103  Uppskot til  samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið staðfestir, at høvuðsendamálini við at einskilja almennar vinnufyritøkur eru:

-         at skapa fortreytir fyri einum sjálvberandi búskapi

-         at seta greið mørk millum alment og privat virksemi, har tað almenna kann nýta sína orku og sítt fíggjarliga tilfeingi til samhaldsfastar skipanir og íløgur í neyðugar felags uppgávur, og har vinnulívið kann gerast kappingarført

-         at fáa avkast til landskassan og skattgjaldaran fyri kreppuloysnir og fyri virðir, ið tað almenna hevur bygt upp

-         at styrkja føroyskt vinnulív til at standa seg í altjóða kappingini og at fáa størri avkast og virðisøking til føroyska samfelagið

-         at skapa fortreytir fyri, at føroyskar íløgur og føroyskt vinnulív kunnu samstarva og eiga part í virksemi og fyritøkum uttan fyri Føroyar

-         at eggja til íløguhug í føroyskt vinnulív – ikki minst hjá føroyskum kapitali, sum í dag er bundin uttanlands

-         at skapa javnar kappingarmøguleikar í føroyskum vinnulívi

-         at byggja upp føroyska virðisbrævamarknaðin

-         at forða fyri politiskari stýring í vinnulívinum, og at áhugabólkar stýra politisku avgerðunum

 

Tí heitir Løgtingið á landsstýrið um, áðrenn aðrar almennar fyritøkur heilt ella partvíst verða bjóðaðar til sølu, at leggja lógaruppskot fram:

-         um Búskapargrunn, har greitt verður ásett, hvussu peningur frá einskiljingum skal nýtast

-         um at fáa yvirskotskapitalin í Føroya Banka førdan til tað almenna (at niðurkapitalisera bankan)

-         um at bjóða partabrøvini í Føroya Banka út á Virðisbrævamarknaði Føroya í hóskandi stigum

-         ið tryggja, at Føroya Banki framvegis verður eitt sjálvstøðugt móðurfelag og hevur høvuðsstøð í Føroyum

-         ið tryggja, at einstakur eigari ikki kann eiga meira enn ein fimting av partabrøvunum í Føroya Banka

-         at tryggja professionalismu í søluni við hollari ráðgeving  

 

Viðmerkingar:

Einskiljingar av almennum fyritøkum hava verið á politisku dagsskránni í rúma tíð. At kalla onki er tó higartil komið burturúr, og orsøkin kann í stuttum sigast at vera vantandi politisk fyrireiking og vantandi politisk viðgerð og semja um endamálini við einskiljingum.

 

Semja tykist tó vera millum politisku flokkarnar um, at neyðugt er at fáa greiðan skilnað millum alment og privat virksemi og at avrigga kreppuloysnirnar frá 90’unum.

 

Men síðani er ilt at síggja, hvar politiska semjan finst: Onkur flokkur tosar um einskiljingar sum partur av eini borgarligari hugsjón. Annar tosar um at fáa pening til landskassan. Og ein triði tosar um kapping og altjóðagerð.

 

Tá einskiljingarætlanir fyri ávísar fyritøkur og ávíst virksemi kemur á borðið, gerst tó skjótt greitt, at semjan er lítið ítøkilig – heldur ikki í teimum flokkum, ið nýta einskiljingar sum hugsjónarligt amboð.

 

Tá einstakar fyritøkur verða viðgjørdar, skal semja finnast um politisku málini, atlitini og treytirnar fyri júst tað slagið av fyritøku og virksemi – og tá kunnu allir hugsandi smálutir gerast avgerandi, um ikki væl er lagt til rættis.

 

Er ikki neyv politisk fyrireiking gjørd, so mynda bert persónlig atlit og lokal atlit  – umframt trýst frá áhugabólkum – viðgerðina.

 

Úrslitið gerst skjótt uppskot um tilvildarligar politiskar loysnir og neyðsemjur, har ongin kann hava álit á, at samfelagslig mál verða rokkin – og har vandi er fyri, at almenn virðir verða søplað burtur ella ivasamir handlar verða gjørdir.

