst varð á, bæði undir 1. viðgerð og í nevndini, at tíðin frá, at umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi verður latin inn, og til avgerð verður tikin, er óneyðuga drúgv, at ov nógvir og fremmandir aktørar eru íblandaðir, og at vit onga trygd hava fyri, at tey, ið avgerðina taka, hava neyðugan kunnleika til tað samfelag og tey fólk, ið hesar avgerðir viðvíkja.

 

Um tað er kendi óviljin móti andstøðuuppskotum, ið ger, at menn í meirilutanum hopa undan egnum sjónarmiðum, ella tað er vanliga undanstøkkingin, ið tíverri oftast sæst, tá avgerðir skulu takast, ið viðvíkja tjóðarfrælsi okkara, er ilt at siga. Men harmiligt er at uppliva í tíðum, har tosað verður um sjálvstýris- og yvirtøkulógir, og har fráboðanir um sjálvsavgerðarrætt verða sendar í allar ættir, at tá verk skal setast handan orð, er lítil styðril í monnum. Og at goyma seg aftan fyri gittan kostnað av yvirtøkuni sigur meira um manglandi álvaran aftan føgur orð um at ráða egnum viðurskiftum.

 

Einki í ætlanum landsstýrismansins á økinum ber boð um annað enn eina fátæka roynd at pjøssa upp á eina lóg, ið dagligi veruleikin vísir okkum er ómenniskjanslig fyri tey mongu, hvørs lív og lagna er bundin at henni, og óvirðilig fyri eitt samfelag, ið bara letur standa til, meðan frammand siðvenja tekur avgerðir bæði mánaðir og ár ov seint.

 

Minnilutin vónar tó, at meiriluti verður fyri uppskotinum, so tær so mangan ómenniskjansligu avgerðir á útlendingaøkinum verða farin søga, og at lóggávan og framtíðaravgerðir verða føroysku tjóðini til heiður.

 

 2. viðgerð 28. apríl 2006. Uppskot til samtyktar fall 10-0-19. Málið avgreitt.