Rúsdrekkalógin

 

75  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2003, 27. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 04. juni 1996, løgtingslóg nr. 142 frá 20.12.1996 og løgtingslóg nr. 64 frá 10.05.2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 8, stk. 1 verður "Rúsdrekkasøla Landsins" broytt til: "Loyvisnevndin".
  2. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis:
  3. "Stk. 3. Hevur bryggjarí brotið treytirnar fyri loyvinum, kann loyvisnevndin taka loyvið aftur eftir ásetingunum í § 14. Afturtøka av loyvi til útflýggjan av øli kann vera avmarkað til ávís sølustøð".

  4. § 8, stk. 4 verður strikað.
  5. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
  6. "Stk. 3. Loyvisnevndin hevur 5 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Í loyvisnevndini skulu vera ein løgfrøðingur, eitt umboð fyri løgregluna, eitt umboð fyri Fyribyrgingarráðið, ein grannskoðari og ein persónur við hollum kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna, ið tó ikki sjálvur skal vera vinnurekandi innan hesa vinnugrein. Løgfrøðingurin er formaður í loyvisnevndini. Limirnir verða tilnevndir fyri eitt 4 ára tíðarskeið ísenn. Fyri hvønn av limunum verður tilnevndur ein tiltakslimur"

  7. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Skeinkiloyvi kann verða veitt persónum og partafeløgum, smápartafeløgum og øðrum feløgum, sum hava avmarkaða ábyrgd (herímillum feløg við skiftandi limatali ella skiftandi ogn, felagsskapir, sjálveigandi stovnar við alment góðgerandi endamáli og aðrir sjálvsognarstovnar), um hesi feløg v.m. eru heimahoyrandi í Føroyum og reka hotel- og restauratiónsvirksemi"
  8. § 10, stk. 2, nr. 3 verður strikað.
  9. Í § 12, stk. 1 verður nr. 3 strikað. Nr. 4-5 verða eftir hetta til nr. 3-4.
  10. § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis:
  11. „Stk. 2. Skeinkiloyvi kann einans verða veitt feløgum v.m., jb. § 10, stk. 1, um stjórnin og helvtin av nevndarlimunum lúka treytirnar í stk. 1. Í serligum førum kann loyvisnevndin gera undantak frá kravinum í stk. 1, nr. 3. Koma nýggir limir í stjórnina ella nevndina, skal hetta fráboðast loyvisnevndini."

  12. Í § 13 verður nr. 1 strikað. Nr. 2-3 verða eftir hetta til nr. 1-2.
  13. Í § 18 verða orðini ", tó ikki teimum støðum, sum eru nevnd í § 10, stk. 2, nr. 3," strikað.
  14. Í § 22, stk. 1, nr. 1, verður " § 12, stk. 2, 2. pkt." broytt til "§ 12, stk. 2, 3. pkt."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2003.  

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Uppskotið hevur til endamáls at gera smærri dagføringar í rúsdrekkalógini.

1) Uppgávan hjá loyvisnevndini er at veita skeinkiloyvi. Eftir galdandi lóg eru 7 limir í loyvisnevndini; ein løgfrøðingur á Landsskrivstovuni, ein advokatur, ein grannskoðari, landfútin, politiumsjónarmaðurin, eitt umboð úr Fyribyrgingarráðnum, umframt ein embætismaður á Almannastovuni.
Soleiðis, sum nevndin er sett saman, er fakkunnleikin í ávísan mun dupultumboðaður. Tí verður skotið upp at minka nevndina uttan tó at avmarka fakkunnleikan.

Rúsdrekkalógin ásetur í § 11, stk. 2, hvørji atlit skulu takast, tá skeinkingarloyvi verða givin. Ásetingin er soljóðandi:

"Tá útskeinkingarloyvi verður givið, skulu samfelagslig, fráhaldslig og onnur í hesum sambandi galdandi sjónarmið havast í huga. Hesi sjónarmið verða framd m.a. við meting av:
1) Handilsliga førleikanum hjá umsøkjaranum.
2) Fíggjarlig viðurskifti umsøkjarans og fíggjarætlan.
3) Stødd, innrætting og serkenni annars á fyritøkuni.
4) Hvar fyritøkan liggur.
5) Ítøkilig fráhaldslig og onnur í hesum sambandi knýtt sosial og løgreglulig sjónarmið."

