Sjúkratrygd fiskimenn

 

 

78  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, løgdu tingmenninir Henrik Old og Gerhard Lognberg, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn

§ 1.

Í § 2 í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn verður upphæddin 12.725,00 broytt til 15.000,00.

§ 2.

Hendan løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Síðan henda lóg kom í gildi, er lønarlagið á landi nógv broytt. M.a. er tímalønin hjá arbeiðarum hækkað úr kr. 76 í kr. 92, og er hetta 21%. Uppskotið at hækka sjúkraviðbótina upp til kr. 15.000 er grundað á hesa gongd.

Árligur kostnaður av uppskotinun verður ætlandi 1,5 mió kr.

1. viðgerð 18. mars 2003. Tingmálini nr. 78 og 1-7/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Olaf í Garði Joensen og Heðin Zachariasen) vísir á, at Fiskimálaráðið hevur fyrireikað eitt uppskot við sama endamáli sum fyriliggjandi uppskot, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at leggja fyri Løgtingið aftan á ólavsøku. Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. apríl 2003. §§ 1 og 2 fullu 11-0-14. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.