Landssjúkrahúsið - útbúnaður

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum. Útreiðslurnar fyri útbúnaðin kunnu í mesta lagi verða 39 mió kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2005.

1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, umframt at effektivisera verkætlanina, av tí at útbyggingararbeiðið, sum er í gongd, og útgerðin, sum skal nýtast í nýggja bygninginum, eru tengd at hvørjum øðrum.

Harnæst er henda lóg í samsvari við játtanarskipanina, har meginreglan er, at fyri størri íløgur, ið fevna um meira enn eitt fíggjarár, skulu lógaruppskot leggjast fyri Løgtingið.

Í viðmerkingunum til lógina verður ætlan landsstýrismansins við verkætlanini lýst nærri.

Stutt innlit í málið
Arbeiðið við at útbyggja Landssjúkrahúsið varð tikið upp aftur í 1998, tá ið landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum avgjørdi, at farast skuldi undir eina útbygging av Landssjúkrahúsinum, ið hevði sín uppruna í eini størri ætlan frá 1991, men sum steðgaði orsakað av kreppuni í nítiárunum. Síðani hevur verið arbeitt framhaldandi við verkætlanini, sum er komin so langt ávegis, at nú skulu avtalur gerast um ta útgerð, ið skal inn í tann nýggja bygningin, sum ætlandi verður liðugur á ólavsøku 2003.

Verandi útbygging er partur av eini størri ætlan, sum eitt nú fevnir um umbygging av B-bygninginum (høga bygninginum), A-bygninginum (Dronning Alexandrines Hospital) umframt umbygging ella nýbygging av C-bygninginum (bygningurin, sum er fastur í høvuðsbygningin og vendir niðan móti J. C. Svabosgøtu) og E-bygninginum (barakkin).

So nógv sum gjørligt av útgerðini frá hesum bygningum verður flutt yvir í nýggja bygningin.

Útgerðin hevur alla tíðina verið hildin uttan fyri verkætlanina, tí menningin á økinum gongur so skjótt, at hildið verður ikki, at tað er rætt at binda seg til ávísa útgerð fleiri ár, áðrenn hon skal takast í nýtslu. Nú er byggiarbeiðið komið so langt ávegis, at neyðugt er at taka avgerð um ta sonevndu "tungu" útgerðina (slag, fabrikat o.s.fr.), soleiðis at tekniskar innleggingar o.a. kunnu lagast til hesa, eins og neyðugt fyrireikingararbeiði í næstum skal gerast í sambandi við útgerðina annars.

Tíðarætlan
Nýggi bygningurin verður eftir ætlan latin eigaranum í juli 2003. Um verklagslógin verður samtykt, eiga avtalur at gerast um ta tungu útgerðina, innbúgvið umframt ein part av tí lættaru útgerðini skjótast gjørligt, soleiðis at útgerðin og innbúgvið kann fáast til vega í byrjanini av 2004. Flytingin kann soleiðis fremjast í seinnu helvt av 2003 og fyrru helvt av 2004, og harvið kann bygningurin takast í nýtslu í 2004, hóast nakað av tí løttu útgerðini ikki kemur fyrr enn í 2005.

2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Bygginevndin fyri Landssjúkrahúsið hevur greinað tørvin á útbúnaði til nýggja bygningin. Ein nágreinilig gjøgnumgongd er gjørd, og komið er fram til, at neyðugt er at keypa útgerð fyri 44 mió kr., mvg ikki íroknað.

Kostnaðurin av tungu útgerðini er mettur til 11 mió kr., meðan lættara útgerðin er mett til 28 mió kr. Harumframt skal innbúgv keypast fyri tilsamans 5 mió kr., soleiðis at samlaði kostnaðurin verður 44 mió kr.

Av játtanini í 2003 upp á 40 mió kr. hevur verið neyðugt at fáa til vega tunga útgerð fyri 5 mió kr. Hetta merkir, at henda verklagslóg fevnir um tann eftirverandi útbúnaðin fyri 39 mió kr., sum ætlandi skal fáast til vega og setast upp í 2004 og 2005.

Av tí samlaðu játtanini í 2004 til út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum, har lágmarksútreiðslurnar út frá langtíðarætlanini vera mettar til 40 mió kr., verður neyðugt at brúka 35 mió kr. til tungu útgerðina, innbúgvið umframt ein part av tí lættaru útgerðini til nýbygningin. Tann írestandi útgerðin fyri 4 mió kr. verður neyðug at fáa til vega í 2005.

Umsitingarligar avleiðingar
Umsitingarliga fer ein tílík verklagslóg at gera tað munandi lættari at ráðleggja byggiarbeiðið, av tí at arbeiðið við at seta upp útgerð og innbúgv í nýggja bygningin er tengt saman við útbyggingini. Harafturat fer lógin at gera tað møguligt at gera bindandi avtalur tvørtur um fíggjarár, har krøvini til játtan eru kend frammanundan, og tað tískil fæst ein størri trygd fyri, at arbeiðið upp á nýbygningin ikki steðgar upp.

Umhvørvisligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur væntandi positivar sosialar avleiðingar fyri borgarar í síni heild, av tí at uppskotið hevur við sær, at tað verður møguligt at fáa útbúnaðin skjótari til vega, soleiðis at tað longu í 2004 í størri mun verður møguligt at gera umleggingar til ambulanta viðgerð, og harvið geva eina skjótari og betri heilsutænastu til borgararnar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

(Ja)

 

Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Landssjúkrahúsinum og hjá Landsverkfrøðinginum. Landsverkfrøðingurin váttar at hava kannað uppskotið við atliti til fíggjarlig og byggiteknisk viðurskifti, men hevur ongar viðmerkingar hesum viðvíkjandi. Fíggjarmálaráðið og Landssjúkrahúsið hava onkrar viðmerkingar í sambandi við ymiskar orðingar, ið kunnu misskiljast. Uppskotið er rættað í samsvar við hesar viðmerkingar. Vinnumálaráðið hevur ikki sent viðmerkingar til uppskotið.

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalur um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum, og at útreiðslurnar fyri útbúnaðin í mesta lagi kunnu verða 39 mió kr., mvg ikki íroknað. Við útreiðslum til útbúnað er at skilja útreiðslur til bæði tunga og lættari útgerð umframt innbúgv.

Til § 2:
Gildiskomuregla.

Fylgiskjøl:
Skjal 1: Ummæli frá Fíggjarmálaráðnum
Skjal 2: Ummæli frá Landssjúkrahúsinum
Skjal 3: Ummæli frá Landsverkfrøðinginum 

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 4. mars 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 31. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bill Justinussen, landsstýrismann.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein meiriluti (Kristian Magnussen, Andrias Petersen, Alfred Olsen og Sune Jacobsen) viðmerkir:
Meirilutin fegnast um, at nýggi bygningurin verður liðugt bygdur í juli í ár, men samstundis so átalar meirilutin harðliga, at landsstýrið ikki hevur tikið hædd fyri hesum á verandi fíggjarlóg soleiðis, at klárt var at keypa neyðug tól í hesum fíggjarári. Meirilutin sær onga meining í at nýta verklagslóg í hesum føri. Tá øll vistu, at bygningurin bleiv liðugur í ár, átti sjálvandi tann neyðuga játtanin til útbúnað til nýggja bygningin at verið við á fíggjarlógini fyri 2003.

Andstøðan á tingi gjørdi eina roynd at fáa 20 mió kr. til keyp av tólum sum eina byrjan við á fíggjarlógina fyri 2003, men hetta varð felt av samgonguni. Tað hevur verið ein grundregla í fíggjarpolitikkinum, at tann fíggjarligi aktiviteturin, sum er í einum ári, eisini skal síggjast á fíggjarlógini. Henda grundregla verður brotin við hesi verklagslóg.

Sum nú verður farið fram, verður keypt upp á borg, og tað meta vit ikki er neyðugt, sum fíggjarstøðan er í landinum, og helst verða tólini dýrari, tá ikki verður goldið kontant. Somuleiðis harmast meirilutin um, at tað sær út til, at tær 39 mió kr., sum henda lóg játtar í 2004, verður tað, sum verður avsett til endurnýggjan av Landssjúkrahúsinum. Tí harmast meirilutin um, at tað sær út til, at endurnýggjanin av teimum økjum á Landssjúkrahúsinum, har flutt verður frá, ikki heldur fram komandi ár vegna vantandi pening.

Sum nevnt var royndin at fáa pening á fíggjarlógina fyri 2003 feld av samgonguni, og sær meirilutin seg tí noyddan til at taka undir við verandi uppskoti við omanfyrinevndu viðmerkingum.

Ein minniluti (Rúni Hentze, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana) vísir á, at við skiftandi samgongum hevur í ártíggir eingin nýbygging ella høvuðsumvæling verið á Landssjúkrahúsinum, sum hevur skapt eitt akkummulerað virðið av missrøkt.

Minnilutin fegnast tí um, at samgongan í 1999 prioriteraði hetta økið og sett út í kortið eina ætlan við 35 mió kr. um árið.

Fyrstu fruktina av hesi ætlan fáa føroyingar gagn av longu í februar komandi, tá nýbygningurin á Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu.

Næsta stigið er høvuðsumvælingin av verandi bygningum.

Minnilutin fegnast um, at ætlanin við m.a. hesum uppskoti heldur tíðarætlanina, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 9. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 53 frá 22.04.2003