57  Uppskot til  løgtingslóg um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2006, 22. februar, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar


 

Kapittul 1
Endamál

 

§ 1.  Landsstýrismaðurin skipar fyri stigvíst uppbygdum útbúgvingum til heilsuhjálpara og heilsurøktara.

Stk. 2. Útbúgvingarnar hava m.a. til endamáls,

1)      at geva næmingunum førleika at røkja stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur á almanna- og heilsuøkinum,

2)      at geva næmingunum møguleika at nema sær almennar útbúgvingarførleikar sum grundarlag fyri víðari útbúgving, og

3)      at menna áhuga og evni næminganna at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum.
 

Kapittul 2
Atgongd til útbúgvingarnar

 

§ 2. Atgongd til útbúgvingina til heilsuhjálpara er treytað av, at umsøkjari

1)      í minsta lagi hevur 1 árs útbúgving ella arbeiðsroyndir eftir fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella

2)      hevur aðrar royndir samsvarandi krøvunum í nr. 1.

Stk. 2. Skúlin ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.

 

§ 3.  Atgongd til útbúgvingina til heilsurøktara er treytað av, at umsøkjari

1.      hevur útbúgving sum heilsuhjálpari, ella

2.      hevur viðkomandi førleikar, sum eru grundaðir á útbúgvingarroyndir ella útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum í minsta lagi taka somu tíð sum heilsuhjálparaútbúgvingin.

Stk. 2. Skúlin ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.

 

§ 4.  Skúlin kann góðskriva partar av útbúgvingini hjá næmingum, sum hava viðkomandi útbúgvingar ella starvsligar fyritreytir.

 

Kapittul 3
Útbúgvingarskipan

 

§ 5.  Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at sínámillum ávirkan er millum starvsvenjingina og skúlaundirvísingina.

 

§ 6. Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og 3 mánaðir. Í minsta lagi 28 vikur av útbúgvingartíðini er undirvísing í skúla.

Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur.

 

§ 7. Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 1 ár og 10 mánaðir. Í minsta lagi 40 vikur av útbúgvingartíðini er undirvísing í skúla.

Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis samansettar ítrivs- og umsorganaruppgávur, sum m.a. fata um at samskipa og undirvísa, og sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur.

 

§ 8. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útbúgvingarnar, m.a. um innihald, próvtøkur, prógv og kærur um próvtøku.

Stk. 2. Uppskot til reglur sbrt. stk. 1 verða sendar landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum til viðmerkingar, áðrenn tær verða settar í gildi.

 

§ 9. Skúlin ger námsskipanir, sum neyvt áseta, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis.

Stk. 2. Skúlin og starvsvenjingarstaðið samstarva um at røkka teimum málum, sum eru ásett í námsskipanunum.

Stk. 3. Mentamálaráðið skal góðkenna námsskipanirnar.


Kapittul 4
Skúlaskipan o.a.

 

§ 10. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.

 

§ 11. Starvsvenjingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av skúlanum.

 

§ 12. Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi rektara skúlans.
Stk. 2. Rektarin setur í starv og loysir úr starvi deildarleiðarar, lærarar og onnur starvsfólk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um førleikakrøvini til leiðslu og lærarar.

 

§ 13. Rektarin hevur námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virksemi skúlans.

 

Kapittul 5

Næmingaviðurskifti

 

§ 14. Næmingar bera útreiðslurnar av bókum og øðrum undirvísingartilfari.

 

§ 15. Skúlin veitir næmingum yrkis- og lestrarvegleiðing sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.

 

§ 16.  Næmingar við avmarkaðum fakligum førleika kunnu fáa eykaundirvísing í ávísum lærugreinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um eykaundirvísing.

 

§ 17. Skúlin ger saman við næminginum eina persónliga útbúgvingarætlan, har mál verða sett fyri hvønn útbúgvingarpart sær og fyri útbúgvingina sum heild.

 

Kapittul 6
Ráðsskipan

 

§ 18. Landsstýrismaðurin tilnevnir eitt útbúgvingarráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger mál um heilsuútbúgvingarnar sambært teimum reglum, sum verða ásettar sbrt. heimild í § 20, stk. 1.

Stk. 2. Útbúgvingarráðið kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið tað heldur hevur týdning fyri útbúgvingarnar.

Stk. 3. Skúlin og útbúgvingarráðið eiga at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja reglur o.a., og at koma við uppskoti til landsstýrismannin um broytingar.

 

§ 19. Útbúgvingarráðið hevur 7 limir. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur tilnevndur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um heilsuútbúgvingarnar fevnir um.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin.

Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.

 

§ 20. Gjøllari reglur um útbúgvingarráðið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Reglurnar sbrt. stk. 1 skulu m.a. lýsa, hvørji mál sbrt. § 18, stk. 1 ráðið skal gera ummæli um, mannagongdir fyri ráðsarbeiðinum, útreiðsluheimild, tilnevningarskeið og val av ráðslimum og rættin til skrivstovuhjálp.

 

Kapittul 7

Kæruviðurskifti

 

§ 21. Avgerðir, sum skúlin tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina. Víkjast kann frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um kæruviðgerðina.

§ 22. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 21, stk. 1 verður at leggja til eina kærunevnd. 

 

Kapittul 8
Gildiskoma

 

§ 23. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. mars 2006. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 44 frá 23. apríl 1999 um almanna- og heilsuútbúgvingar.

Stk. 2. Reglurnar í kunngerð nr. 17 frá 26. februar 2001 um almanna- og heilsuútbúgvingarnar, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 16. juni 2005, eru framvegis galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir á heilsuhjálparaútbúgvingini, áðrenn henda lóg kemur í gildi.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar 

Løgtingslóg nr. 44 frá 23. apríl 1999 um almanna- og heilsuútbúgvingar var fyrsta føroyska lóggáva, sum skipaði almanna- og heilsuútbúgvingar. Neyðugt var at seta  útbúgvingarnar á stovn, tí stuðuls-, røktar- og umsorganarøkið við tíðini gjørdist so stórt og fjølbroytt og arbeiðið so fakliga krevjandi, at neyðugt var at útbúgva starvsfólkið.

 

Orsøk til lógaruppskotið

Sambært galdandi løgtingslóg tekur heilsuhjálparaútbúgvingin eitt ár, og heilsurøktaraútbúgvingin, ið er framhald av heilsuhjálparaútbúgvingini, tekur hálvt annað ár. Røktarútbúgvingin er ongantíð sett í verk, tí orkan hjá skúlanum seinastu árini hevur verið brúkt til at uppskúla heimahjálparar. Galdandi lóg gevur nevniliga heimild fyri, at persónar og fakbólkar við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum kunnu verða frítiknir fyri partar av útbúgvingunum. Í hesum sambandi hevur verið skipað fyri serstøkum uppskúlingarflokkum fyri ‘eldri’ heimahjálparum, soleiðis at hesir kundu uppskúla seg til heilsuhjálpara eftir einum hálvum ári. Avgerð er tikin um ikki at halda fram við uppskúlingarútbúgvingini til heilsuhjálpara, men heldur at nýta eina skipan at góðskriva viðkomandi útbúgvingarpartar.

 

Við støði í galdandi lóg var ætlanin at skipa fyri uppskúlingarflokkum fyri aðrar fakbólkar enn heimahjálparum, t.d. sjúkrahjálparum, røktarheimsassistentum, røktarum/pleygarum.  Tørvurin at uppskúla hesar fakbólkar til heilsurøktara er avmarkaður til uml. tveir flokkar, tí  er avgerð tikin um heldur at nýta eina skipan við at góðskriva viðkomandi útbúgvingarpartar eins og í heilsuhjálparaútbúgvingini. Við skipanini við góðskriving hava næmingarnir somu teoretisku undirvísing sum næmingarnir í vanligu útbúgvingini, men fáa góðskrivað part av starvsliga partinum.

