Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
87. fundur
Ár 2007, fríggjadagin 27. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Finnur
Helmsdal, løgtingsmaður, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
71/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
(rættarreglur)
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
26-0-0.
Málið avgreitt.
2.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 75/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mál, ið hoyra undir
fasta gerðarrættin
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
18-0-9.
Málið avgreitt.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
(foreldragjald)
Uppskotið, sum samtykt við 2.
viðgerð, endaliga samtykt
27-0-0.
Málið avgreitt.
4.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í
“lov for Færøerne om rettens pleje”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
18-0-9.
Málið avgreitt.
5.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 110/2006: Uppskot til løgtingslóg um kapping
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
28-0-0.
Málið avgreitt.
6.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri
Føroyar
Uppskot til samtyktar fall
8-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
7.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007
Uppskotið samtykt
27-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
8.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
114/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum
fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
Málið beint í
uttanlandsnevndina
9.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um
at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
10.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, fíggjarnevndin hevur
lagt fram álit í tingmáli
nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1, at
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr. 61/2006: Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”,
nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta
í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”,
nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om anpartsselskaber”,
nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om erhversdrivende fonde”,
nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhversdrivende
virksomheder”,
nr. 79/2006: Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum
Skálafjørðin og Suðurstreymoy, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í
tingmálunum
nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða
fólkaskúlalógina,
nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp,
nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og
ung,
nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins,
nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul, og
nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita
stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili
í Tórshavn, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum
kommunurnar í Føroyum og
nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit, at trivnaðarnevndina
hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og
javning av almannaveitingum og
nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan
til Almannastovuna, at uttanlandsnevndin
hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av
loftrúminum, og at § 25 nevndin
at viðgera løgtingsmál
nr. 92/2006 Uppskot til broyting í
tingskipan Føroya Løgtings hevur lagt fram álit í málinum.
Formaðurin setti næsta fund at
verða mánadagin, 30. apríl 2007, kl.
9.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3
4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4
5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”
7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”
8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”
9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhversdrivende virksomheder”
10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2006: Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina
12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins
15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum
21. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings
22. 1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um meirvirðisgjald
23. 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
24.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Tingmálini nr. 117/2006, nr. 118/2006 og nr. 119/2006 verða viðgjørd undir einum
og beind í fíggjarnevndina
25.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina
26.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
120/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina
27. Framløga
Fundur lokin kl. 18.05
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari