102  Uppskot til  samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkaraupplýsing og telduforrit

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

 

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at legga fram lógaruppskot, ið seta sum krav:

 

-         at allar vørur, ið verða seldar í Føroyum, verða merktar við føroyskum teksti

-         at allar handilslýsingar, ið verða miðlaðar og bornar út sambært føroyskari lóg, skulu hava føroyskan tekst

-         at brúkaraupplýsingar til vørur, ið verða seldar í Føroyum, hava føroyskan tekst

-         at vanlig telduforrit, ið verða seld í Føroyum, hava føroyskan tekst til brúkaran

 

Viðmerkingar

Endamálið við hesum uppskoti er mentanar - og málpolitiskt – og verður lagt fram saman við uppskoti til broyting í løgtingslóg um matvørur, ið hevur sama endamál: At styrkja støðuna og menningina hjá føroyska málinum á týdningarmiklum økjum, har føroyskt mál ikki hevur rúmd í dag.

 

Stóra avbjóðingin hjá føroysku tjóðini er at menna seg í altjóða samfelagnum á jøvnum føti við aðrar tjóðir – uttan at missa okkum sjálvi burtur sum mentan og tjóð. 

 

Til tess krevst ikki bert, at vit útbúgva okkum í øðrum málum og støðugt menna okkara altjóða førleikar.

 

Til tess krevst, at vit dubba okkum mentanarliga og málsliga, so okkara egna mentan og mál støðugt kann mennast í altjóðagerðini, og vit kunnu taka lut í heiminum við egnum samleika.

 

Megna vit ikki at styrkja okkara egnu mentan og mál í øllum nútímans samskifti og kenna okkum standa á tryggari grund, kann altjóðagerðin kennast sum ein hóttan heldur enn ein møguleiki.

 

Stríðið fyri at menna føroyska málið, ið er grundarlagið undir okkara mentan og samleika sum tjóð, hevur tvær tær undanfarnu øldirnar snúð seg um at vinna føroyska málinum sess í skúla, kirkju, umsiting, rættinum, bløðum og fjølmiðlum, har tað varð útihýst.

 

Avbjóðingin er í veruleikanum tann sama í dag, har týdningarmikil samfelagsøkir, ið vit øll samskifta við í gerandisdegnum, ikki hava føroyskt mál, sum samskiftismiðil.

 

Okkara grannalond granska og viðgera í dag tað, tey rópa “økismiss” í málinum – t.e. at eitt nú svenskt, danskt, íslendskt og norskt verða trokað burtur innan ávis samskiftisøkir í málinum, tildømis innan ávísar lærugreinar, innan teldusamskifti og aðrastaðni við.

 

Men í Føroyum hava vit altíð barst við at vinna føroyska málinum sess og menning á økjum, har tað ongantíð hevur havt sess, ella er dottið burtur.

 

Seinastu 50-60 árini er gerandisdagurin hjá fólki í vesturheiminum alt meira merktur av keypi og sølu. Øll keypa vit helst onkra vøru hvønn dag – frá neyðsynjarvørum til marglætisvørur. Harafturat verða vit díkt undir í handilslýsingum umvegis postútborið tilfar og handilslýsingar í miðlum og á gøtuhornum, hvønn einasta dag.

 

Men sum eitt av teimum fáu londunum í vesturheiminum, eru allar vørumerkingar á influttum vørum gjørdar á øðrum máli enn føroyskt. Og stórur partur av handilslýsingum, ið verða bornar út, eru ikki á føroyskum.

 

Sostatt er ein partur av samfelagnum, har vit øll samskifta dagliga, nærum ruddaður fyri føroyskt mál.

 

Í okkara grannalondum kemur hetta ikki fyri. Har verður avtala gjørd við framleiðslu- og sølufyritøkur um at merkja vørurnar við teksti á tjóðarmálinum.

 

Tað sama er at siga um brúkaraupplýsingar av tyngri slagi – eitt nú brúkaravegleiðingar til ymsar brúkslutir.

 

Annað øki, ið fyllir alt meira í gerandisdegnum, men har føroyskt mál als ikki eigur innivist, eru telduforritini, ið skjótt hvør føroyingur brúkar dagliga.

 

Talan er sostatt um, at á týdningarmiklum nútímans samskiftisøkjum, verður føroyskt mál sum lundi á jólanátt – og kann tískil heldur ikki mennast innan hesi økir.

 

Tí verður mælt til, at landsstýrið tekur stig til at lóggeva á økinum.  

 

1. viðgerð 21. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 7. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Keypmannafelag og landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) leggur dent á upplýsingarnar frá Føroya Keypmannafelag, sum sigur, at eitt krav um at hava føroyskan tekst á vørum, ið verða seldar í Føroyum, hevur við sær eitt sera stórt og tungt arbeiði, og kunnu avleiðingarnar av hesum verða sera víðfevndar. Verður hetta sett sum krav, verða tað nógvar vørur, sum man ikki longur fer at fáa í Føroyum, meðan aðrar vørur verða dýrari. Føroya Keypmannafelag metir, at eini 40-50% av vørunum helst fara av marknaðinum, meðan restin av vørunum verða eini 25% dýrari.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskot til samtyktar fall 8-0-16. Málið avgreitt.