Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2002 |
76. fundur |
Mikudagur 9. apríl 2003 |
kl. 13.30 |
Ár 2003, mikudagin 9. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen
og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Páll á Reynatúgvu, og
ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Munnligir
fyrispurningar.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr.
100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2002
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Gerhard Lognberg,
løgtingsmanni, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn
Gamlarætt.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í
sambandi við innkrevjingarmál.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri
vanlukkur.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til
fiskimenn.
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp
av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
§§ 1 og 2 samtyktar 13-0-11.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
§§ 1 og 2 fullu 7-2-15.
Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-41/2002
frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 49/2002:
Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, nr.
75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og
sølu av rúsdrekka, og nr. 78/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, at
trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 79/2002:
Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg",
nr.
97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening og nr. 109/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, og at
mentunarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 80/2002:
Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 10. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002:
Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2002:
Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002:
Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002:
Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F
Fiskaaling.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og
røktarheim.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002:
Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og
rættargangslógum og heimarættarlógum v.m.
Málið verður beint í rættarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 1-9/2002:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 16.05.
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari