Skúlatilboð - brekað

 

 

80  Uppskot til  løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði landsstýrismaðurin í mentamálum vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki 

§ 1. Heimilað verður landsstýris-manninum at seta á stovn skúlatilboð til ung við breki.

§ 2. Endamálið við skúlatilboðnum er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið.

§ 3. Skúlatilboðið er ein royndarskipan, sum heldur fram í 6 ár.
Stk. 2. Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi 3 ár, og fer fram á einum ella tveimum hóskandi støðum í Føroyum. Næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 10 á hvørjum skeiði.

§ 4. Innihaldið í skeiðinum er eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði. Høvuðsdentur verður lagdur á praktiska upplæring.

§ 5. Landsstýrismaðurin setur leiðara, sum setur hini starvsfólkini.
Stk. 2. Leiðarin hevur mótvegis landsstýrismanninum námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av skúlatilboðnum.

§ 6. Landsstýrismaðurin tilnevnir til hvørt skúlatilboð ein bólk, sum gevur landsstýrismanninum ráð um skipanina.
Stk. 2. Í hvørjum ráðgevandi bólki eru ávíkavist 1 umboð fyri foreldrini, 1 fyri Almannamálaráðið og 1 fyri Mentamálaráðið.
Stk. 3. Ráðgevandi bólkurin skal javnan meta um royndarskipanina, og skal á hvørjum ári lata landsstýrismanninum frágreiðing um gongdina.
Stk. 4. Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið.
Stk. 5. Leiðarin tekur lut á fundum hjá ráðgevandi bólkinum.

§ 7. Treytin fyri at verða upptikin sum næmingur er, at viðkomandi hevur fylt 18 ár og er egnaður at luttaka í undirvísingini. Leiðarin av skúlatilboðnum ger av saman við ráðgevandi bólkinum, hvør ið verður upptikin.
Stk. 2. Næmingarnir skulu gjalda fyri at búgva á skúlanum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 8. Royndarskipanin verður fyriskipað undir landsstýrismanninum, sum útvegar skúlanum lutvísa fígging til góðkent virksemi.
Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at gera avtalu og bera útreiðslur til leigu av hølum og øki fyri alt royndarskeiðið ella at byggja/ keypa høli.

§ 9. Avgerðir um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðaranum kunnu kærast til landsstýrismannin í mentamálum í seinasta lagi 4 vikur aftaná, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 10. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1 Almennar viðmerkingar
Tørvurin á einum serligum skúlatilboði til ung við breki kom serliga til sjóndar, tá ið Sernámsdepilin á vári 2002 boðaði frá, at nakrir eldri næmingar ikki longur kundu ganga í skúlanum av tí, at eingin heimild var fyri skúlagongdini. Ein fyribils loysn var funnin á hesum málinum, men landsstýrismaðurin ásannaði, at finnast mátti ein varandi loysn, bæði fyri hesum næmingunum og næmingum, sum kundu koma í somu støðu.

1. Endamál, innihald o.a. í skúlatilboðnum
Foreldrini at umrøddu næmingunum, sum nú aftur ganga á Sernámsdeplinum, hava í skrivi til landsstýrismannin orðað tørvin á einum tilboði soleiðis:

"Skipað verður soleiðis fyri, at børnini fáa ein virðiligan ungdóm og kunnu fáa eitt skúlatilboð, sum mennir tey til eitt sjálvstøðugt lív, tá ið skúlagongdin er liðug."

Hetta er ein góð lýsing av aðalmálinum í tí skúlatilboðnum, sum eigur at verða skipað, og landsstýrismaðurin hevur tí arbeitt víðari við einum heildartilboði, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði, og hvørs endamál er at menna tey ungu til at virka sjálvstøðugt í arbeiðslívi og í gerandisdegnum. Skúli skal í hesum høpi síggjast úr einum víðkaðum sjónarhorni í mun til vanliga bókliga skúlan. Høvuðsdenturin verður lagdur á upplæring í praktiskum arbeiðsgongdum innan vanligt gerandislív, soleiðis at næmingarnir fáa betri møguleika at seta føtur undir egið borð. Men samstundis er hetta eitt tilboð um at búgva saman í einum felagsskapi í 3 ár. Dentur verður ikki lagdur á vanliga skúlagongd við vanligum lærugreinum sum t.d føroyskt, danskt og rokning. Tiltakið kemur at virka sum eitt slag av bústovni við tøttum tilknýti til arbeiði í urtagarði, jarðarbrúki, starvsvenjing, vardum arbeiði á vanligum arbeiðsplássum í økinum, ítriv og upplæring/ venjing.