Vísandi til nevndu ásetingar verður skotið upp, at ein løgfrøðingur verður í nevndini, sum verður formaður. Løgreglan verður umboðað við einum limi í mun til tveir í dag, og at ásetingin um, at embætismaður á Almannastovuni skal vera í nevndini, verður strikað, tí við seinastu broyting av rúsdrekkalógini varð ásett, at eitt umboð úr Fyribyrgingarráðnum skal vera í loyvisnevndini, og verða sostatt fráhaldslig og sosial sjónarmið framhaldandi umboðað í loyvisnevndini. Eisini verður skotið upp, at persónur við kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna kemur í nevndina. Fyri at sleppast kann undan gegnistrupulleikum verður skotið upp, at hesin ikki skal vera vinnurekandi sjálvur í nevndu vinnu. Grannskoðari verður framhaldandi í nevndini.
Vísandi til nevndu ásetingar í rúsdrekkalógini, verða við hesi samanseting øll viðkomandi sjónarmið lutfalsliga javnt umboðað í loyvisnevndini, og fakligi førleiki nevndarinnar verður eisini styrktur. 

Loyvisnevndin hevur, sum er, ongar tiltakslimir, og hevur loyvisnevndin víst á, at ynskiligt hevði verið, um tiltakslimir vórðu tilnevndir. Skotið verður tí upp, at tiltakslimir verða tilnevndir fyri hvønn lim í loyvisnevndini.

2) Eftir galdandi skipan er Rúsdrekkasøla Landsins fyrisitingarmyndugleiki, tá talan er um at geva og taka aftur loyvi til útflýggjan av egnari framleiðslu av øli (sterkari enn 2,8 rúmprosent) frá føroysku bryggjaríunum. Henda skipan er óheppin. Rúsdrekkasøla Landsins er bæði kappingarneyti og kundi hjá bryggjaríunum, og er stovnurin tískil ikki skikkaður til samstundis at vera útinnandi myndugleiki á hesum øki. Fyri at sleppast kann undan hesum gegnistrupulleika verður skotið upp, at heimildin ístaðin verður latin loyvisnevndini. 

3) Eftir lógaruppskotinum fellur kravið um danskan heimarætt fyri at fáa útskeinkingarloyvi burtur. Grundgevingin er, at útlendingar – sæð burtur frá norðurlendskum ríkisborgarum – skulu hava arbeiðsloyvi fyri at kunna reka hotel- og restaurationsvirksemi í Føroyum. Vanlig mannagongd higartil hevur verið, at arbeiðsloyvi verða givin av Útlendingastýrinum í Danmark, um so er, at landsstýrið (Vinnumálaráðið), ið fær málini til ummælis, ikki setur seg ímóti, at umsóknin verður gingin á møti. Nevnast kann, at kravið um heimarætt í gomlu vinnulógini, (løgtingslóg nr. 33 frá 20.12.1955 um vinnu) sum treyt fyri loyvi at reka vinnu ikki varð tikið við í nýggju vinnulógina (løgtingslóg nr. 64 frá 27.04.2001 um vinnu) við somu grundgeving.

4) Eftir galdandi lóg skulu allir nevndarlimir í feløgum v.m., sum søkja ella hava skeinkiloyvi, lúka treytirnar, sum settar verða persónum fyri at fáa skeinkiloyvi, herímillum kravið um bústað í Føroyum. T.v.s., at persónur búsitandi uttanlands kann ikki sita í nevndini í felagi, sum eigur eitt gistingarhús ella matstovu við skeinkiloyvi. Slík áseting kann vera óheppin og vera ein órímilig forðan fyri, at t.d. útlendingar keypa part av - ella allan - partapeninginum í einum felagi, sum rekur gistingarhús ella matstovu. Eftir uppskotinum verður ístaðin kravt, at stjórnin og helvtin av nevndarlimunum skulu lúka nevndu treytir, tó soleiðis at loyvisnevndin í serligum førum skal kunna gera undantak frá kravinum.

