Sjúkratrygd fiskimenn

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2002, 17. desember, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn verður gjørd henda broyting:

§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"§ 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn. Somuleiðis verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, ið virka sum eygleiðarar umborð."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Persónar, ið hava latið inn umsókn, áðrenn lógin kemur í gildi, eru eisini fevndir av ásetingini í § 1.

Almennar viðmerkingar:
Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn er ásett, at við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður landsstýrinum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn.

Í § 1, stk. 1 í løgtingslóg nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 103 frá 22. desember 1999, er ásett, at inntøkutrygd, sambært hesi lóg, verður veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum, sum:

1) eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er 30 tons ella størri og skrásett í Føroyum,

2) eru mynstraðir við fiskiskipi, minni enn 30 tons og skrásett í Føroyum, um skipið rekur fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Út frá hesum lógarásetingum verður ikki mett, at Lønjavningarstovan hevur heimild at útgjalda sjúkratrygd til persónar, ið virka sum eygleiðarar umborð, tí ein eygleiðari ikki kann metast sum mynstraður fiskimaður, og kann tískil ikki koma undir skipanina við sjúkratrygd.

Hetta metir landsstýrsimaðurin ikki vera heppið, og verður tí skotið upp, at eygleiðarar eisini kunnu koma undir skipanina við sjúkratrygd.

Avleiðingar av broytingunum

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

JA

NEI

NEI

NEI

JA/NEI

Umsitingarligar
avleiðingar

 

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Umhvørvisligar
avleiðingar

 

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Sosialar
avleiðingar

   

 

 

NEI

 

Fíggjarligar avleiðingar:
Í løtuni er krav um, at eygleiðarar skulu vera umborð á føroysku rækjuskipunum, sum veiða við Flemish Cap. Hetta er ein NAFO-samtykt. Talan verður sostatt um í mesta lagi 11 eygleiðarar. Tað er ikki møguligt neyvt at siga meirútreiðslurnar, tað veldst sjálvsagt um, hvussu ofta hesir 11 eygleiðarar gerast sjúkir. Sambært lógini um sjúkratrygd er upphæddin kr. 12.725 um mánaðin ella 1/30 av hesi upphædd um dagin, sum kann veitast í mesta lagi í 2½ mánað.

Umsitingarligar avleiðingar:
Broytingin hevur ongar umsitingarligar avleiðingar við sær.

Ummæli:
Uppskotið hevur verið til ummælis í Fiskivinnuráðnum. Fiskivinnuráðið metir út frá fyriliggjandi skjølum, at heimild er í lógini fyri at gjalda sjúkraviðbót til eygleiðarar.

Serligar viðmerkingar:

Til § 1:
Broytingin hevur við sær, at eygleiðarar nú verða nevndir beinleiðis í lógartekstinum, og koma hesir sostatt undir lógina um sjúkratrygd.

Til § 2, stk. 1.
Ásett verður, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Til § 2, stk. 2:
Í løtuni er umsókn hjá Lønjavningarstovuni um útgjald av sjúkratrygd til eygleiðara, men er hon avvíst. Hildið verður rættast, at umsóknir, ið eru latnar Lønjavningarstovuni, áðrenn lógin fær gildi, eisini kunnu koma undir broytingina.

1. viðgerð 17. januar 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 17. desember 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. januar, 13. mars og 3. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við formannin í Føroya Fiskimannafelag.

Frá formanninum í Føroya Fiskimannafelag, fekk nevndin eitt skriv, ið greiðir frá málinum og frá gongdini í málinum, og har viðlagt varð avrit av brævaskifti málinum viðvíkjandi. Eisini hevur nevndin fingið skriv frá Føroya Fiskimannafelag, dagfest 14. og 17. januar 2002 og telduskriv, dagfest 12. mars 2002, viðvíkjandi sakarmáli um m.a. sjúkratrygd til eygleiðarar.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 9. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.