 

Tá ið  farið var undir almanna- og heilsuútbúgvingarnar í 2000, varð gjørt av, at farast skuldi undir røktaraútbúgvingina, tá ið uppskúlingarflokkarnir til heilsuhjálpara, sum tekur eitt hálvt ár, vóru um at verða lidnir. Tí var eingin kunngerð gjørd beinanvegin til røktaraútbúgvingina. Hon skuldi gerast, samstundis sum uppskúlingarflokkarnir fækkaðust í tali - hetta fyri at nýta orkuna hjá skúlanum so skilagott sum møguligt. Tá ið Mentamálaráðið og skúlin fóru í holt við at fyrireika kunngerðargrundarlagið undir heilsurøktaraútbúgvingini, gjørdist tó greitt, at neyðugt var at endurskoða lógina frá 1999. Norðurlendskar almanna- og heilsuútbúgvingar eru bæði gymnasialar útbúgvingar, yrkisútbúgvingar og arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Broytingar í donsku útbúgvingunum í 2001 hava havt ávirkan á avgerðina at gera nýggja føroyska lóg.

 

Endamálið við uppskotinum

Endamálið við at endurskoða lógina er m.a., at næmingar, umframt tær yrkisrættaðu kravdu lærugreinirnar, skulu hava almennar lærugreinir, so sum náttúrulærugreinir og málsligar lærugreinir. Við almennu lærugreinunum afturat teimum yrkisrættaðu lærugreinunum fær næmingurin eina yrkisrættaða miðnámsútbúgving, ið gevur bæði yrkisførleika og førleika at fara víðari til aðrar viðkomandi útbúgvingar. Næmingurin verður á henda hátt ikki so fast læstur í einum ávísum yrki. Broytingin fer eisini í størri mun enn higartil at javnstilla heilsuhjálparaútbúgvingina og røktaraútbúgvingina við aðrar yrkisrættaðar miðnámsútbúgvingar í útbúgvingarskipanini og geva teimum útbúnu eina størri tilvitan um leiklut teirra í samfelagnum. Broytingarnar hava við sær, at báðar útbúgvingarnar verða longdar fyri at geva rúm fyri bæði fakligu og almennu lærugreinunum. Heilsuhjálparaútbúgvingin verður longd við 3 mánaðum og røktaraútbúgvingin við 4 mánaðum. Arbeiðsgevarar, brúkarar og samfelagið sum heild seta í dag nógv størri krøv enn áður til útbúnu heilsuhjálpararnar og heilsurøktararnar, og hetta ger tað neyðugt at hækka útbúgvingarstøðið og leingja útbúgvingina.

Endamálið við uppskotinum er eisini at gera ymiskar aðrar broytingar m.a. í ráðsskipanini og útbúgvingarætlanini fyri næmingarnar.

 

Samandráttur av uppskotinum

Sambært uppskotinum eru heilsuhjálparaútbúgvingin og heilsurøktaraútbúgvingin sjálvstøðugar útbúgvingar, sum eru partar av einari stigvíst uppbygdari útbúgvingarskipan. Møguleiki er fyri at góðskriva útbúgvingarpartar, meðan møguleikin fyri uppskúling hinvegin er tikin úr lógini. Ásetingarnar fyri ráðsskipanini eru broyttar, soleiðis at ráðið er víðkað úr 5 til 7 limir, og ráðið er nú bert ráðgevandi. Uppgávurnar hjá ráðnum verða ásettar í kunngerð. Lógin hevur við sær ta týðandi námsfrøðiligu broytingina, at skúlin skal saman við næmingunum gera eina persónliga útbúgvingarætlan.

 

Atfinningin móti galdandi lóg hevur serliga snúð seg um vantandi møguleikar at hava almennar lærugreinir í undirvísingini. Hesir møguleikarnir eru nú ásettir í lógini. Lógaruppskotið hevur við sær, at útbúgvingarnar verða longdar, soleiðis at heilsuhjálparaútbúgvingin nú er 1 ár og 3 mánaðir og heilsurøktaraútbúgvingin 1 ár og 10 mánaðir. Ein longd útbúgving skal styrkja almennu førleikarnar og arbeiðsførleikarnar innan umsorganarøkið. Lærugreinin føroyskt er nú í útbúgvingini, og aðrar lærugreinir vera nú á sama ella hægri stigi enn í Danmark.

 

Útbúgvingarætlan, starvsfólkatørvur o.a.

Tørvurin á starvsfólki innan almanna- og heilsuøkið verður helst støðugur komandi árini. Umleið 150 fara frá vegna aldur næstu 15 árini, og mett verður, at umleið sama tal fer úr skipanini á annan hátt t.d. vegna sjúku og í onnur størv. Vaksandi virksemi er innan eldraøkið, og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli verða bygd komandi árini. Skúlin metir, at umleið helvtin av teimum, sum hava lokið heilsuhjálparaútbúgvingina fara víðari til heilsurøktaraútbúgvingina. Við støði í hesum og í orkuni hjá starvsvenjingarøkjunum er hóskandi at taka ein flokk av heilsurøktarum inn um árið, og tveir flokkar av heilsuhjálparum.

 

Útbúgvingarætlan skúlans er soleiðis:

 

Heilsuútbúgvingarnar geva rætt til útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum. Næmingarnir fáa sostatt ikki løn í útbúgvingartíðini sum í Danmark. Í Føroyum eru næmingarnir í skúla, tá ið teir eru í starvsvenjing, og eru ikki partur av normeringini á arbeiðsmarknaðinum eins og í Danmark.  

 

Ummæli

Uppskotið er sent til ummælis hjá:

  1. Almanna- og heilsumálaráðnum

  2. Heilsuhjálparafelag Føroya

  3. Almanna- og Heilsurøktarafelagnum

  4. Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

  5. Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya

  6. Heilsuskúla Føroya

  7. Stuðulsstovninum

 

Tá ið hoyringarfreistin var farin, vóru viðmerkingar komnar frá:

  1. Almanna- og heilsumálaráðnum

  2. Heilsuhjálparafelag Føroya

  3. Almanna- og Heilsurøktarafelagnum

  4. Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

  5. Heilsuskúla Føroya

  6. Stuðulsstovninum

Herumframt vóru viðmerkingar innkomnar frá:

  1. Elsbu Lǖtzen í Heimarøktini

  2. Marini Vang, røktarstjóra á Landssjúkrahúsinum

 

Viðvíkjandi 1

Almanna- og heilsumálaráðið fegnast um lógaruppskotið. Ráðið hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men metir, at tað eigur at vera Mentamálaráðið, ið skal bera útreiðslurnar av praktikkvegleiðingini.

 

Viðvíkjandi 2

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men vísir á, at tað í viðmerkingunum ikki eiga at vera ásetingar um t.d., hvar starvsstaðið skal vera. Hetta verður tikið til eftirtektar, og viðmerkingarnar eru broyttar samsvarandi. Eisini hevur felagið viðmerkingar í sambandi við útbúgvingarráðið. Broytingar eru gjørdar í serligu viðmerkingunum, og verða viðurskiftini hjá útbúgvingarráðnum annars nærri ásett í kunngerð.

 

Viðvíkjandi 3

Almanna- og Heilsurøktarafelagið hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men vísir á, at tað í viðmerkingunum ikki eiga at vera ásetingar um t.d., hvar starvsstaðið skal vera, og hvussu støðan hjá brúkaranum skal vera. Hetta verður tikið til eftirtektar, og viðmerkingarnar eru broyttar samsvarandi.

 

Viðvíkjandi 4

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur við drúgvum svarskrivi viðgjørt uppskotið, og har gjørt ítøkiligar spurningar til samanberingar millum ta gomlu og nýggju lógina, og m.a. viðgjørt fakfelagspolitiskar avleiðingar av uppskotinum og arbeiðsbýtið millum fakbólkar. Teir spurningar, sum felagið setur, eru so umfatandi og ítøkiligir, at Mentamálaráðið fer at svara felagnum skrivliga. Svarskrivið til felagið verður, saman við hoyringarskrivunum, sent Løgtinginum. 