5) Eftir galdandi lóg ásetur landsstýrismaðurin, aftaná tingingar við loyvisnevndina og bý- og bygdaráðini, talið av loyvum, ið gevast kunnu í ásettum økjum. Hesi øki vóru upprunaliga 7 í tali, men fyri nøkrum árum síðani vórðu økini broytt soleiðis, at hvør kommuna varð serstakt loyvisøki. Mannagongdin er nú tann, at um eitt bý- ella bygdaráð ynskir, at talið av skeinkiloyvum verður hækkað í kommununi, heitir kommunustýrið á landsstýrismannin um at fáa talið hækkað. Síðani verður málið sent loyvisnevndini, sum letur landsstýrismanninum eitt ummæli. Landsstýrismaðurin ásetur so talið av skeinkiloyvum í kommununi. Mett verður, at tíðin er farin frá hesi áseting, umframt at mannagongdin er óneyðuga bureukratisk, og skotið verður tí upp, at umrødda áseting verður strikað. Áðrenn loyvi til útskeinking verður givið, skal loyvisnevndin - eins og higartil - hava fingið ummæli frá kommunustýrinum, soleiðis sum ásett er í § 11 í lógini. Heldur enn, at landsstýrismaðurin ásetur talið av skeinkiloyvum, kemur loyvisnevndin tískil at hava ábyrgdina av, hvussu nógv skeinkiloyvi verða givin í hvørji einstakari kommunu, aftaná at hava fingið ummæli frá viðkomandi kommunustýri í hvørjum einstøkum føri.

6) Umframt omanfyri nevndu broytingar inniheldur lógaruppskotið aðrar broytingar – í flestu førum smærri tekniskar broytingar. Víst verður til serligu viðmerkingarnar.

Hoyring
Uppskotið hevur í oktober 2002 verið til ummælis hjá: Rúsdrekkasølu Landsins, Loyvisnevndini, Fyribyrgingarráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Trivnaðarmálaráðnum, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Ferðaráð Føroya, Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, Vinnuhúsinum (Føroya Arbeiðsgevarafelag), Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí.

Fyribyrgingarráðið tekur undir við uppskotinum, og metir ráðið ikki, at broytingarnar fara at føra við sær økta alkoholnýtslu ella hava aðrar óhepnar fylgir.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við uppskotinum.

Rúsdrekkasøla Landsins, Fíggjarmálaráðið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava ongar viðmerkingar. Trivnaðarmálaráðið hevði ongar fakligar viðmerkingar.

Loyvisnevndin og Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya hava ikki havt nakrar viðmerkingar hesa ferð, men til hoyringina av uppskotinum í 2001, burtursæð frá nøkrum tekniskum viðmerkingum - í høvuðsheitum tikið undir við uppskotinum. Ferðaráð Føroya tekur somuleiðis í høvuðsheitum undir við uppskotinum.

Restorffs Bryggjarí og Føroya Bjór hava ta áskoðan, at myndugleikin at geva og taka aftur loyvi til útflýggjan av egnari framleiðslu av øli skuldi verið hjá Vinnumálaráðnum heldur enn hjá loyvisnevndini. Annars tekur Restorffs bryggjarí undir við uppskotinum. Føroya Bjór tekur undir við nøkrum broytingum og hevur ongar viðmerkingar til aðrar broytingar.

Orsakað av teimum innkomnu viðmerkingunum eru einstakar broytingar gjørdar í uppskotinum aftaná hoyringina.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar av týdningi fyri land og kommunur.

Umsitingarliga fær loyvisnevndin nakrar uppgávur afturat teimum, hon hevur í dag, men mett verður ikki, at hesar koma at hava øktar útreiðslur við sær.

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar av týdningi fyri vinnuna.

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

Uppskotið hevur ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir við sær.

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar


(Ja)


Nei


Nei


Nei


Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar


Nei


Nei


Nei


Nei


Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     


Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til nr. 1
Eftir uppskotinum verður tað loyvisnevndin, sum kann heimila føroysku bryggjaríunum at útflýggja egnu framleiðslu teirra av øli, ístaðin fyri Rúsdrekkasøla Landsins.

Til nr. 2
Loyvisnevndin verður sett inn ístaðin fyri Rúsdrekkasølu Landsins sum avleiðing av broyting nr. 1. Harumframt verður skotið upp, at ásett verður, at loyvisnevndin kann taka aftur loyvi, um treytirnar verða brotnar. Eftir galdandi lóg skal loyvi verða tikið aftur. Eftir uppskotinum verður møguleiki fyri at geva eina ávaring, heldur enn, at fylgjan av fyrsta broti, ella einum minni álvarsamum broti skal verða, at loyvi verður tikið aftur.
Verður loyvi tikið aftur, verður skotið upp, at sama mannagongd verður galdandi, sum er galdandi í sambandi við afturtøku av skeinkiloyvum.