 

Tey virðir, sum í dag eru bundin í almennum fyritøkum, eru so mikið stór í mun til samlaðu ognirnar í Føroyum, at óneyv fyrireiking og tilvildarligar avgerðir kunnu flyta virðir og skipanir á fáar hendur og kunnu ávirka alt føroyskt vinnuvirksemi, føroyskan samfelagsbúskap og týdningarmiklar samfelagsligar tænastuveitingar í áratíggjur frameftir.

 

Frágreiðing frá landsgrannskoðaranum um einskiljingar

Frágreiðingin frá Landsgrannskoðaranum, sum varð handað Løgtinginum í februar 2006, tekur samanum royndirnar av einskiljingum í okkara grannalondum og vísir á royndirnar og vandarnar, sum har eru staðfestir. Millum annað verður víst á vandarnar fyri korrupsjón og tilvildarligari sølutilgongd.

 

Frágreiðingin samanber eisini føroysku fyrireikingarnar í mun til fyrireikingarnar í grannalondunum, og niðurstøðan er rættiliga eyðsýnd: Í Føroyum haltar fyrireikingin og samskipanin, og ongin verulig professionell ráðgeving er fingin í lag enn.

 

Ætlanin hjá landsstýrinum

Løgmaður kunngjørdi í ólavsøkurøðuni 2005, at fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2006 skuldu partar av nærum øllum stórum almennum fyritøkum verða einskildir: Føroya Banki, Atlantsflog, Føroya Tele, Føroya Lívstrygging, Húsalánsgrunnurin og Elektron.

 

Við hesi fráboðan og tíðarætlan er sera ilt at síggja endamálini hjá landsstýrinum. Við røttum kann spyrjast, um nakar møguleiki er at skipa neyva og professionella útbjóðing við teimum atlitum, ið skulu takast fyri hvørja fyritøku sær, í einum ¾-ára tíðarskeiði?

 

Hartil kann spyrjast, hvørt tað er gjørligt hjá føroyskum íleggjarum at kappast við onnur, ið bjóða, um seljast skulu virðir fyri kanska 4 milliardir innan eitt ár?

 

Heldur ikki tykist tað í landsstýrisins ætlanum greitt, hvør ætlanin er við Virðisbrævamarknaði Føroya, tá almennar fyritøkur skulu einskiljast.

 

Einar kappingarførar Føroyar

Í hesum uppskoti verða politisku og hugsjónarligu málini hjá Tjóðveldisflokkinum fyri einskiljingum sett fram. Og út frá teimum verður mælt til eina einskijingartilgond, ið kann tryggja, at málini verða rokkin.

 

Høvuðsendamálini hjá Tjóðveldisflokkinum, tá ræður um einskiljingar, eru bygd á hugsjónina um eitt sjálvstøðugt, sjálvberandi og samhaldsfast samfelag, ið er kappingarført í altjóða heiminum.

 

Einskiljingar eru eitt amboð at sleppa burtur úr heimastýrisbúskapinum, har tað almenna og skattgjaldarin alt ov ofta hava nýtt alt ov stóran part av sínum fíggjarliga tilfeingi at skipa kreppuloysnir fyri vinnulívið og fíggjarheimin. Millum annað av hesi orsøk hevur politiska skipanin ikki røkt sína uppgávu at gera haldgóðar samhaldsfastar skipanir og neyðugar íløgur, tá tildømis ræður um heilsuøkið, sosialmál, útbúgving, gransking, mentan, samferðslu og samskifti. Orkan hevur heldur ikki verið nýtt at menna okkara lóggávu og okkara altjóða samstarv.

 

Tjóðveldisflokkurin leggur dent á, at endamálið við einskiljingum tískil ikki er at selja týdningarmikil almenn virðir á útsølu, men at skapa virðisøking í føroyska samfelagnum, sum skapar búskaparvøkstur og skatta- og avgjaldsinntøkur her í landinum.

 

Tí eru eisini heilt ymisk atlit at taka, tá talan er um einskiljing av kreppuloysnini Føroya Banka og so Atlantsflogi og Føroya Tele, sum eru bygd upp við almennum pengum sum tænastuveitarar á týdningarmiklum samfelagsøkjum.

