Havrættarsáttmáli

 

87  Uppskot til  samtyktar um staðfesting av ST-havrættarsáttmálanum frá 1982

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið góðkennir, at landsstýrið mælir donsku ríkisstjórnini til við gildi fyri Føroyar

  1. At staðfesta Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10 desember 1982
  2. At staðfesta atknýttu Semjuna frá 28 juli 1994 um nýtslu av parti XI í ST-Havrættarsáttmálanum frá 1982
  3. At taka við Semjuni frá 23 mai 1997 um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havrættardómstólinum og
  4. At taka við Frumskjalinum frá 27 mars 1998 um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havbotnsmyndugleikanum

VIÐMERKINGAR

Hetta uppskot hevur til endamáls at gera donsku ríkismyndugleikunum greitt, at Føroyar taka undir við, at Danmark staðfestir (da./en. ratification, t.e. formliga galdandi samtykt um at binda seg at halda ávísan sáttmála) Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10 desember 1982 og atknýttu Semjuni frá 28 juli 1994 um nýtslu av parti XI í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða, og, at Danmark tekur við (da. tiltrædelse, en. accession: hevur sama formliga gildi sum staðfesting) teim stovnsligu løgskjølunum (da. institutionelle instrumenter), Semjuni frá 23 mai 1997 um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havrættardómstólinum og Frumskjalinum frá 27 mars 1998 um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havbotnsmyndugleikanum.

Uppskotið er einsljóðandi og uppskot til samtyktar á fólkatingi (B 75 2002-03): Forslag til folketingsbeslutning om Danmarks ratifikation af De Forenede Nationers Havretskonvention af 10. december 1982 tillige med den dertil knyttede Aftale af 28. juli 1994 om anvendelse af Konventionens kapitel XI samt Danmarks tiltrædelse af Aftale af 23. maj 1997 om privilegier og immuniteter for Den Internationale Havretsdomstol og Protokol af 27. marts 1998 om privilegier og immuniteter for Den Internationale Havbundsmyndighed.

Sáttmálarnir, sum nevndir verða í uppskotinum, eru at finna í danskari umseting í uppskotinum, sum lagt eru fyri fólkatingið. Eisini síggjast í fólkatingsuppskotinum neyvar viðmerkingar til sáttmálan og atknýttu løgskjølini. Av tí at tilfarið er so rúgvusmikið, eru einans danska uppskotið til samtyktar og atknýttu viðmerkingarnar til uppskotið hjálagt løgtingsmálinum.

Tað er sera umráðandi, at Føroyar gera sína støðu greiða fyri donskum myndugleikum, nú ið danska fólkatingið er farið undir at viðgera uppskot frá danska uttanríkisráðharranum um at staðfesta og taka við nevnda sáttmála, semjum og frumskjali, av tí at Havrættarsáttmálin heimilar ikki, at Danmark við staðfesting síni tekur umveldisfyrivarni fyri Føroyum.

Eisini hevur havrættarsáttmálin stóran týdning fyri Føroyar. Bæði av tí, at hann inniheldur hópin av ásetingum viðvíkjandi einum ótali av viðurskiftum knýttum at havinum, ið longu nú ávirka rættindi og skyldur føroyinga og Føroya, og av tí, at hann kemur at áleggja Føroyum nýggjar skyldur og rættindi, eisini lutvíst eftir egnum vali, t.d. knýtt at, um Føroyar vilja fáa sær búskaparligt øki uttan fyri 12 fjórðingar ístaðin fyri – sum nú er – bert fiskimark og landgrunsmark.

ST-havrættarsáttmálin verður eisini óalment nevndur "grundlóg havsins". Hann er bæði ein samanskriving, dagføring og menning av reglunum fyri útinnan ríkjanna av myndugleika á høvunum. Sáttmálin inniheldur nýggjar reglur um vernd av havumhvørvinum og um atgongd til at gagnnýta náttúrutilfeingi havsins og havbotnin og undirgrundina uttan fyri fullveldi ríkjanna.

