93 Uppskot til  samtyktar um alment listakeyp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum ásetir, at í hvørjum einstøkum føri, har tað almenna er byggiharri, ella varðar av nýbygging, umbygging ella uppíbygging, skal í minsta lagi 1,5% av endaliga byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list, sum føroysk listafólk hava skapað. Listin, ið skal brúkast í prýðingini av almennum bygningum, skal annaðhvørt vera skapt til høvið ella vera keypt samsvarandi skikkaðari meting hjá bólki, sum Mentamálaráðið setir at viðgera mál av hesum slagi í hvørjum einstøkum føri.

 

Viðmerkingar:

Yvirhøvur hava tær almennu Føroyar verið pírnar í sínum stuðli til føroyska list. Onkuntíð hevur tað eydnast at víðka fíggjarkarmarnar fyri ávís øki í mentanarlívinum, men oftast er dragnað aftur, tá ið sveiggini í samfelagsbúskapinum eru farin skeiva vegin. Og tá hevur tað næstan verið vónleyst at ment fíggjarliga grundarlagið undir mentanarlívinum aftur. Fyri tað mesta hevur búskaparpolitikkurin og fíggjarlógargerðirnar verið soleiðis háttaðar, at natúrligi lønarvøksturin hevur fingið treytaleysa raðfesting, ímeðan stuðulsjáttaninar, eitt nú til mentanarøkið, hava liðið undir hesum, orsakað av tí, at karmurin ikki rakk til eitt framtak á hesum øki, sum meira enn nakað hevur havt og hevur tørv á tí.

 

Hetta uppskotið snýr seg í mestan mun um myndlist. Myndlistin er nýggj í Føroyum. Og tær almennu Føroyar, teir almennu kassarnir, hava ikki havt nakað skipað atlit til hennara. Í stóran mun hava myndlistafólkini við tógvið stríð hórað undan materielt, besta dømið sóu vit í Listaskálanum fyri kortum, har framsýning varð hildin um lívið og listina hjá úrmælinginum Ruth Smith, sum oftani var í troti fyri tað mest grundleggjandi hjá einum listafólki, nevniliga amboðini, ið eru treytin fyri, at tað í heila taki skal bera til at virka. Tey flestu mundu standa eftir við spurninginum, hvørji avrik Ruth hevði kunnað framt, høvdu møguleikar hennara verið optimalir, og hon stendur neyvan í einingi í so máta.

 

Tað stendur sjálvandi betur til í dag. Peningaumfarið í samfelagnum er rúgvusmeira, og tað dryppar sjálvandi í umfarið hjá listafólkunum. Nøkur kunna so dánt liva av sínum arbeiði, onkur betur annar verri, men yvirhøvur er støðan hon, at áhugin á privata marknaðinum, hjá fólki, vinnufyritøkum, fíggjarstovnum, útlendingum o.ø. er avgerandi fyri, at føroysk myndlist er í menning. Almenn íløga í føroyska list hendir bara so hissini, tá ið almenni myndugleikin heldur seg hava tørv á tí, og hesi viðuskifti hava á ongan hátt verið skipað eftir nøkrum ásettum leisti, hvørki í regluverki ella í áseting av fíggjarorku í mun til m.a. almenna bygging.

 

Tey viðurkendu nøvnini í listini skáksigla sær kanska onkursvegna ímillum skerini, ímeðan serliga yngru spírarnir standa ella falla við, at viðurskiftini kring myndlistina verða skipað. Nýggja løgtingshúsið og serliga umsitingarbygningurin eru gott dømi um, hvussuleiðis føroysk listafólk kunna broyta ein annars fýrhyrntan bygning avgerandi. Ingálvur av Reyni í tingsalinum og Hansina Iversen í umhvørvinum kring gamla telefonhúsið. Hetta er tó eitt einstakt dømi, har byggiharrin, arkitekturin og listafólkini hava tikið lógvatak saman.

 

Í mongum øðrum londum varð fyri nógvum árum síðani farið til eina skipan, har lógásett er, hvussu myndlistin skal vera umboðað, tá ið almenni myndugleikin fer undir at byggja, umbyggja og at byggja uppí. Í flestu førum er ásett, hvussu stórur prosentpartur av samlaða byggingarkostnaðinum skal vera umboðaður í prýðingini við listarverkum. Eitt meðaltal er á leið 1,5% av samlaða byggikostnaðinum av hvørjum einstøkum byggimáli. Hetta er tað, sum Tjóðveldisflokkurin við hesum uppskotinum mælir tinginum til at samtykkja, í áheitanini á landsstýrismannin í mentamálum, har heitt verður á hann, um at fyrireika lóg um hesi viðurskifti, ið skal vera løgd fyri Løgtingið skjótast til ber.