a) Tørvslýsing
Landsstýrismaðurin heldur, at talan kann bert verða um næmingar, sum í ein ávísan mun eru sjálvhjálpnir, og sum ikki hava tørv á persónligum stuðli. Málbólkurin er í fyrsta umfari ung við breki, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru hampiliga vælvirkandi. Yvirlit frá fólkaskúlanum yvir næmingar, sum fáa tímar vegna serligan tørv, og sum eru føddir í 1986 og seinni, sýnir, at 18 dreingir og 8 gentur eru í 10. flokkunum, 23 dreingir og 3 gentur í 9. flokkunum og 16 dreingir og 4 gentur í 8. flokkunum. Tað eru tó ongar kvalifiseraðar metingar gjørdar, um allir hesir 72 næmingarnir kunnu koma upp á tal, sum møguligir brúkarar av einum øðrvísi skúlatilboði. Landsstýrismaðurin metir, at tørvur er á einum skúlatilboði til ein bólk av næmingum beinanvegin ( 6-8 næmingar), og síðan til ein ella helst tveir bólkar um 2-3 ár.

b) Hølisumstøður og staðseting
Stórur tørvur er á einum skúlatilboði longu í ár. Men tað er rættast at gera royndir við eini verkætlan, áðrenn endalig støða verður tikin til eina varandi loysn. Hornasteinurin í tiltakinum er, at møguleikar eru fyri urtagarðsbrúki, jarðarbrúki, arbeiðsmøguleikum á staðnum og starvsvenjingarmøguleikum. Lógaruppskotið staðsetir ikki skúlatilboðið/ini. Tað verður landsstýrismaðurin, sum tekur avgerð um, hvar í Føroyum royndarskipanin verður sett í verk. Sambært lógaruppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at gera langtíðaravtalu um leigu av egnaðum hølum og jarðarøkjum, men um tað er til fyrimun fyri landið, verður heimilað landsstýrismanninum at keypa/ byggja høli til endamálið. Tørvur er á einum húsi, sum hevur uml. 8 búrúm, køk, stovu, skúlastovu og onnur rúm.

c) Royndarskipan
Sambært lógaruppskotinum er talan um eitt skúlatilboð, sum ikki er roynt í Føroyum fyrr, og landsstýrismaðurin metir tí, at rættast er at útinna skúlatilboðið í eini royndarskipan, sum er tíðaravmarkað til 6 ár. Eftir uppskotinum skal hvørt næmingaskeið vara 3 ár, og samlaða tíðarskeiðið fatar sostatt um tvey næmingaskeið. Eitt av endamálunum við royndarskipanini er at fáa royndir og gera ávegis metingar, áðrenn ein varandi skipan verður gjørd seinni í tíðarskeiðinum.

d) Leiðsla og ráðgevandi bólkur
Landsstýrismaðurin setur leiðara, sum setur hini starvsfólkini. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein ráðgevandi bólk, sum skal geva landsstýrismanninum ávegis frágreiðingar og metingar um gongdina í skipanini. Fyrisitingarliga er royndarskipanin undir fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.

2. Galdandi lógarkarmar
Galdandi lógir innan undirvísingarverkið geva ikki landsstýrismanninum heimild at seta eitt skúlatilboð til ung við breki í verk. Fólkaskúlalógin heimilar undirvísing av næmingum millum 0 og 18 ár, lógin um eftirskúlar gevur ikki heimild fyri undirvísing av næmingum eldri enn 18-20 ár. Neyðugt er tí við nýggjari heimildarlóg, fyri at ætlanin kann setast í verk.

3. Samandráttur av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum at gera eina royndarskipan fyri ung við breki yvir 18 ár. Royndarskipanin er avmarkað til tvey 3 ára næmingaskeið, sum kunnu staðsetast á tveimum støðum í Føroyum. Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum at skipa lýsta skúla-, arbeiðs- og frítíðartilboðið til í mesta lagi 10 næmingar á hvørjum staði. Landskassin ber lutvíst útreiðslurnar av skúlatilboðnum, sum fer fram í leigaðum, keyptum ella bygdum hølum. Fyri landsstýrismannin skal ein ráðgevandi bólkur og leiðarin av royndarskipanini javnan meta og eftirmeta skipanina.