Um ferðandi fiskastovnar (straddling fish stocks), sí donsku viðmerkingarnar til grein 63, stk. 2, skal verða kunnað um, at gjørd er serstøk semja um ferðandi fiskastovnar, nevnd Agreement for the Implementation of the Provisions of the United Nations Convention on the Law of the Sea of 10 December 1982 relating to the Conservation and Management of Straddling Fish Stocks and Highly Migratory Fish Stocks (New York, 4 August 1995), stytt UNFA, ið Føroyar hava tikið undir við, og Danmark hevur staðfest. Sum tað sæst í hjáløgdu donsku viðmerkingunum ("Ratifikationsinstrumenterne skal i henhold til Rådsbeslutning deponeres samtidig for Fællesskabets og medlemsstaternes vedkommende"), verður bíðað eftir, at øll limalondini í Evropasamveldinum (ES) hava staðfest hesa semju, og ES sostatt kann lata inn felags ES-staðfestingarskjalið saman við staðfestingarskjølunum hjá teim einstøku ES-limalondunum. Frætt er nýliga frá danska uttanríkismálaráðnum, at felags ES-innlating av staðfestingarskjølunum væntandi verður framd innan stutta tíð.

Viðvíkjandi krøvum Føroya/Danmarkar til landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar hevur sáttmálin stóran týdning. Tvey øki eru viðkomandi fyri Føroyar hesum viðvíkjandi. Føroyar gera krav um ytra landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar í ein útsynning út á Hatton og Rockall bankarnar. Her er støðan hon, at eisini Ísland, Stórabretland og Írland hava boðað frá, at tey krevja landgrunsrættindi á umleið somu økjum sum Føroyar. Eisini norðan fyri Føroyar er øki uttan fyri 200 fjórðingar, har ið Føroyar, Ísland og Noreg hvør í sínum lagi kunnu vera áhugað. Øll fýra grannalond okkara eru sáttmálapartar í Havrættarsáttmálanum frá 1982. Mett verður, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Føroyar, og eingin vansi, at eisini Føroyar verða fevndar av sama sáttmála, soleiðis at rættarstøða Føroya/Danmarkar (og Grønlands) gerst hin sama hesum viðvíkjandi, sum hjá nevndu grannalondum. Viðvíkjandi ytra landgrunninum við Hatton og Rockall eru allir fýra partar (Føroyar/Danmark, Ísland, Stórabretland og Írland) farnir undir at fyrireika seg til at senda inn próvførslu fyri Landgrunsnevndina undir hesum sáttmála. Stórabretland og Írland eru komin longst áleiðis í hesum fyrireikingum, og hava tey gjørt stórt jarðfrøðiligt o.a. kanningararbeiði av havbotni og undirgrund á teim viðkomandi økjunum. Føroyar/Danmark hava gjørt ávísar kanningar í 1980-árunum og fleiri kanningar verða nú fyrireikaðar. Talan er um kanningar, ið eru fyriskipaðar av Føroyum (Jarðfrøðisavninum) og Danmark (GEUS) í felag, undir føroyskari leiðslu.

Viðvíkjandi spurninginum um at áseta tilmarkandi øki (sum kann vera út á 24 fjórðingar úr grundlinjunum) og búskaparligt øki (sum kann vera út á 200 fjórðingar úr grundlinjunum), skal verða nevnt, at landsstýrið hevur ikki viðgjørt hesar spurningar, men møguleiki er so til tess, um slíkt verður hildið at vera ynskiligt.

Sáttmálin gevur havumhvørvinum stóran ans. Føroyar yvirtaka málsøkið havumhvørvisvernd 1 mai 2003. Til tess at føroyska havumhvørvislógin skal kunna lúka treytirnar í sáttmálanum, er Oljumálaráðið farið undir at fyrireika nýggja lóggávu á økinum.

