Innkrevjingarmál

 

 

84  Uppskot til  løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at veita trygd og at bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál

§ 1. Í teimum førum, innkrevjingin hjá Toll- og Skattstovu Føroya metir, at tað kann minka um tapsvandan hjá landskassanum, hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at bjóða á tvingsilssølu og at veita trygd, ið verður kravd í sambandi við konkursáheitanir, og trygd í sambandi við sakarmál, ið búgv føra.
Stk. 2. Møguligt tap sambært stk. 1 skal takast við á ta høvuðskontu, har kravið er bókað.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til, at heimild verður fingin til, at Toll- og Skattstova Føroya kann veita trygd og bjóða á tvingsilssølum í sambandi við innkrevjing av skuld til tað almenna.

Í sambandi við uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2003 varð heimildin hjá Toll- og Skattstovu Føroya at veita trygd og at bjóða á tvingsilssølum, fyri at minka um tapsvandan hjá landskassanum, strikað, og tí er neyðugt við hesum lógaruppskoti. Undanfarin ár hevur Toll- og Skattstova Føroya, við heimild í fíggarlógini, kunna bjóðað á tvingsilssølu fyri at tryggja, at tapsvandin hjá landskassanum gerst so lítil sum gjørligt.

Fíggarligar avleiðingar
Torført er at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskoti. Í teimum førum, har Toll- og Skattstova Føroya bjóðar á tvingsilssølu, er tað fyri at tryggja, at tapsvandin gerst so lítil sum gjørligt.

Tá ið ein umbøn verður send skiftirættinum við áheitan um at taka eitt virki undir konkurs, skal trygd setast. Trygdin verður ásett av skiftirættinum og er vanliga uml. 20.000 kr. til 50.000 kr. Vísir tað seg, at konkursbúgvið ikki hevur pening til at rinda tær útreiðslur, ið standast av konkursviðgerðini, skal tann, ið hevur umbiðið konkurs, gjalda hesar útreiðslur.

Undir viðgerðum av konkursbúgvum, verður ofta komið fram á, at aktiv eru givin/seld fyri undirprís til nærstandandi. Verður aktivið ella virðið av aktivinum ikki ført aftur í búgvið, stevnir búgvið viðkomandi eftir aktivinum/virðinum. Hevur búgvið ikki pening til at føra sakarmálið, skal trygd setast fyri kostnaðinum av at stevna og føra sakarmálið. Í hesum førum er tað Føroya Rættur, sum sambært rættargangslógini ásetir støddina av trygdini. Tapir búgvið sakarmálið, og peningur ikki er í búnum til at rinda útreiðslurnar, sum standast av sakarmálinum, verður trygdin nýtt at rinda sakarkostnaðin.

Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum. Mett verður, at lógaruppskotið kann hava sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Ja Nei
Umsitingarligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur
Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Ja  

Serligar viðmerkingar

Til § 1
Innkrevjingin av ávísari almennari skuld liggur hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Í teimum førum, innkrevjingin metir, at tað kann minka um tapsvandan hjá landskassanum, hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at bjóða á tvingsilssølu. Eisini verður við hesi áseting heimild veitt Toll- og Skattstovu Føroya at veita trygd, ið verður kravd í sambandi við konkursáheitanir, og trygd í sambandi við sakarmál, ið búgv føra.

1. viðgerð 20. mars 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 27. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 26. mars 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 1. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 57 frá 22.04.2003