 

Viðvíkjandi 5

Heilsuskúli Føroya hevur gjørt ávísar ítøkiligar viðmerkingar til uppskotið. Viðmerkingarnar eru lutvíst tiknar til eftirtektar.

 

Viðvíkjandi 6

Stuðulsstovnurin hevur ongar viðmerkingar.

 

Viðvíkjandi 7

Elsba Lǖtzen í Heimarøktini vísir á málsligar broytingar, ið lutvíst eru tiknar til eftirtektar.

 

Viðvíkjandi 8

Marin Vang, røktarstjóri á Landssjúkrahúsinum, vísir á ymiskar málsligar og tekniskar broytingar, sum lutvíst eru tiknar til eftirtektar. 

 

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum 

a) Fíggjarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar og kommunur

Formliga verður eingin nýggj útbúgving sett í verk við lógaruppskotinum, tí galdandi lóg hevur reglur um útbúgvingina, men farið verður undir heilsurøktaraútbúgving fyri fyrstu ferð til várs. Ongar útreiðslur verða av hálvt ára longu uppskúlingarflokkunum longur, so samanumtikið verður ein ávís sparing í útreiðslunum av hesi orsøk. Men hækkaða fakliga støðið við almennum lærugreinum, persónligari útbúgvingarætlan, løn til praktikkvegleiðarar, stuðul frá Stuðulsstovninum og longdari útbúgving fer at hava nakað av øktum útreiðslum við sær. Meirútreiðslurnar hjá skúlanum eru mettar til umleið 1,5 mió. kr.  Stuðulsstovnurin skal í fíggjarárinum 2006 gjalda stuðul til ein flokk av heilsurøktarnæmingum frá mars mánaði til árslok, og ein flokk av heilsuhjálparanæmingum frá september mánaði til árslok. Henda meirútreiðsla er mett til uml. 1 mió. kr.  Almanna- og heilsumálaráðið ber útreiðslurnar av løn til praktikkvegleiðarnar. Hesar meirútreiðslurnar eru mettar til umleið kr. 700.000. Samlaðu meirútreiðslurnar fyri landskassan í 2006 verða sostatt 3,2 mió. kr.

 

b) Umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar og kommunur

Lógaruppskotið hevur avleiðing fyri Mentamálaráðið og Almanna- og heilsumálaráðið við nakað av øktari umsiting. Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur.

 

c) Avleiðingar fyri vinnuna

 

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

d) Avleiðingar fyri umhvørvið

 

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

f) Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar felagsskapir.

 

h) Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

 

i) Avleiðingarnar í talvu:

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar 

Til § 1.

Endamálið við útbúgvingini til heilsuhjálpara er m.a. at  geva næmingunum innlit og førleikar í at vera um fólk, sum hava tørv á arbeiðsligum og persónligum stuðli, aktivering og grundleggjandi røkt.

Endamálið við útbúgvingini til heilsurøktara er at geva næmingunum fyritreytir fyri at meta um neyðuga tørvin og fyri sjálvstøðugt at røkja og tilrættaleggja samansettar umsorganaruppgávur og aktiverandi arbeiði. Hetta fevnir eisini um stimulering af fysiskum, intellektuellum og skapandi eginleikum hjá einstøkum borgarum og bólkum av borgarum. Harumframt hevur útbúgvingin til endamáls at geva næmingunum fyritreytir fyri at meta um neyðuga tørvin og fyri sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktarveitingar viðvíkjandi stuðli, røkt og umsorgan á tí primera og sekundera almanna- og heilsuøkinum.

Útbúgvingarnar skulu eisini geva næmingum fakligan førleika innan almennar lærugreinir sum t.d. føroyskt og enskt, sum kunnu vera grundarlag fyri víðari útbúgving. Ein stórur partur av næmingunum hava onga útbúgving frammanundan, og tað er neyðugt at økja teirra medvit og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, soleiðis at teir fáa evni og hug at luttaka í tí, sum fyriferst í samfelagnum.

 

Til § 2.

Atgongdin til útbúgvingarnar er við støði í formligu upptøkutreytunum og eini heildarmeting av førleika umsøkjaranna til at taka útbúgvingina og at arbeiða í viðkomandi starvsøki.

Bæði fyri ung, sum bert hava prógv úr 9. flokki í fólkaskúlanum, og fyri onnur, sum hava tørv á tí, er treytin fyri upptøku, at tey í minsta lagi hava 1 árs starvsligar royndir ella útbúgving. Støðisútbúgving á yrkisskúla er eitt hóskandi upptøkugrundarlag hjá teimum, sum ikki lúka vanligu upptøkutreytirnar. Aðrar royndir sbrt. § 2, stk 1, nr. 2 kunnu verða háskúli, skúlaskip, húsarhaldsskúli ella eftirskúli.

 

Sambært § 2, stk. 2 og § 3, stk. 2 ger skúlin av, um upptøkukrøvini eru rokkin, t.v.s. evsta ábyrgd er hjá skúlans leiðslu.

 

Til § 3.

Atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina hava tey, sum hava heilsuhjálparaútbúgving ella viðkomandi útbúgvingarroyndir ella útbúgvingar- og starvsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 1 ár og 3 mánaðir. Partar av miðnáms- ella yrkisútbúgvingunum og starvsroyndir kunnu geva atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina.

 

Til § 4.

Dentur eigur at verða lagdur á, at tað í mest møguligan mun verður tikið fyrilit fyri útbúgvingum ella starvsroyndum, ið umsøkjarar hava frammanundan, soleiðis at næmingarnir ikki verða noyddir at taka partar av útbúgvingini, sum teir longu frammanundan hava.

Rektari skúlans hevur avgerðarrætt og tekur støðu til, hvørjar útbúgvingar- ella starvsligar fyritreytir kunnu frítaka næming fyri partar av útbúgvingini. Rektarin kann heimila einum møguligum deildarleiðara at taka avgerðir í tílíkum málum.

 

Til § 5.

Útbúgvingarnar eru skipaðar í eindir við skúlaundirvísing og starvsvenjing, ið fevna um ymisk starvsøki, soleiðis at næmingurin fær fjølbroyttar royndir á teimum primeru og sekunderu stuðuls-, røktar- og umsorganarøkjunum.

Skipanin við at skifta millum skúla og starvsvenjing skal stuðla næminginum í at ogna sær vitan, førleika og hugburð innan økið. Fyri at økja um heildina og samkipanina millum skúla- og starvsvenjingarpartin, ger næmingurin saman við ávíkavist skúla og starvsvenjingarstaði persónlig og faklig lærumál í sambandi við tær ymisku eindirnar.

 

Til § 6.

Útbúgvingin er longd við 3 mánaðum. Í minsta lagi 28 vikur av útbúgvingini skulu vera ástøði. Í høvuðsheitinum er tann ástøðiligi parturin longdur fyri at økja um fakligu, almennu og persónligu førleikarnar hjá næminginum. Næmingarnir skulu hava almennar grundlærugreinir. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, hvørjar almennar lærugreinir vera í útbúgvingini, og á hvørjum støði tær eru.

Dentur verður lagdur á at styrkja umsorganarpartin í útbúgvingini.

 

Heilsuhjálparin skal sjálvstøðugt raðfesta og útinna einfaldar stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur. Hetta kann vera at stuðla borgarum til at varðveita førleikar,  fyribyrgja likamligar og sálarligar eftirsjúkur og styrkja sálarligu og sosialu tilveru borgarans. 

 

Til § 7.

Grundstøði undir heilsurøktaraútbúgvingini er heilsuhjálparaútbúgvingin, og í minsta lagið 40 vikur av heilsurøktaraútbúgvingini skal vera ástøði. Heilsurøktarin røkir grundleggjandi sjúkrarøktaruppgávur, m.a. leggur til rættis og røkir sjúkrarøktaruppgávur sjálvstøðugt. Heilsurøktarin hevur eitt breiðari starvsøki, ið m.a. er at undirvísa næmingum.   

 

Til § 8. 

Tað er av stórum týdningi, at gott samstarv er millum Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið um útbúgvingarnar, tí teir flestu næmingarnir starvast ella fara at starvast innan økið hjá Almanna- og heilsumálaráðnum og eru í starvsvenjing har. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum skal hava høvi at gera viðmerkingar til kunngerðir o.a., soleiðis at møguligar tillagingar kunnu gerast, áðrenn tær verða lýstar.

 

Til § 9.

Skúlin ger eina námsskipan, sum m.a. ásetur býtið millum skúla- og starvsvenjingarpartarnar, mál fyri ástøði og starvsvenjing, lærugreina- og tímabýtið og leiðreglur fyri próvtøkur og støðumet. Dentur skal leggjast á verkætlanararbeiði. Báðar útbúgvingarnar hava kravdar lærugreinir og vallærugreinir. Grundlærugreinirnar eru føroysk, danskt, enskt og náttúrulærugreinir. Undirvíst verður í hesum lærugreinum á ymiskum støði í báðum útbúgvingunum.

 

Samskipanin millum skúla og starvsvenjing skal tryggja, at samstarv verður um ta persónligu útbúgvingarætlanina, sum hvør einstakur næmingur skal hava.

 

Mentamálaráðið kann gera vegleiðandi reglur fyri námsskipanini, sum skúlin ger. Mentamálaráðið skal góðkenna námsskipanina, eftir at útbúgvingarráðið hevur gjørt viðmerkingar til hana.

 

Til § 10.

Ongin viðmerking.

 

Til § 11.

Endamálið við starvsvenjingini er at fáa samband millum praktiska og ástøðiliga partin av útbúgvingunum. Starvsvenjingin samskipar starvsvenjingina, og skúlin góðkennir starvsvenjingarstøðini. Skúlin vegleiðir starvsvenjingarstøðini um at tilrættaleggja starvsvenjingina.

 

Til § 12.

Tað er landsstýrismaðurin, sum setur rektaran, meðan rektarin skal seta møguligar deildarleiðarar fyri skúlarnar. Aðrar setanir verða eisini framdar av rektaranum.

Allar setanir skulu samsvara setanarpolitikk landsins m.a. við setanarnevnd, har deildarleiðari og starvsfólkaumboð eru við í setanarnevndini.

 

Til § 13.

Rektarin hevur ábyrgd av virkseminum mótvegis landsstýrismanninum. Hann hevur fyrisitingarligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av virkseminum.

 

Til § 14.

Skúlin kann ikki krevja gjald frá næmingum fyri skúlagongdina ella fyri læruna á læruplássum.

Næmingar gjalda bøkur og annað undirvísingartilfar til egna nýtslu, meðan skúlin skal gjalda felags tilfar og undirvísingaramboð.

  

Til § 15.

Skúlin skal geva næmingum ráð og vegleiðing um útbúgvingarnar og yrkið. Lestrarvegleiðing verður givin í sambandi við fyrispurningar og sum almenn upplýsing, áðrenn farið verður undir útbúgvingina. Tá ið tørvur er á tí, eiga næmingar eisini at fáa ráð og vegleiðing eftir skúlabyrjan.

 

Til § 16.

Skúlin kann í styttri tíðarskeið bjóða næmingi fakligan stuðul. Hetta verður gjørt í samráð við næmingin og eftir ítøkiligari meting. Serliga í byrjanini av útbúgvingini kunnu næmingar, sum ikki hava verið í skúla í longri tíð, hava tørv á eykahjálp. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um stuðulin, m.a. um mannagongdir og vavið av fakliga stuðlinum.

 

Til § 17.

Útbúgvingarnar skulu menna persónligu førleikarnar hjá næmingunum. Einstaki næmingurin og skúlin gera eina útbúgvingarætlan, sum við støði í útbúgvingarskipanini hjá skúlanum ásetur faklig og persónlig mál fyri næmingin. Útbúgvingarætlanin skal stimbra næmingin og teir førleikar, hann hevur, og skal m.a. innihalda persónlig mál við útbúgvingini, luttøku í undirvísingini, lýsing av starvsvenjingini og avtalur um skipan av starvsvenjingartíðarskeiðum. Næmingur, skúli og starvsvenjingarstað hava ábyrgd av, at útbúgvingarætlanin verður fylgd, og at endurskoða ætlanina.