 

1. viðgerð 9. mars 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tórbjørn Jacobsen hevur vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 13., 27. mars, og 10. og 17. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Listasavn Føroya, Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, og landsstýrismannin í mentamálum saman við Landsverk.

 

Umboð fyri Landsverk hevur á fundi við nevndina upplýst, at ætlanin er at gera tvær landsbyggireglugerðir. Eina um teknisk krøv til byggingar og aðra um almennu stevnumiðini fyri byggilist. Í hesi seinnu er ætlanin at áseta mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, tá bygningar hjá tí almenna skulu prýðast við list. Nevndini er upplýst, at alt eftir hvussu stór byggingin er, so kann talan vera um at bjóða listprýðingina út í innbodna kapping, í almenna kapping ella í prekvalifikasjón. Síðani tekur ein nevnd, mannað við fakfólki, støðu til innkomnu uppskotini.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Óli Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) tekur undir við eini skipan, har ein partur av byggikostnaðinum verður brúktur til at prýða almennar bygningar við myndlist.

 

Meirilutin er av teirri fatan, at tað við almennu stevnumiðunum fyri byggilist kann tryggjast ein skipan, har tað almenna, tað veri seg í sambandi við nýbyggingar, umbyggingar ella uppíbyggingar, altíð tekur atlit til at prýða bygningar við list, og at ein ávís prosentupphædd av byggikostnaðinum verður sett av til hetta endamál.

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram við tí ætlan, at tingið skal heita á landsstýrismannin í mentamálum um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um greiða áseting, har álagt verður almennum byggiharrum, at bregda hálvtannað prosent av bruttokostnaðinum, í hvørjum einstakum føri, í samlaðu ætlanina sum keyp og prýðing av og við føroyskari list.

 

Hetta er vanlig áseting í grannalondunum og hevur verið almennur politikkur í mannaminni. Fyri kortum hevur Tórshavnar Kommuna eisini tikið líknandi stig - í eini býráðsviðtøku.

 

Stjórin í Listaskálanum, Helgi Fossádal, hevur verið inni í nevndini, og hann tók sera væl undir við uppskotinum, og listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen var fegin um uppskotið, men legði dent á, at tað var av týdningi, at nevndin, ella bólkurin, sum skuldi taka avgerðirnar um, hvørji listafólk skula sleppa fram at almennu byggiprosjektunum, verður so objektivt samansett sum yvirhøvur gjørligt.

 

Landsstýrismaðurin við fylgi hevur eisini verið til hoyringar í nevndini. Sum ikki einaferð í hesum samgonguskeiðnum, fekk nevndin at vita, at landsstýrismaðurin hevur hugsað um og arbeiðir av grimd við málinum. Eftirhondini klassiska undanførslan hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Trupulleikin er bara, at eingin veit um alt hansara virksemi at siga. Í hesum málinum er ikki orðið grett um nakrar ætlanir í almenna rúminum – í hvussu er.

 

Tað hevur verið frammi, at landsstýrismaðurin ætlaði at eggja landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at broyta skattalógina soleiðis, at privati kapitalurin í partafeløgum og øðrum rakstrarkarmum kundi vinna part av íløgu í listaverk inn aftur í skattafyrimunum. Hetta hevur einki við fyriliggjandi uppskot at gera yvirhøvur. Og tað røkist heldur einki fyri, at tann ætlanin er væntandi í næstum.

 

Ein onnur undanførsla hevur verið, at ásetingin, sum uppskotið leggur upp til, kann setast inn í almennu byggisamtyktina. Tað er væl møguligt, men tá verður ásetingin egg ella ungi alt eftir, hvør tilvildarligur persónur situr og tekur ta avgerðina. Tí er rættast, at Løgtingið tekur avgerð um málið og harvið staðfestir, at hetta er almennur føroyskur politikkur, tá ið tað ræður um at implementera føroyska list í alment byggivirksemi.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til samtyktar fall 9-1-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.