100-45 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn- Gamla Rætt
Ár 2003, týsdagin 8. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Kann landsstýrismaðurin forða fyri, at hetta stóra afturstigið á samferðsluøkinum fyri Sandoynna verður sett í verk?
Viðmerkingar
Mín greiða fatan er, at har sund og firðir skilja økir, er neyðugt, at tænastan
á samferðsluøkinum er á hægsta støði. Uppskotið til ferðaætlan ber ikki bráð
av hægri støði, men av at sparingarnar á fíggjarlógini koma til sjóndar sum
versnandi ferðasamband. Í samgonguskjalinum stendur undir økismenning: "Miðað
verður ímóti, at allir borgarar landsins fáa nøktandi tænastustig innan vinnu,
telesamskifti, samferðslu, heilsu-, almanna- og menta- og skúlamál."
Á tingfundi 24. apríl 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis
Svar
Orsøkin til, at Strandfaraskip Landsins hava gjørt sparingar á Bygdaleiðum yvir alt landið, er, sum øllum kunnugt, at SL hava fingið álagt at spara pening á fíggjarætlanini 2003. Neyðugt hevur tí verið m.a. at hugt eftir, hvar bussarnir koyra við lágum nýtslukapasiteti. Hædd hevur eisini verið tikin fyri, hvussu nógvir íbúgvar eru á teimum økjum og tørvin hjá tí einstaka, har sparingar hava verið framdar, og mett hevur verið í hvørjum einstøkum føri um, hvørjir aðrir túrar eru á leiðini, sum tey ferðandi kunnu nýta.
Í Sandoynni er túratalið skorið niður við uml. 3 %. Túrarnir, sum eru skornir burtur á leið 600 (Skálavík - Skopun - Skálavík) og 601 (Dalur - Skopun - Dalur), eru skornir burtur út frá teimum hagtølum Strandfaraskip Landsins hava.
Á leið 600 er síðsti túrur fríggjakvøld og sunnukvøld um summarið tikin burtur. Orsøkin til, at hesin túrur er tikin burtur, er, at hagtølini vísa, at í miðal ferðast minni enn 1 fólk við hesum túri.
Á leið 601 er túrurin kl. 07.05 í vikuskiftunum broyttur til bert at vera um summarið, og túrurin úr Dali kl. 19.05 fríggjadag og sunnudag er tikin burtur. Orsøkin til, at hesir túrar eru tiknir burtur, er, at hagtølini vísa, at í miðal ferðast væl minni enn 1 fólk við hesum túrum (kl. 19.05 eru í miðal 0,1 fólk við á túrinum).
Á leið 101 (Tórshavn - Gamlarætt (Kirkjubø) - Tórshavn) er túratalið skorið niður við uml. 20 %.
Hagtølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa, at á hesum túrum eru í miðal millum 2 og 5 fólk við. Strandfaraskip Landsins meta, at av tí at sambandið til og frá Gomlurætt er so gott aðrar tíðir á degnum, at tá átti einki at verið til hindurs fyri, at fólk valdu sær ein annan túr.
Sparingin á leið 101 verður mett at vera umleið ½ mió kr árliga. Ein tilkalliskipan ein túr hvønn dag í viku alt árið verður leysliga mett at kosta einar 100.000 kr.
Undirritaði hevur biðið SL kanna, hvussu ein slík skipan kann setast í verk í staðin fyri niðurløgdu túrarnar.
Málið avgreitt.