Fiskaaling P/F

 

76  Uppskot til  løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 27. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at hækka almenna partapeningin í P/f Fiskaaling.
Stk. 2. Partapeningurin verður hækkaður við:

  1. skiftisinnskoti, samsvarandi § 33 í partafelagslógini, av ognunum matr.nr. 38b við Áir, og matr.nr. 550b í Skopun,
  2. skuldarumskifti, samsvarandi § 33a í partafelagslógini, av skuld til landskassan, sum pr. 31.7.2002 var gjørd upp til kr. 3.141.000, vegna ikki nýttan stuðul til verkætlanir.

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til hesi endamál: Arbeiði innan kynbøtur, royndir við nýggjum fiskasløgum, aliráðgeving og royndir við nýggjum aliøkjum v.m.
Stk. 2. Studningur verður veittur til P/F Fiskaaling og skal afturgjaldast landskassanum, um hann ikki verður nýttur til tey í stk. 1 nevndu endamál. Inntøkur hjá P/F Fiskaaling, herundir inntøkur, ið eru beinleiðis avleiddar av stuðlinum, skulu tó ikki gjaldast landskassanum.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað í sáttmála at áseta nærri reglur og treytir fyri studningsveitingunum.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru:

P/F Fiskaaling miðar eftir at ganga á odda í granskingar- og menningarvirksemi í alivinnuni í Føroyum. Felagið skal skapa karmar um hetta virksemið og skapa møguleikar fyri at fáa tilgongd av granskarum, sum kunnu gera Føroyar leiðandi í gransking og menning, so føroysku alivinnuni verður tryggjað besta tilfar at arbeiða við. Felagið setur sær sum mál at samstarva við granskingarumhvørvini í grannalondum okkara og taka lut í felags verkætlanum.

Avgerandi fyri, at nevndu mál kunnu náast, er, at felagið kann skapa karmar um eitt menningar- og granskingarvirksemi, sum tryggjar eina tilgongd av vælskikkaðum granskarum, sum kunnu útbyggja og víðka vitanarstøðið undir aling av fiski og skeljadýrum í Føroyum á sama støði sum umhvørvini í grannalondum okkara.

Við teimum royndum Fiskaaling hevur við sínum virksemi, heldur felagið møguleikar framhaldandi vera fyri menning av kynbótaarbeiðinum og kalvaalingini, og menning og gransking innan annað virksemi viðvíkjandi aling av fiski og skeljadýrum. Felagið hevur í hyggju at arbeiða virkið víðari við rognasølu í Føroyum og í útlondum og við øðrum virksemi í hesum sambandi, sum kann økja um vinnuligu inntøkur felagsins.

Sum eitt lið í at fremja málsetningin, um at skapa karmar um eitt menningar- og granskingarvirksemi innan lívfiskaframleiðsluna í alivinnuni, er Sandoyggin lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka.

Óhapp á Lívfiskastøðini
Felagið hevði eitt óhapp á Lívfiskastøðini á sumri 2002, tá ið allur lívfiskurin á støðini doyði. Víst verður í hesum sambandi til frágreiðing, sum felagið hevur í roknskapinum fyri tíðarskeiðið 1. januar til 31. juli 2002 (skjal 1).

Stuðulin til P/F Fiskaaling
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 eru játtaðar 9,0 mió kr. til stuðul til Havbúnaðarroyndir, og er endamálið við játtanini at veita stuðul til arbeiði innan kynbøtur, royndir við nýggjum fiskasløgum, aliráðgeving og royndir við nýggjum aliøkjum. Játtanin fyri 2002 var 11,0 mió kr.

Stuðulin er útgoldin til P/F Fiskaaling og hevur síðani 1998 verið ásettur í sáttmála millum Vinnumálaráðið og P/F Fiskaaling.

Stuðulssáttmálin er orðaður soleiðis, at kravd verður afturbering av avleiddum inntøkum av m.ø. kynbótaarbeiðinum. Vinnumálaráðið vil broyta nevnda sáttmála millum felagið og Vinnumálaráðið, so at avleiddar inntøkur frá royndarvirkseminum kunnu inntøkuførast í felagnum. Vinnumálaráðið mælir til, at komandi sáttmálar kunnu orðast soleiðis, at Fiskaaling fær loyvi til at inntøkuføra og nýta allar inntøkur av virkseminum.

Stuðulin svarar til knappliga helvt av inntøkum felagsins. Hin helvtin eru inntøkur, sum stava frá sølu av úrdráttum (rognum, yngli, lívfiski og avgjaldi) frá kynbótaarbeiðnum.

