1-11 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri mars 2007-4 

 

                                                     § 6.  Vinnumál

 

                                                             A. Yvirlit

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                               -                                -                          -

  Løgu ætlan                                                              2.000                         2.000                         -

  Samferðsla og samskifti                                                                          2.000                          -

     6.38.1.  Vegir og havnir                                                                           2.000                          -

 

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    6.38.1.  Vegir og havnir

       38.1.07.  Nýggir landsvegir (Løguj.)                                                  J:         130.200              100

                                                                                                      EYJ:        2.000                  -  

 

 

Viðmerkingar:

(Játtanin er til prosjektering av nýggjum tunli við tilhoyrandi vegaføring úr Trongisvági og út aftur vestan fyri Nes í Hvalba.) 

 

Landsverk er komið fram til mest hóskandi linjuføringina, og upphæddin skal nýtast til prosjektering av hesi ætlan.

 

Breið semja er á tingi og í landsins stýri um, at Suðuroyggin er vorðin eftirbátur í teirri stóru samfelagsmenningini, men kortini er eingin nýggj íløga løgd hagar hetta samgonguskeiðið.

Ein av virknastu bygdunum í landinum verður darvað, og fær hvørki virkað ella ment seg víðari, fyrr enn almennu Føroyar veita sóknini líkinda ferðasamband.

Hvalbiar sókn er kend fyri sítt avbera dugnaliga trolarafólk og hevur tríggjar trolarar og eitt trolvirki. Harafturat er farið undir toskaaling, og eisini eru áralongu fyrireikingarnar um Eftirskúlan í Hvalba komnar undir land.

Men tíverri er ikki komandi til bygdar við framkomnum flutningstólum. Bergholið hagar er skjótt hálvthundrað ára gamalt og lýkur á ongan hátt tíðarinnar krøv.

Rokna vit kost/nyttu útrokningar fyri Hvalbiar sókn, koma vit skjótt eftir, at almennu Føroyar hava eina upplagda skyldu at fara undir bergholið hagar beinanvegin.

Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aftur eftir fáum árum til almikið gagn fyri virksemið í Hvalbiar sókn og í Suðuroynni sum heild.

Vinnulívið í Suðuroynni verður tá fyri stórum frambrotum.

 

Bøtt verður munandi um umstøðurnar at virka og flyta aldan tosk virkjanna millum, fisk og fiskaúrdráttir til avskipingar og trol og reiðskap millum trol- og lemmavirkini í oynni.

Ivaleyst fær kolanámvsvinnan, har nýggj ætlan er í umbúna, eisini almikið gagn av hesum framtaki.

Fyrsti føroyski eftirskúlin, sum skal leggjast í Hvalba, fær sjálvandi eisini sera stóra nyttu av betri ferðasambandið hendan vegin.

 

Lestrarumhvørvið, næmingar og lærarar fáa aðrar og bøttar møguleikar.

 

Familjulívið, ítrótturin, frítíðin, ja, snøgt sagt allur trivnaður í sóknini og oynni sum heild, kemur tá í annað ljós.

Visjónin hjá landsstýrinum um at leggja hesa tunnilsgerð á ís, aftan á allar aðrar, ein hálvan mansaldur frammi í tíðini, er eitt politiskt mistak av teimum heilt stóru, og fer at níva Hvalbiar sókn niður á knøini, gerst visjónin veruleiki.

 

Mælt verður tí til beinanvegin at fara undir at  byggja land saman við vinnuliga framsóknum fjøltáttaðum bygdaløgum, og so heldur leggja almenna stovuprátið á hotellunum í høvuðsstaðnum á hillina ein mansaldur ella so. 

 

1. viðgerð 21. mars 2007. Løgtingsmálini 1-8, 1-9, 1-10 og 1-11/2007 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 19. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) heldur tað ikki vera rætt at byrja løguna sum eykajáttan mitt í einum fíggjarári. Ein so stór íløga eigur at byrja við, at ein verklagslóg verður løgd fyri Løgtingið.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað. 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskotið fall 8-0-19. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.