70  Uppskot til  samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Atkvøðugreiðsla

Ár 2006, 28. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við EFTA um limaskap og fyrireikar lógaruppskot um at taka ræði á hesum 12 málsøkjum:

 

1.   Flogferðsla

2.   Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum

3.   Ídnaðarhugverksrættur

4.   Upphavsrættur

5.   Útlendingaøkið og marknaeftirlit

6.   Ársroknskaparøkið

7.   Elektronisk undirritan

8.   Felagsskapsrættur og grunsrættur

9.   Fíggjarrættur

10. Mát og vekt

11. Sakførarastarvssemi

12. Sjórættur

 

 

Viðmerkingar:

Upplýst er av løgmanni í fyrispurningi 100-19/2005, at treytin fyri limaskapi í EFTA er, at vit hava málsræði á tólv ávísum málsøkjum:

1.   Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar)

2.   Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

3.   Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur)

4.   Upphavsrættur (frælsi fyri vørur) 

5.   Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri likamligar persónar)

6.   Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital)

7.   Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, likamligar persónar og løgfrøðiligar persónar)

8.   Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

9.   Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur)

11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur)

12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)

 

Málsræði á hesum økjum kostar okkum minni enn 20 mió. kr. sambært viðløgdu meting, ið er gjørd á Løgmansskrivstovuni.

 

Uppskotið er, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð.

 

Fylgiskjal: Meting frá Løgmansskrivstovuni

 

1. viðgerð 20. mars 2006. Málið beint í uttanlandsnevndina

 

Tingfundur 5. mai 2006. Uppskot frá Hergeir Nielsen og Jenis av Rana um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 11-0-20.