4. Hoyringssvar
Uppskotið er sent til hoyringar hjá:

  1. Fíggjarmálaráðnum/Føroya Gjaldstovu
  2. Meginfelag Teirra Brekaðu

Viðvíkjandi 1. Fíggjarmálaráðið/Føroya Gjaldstova
Einki hoyringssvar var komið 11. februar 2002. Um skriv kemur eftir hendan dag, verður tað lagt sum skjal í málið.

Viðvíkjandi 2. Meginfelag teirra brekaðu
MBF ger vart við, at hoyringsfreistin er ov stutt. Felagið fegnast um royndartiltakið, og skjýtur upp nakrar rættingar, sum eru tiknar til eftirtektar. MBF spyr, um næmingarnir fáa lestrarstuðul. Eftir galdandi reglum fáa teir ikki lestrarstuðul, men landsstýrismaðurin fer at taka henda spurningin upp. Spurt verður, um næmingarnir fáa samsýning fyri arbeiði. Til hetta er at viðmerkja, at arbeiði er ein partur av læruni, og tí fáa teir ikki løn fyri arbeiði. Til seinast skal viðmerkjast, at næmingar verða tiknir upp 3. hvørt ár.

Kap. 2. Avleiðingar

a) Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Ein leys kostnaðarmeting fyri 1. árið til 6 næmingar, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, sýnir, at nettoraksrarútreiðslurnar fyri eitt skúlatilboð í 1 ár eru uml. 1,2 mió kr. Leiguútreiðslurnar er ein meting, av tí at eingin ítøkilig leiguavtala er gjørd enn. Tørvur er á einum bussi, innbúgvi til leigaðu hølini og undirvísingar- og arbeiðsamboðum. Viðvíkjandi innbúgvi til leigaðu hølini verður víst til Fylgiskjal 1 (kostnaðarmeting, sum er gjørd av landsverkfrøðinginum).

Í galdandi fíggjarlóg ( 2003) eru á konto nr. 7.23.2.05 settar 800. 000 kr av sum løgur til ung menningartarnað. Ætlanin er, at fyrstu næmingarnir skulu fara undir skúlagongdina við endan av 2003. Um so er, at farið verður undir virksemi í 2003, er neyðugt við eykajáttan.

Fíggjarætlan:

Rakstrarútreiðslur Rakstur
fyri eitt skúlaár Olja,el og tlf.

50.000

Matur o.a

70.000

Húsaleiga

240000

Bussur

30000

Ymist

50000

440.000

Starvsfólk
Leiðari

300000

2 starvsfólk

400000

náttarvakt

200000

900000

Rakstrarútr. Íalt

1.340.000

Næmingagjald

200000

Rakstrarútr. netto

1.140.000

Íløgur í 2003 Bussur

250000

Undirvísingar- og
arbeiðsamboð

100000

Innbúgv

500000

850000

b) Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri landið, men ikki fyri kommunurnar.

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

d) Umhvørvisligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

e) Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Lógaruppskotið hevur avleiðingar fyri ung við breki.

f) Avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar.

g) Avleiðingar lýstar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  Ja Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar   Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

ad. § 1
Lógin gevur heimildir til at undirvísa ung við breki, sum eru eldri enn 18 ár, í serligum skúlatilboði.

ad. § 2
Næmingarnir skulu fyrireikast til vaksnamannalívið, soleiðis at teir í mest møguligan mun kunnu búgva uttan fyri heimið, antin í egnari íbúð ella í sambýli saman við øðrum, tá ið undirvísingartilboðið er liðugt. Teir skulu hava kunnleika til tey krøv, sum samfelagið setur og kunnleika til rættindi og skyldur.

ad. § 3
Royndarskipanin gevur landsstýrismanninum møguleika til at gera royndir og laga skipanina til tørvin. Alt tíðarskeiðið, sum er 6 ár, gevur møguleika fyri at hava tvey skúlaskeið. Í fyrstu atløgu er ætlanin at at fara undir eina verkætlan, sum verður løgd á einum hóskandi staði í Føroyum. Í hesum liggur, at har sum skipanin verður løgd, skulu vera rímilig bústaðar-, mentanar-, frítíðartilboð v.m.