Semjan frá 1994 um nýtslu av parti XI í sáttmálanum um at gagnnýta tann djúpa havbotnin broytir í stórum part XI, ið ikki kundi góðtakast av ídnaðarlondunum. Henda semja gjørdi, at sáttmálin fekk undirtøku frá nógvum londum, ið annars himpraðust við at staðfesta hann. Øll Norðurlondini, og ES-londini, Danmark undantikið, og nógv onnur ídnaðarlond, umframt ein fjøld av menningarlondum hava staðfest sáttmálan. 138 lond hava staðfest sáttmálan og 107 lond hava staðfest semjuna. Síðani henda semja varð undirritað, er hon vorðin ein samanrunnin partur av sáttmálanum við tí fylgju, at tað síðani er vorðið krav, at allar staðfestingar hjá londum fevna um bæði løgskjøl.

Um tinglimir ynskja at síggja donsku týðingina av ST-havrættarsáttmálanum og hinum løgskjølunum, ber til at fara inn á heimasíðuna hjá danska fólkatinginum á hesum staði:

www.ft.dk/samling/20021/beslutningsforslag_som_fremsat/b75.htm

Gjørt verður vart við, at danska týðingin er einans leiðbeinandi (og ikki heilt fullfíggjað). Vilja tinglimir síggja ensku útgávuna, ið er ein galdandi útgáva, ber til at fara finna hana á hesum staði:

www.un.org/depts/los/convention_agreements/texts/unclos/closindx.htm

Innihaldið í Havrættarsáttmálanum frá 1982
Niðanfyri er stutt yvirlit yvir innihaldið í sáttmálanum. Sí annars hjálagda fylgiskjalið við donsku viðmerkingunum til uppskotið, ið er lagt fyri fólkatingið.

Formælið (da. Præambelen, en. Preamble): Staðfestir við almennum orðingum, at sáttmálin er týdningarmikið íkast til varðveitan av friði í heiminum, at skapa rættvísi og framburð fyri øll fólkasløg heimsins, og nakað verður sagt um gongdina í altjóða rætti viðvíkjandi virksemi á høvunum, m.a. um útinnan av fullveldi ríkjanna, um varðveitan av livandi tilfeingi havsins og havumhvørvinum og endamál sáttmálans annars.

Partur I (grein 1), Inngangur (da. Indledning, en. Introduction): Inniheldur skilmarking av hugtøkum í sáttmálanum. Eisini verður her ásett, at aðrar eindir enn fullveldisríki, sum eru nærri tilskilaðar í grein 305, kunnu gerast sáttmálapartar í hesum sáttmála. Nevnast kunnu ES, ið er felagsskapur av fullveldisríkjum, og Cookoyggjar, ið eru land í frælsum felagsskapi (free association) við Nýsælandi.

Partur II (greinarnar 2-33), Sjóumveldi og tilmarkandi øki: Inniheldur ásetingar um marknaseting av sjóumveldinum og um rættarstøðuna í sjóumveldinum og tí tilmarkandi økinum v.m.

Partur III (greinarnar 34-45), Sund nýtt í altjóða sigling: Hevur ásetingar um skaðaleysa gjøgnumsigling (innocent passage) og gjøgnumferð (transit passage) fyri bæði skip og flogfør í altjóða sundum.

Partur IV (greinarnar 46-54), Oyggjaríki: Oyggjaríki (archipelagic State) er nýtt hugtak í havrættinum, ið er íkomið við hesum sáttmála. Her eru serstakar reglur gjørdur fyri oyggjaríki, ið verða tryggjað størri løgdømi, men tey noyðast eisini undir ávísum viðurskiftum at lata sær lynda skaðaleysa gjøgnumsigling og gjøgnumferð.

Partur V (greinarnar 55-75), Serbúskaparøkið (Exclusive Economic Zone, EEZ): Hugtakið ’serbúskaparøki’ er stigvíst ment síðani seinna heimsbardaga. Fyrst var í høvuðsheitum talan um fiskiøki, men seinni legðist annað afturat. Parturin hevur ásetingar um varðveitlsu og gagnnýtan av livandi tilfeingi, m.a. eisini um ferðandi fiskastovnar, um rættindi hjá innlandsríkjum og ríkjum, ið eru landafrøðiliga fyri vanbýti, um rættarútinnan og marknaseting.