 

Í løtuni verður føroyskur kapitalur í stóran mun settur í parta- og virðisbrøv uttanlands, sum ikki av sær sjálvum styrkir um nýíløgur, nýggjar inntøkur og menning í føroyska samfelagnum mótvegis útheiminum.

 

Tí verða málini orðað um, at endamálini við einskiljingum eisini eru at styrkja íløguhugin í føroyskt vinnulív og at fáa virðisbrævamarknaðin at virka.

 

Og einskiljingargongdin má sjálvsagt leggjast soleiðis til rættis, at alt føroyskt vinnulív og fíggjarvirksemi ikki bert verður keypt upp av størri útlendskum íleggjarum og verður skipað í dótturfeløg hjá altjóða fyritøkum.

 

Tá ið eitt nú verður tosað um at finna “strategiskar” íleggjarar til tær stóru, føroysku fyritøkurnar, so eigur heldur at verða lagt soleiðis til rættis, at einskildar fyritøkur kunnu fáa kapital at keypa seg inn í “strategiskar” fyritøkur aðrastaðni.

 

Búskapargrunnur og holl ráðgeving skal tryggja almennu áhugamálini

Fyri Tjóðveldisflokkin er tað av alstórum týdningi, at lógarreglur eru gjørdar um, hvussu avkastið hjá landskassanum skal bindast og nýtast, áðrenn landskassin fær inntøkur av einskiljingum. Verða ikki-varandi inntøkur bert nýttar til rakstur og at fíggja hall á fíggjarlógini, so kunnu einskiljingarnar beinleiðis skaða málið um ein sjálvberandi búskap og tað almenna røkir ikki sína uppgávu.

 

Tí verður kravið um ein búskapargrunn (sum fyrr hevur fingið jaliga móttøku á tingi, men kortini varð felt) sett inn í uppskotið til samtyktar.

 

Eisini skal holl og professionell ráðgeving verða eina avgjørd fortreyt (smb. frágreiðing frá Landsgrannskoðaranum).

 

Hví skal byrjast við Føroya Banka?

Skulu nevndu endamálini við einskiljingum røkkast, eigur fyrsta stigið í eini einskiljingargongd at bjóða partabrøv í Føroya Banka til sølu umvegis virðisbrævmarknaðin. Grungevingarnar eru greiðar:

 

-         Føroya Banki er partur av kreppuloysnini frá 90’unum, har tað almenna og skattgjaldarin hava rindað stóra upphæddir, ið nú kunnu fáast aftur og brúkast at sleppa úr skuldarhafti og at byggja upp búskapargrunn

-         Føroya Banki hevur sera stóran yvirskotskapital, og tískil kann bankin niðurkapitaliserast og geva inntøkur til búskapargrunn beinanvegin

-         Bankavirksemi er ikki almenn uppgáva. Hinvegin kann tað økja um vandan fyri politiskum trýsti og trýst frá áhugabólkum á fíggjar- og vinnuvirksemi, um bankin framhaldandi er almenn ogn

-         Sannlíkindini at fáa áhugaðar íleggjarar og at styrkja føroyska virðisbrævamarknaðin eru sera stór, um Føroya Banki verður seldur umvegis viðrisbrævamarknaðin

-         Føroya Banki er týdningarmikil leikari sum lánveitari, tá aðrar einskiljingar verða framdar, og tá føroyskt vinnulív skal gera íløgur uttanlands. (Her kann bert hyggjast at gongdini í Íslandi, har bankarnir hava verið høvuðsleikarar í íslendsku útrásini).

 

Treytir fyri einskiljing av Føroya Banka    

Í sambandi við einskiljingina av Føroya Banka verður skotið upp at seta tvær greiðar treytir við, ið kunnu tryggja endamálunum um at styrkja íløguhug, kappingarføri og samfelagsgagn í Føroyum:

 

-         At tað verður sett sum krav, at Føroya Banki framvegis er eitt móðurfelag, ið hevur heimstað í Føroyum

-         At ongin eigari kann eiga meira enn ein fimting av partapeninginum.

 

1. viðgerð 21. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mars legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars 2006.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at arbeiðið við einskiljing av almennum vinnufyritøkur er farið í gongd, og longu er komið væl áleiðis. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 19. apríl 2006. Uppskotið til samtyktar fall 9-0-21. Málið avgreitt.