Eykajáttan

 

1-9  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Álit II
H. Framh. 2. viðgerð
I. Orðaskifti við fr. 2. viðgerð

Ár 2003, 8. apríl, legði Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi  

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri apríl 2003  

§ 6. Vinnumál  

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.2 Samferðsla
6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (landsfyritøka)

J

66.600

-

EYJ

4.000

-

Almennar viðmerkingar
Í fíggjarlógini fyri 2003 varð játtanin til Vinnumálastýrið (strandferðsluna) skerd við 7,5 mió.kr. í mun til uppskotið frá landsstýrinum.

 

Avleiðingin av hesum er, at siglingin á Vág helt uppat, at siglingin inn á Skálafjørðin helt uppat og at Dúgvan verður tikin úr siglingini um Leirvíksfjørð frá komandi mánadegi. Ætlanin er at leggja Dúgvuna inn á Hulk, og at lata Ternuna og Sam røkja siglingina um Leirvíksfjrøð. Øll vita, at rætta loysnin er, at Dúgvan siglir um Leirvíksfjørð og at Ternan er hjálparskip ávísar partar av degnum.Endamálið við hjálagda uppskoti er, at játta Vinnumálastýrinum (strandferðsluni) 4 mió. kr., soleiðis at Dúgvan kann halda fram við siglingini um Leirvíksfjørð.

Uppskotið verður við hesum lagt fyri tingið við vón um tingsins vælvild. 

Vísandi til tingskipanina § 54 viðmæla undirritaðu tingmenn, at uppskotið kemur til viðgerðar, hóast framløgufrestin er farin.

Jóannes Eidesgaard Kristian Magnussen Katrin Dahl Jakobsen Gerhard Lognberg
Bárður Nielsen Kaj Leo Johannesen Alfred Olsen Lisbeth L. Petersen
Heðin Mortensen Johan Dahl Vilhelm Johannesen Marjus Dam
Henrik Old Andrias Petersen Rúni Hentze Jenis av Rana
Heini O. Heinesen      

1. viðgerð 10. apríl 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 8. apríl 2003, og eftir 1. viðgerð tann 10. apríl 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16. og 23. apríl 2003.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við uppskotinum í tí treysti, at Strandferðslan fer at megna at hava eitt nøktandi tænastustøði á Leirvíksfjarðarleiðini innan verandi fíggjarkarm, og verður mælt Løgtingum til ikki at taka undir við uppskotinum.

Minnilutin (Vilhelm Johannnesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 29. apríl 2003. Uppskot frá Kristinu Háfoss um at beina málið aftur í nevnd samtykt 26-0-0. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum tann 30. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit II

Løgtingið beindi við 2. viðgerð 29. apríl 2003 málið aftur í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 30. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta

Meirilutin (Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) staðfestir, eftir at landsstýrismaðurin hevur verið á fundi í nevndini, at tænastustøðið á leiðini verður óbroytt, og við støði í hesum mælir meirilutin tinginum til at fella uppskotið.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.

Framhaldandi 2. viðgerð 2. mai 2003. Uppskotið til eykajáttanarlóg fall 17-0-15. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.