Partur VI (greinarnar 76-85), Landgrunnurin: Landgrunnurin sum løgfrøðiligt hugtak mentist í tíðini eftir seinna heimsbardaga. USA var undangonguland á hesum øki. Í fyrstuni var talan um at kunna fara so langt út frá landi, sum tøknin loyvdi, og tað elvdi til ’krúpandi løgdømi’ (creeping jurisdiction), har ið summi lond, ið vóru serliga framkomin, kundu ota seg ógvuliga langt út, meðan onnur av fíggjarligum og tøkniligum ávum ikki høvdu sama møguleika. Tí var tørvur á at smíða reglur, ið settu londini meira javnbjóðis í altjóðarætti. Grein 76 ásetir reglur fyri, hvussu langt út eitt land kann gera krav um landgrunnin. Havbotnurin uttan fyri tey øki, ið lond kunnu krevja sum egnan landgrunn við heimild í grein 76, verður skilmarkað sum Økið (da. Området, en. the Area), og er ásett at vera felagsarvur mannaættarinnar, ið verður umsitin av Altjóða havbotnsmyndugleikanum (í havrættarhøpi eisini nevndur Myndugleikin, da. Myndigheden, en. the Authority). (sí part XI og atknýttu Semjuni frá 1994).

Partur VII (greinarnar 86-120), Víða havið (da. Det åbne hav, en. High Seas): Inniheldur í høvuðsheitum somu reglur, sum Genève-sáttmálin frá 29 apríl 1958 um víða havið. Tó eru ásetingar, ið viðvíkja serbúskaparøkini, ið avmarka løgdømið hjá strandalondum til frama fyri frælsa sigling. Ásetingar eru eisini um friðarligan atburð á víða havinum, og um samstarv landanna millum um at stríðast í móti lógloysi sum sjórænaravirksemi, rúsevnahandil og ólógligari útvarping á víðum havi.

Partur VIII (Grein 121), Rættarliga skipanin viðvíkjandi oyggjum: Her verður skilmarkað, hvat ið heitið ’oyggj’ fevnir um. Tað hevur týdning fyri mál um marknaseting. Grein 121, stk. 3 um klettar, ið ikki kunnu bera búseting ella sjálvstøðugt búskaparligt lív, hevur fyri Føroyar týdning viðvíkjandi áseting av miðlinjumørkum móti bæði Íslandi og Stórabretlandi.

Partur IX (greinarnar 122-123), Innibyrgd ella lutvíst innibyrgd havøki: Hevur ásetingar um økt samstarv um fiskiveiði, umhvørvisvernd og gransking. Eitt dømi er OSPAR, ið Føroyar eisini eru við í.

Partur X (greinarnar 124 –132), Atkomurættur til og frá havinum og frælsi til gjøgnumferð hjá innlandsríkjum: Ásetir rættindi hjá innlandsríkjum at hava atgongd til havið. Umleið ¼ av heimsins londum eru innlandsríki.

Partur XI (greinarnar 133-191), Økið: Inniheldur ásetingar um Økið, t.e. økið uttan fyri løgdømið hjá ríkjum. Altjóða havbotnsmyndugleikin umsitur Økið og ráevni í tí vegna alla mannaættina. Partur XI skal lesast saman við Semjuni frá 1994 um nýtslu av parti XI í Havrættarsáttmálanum, sum broytti innihaldið í hesum partinum. Upprunaligu ástingarnar vóru ógvuliga merktar av planbúskaparligari hugsan, og vunnu tí ikki frama millum ídnaðarlondini.

Partur XII (greinarnar 192-237), Vernd og varðveitan av havumhvørvinum: Sáttmálin er, sum tað sæst í hesum parti, ein sera víðtøkur umhvørvisverndarsáttmáli. Álagt verður ríkjunum at gera sersáttmálar sínámillum, eisini økissáttmálar, til tess at verja havumhvørvið. Í fleiri førum verður víst til at samstarva innan karmarnar av "tí avvarðandi altjóða felagsskapinum", ið her merkir IMO, har ið Føroyar fyri stutt síðani (desember 2002) fingu sjálvstøðugan atlimaskap.

Partur XIII (greinarnar 238-265), Vísindalig havgransking: Í hesum parti, saman við øðrum pørtum av sáttmálanum, er ein roynd gjørd at gera eitt regluverk fyri havgransking, ið verður kjølfest í altjóðarætti. Øll ríki hava rætt til at fáast við havgransking, og ávís samstarvsskylda er ásett.

Partur XIV (greinarnar 266-278), Menning og yvirføring av havtøkni: Iniheldur ásetingar um samstarv millum ídnaðarlond og menningarlond um gransking til tess at minka um munirnar millum rík og fátøk lond á hesum øki. Ásetingarnar eru lítið bindandi, og mett verður ikki, at virkishættirnir innan gransking í Danmark verða fyri broytingum av hesum ásetingum, og sama kann verða sagt viðvíkjandi Føroyum. Grundhugsanin er her, at yvirføring av vitan og tøkni fer fram eftir marknaðartreytum.

Partur XV (greinarnar 279-299), Sáttargerð í trætum: Inniheldur ásetingar um friðarliga sáttargerð.

Partur XVI (greinarnar 300-304), Vanligar ásetingar: Inniheldur ymsar ásetingar, ið nema við ymsar partar av sáttmálanum. M.a. um, at sáttmálar skulu haldast í góðari trúgv uttan at misnýta rættindi, og um, at trygdaráhugamál hjá ríkjum ganga fram um ásetingar í sáttmálanum. Eisini eru ásetingar um rætt til fornlutir á havbotninum (Grein 303).

Partur XVII (greinarnar 305-320), Endaligar ásetingar: Inniheldur ymsar ásetingar, m.a. um, hvør ið kann vera sáttmálapartur (aðrar politiskar eindir enn ríki kunnu eisini vera sáttmálapartur), og um hvussu sáttmálin kann verða broyttur. Eisini eru neyvar ásetingar um viðurskiftini millum hendan sáttmálan og aðrar sáttmálar.

Fylgiskjal I. Ferðandi fiskastovnar: Inniheldur yvirlit yvir ferðandi fiskastovnar. 17 sløg eru nevnd.

Fylgiskjal II. Landgrunsmarksnevndin (eisini nevnd Landsgrunsnevndin). Ásetingar um Landgrunsmarksnevndina, hvussu hon verður tilnevnd v.m.

Fylgiskjal III. Grundleggjandi treytir fyri forkanningum, rannsóknum og gagnnýtan: Hevur meginreglur fyri forkanningum, rannsóknum og gagnnýtan á Økinum.

Fylgiskjal IV. Reglugerð Framleiðslufelagsins: Framleiðslufelagið er enn ikki veruleiki, og verða nakrar av uppgávunum fyribils røktar av Myndugleikanum, ið umsitur Økið.

Fylgiskjal V. Seming: Fylgiskjalið vísir til part XV í sáttmálanum.

Fylgiskjal VI. Reglugerð fyri Altjóða havrættardómstólinum: Inniheldur reglugerðina fyri Altjóða havrættardómstólinum, ið varð stovnaður í Hamborg 18 oktober 1996.

Fylgiskjal VII. Gerðarrættur: Ásetir serligar reglur um gerðarrætt við atliti at parti XV.

Fylgiskjal VIII. Serstøk mannagongd fyri gerðarrætt: Hevur ásetingar um serstaka mannagongd fyri gerðarrætt, sum, danska uttanríkismálaráðið metir, fer at hava stóran týdning fyri loysn á trætum.

Fylgiskjal IX. Luttøka av millumtjóða felagsskapum: Reglur um møguleikan hjá millumtjóða felagsskapum at gerast sáttmálapartur; reglurnar eru gjørdar serstakliga við ES fyri eyga.

Innihaldið í Semjuni frá 28 juli 1994 um nýtslu av parti XI í Havrættarsáttmálanum
Semjan er ein loysn á trupulleikunum, ið tey ríkaru londini høvdu av ásetingunum í parti XI um felagsarv mannaættarinnar, og tann rættiliga fløkta háttin, ið hesin felagsarvur skuldi verða umsitin.

Innihaldið í Semjuni frá 23 mai 1997 um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havrættardómstólinum
Semjan inniheldur ásetingar um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havrættardómstólinum. Víst verður til "diplomatisk frammíhjárættindi og órin", ið verður skilt samsvarandi lýsing í Wiensáttmálanum frá 1961 um diplomatisk sambond.

Innihaldið í Frumskjalinum frá 27 mars 1998 um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havbotnsmyndugleikanum
Frumskjalið inniheldur ásetingar um frammíhjárættindi og órin hjá Altjóða havbotnsmyndugleikanum.

Avleiðingar av, at Føroyar verða fevndar av sáttmálanum
Sum tað sæst í yvirlitstalvuni niðanfyri, verða ávísar avleiðingar av, at Havrættarsáttmálin verður staðfestur.

Neyðugt verður at tillaga lóggávuna innan hesi øki: havumhvørvi (greinarnar 220, 228 og 230), fornminni og lutir á havbotninum (greinarnar 149 og 303) og viðvíkjandi fjarskiftiskaðalum og elkaðalum (m.a. grein 79). Viðvíkjandi grein 196 í sáttmálanum um eftirlit við innføring av fremmandum djórasløgum í havumhvørvið, verður kannað, um lóggávan er nøktandi, ella um lóggávuarbeiði verður neyðugt á hesum øki.

Ikki verða stórvegis umsitingarligar avleiðingar av, at sáttmálin verður settur í gildi fyri Føroyar. Tó mega vit vænta, at fleiri av ráðum landsstýrisins fara at nýta nakað av umsitingarligari arbeiðsorku knýtt at sáttmálanum. Men væntað verður ikki, at nøkur nýggj starvssetan verður neyðug av, at sáttmálin fer at fevna um Føroyar.

Orsøkin til, at staðfesting av Havrættarsáttmálanum hevur so fáar avleiðingar fyri lóggávu og umsiting, er, at hesi eru longu í stóran mun tillagað krøvum sáttmálans. Havast skal í huga, at sáttmálin stendur ikki í stað, men er eitt "livandi amboð"; hann broytist við tíðini, og tí kunnu broytingar í útinnanini av sáttmálanum í framtíðini hava við sær, at føroysk lóggáva og umsiting mega verða tillagað møguligum nýggjum krøvum. Hetta er ikki serstakt fyri Havrættarsáttmálan, men er alment kent fyribrigdi í altjóðarætti, eitt nú kann menningin innan mannarættindaøkið nýtast sum dømi.

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

 Nei

Nei

 Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

Fíggjarligar avleiðingar verða ikki fyri Føroyar av, at hesin sáttmáli fær gildi fyri Føroyar. Annað er, at føroyskir myndugleikar kunnu velja at fara undir eitthvørt virksemi avleitt av hesum sáttmála, ið kann hava útreiðslur við sær. Dømi um hetta er ætlanin um at gera kanningar viðvíkjandi ytra landgrunni Føroya. Hetta er tó eitt politiskt val, og ikki ein avleiðing av, at sáttmálin verður staðfestur.

Hjáløgd fylgiskjøl:

1. viðgerð 17. mars 2003. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 8. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2003 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25. mars og 8. apríl 2003.

Undir 1. viðgerð varð sett fram ynski um at fáa betri kunning um málið frá serkønum, og skipaði løgmaður 7. april 2003 fyri kunningarfundi Í Útvarpshøllini fyri løgtingsmonnum.

Ein samd nevnd heldur, hesa kunning vera nøktandi, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 10. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.