Við teimum royndum, felagið hevur við sínum virksemi, er eitt grundarlag lagt fyri, at hetta virksemið kann halda fram, men ein høvuðstreyt er, at felagið varðveitir stuðulin til tey ymsu økini, sum felagið virkar innanfyri.

Endamál við - og orsøkir til lógaruppskotið
Endamálið við lógaruppskotinum er partvís at gera viðurskiftini viðvíkjandi ognunum hjá felagnum greiðari, og partvís fyri at gera viðurskiftini sum heild viðvíkjandi stuðulsjáttanini til felagið greiðari.

Í sambandi við viðgerðina av løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 strikaði Løgtingið átekningarnar á grein 6 um landbúnaðarstuðul, havbúnaðarroyndir og stuðul til infrakervið á útoyggjum og er tí neyðugt, at heimild verður fingin til vega fyri at veita stuðul til nevndu øki. Soleiðis er eitt av endamálunum við hesi lóg eisini at fáa heimild fyri at veita stuðul til P/F Fiskaaling.

Felagið hevur havt sítt virksemi á fleiri ymiskum plássum og eigur tí bygningar, útgerð o.a. á fleiri plássum. Men samstundis hevur felagið nýtslurætt til tveir bygningar, sum landið eigur. Hesir bygningar eru Lívfiskastøðin í Skopun og ein høll við Áir, sum hýsir einum parti av kynbótaarbeiðinum hjá felagnum. Í serligu viðmerkingunum til § 1 er gjøllari greitt frá hesum ognum.

Sum nevnt eru stuðulsviðurskiftini hjá felagnum ásett í sáttmála millum felagið og Føroya landsstýri, sum m.a. krevur afturbering av avleiddum inntøkum av m.a. kynbótaarbeiðinum. Í serligu viðmerkingunum til § 1 er sett upp eitt yvirlit yvir ikki nýttar inntøkur um árslok 2001, og er hetta býtt á ymsu stuðulsøkini.

Um nevndu ognir (aktiv) og tær ikki nýttu inntøkurnar verða skotnar inn, verður felagið styrkt til at útinna granskingar- og menningarvirksemið innan aling. Á tann hátt kann møguleiki hjá felagnum eisini verða fyri at selja vitan og við tí økja inntøkur felagsins, sum so aftur kunnu nýtast til at økja granskingar- og menningarvirksemið í felagnum, samstundis sum felagið so við og við kann gerast meira sjálvfíggjandi.

Landsgrannskoðarin hevur í frágreiðing, dagfest 21. februar 2001, víst á viðurskifti, sum hann heldur eru ógreið á fleiri økjum viðvíkjandi stuðulsjáttanini til P/F Fiskaaling. M.a. verður víst á, at tað við støði í verandi stuðulssáttmála er ivasamt, um felagið hevur ognarrættin til tær íløgur/verkætlanir, sum landið fíggjar, og at hetta somuleiðis hevur ført við sær eina ávísa óvissu um roknskapar- og skattligu viðurskiftini hjá P/F Fiskaaling.

Landsgrannskoðarin heldur, at Løgtingið er ikki kunnað nóg væl um nevndu viðurskifti hjá felagnum, og mælir til, at landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri tingið um serstaka lógarheimild fyri at tryggja, at málið verður nóg væl lýst og fær eina hóskandi viðgerð í tinginum.

Fyri at gera ognarviðurskiftini greiðari, mælir Vinnumálaráðið til, at landsstýrismanninum verður heimilað at hækka partapeningin í felagnum við skiftisinnskoti í felagið av nevndu ognum, sum landskassin eigur, og sum Fiskaaling hevur nýtslurættin til. Metta virðið á hesum ognum (aktivum) er kr. 6.000.000, jbr. Serligu viðmerkingarnar til § 1.

Í staðin fyri afturbering til landskassan, verður somuleiðis mælt til, at heimild verður givin fyri at skjóta inn part av yvirskotinum á studningsjáttanini til felagið, sum pr. 31.07.2002 er gjørt upp til at vera kr. 3.141.000, jvb. (skjal 1), roknskapur fyri tíðarskeiðið 01.01.2002 til 31.07.2002. Restin av yvirskotinum, kr. 1.854.000 og kr. 21.000, stavar frá lidnum verkætlanum ávikavist viðvíkjandi kanningum av nýggjum aliøkjum og framleiðslustýring á smoltstøðum. Mælt verður til, at hendan upphæddin, tilsamans kr. 1.875.000, verður flutt landskassanum.

Umframt, at hetta fer at gera viðurskiftini sum heild viðvíkjandi stuðulsjáttanini greiðari, fara møguleikarnir hjá felagnum at gera vísindaligar royndir í sambandi við fiskaaling, skeljadýraaling o.ø. at verða bøttir, og kemur hetta at vera allari alivinnuni at gagni við tíðini. Somuleiðis heldur Vinnumálaráðið, at møguleikarnir hjá felagnum verða styrktir at bøta um føroyskt alitilfar og at fáa ført hetta víðari til vinnuna, og er hetta eitt av høvuðsendamálunum hjá felagnum.

Hoyringar
Lógaruppskotið, sum upprunaliga var gjørt við tveimum lógum, og seinni gjørt til eitt lógaruppskot, hevur verið til hoyringar hjá Fíggjarmálaráðnum, Føroya Gjaldstovu, Havbúnaðarfelagnum og P/F Fiskaaling.

Viðmerkingarnar eru lagdar við sum skjal 4.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Beinleiðis fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum eru, at nevnda áognin, kr. 3.141.000 jvb. eisini viðmerkingarnar til § 1, stk. 2, verður við skuldarumskifti latin felagnum, og soleiðis verður henda upphædd ikki flutt landskassanum. Viðmerkjast skal, at nevnda upphædd er gjørd upp hin 31.07.2002. Harafturímóti verða kr. 1.875.000 fluttar landskassanum sum rindan av skuld frá Fiskaaling. Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur í aðrar mátar.

Lógaruppskotið viðførir, at tær ognir, sum felagið nú nýtir, men sum landið eigur, verða fluttar sum skiftisinnskot til felagið. Metta virðið á hesum ognum (aktivum) er kr. 6.000.000, jbr. serligu viðmerkingarnar til § 1.

Viðvíkjandi stuðlinum til felagið eru 9,0 mió kr. játtaðar til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003. Soleiðis eru ikki beinleiðis fíggjarligar avleiðingarnar av lógaruppskotinum fyri landskassan, av tí at ætlanin er, at stuðul framhaldandi verður veittur til sama endamál, sum higartil. Broytingin, sum fer fram, er meira av formligum slagi, við tað at átekningin á løgtingsfíggjarlógini er fallin burtur, og í staðin kemur henda lógin, sum ætlandi skal geva materiellu heimildina at rinda stuðul út.

Uppskotið viðførir ikki øktar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur og fær heldur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Talva yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar til einstøku greinirnar

Til § 1
Tær ognir (aktiv), sum talan er um, eru ognir, sum felagið dagliga brúkar í rakstri felagsins. Ognirnar eru Lívfiskastøðin í Skopun, matr. nr. 550 b, vanliga nevnd Lívfiskastøðin, og ein høll Við Áir, matr. nr. 38 b, vanliga nevnd Nýggjastova, sum hýsir kynbótayngli felagsins. Hesar ognir eru ein avgjørd fyritreyt fyri, at Fiskaaling kann fremja kynbótaarbeiði.

Bara P/F Fiskaaling brúkar hesar ognir og hevur gjørt íløgur bæði í Lívfiskastøðina í Skopun og í høllina við Áir. Mælt verður til, at hesar ognir verða ognarførdar hjá Fiskaaling, tí hetta gevur eitt greitt ábyrgdarbýti fyri ognarviðurskiftum, viðlíkahaldi o.ø., eins og hildið verður, at hetta fer at gera stuðulsviðurskiftini við felagið greiðari. Tað eru fleiri hættir at ognarføra hesar ognir til felagið. Mælt verður til, at ein ognarføring verður gjørd sum skiftisinnskot av ognum við hækkan av partapeningi hjá P/F Fiskaaling.

Ognirnar verða innskotnar til ein varliga mettan søluprís í vanligum handli, og sambært metanarfrágreiðing frá felagnum eru tær mettar til:

Lívfiskastøðin í Skopun kr. 4.000.000
Kynbótahøllin við Áir kr. 2.000.000
Virði íalt kr. 6.000.000

Samlaða samsýningin upp á kr. 6.000.000 verður rættleidd soleiðis, at partabrøv við áljóðandi virði upp á kr. 1.000.000 í Fiskaaling verða givin út, og viðbót fyri meirkurs verður kr. 5.000.000.

Raksturin av felagnum verður partvíst fíggjaður av játtan á fíggjarlógini, umframt av tí íkasti, sum serliga kynbótaarbeiði gevur. Felagið roknar sær síðan eitt ávíst gjald fyri at gera ymsu arbeiðini og til ta umsiting, ið hetta krevur. Niðanfyri er sett upp eitt yvirlit yvir tann partin av yvirskotinum (skuld til landskassan) frá stuðulsverkætlanunum, sum mælt verður til at skjóta inn í felagið. Yvirskotið er gjørt upp pr. 31.07.2002, og er býtt á ymsu stuðulsøkini, jvb. eisini skjal 1, roknskapur fyri tíðarskeiðið 1.1.2002 – 31.7.2002:

Kynbótararbeiði 1.300.000
Kalvaaling 1.825.000
Aliráðgevi 16.000
Tilsamans 3.141.000

Viðmerkjast skal, at stuðulsøkini (verkætlanirnar) "Royndir við nýggjum aliøkjum" og "Framleiðslustýring á smoltstøðum" eru endaðar, og tí verður mælt til, at yvirskotini frá hesum stuðulsøkjunum, íalt kr. 1.875.000, verða flutt landskassanum.

