97  Uppskot til  samtyktar um heimleys

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Ásannandi, at viðurskiftini hjá heimleysum í Føroyum ikki eru virðilig, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir miðvíst at betra um viðurskifti teirra heimleysu. Løgtingið tekur tískil undir við:

 

 

 

Almennar viðmerkingar

Tað eru umleið 35 heimleys í Føroyum í dag. Av hesum búgva 15 fyribils í búfelagsskapum hjá Bláa Krossi og Frelsunarherinum. Restin hevur onki fast tilhaldsstað.

 

./.       Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fekk á sumri 2005 handað eitt umbiðið álit frá einum arbeiðsbólki við umboðum fyri kommunurnar, Almannastovuna og sjálvbodnar felagsskapir (sí hjálagt).

 

Álitið lýsir hugtakið heimleys, lýsir bráðfeingistørvin hjá heimleysum, viðger trupulleikan viðvíkjandi uppgávu- og ábyrgdarbýtinum á økinum, mælir til loysnir, ið nøkta bráðfeingistørvin, eitt nú við uppskoti til lógarfest rættindi og staðfesting av ábyrgd.

 

Hugtakið “heimleys” verður í álitinum lýst soleiðis:

 

Heimleys eru fólk, sum orsakað av víttfevndum sosialum og persónligum trupulleikum, ikki hava møguleikan fyri at útvega sær ella fasthalda bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum og tí ongan varandi bústað hava ella bert hava fyribils og tilvildarligan bústað hjá vinum, kenningum ella avvarðandi.

 

Arbeiðsbólkurin mælti til økt og skipað samstarv millum tað almenna, ið hevur evstu ábyrgdina av at hjálpa heimleysum, og sjálvbodnu sosialu felagsskapirnar, sum í roynd og veru eru teir, ið veita heimleysum hjálp. Skulu sjálvbodnir felagsskapir, sum gera sosialt arbeiði, eisini formliga takast við í loysn av sosialum trupulleikum, er neyðugt at menna samstarvið millum tað almenna og tey sjálvbodnu. Samstarvast má um tey ítøkiligu tiltøkini, sum verða stuðlað soleiðis, at samanhangur er í teim hjálparfyriskipanum, sum verða veittar av tí almenna og hjálpina, sum verður veitt av teim sjálvbodnu. Tí er neyðugt, at aðrir stovnar, sum veita hjálp, eitt nú Almannastovan og Heimarøktin, eru við í hesum samstarvi. Skal tørvurin nøktast í so stóran mun, sum gjørligt er, og rætta hjálpin veitast tí einstaka, mugu eisini tey sjálvbodnu samstarva sínámillum. Tí eigur ein kommuna, sum letur fíggjarligan stuðul, at treyta sær, at hetta kann lata seg gera og verður gjørt, og at hetta samstarv verður formaliserað.

 

Landsstýrið tekur undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, at kommunurnar fáa ábyrgdina av at virka fyri, at tey heimleysu fáa ein bústað og aðra neyðuga hjálp, sum teim tørva útum ta hjálp, sum tað almenna frammanundan veitir sambært sosialu lóggávuna.

 

Landsstýrið tekur undir við, at kommunurnar eru betur førar fyri enn landið at síggja og loysa trupulleikarnar við heimloysi. Tað er ein fyrimunur, at øll ábyrgd verður løgd á einum stað, tí trupulleikarnir við at “sleppa sær undan ábyrgdini” við tilvísing til, at annar myndugleiki eisini hevur ábyrgd, verða avmarkaðir. Kommunurnar hava størri kunnleika til lokalu viðurskiftini og eru tí betur førar fyri enn landið at finna best hóskandi loysnirnar. At kommunurnar fáa ábyrgdina, fer væntandi at hava við sær, at tær koma at geva trupulleikunum størri ans.

 

Landsstýrið tekur undir við at lógaráseta serlig tilboð til heimleys soleiðis, at meira gongd kemur á arbeiðið at loysa trupulleikan hjá heimleysum.

 

Arbeiðsbólkurin hevur orðað eitt uppskot til broyting í galdandi forsorgarlóg, har ábyrgdarbýtið millum land og kommunur verður staðfest (sí álitið).  

 

Avleiðingar av uppskotinum

Tað er trupult at gera heilt neyvar kostnaðarmetingar av uppskotinum, tí tað er ilt at gita um, hvørjar avleiðingar tað fær, um ábyrgdin fyri at veita heimleysum býli verður løgd til kommunurnar. Í álitinum er lagt upp til, at játtaðar verða tilsamans umleið 3,6 mió. kr. fyrsta árið til at seta gongd á hjálpina til tey heimleysu, herundir fyrst og fremst til varandi bústaðir, men eisini fyribils bústaðir, mennandi stuðul, náttarbýli (herberg) og dagtilhald. Undir galdandi skipan verða 1,15 mió. kr. latnar sum stuðul úr landskassanum til sjálvbodnu felagsskapirnar, og 600 tkr. verða latnar frá Tórshavnar Býráði, tilsamans 1,75 mió. kr.

 

Tekur Løgtingið undir við hesum uppskoti til samtyktar, verður eftir ólavsøku lagt fyri Løgtingið uppskot til lóg um broyting í forsorgarlógini við nýggjari áseting um serlig tilboð til heimleys, har greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur verður staðfest hesum viðvíkjandi.

 

Skjal:
Álit um heimleys í Føroyum

 

 

 1. viðgerð 21. mars 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2006 er tað beint í trivnaðarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars, 5. og 28. apríl 2006.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið við áhuga og metir tað hava týdning at fáa framt broytingar á økinum.

 

Serliga sær nevndin tann stóra týdning, sum arbeiðið hjá sjálvbodnum felagsskapum hevur. Trivnaðarnevndin heldur tað vera sera gagnligt at stuðla hesum arbeiði.

 

Tað hevur tíverri ikki eydanast nevndini at verða liðug við viðgerðini av øllum lutum í uppskotinum, men er hon samd um, at nakað skal gerast

 

Verandi uppskot er eitt uppskot til samtyktar, t.v.s ein áheitan á landsstýrismannin um at seta fram ítøkilig lógaruppskot í heyst.  

 

Trivnaðarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin heldur átti at lagt ítøkilig lógaruppskot fram til politiska viðgerð og støðutakan.

 

.

 

Ein samd Trivnaðarnevnd mælir tí til at seta fram soljóðandi

 

broytingaruppskot 

 

"Heitt verður á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um í heyst at leggja fyri Løgtingið ítøkilig uppskot viðvíkjandi teimum heimleysu".

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.