Til nr. 3
Eftir galdandi lóg kann avgerðin hjá Rúsdrekkasølu Landsins, um at taka aftur heimildina hjá føroysku bryggjaríunum at útflýggja egnu framleiðslu av øli, kærast til landsstýrismannin. Av tí at uppskotið leggur upp til, at mannagongdin í sambandi við afturtøku av skeinkiloyvi eftir § 14 verður brúkt, t.v.s at loyvishavarin kann krevja, at avgerðin at taka aftur loyvi skal verða løgd fyri dómsvaldið, verður skotið upp, at avgerð loyvisnevndarinnar um at taka aftur heimildina ikki kann kærast til landsstýrismannin. Hetta er somuleiðis í tráð við § 9, stk. 5, sum ásetur, at avgerðir hjá loyvisnevndini, í sambandi við veitan av skeinkiloyvi, ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Til nr. 4
Henda grein ásetur hvussu loyvisnevndin skal vera mannað. Sambært uppskotinum skal ein persónur við hollum kunnleika til hotell- og restauratiónsvinnuna vera í loyvisnevndini, men skal hesin tó ikki vera vinnurekandi sjálvur innan hesa vinnugrein. Hetta merkir, at hesin ikki sjálvur kann vera vinnurekandi í vinnuni sum eigari ella uppsitari (forpaktari).

Til nr. 5
Hetta er ein greiniligari orðing enn orðingin í galdandi lóg, og er henda orðing lík orðingini í vinnulógini.

Til nr. 6
Sambært § 10, stk. 2, nr. 3 skal tann, ið leigar út høli til samkomur, ið sjálvar reika fyri borðreiðing, hava skeinkiloyvi. Ásetingin, ið er ein partur av upprunalógini, kom í gildi tann 1. oktober 1996. Sambært hesi áseting skulu sostatt samkomuhús, bygdahús og onnur, ið leiga út høli til t.d. brúdleyp og aðrar veitslur, har tann, ið skipar fyri veitsluni, sjálvur skeinkir, hava skeinkiloyvi eftir somu treytum sum vanligar matstovur sambært rúsdrekkalógini. Hetta merkir m.a., at hølini skulu vera góðkend til tílíkt virksemi, og feløgini, ið eiga húsini, skulu finna ein ábyrgdarpersón sambært rúsdrekkalógini.

Mett verður ikki, at aldargamli siðurin, har fólk sjálvi leiga høli til at halda brúdleyp og aðrar veitslur, og har tey sjálvi syrgja fyri og hava ábyrgdina av borðreiðing av mati og drekka, eigur at verða fevndur av rúsdrekkalógini. Slíkar veitslur/samkomur eru privatar og av slíkum slagi, at tær eins væl kundu verðið hildnar heima við hús, um umstøðurnar loyvdu tí. Borðreiðing (herímillum skeinking) í hesum sambandi eigur tí ikki at vera javnsett við hotel- og restauratiónsvirksemi, og tískil heldur ikki at koma undir rúsdrekkalógina.

Bæði tað nú niðurlagda Rúsdrekka- og Narkotikaráðið og loyvisnevndin hava mælt til, at ásetingin verður sett úr gildi.

Skotið verður tí upp, at ásetingin verður strikað.

Til nr. 7
Víst verður til almennu viðmerkingarnar.

Til nr. 8
Víst verður til almennu viðmerkingarnar.

Til nr. 9
Heimildin hjá landsstýrismanninum at áseta talið av skeinkiloyvum í ásettum økjum verður strikað.
Loyvisnevndin skal, sum higartil, biðja avvarðandi bý- ella bygdarráð um ummæli, áðrenn loyvi til útskeinking verður givið, jb. § 11.

Til nr. 10
Broytingin er ein avleiðing av broyting nr. 6.

Til nr. 11
Broytingin er ein avleiðing av broyting nr. 8.

1. viðgerð 4. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 4. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18. og 27. mars, og 1., 3. og 8. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri North Atlantic Fish Fare. Við sær høvdu teir umboð fyri Runavíkar Kommunu og P/f Smyril Line. Harumframt hevur nevndin havt fund við umboð fyri loyvisnevndina og við landsstýrismannin í vinnumálum.

Umboð fyri Fyribyrgingarráð Føroya og fyri fráhaldsrørðsluna vóru biðin um at koma á fund við nevndina, men komu ikki.

Eftir áheitan hevur Vinnumálaráðið útvegað nevndini viðkomandi tilfar í sambandi við, at málið hevur verið sent til hoyringar.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 64 frá 02.05.2003