Mælt verður til, at partapeningurin í felagnum verður hækkaður við skuldarumskifti av nevndu skuld til landskassan upp á upp til kr. 3.141.000. Peningahækkanin verður framd við útvegan av partabrøvum áljóðandi kr. 1.000.000 í Fiskaaling, og viðbót fyri meirkurs verður upp til kr. 2.141.000. Upphæddin kann verða broytt.

Til § 2
Endamálið við hesi grein snýr seg í høvuðsheitum um at tryggja neyðugu heimildina hjá landsstýrismanninum at veita stuðul til P/F Fiskaaling/havbúnaðarroyndir sambært játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Endamálið við stuðulsskipanini í hesum lógaruppskoti er annars tað sama, sum tað higartil hevur verið, nevniliga at veita stuðul til kynbótaarbeiði, royndir við nýggjum fiskasløgum, aliráðgeving og royndir við nýggjum aliøkjum, soleiðis at karmar kunnu skapast um eitt menningar- og granskingarvirksemi, sum kann útbyggja og víðka vitanarstøðið undir aling av fiski og skeljadýrum í Føroyum á sama støði, sum umhvørvini í grannalondum okkara.

Stuðulin verður ásettur í sáttmála, har ásetingar verða um m.a. endamál, sáttmálatíðarskeið, studningsupphæddir, studningsroknskap, eftirlit v.m., ársroknskaparframløga og misrøkt/mishald.

Greinin tryggjar eina avmarking í, hvør kann søkja um stuðul, og hvørji øki stuðul kann søkjast til.

Til § 3
Ongar viðmerkingar.

Viðløgd skjøl
Skjal 1. Grannskoðaður roknskapur fyri tíðarskeiðið 1. 1.2002 – 31.7.2002
Skjal 2. Grannskoðað fíggjarætlan fyri 2002 – 2006
Skjal 3. Metanarfrágreiðing viðvíkjandi ognum o.a.
Skjal 4. Innkomin tilmæli

1. viðgerð 4. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 8. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 4. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18. og 25. mars og 1., 3. og 8. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt kunnandi fund við umboð fyri P/F Fiskaaling. Hesin fundurin varð hildin norði við Áir. Eisini var rundvísing við Áir og í Nesvík. Harumframt hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum sjálvan og saman við umboðum fyri bæði P/F Fiskaaling og grannskoðara felagsins.

Á kunnandi fundinum við umboð fyri P/F Fiskaaling fekk nevndin m.a. upplýst, at talið á fólki, ið nú eru knýtt at alivinnuni, samanlagt er á leið 1000 fólk.

Av ivamálum, ið nevndin hevur lagt dent á at fáa frágreiðing um, skal serliga nevnast spurningurin um prísásetingina av virðunum, ið verða tilførd P/F Fiskaaling. Frá Vinnumálaráðum, stjóranum í P/F Fiskaaling og serliga grannskoðara felagsins hevur nevndin fingið frágreiðing um hesi viðurskifti.

Viðvíkjandi spurninginum um fíggjarligu heimildina til § 1 hevur landsstýrismaðurin upplýst, at ætlanin er at fáa hetta við á eykajáttanarløgtingslógina fyri august.

Av tí at orðingin í § 1, stk. 2, nr. 2 kann misskiljast, hevur landsstýrismaðurin mælt til, at ásetingin verður broytt soleiðis, at tað verður gjørt greitt, at nevnda upphæddin er tað, sum í mesta lagi kann koma undir skuldarumskiftið.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir hon Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1) Í § 1, stk. 2, nr. 2 verða orðini "sum pr. 31.7.2002 var gjørd" strikað.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg) vil tó samstundis harðliga átala framferðarháttin hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, í sambandi við at stuðulin til P/F Fiskaaling fyrilitaleyst varð skorin niður, uttan at avleiðingarnar av hesum vóru kannaðar. Meirilutin minnir í hesum sambandi á tann serliga stóra týdningin, ið arbeiðið hjá P/F Fiskaaling hevur, nú alivinnan hevur so nógvar trupulleikar at dragast við.

2. viðgerð 10. apríl 2003. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 69 frá 02.05.2003