 

Til §§ 18, 19 og 20.

Landsstýrismaðurin setur eitt útbúgvingarráð við 7 limum. Limirnir skulu umboða og hava fakligt og útbúgvingarligt innlit í tey arbeiðsøki, har heilsuhjálparar og –røktarar arbeiða. Ráðsskipanin hevur m.a. til endamáls at geva umboðum frá hesum arbeiðsøkjum neyðuga ávirkan á útbúgvingarskipanina, so hon í mest møguligan mun samsvarar við ynskini fyri avvarðandi arbeiðsøki. Ráðið viðger yvirskipað mál og ger ummæli til landsstýrismannin sambært teimum heimildum, tí eru givnar. Gjøllari reglur viðvíkjandi útbúgvingarráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum.

 

Til §§ 21 og 22.

Kærur um avgerðir skúlans í málum viðvíkjandi útbúgvingunum, undirvísingini og próvtøkunum o.ø. skulu sendast rektara skúlans, sum sendir kæruna til landsstýrismannin saman við møguligum viðmerkingum, ella til eina kærunevnd, um so er, at landsstýrismaðurin sbr. § 22 í lógaruppskotinum hevur lagt avgerðir í kærumálum til slíka kærunevnd.

 

Til § 23.

Eingin viðmerking. 

 

Hjáløgd skjøl

Skjal 1:   Ummæli frá Almanna-og Heilsumálaráðnum

Skjal 2:   Ummæli frá Heilsuhjálparafelag Føroya

Skjal 3:   Ummæli frá Almanna- og Heilsurøktarafelagnum                                          

Skjal 4:   Ummæli frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Skjal 5:   Ummæli frá Heilsuskúla Føroya

Skjal 6:   Ummæli frá Stuðulsstovninum

Skjal 7:   Ummæli frá Elsbu Lǖtzen, Heimarøktini

Skjal 8:   Ummæli frá Marini Vang, røktarstjóra á Landssjúkrahúsinum

Skjal 9:   Mentamálaráðsins svar, dagfest 15.02.2006, til spurningar frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

                     

1. viðgerð 2. mars 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 15. mars 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 22. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 2. mars 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 14. mars 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Almanna- og heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið og landsstýrismannin í mentamálum. Frá Almanna- og heilsurøktarafelagnum og Heilsuhjálparafelagnum fekk nevndin ymisk skjøl um heilsuútbúgvingarnar og eina grein um autorisasjón.

 

Útbúgvingarráðið verður víðkað frá 5 limum til 7 limir við uppskotinum. Nevndin er av teirri áskoðan, at landsstýrismaðurin í kunngerðini eigur at tryggja, í minsta lagið ein limur, sum hevur útbúgving sum heilsuhjálpari, og ein limur, sum hevur útbúgving sum heilsurøktari, eiga at verða umboðað í ráðnum.

 

Í § 13 er ásett, at rektarin hevur námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virksemi skúlans. Fakliga ábyrgdin er t.d. ikki nevnd í uppremsuni, og tí kann ivi standast av, um rektarin hevur ábyrgd av hesum virksemi skúlans. Nevndin skjýtur tí upp at broyta orðingina í § 13 soleiðis, at rektarin hevur ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum, so eingin ivi er um, at tað er rektarin, sum hevur ábyrgd av øllum virkseminum í skúlanum.

 

Í endamálsorðingini skjýtur nevndin eina málsliga broyting upp.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) Í § 1, stk. 2, nr. 1 verður aftaná “næmingunum” sett: “yrkisfakligan”.

 

2) § 13 verður orðað soleiðis: “Rektarin er dagligi leiðari skúlans og hevur ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 20. mars 2006. Broyntingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 1 og 13 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleoiðs samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. mars 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 19 frá 27.03.2006