Talið av næmingum á hvørjum skeiði skal vera uml. 8, fyri at geva starvsfólkunum møguleika at taka sær persónliga av hvørjum einstøkum, og fyri at geva skúlanum eitt heimligt umhvørvi.

ad. § 4
Landsstýrismaðurin metir, at undirvísingarhugtakið eigur at vera so vítt, at næmingunum verður veitt eitt heildartilboð. Eitt tílíkt tilboð eigur at fevna um: undirvísing, bústað, arbeiði og frítíð.

Ein partur av undirvísingini skal vera undirvísing og venjing í at búgva uttan fyri heimið – antin í egnari íbúð ella í sambýli. Tær handaligu lærugreinirnar skulu annars vera: matgerð, reingerð, viðlíkahald, innkeyp av gerandisvørum, klædnavask v.m. Undirvíst eigur eisini at vera í at gera egna fíggjarætlan.

Ein annar partur skal vera um arbeiðsmøguleikar. Skúlin eigur í hvørjum einstøkum føri at hjálpa næmingunum við at koma inn á arbeiðspláss, fyrst í starvsvenjing og síðan, um henda venjing eydnast, møguliga í varandi starv eftir lokna undirvísingartíð. Í nøkrum førum fara næmingar at hava sítt arbeiðspláss á vardum verkstaði.

Leiðarin skal í samráð við ráðgevandi bólkin gera eina læriætlan, sum skipar og lýsir innihaldið í skipanini.

ad. § 5
Leiðarin hevur fyri landsstýrismannin námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av skipanini. Leiðarin setur hini starvsfólkini. Av tí, at talan er um eitt tilboð, sum m.a. fevnir um undirvísing, arbeiði, frítíð og praktiska upplæring, er tørvur á fólki við ymiskum fortreytum og útbúgving; tí eigur starvsfólkabólkurin at koma úr ymiskum fakfelagsbólkum.

Ad. § 6.
Ráðgevandi bólkurin er settur saman av umboðum fyri foreldur og myndugleikar, sum kenna tey ungu. Tað er ein avgerandi fortreyt fyri góðum úrsliti, at foreldur og myndugleikar samstarva um tey ungu, serliga við atliti at fáa til vega bústaðarmøguleikar til tey eftir lokið skúlaskeið. Ráðgevandi bólkurin skipar seg við formanni og næstformanni. Leiðarin fyrireikar fundirnar og er skrivari.

ad. § 7
Hugtakið " ung við breki" skal í hesum høpi skiljast í eini víðari merking. Tað er ikki ætlanin við lógini at avmarka skipanina til ávísar bólkar, men hinvegin er eyðsæð, at skal royndarskipanin eydnast, so hevur tað stóran týdning, at tey, sum luttaka, virka saman og eru á sama støði. Leiðarin hevur formligu ábyrgdina av upptøkuni, og upptøkan verður framd í samráð við ráðgevandi bólkin.

Næmingarnir skulu gjalda fyri at luttaka í skipanini. Tað er ikki ásett enn, hvussu stórt gjaldið verður. Hesin spurningur verður tikin upp millum avvarðandi landsstýrismenn.

ad. § 8
Royndarskipanin er fyrisitingarliga løgd undir landsstýrismannin. Miðað verður eftir, at royndarskipanin skal vera í leigaðum hølum, men av tí, at tað kunnu vera fíggjarligir fyrimunir við at keypa/ byggja, er tað ásett í lógaruppskotinum, at heimilað er landsstýrismanninum at keypa/ byggja høli til royndarskipanina. Um leigað verður, er neyðugt at gera eina langtíðaravtalu um høli og jørð.

ad. § 9
Ongar viðmerkingar

ad. § 10
Ongar viðmerkingar.

Fylgiskjal 1: Kostnaðarmeting frá Landsverkfrøðinginum

1. viðgerð 10. mars 2003. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 10. mars 2003 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18. og 25. mars og 8. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri MBF og Javna. Eisini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum, Høgna Hoydal.

Nevndin er ivasom, hvørt ætlaða játtanin, sum verður nevnd í viðmerkingunum til uppskotið, er nøktandi til tann næmingabólkin, sum er orsøkin til royndarskipanina. Samstundis eigur tilboðið at tryggja slíka breidd, at andaligi, handaligi og mentanarligi førleikin verður mentur. Játtanin má gevast út frá ítøkiligu fyritreytunum, sum fyriliggja, tá ið einstøku tilboðini skulu stovnsetast. Tað eigur eisini at verða greitt, um talan er um sjey daga internat skúla ella fimm daga internat skúla.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 67 frá 02.05.2003